Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

* Semjan í Keyp- havn og undir- grundin Oddagneia EIN partur av felagsfrágreiðingini - semjuni - í Keypmannahavn í farnu viku millum landsstýr- ið og donsku stjórnina snýr seg um "Udvik- lingen af rástoffer í den færgske undergrund". Her verður staðfest, at marknatrætan við bret- ar hevur stóran tydning fyri eina møguliga før- oyska oljuvinnu. Har verður so eisini víst á, at stjórnin og landsstýrið eru samd um at royna at fáa eina skjóta loysn í marknatrætuni, stjórnin jåttar at hjálpa føroyingum við teimum neyðugu umsitingarligu og teknisku resso- urcunum. VÍÐARI er semja um, at "til gavn for sável fæ- røske som danske samfunds- og erhvervs- interesser, forudat konkurrencedygtighed at anvende kundskab inden for dansk for- valtning og forskning samt i danske erhvervs- virksomheder i den færøske råstofudvikling, at ministerier og styrelser efter aftale med landsstyret udpeger eksperter, der kan deltage på kulbrinteområdet. Bistand udover det hidtige omfang omkostningsdækkes." At enda heitir danska stjórnin i frágreiðingini á donsk feløg um at fara inn í "efterforsk- ningen" eftir olju og gassi á tí føroyska økinum á handilsligum stødi. Nógv av hesum hevur verið frammi fyrr. Men áhugavert kundi verið at vitað, hvat slag av serførdingahjålp og til hvat danir hava hugsað sær, nú teir bjóða okkum meiri hjálp. Eisini er áhugavert at merkja sær, at stjórnin hevur fingið í frágreiðingina eina áheitan á danskar fyritøkur um at vísa størri áhuga fyriat vera við í oljuleitingini við Føroyar. TAD er nevniliga undrad okkum, at danskar fyritøkur hava verið so kúrrar í hesum máli, tå hugsað verður um, at Føroyar eru partur av ríkinum, hóast undirgrundin er yvirtikin. Hvørja ferð vit hava sett stóru donsku oljufyritøkuni hjá AP Møller spurningin, hví teir ikki hava størri áhuga fyri føroyska økinum hevur verið svarað, at teir ikki í løtuni duga at síggja nakað áhugavert her, men at teir fylgja við og tá okk- urt meira itøkligt vísir seg, so fara teir eisini at umhugsa sinastødu. Vit vita tó, at almenna oljufelagið DONG og systurfeløg tess hava áhuga í at vera við í oljuleitingini her, men hetta hevur mest verið tosað um aftan fyri leiktjaldið. Áhugavert verður at síggja, hvat henda áheitan frá stjórnini til feløgini fer at bera í sær. Hvør veit, kanska hetta er avtalað spæl, soleiðis at donsk oljufeløg hava lika- sum biðið stjórnina fáa hetta við. Tað fáa vit at síggja í næstum. Áhugavert verður annars at síggja, hvussu eitt møguligt samarbeidi mill- um Føroyar og Danmark á hesum øki fer at síggja út. Hvat liggur í kortunum og um danir rokna við at fáa framíhjárætt afurtyri at stuðla føroyingum vid ráðgevarahjálp vita vit ikki. Svsialunin rgdarblaðstjóri: Jan Múller A a Krisjan Dahl Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Blaðfólk- Randi Jacobsen - Dagny Útgevari- P/1 Saslalurin Joensen - Tórfinn Smith - | Ú P/t Sosialurin Argjum Kilmar Jan Hansen - gt P/i Pressan 1981 | Telefon: 11820 Justinus Eldesgaard Bústaður. Argjavegi 26 67. ÁRGANGUR Postadr . Postsmoga 76 110Térshavn Telefax: 14720 Viðmerking til >Sjónarmið:- hjá Kristiani Magnussen Eg hevði fyri so vítt roknað við onkrari viðmerking um ALS-månadagin í blødun- um í dag, men ikki frá ein- um sosialráðgeva og løg- tingslimi, og als ikki á ein- um slíkum stødi, sum her er talan um. Fyri postverkið sum stovn (og helst eisini ALS) eru skuldsetingarnar so ógrundaðar og av slíkum slagi, at tað ikki liggur á mær at taka tær til viðgerð- ar. Sum persónur vil eg tó loyva mær hesar viðmerk- ingar: Vanligi føroyingurin veit fullvæl, at postverkid hevur til uppgåvu at savna, flyta og bera ut skrivligt sam- skifti og hvørki kann ella vil siga nei til hetta. Løgid at ikki tingmadur- in/sosialrådgevin veit tad! Vanligi føroyingurin veit fullvæl, at starvsfólk post- verksins hava fulla tagnar- skyldu um øll vidurskifti kundanna — og halda hana. Løgid at ikki tingmadurin/ sosialrådgevin veit tað! Sum álopið (eg vil hvorki kalla hetta sjónarmið ella grein) er háttað, dugi eg ikki atsíggja áhugamál teirra ar- beiðsleysu liggja frammar- laga í huga løgtingsmann- sins. Tað er jú ikki teirra søk hann tosar, men teirra, ið njóta gott av stuðli, tey onki eiga i og sostatt máa burtur- av teimum fáu krónunum, ið ætlaðar eru teimum ar- beiðsleysu. Hvussu sakliga politiska viðgerð mál viðvíkjandi ar- beiðsleysum, ALS ella postverkinum fara at fáa frá tingmanninum kann ein við réttum loyva sær at í vast í. Var tað ikki Kristian Magnussen, sum, m.a. við hjálp frásomu starvsfólkum sum hann nú svertar út, bleiv valdur inn á ting at seta orku og pening av til »i- gongdsetaravirksemi<? Er tað av maktarloysi, hann nú leggur eftir ALS fyri ikki at taka sær av hes- um? Ætlar hann, at tey ar- beiðsleysu skulu vera heilt og aldeilis »anonym«, so- leiðis at hetta altoyðandi samfelagsliga skalvalopið skal krógvast burtur? Mítt sjónarmið er, at tey arbeiðsleysu eru ein ósekur bólkur av fólki, sum eigur somu rættindi sum gll onnur í samfelagum, tað verið seg heim, hita, mat v.m. og tí tvørturim6ti eiga at g*ra seg so sjónlig í samfelagnum sum yvirhøvur gjørligt. Tad er so lætt at geva lyfti — serstakliga uppundir eitt val. Politikarar hava nógv um at vera og >gloyma< ofta, tá vilji og evni skulu standa sína roynd. Ti er neyðugt hvønn ein- asta dag at minna ikki bert politikarar men øll onnur á støduna. Ongin kann bet- ur gera tað enn tey, sum av lagnunar tilvild blivu arbeiðsleys. At tey av og á mugu tryggja sær, at ikki onnur fara avstað við tí, sum var ætlað teimum, skuldi helst verið av egnum áhuga og í hvussu so er íkki gjørt til nakað at skammast yvir. Mortan Rasmussen „Practical joke<! ella makaber ironi: Arbeiðsloysisfremjandi stovnur skal avgreida ALS-kortið! Hvat líkist tað, at stovnur, ið hevur uppsagt eina rúgvu av fólki, sett eina stórri rúgvu niður í tíð, og møguliga fer at uppsiga eina triðju rúgvu, skal avgreiða persónligu við- urskiftini hjá teimum ar- beiðsleysu! Hvat verður tað næsta: fólk skulu lata blóð í Íshúsinum í SMS, og vaksi- nerast niðri á Farstødini? »Til øll arbeidsleys, tit hava vunnið eina ferð til (es)BERN, tit skulu koma oman á post- húsið og standa við (topp) HUGVUNI i hondini, annars hava tit ikki ein (mid)JORD- ISKAN kjans at fáa eitt oyra!< Hesi eru kravboðini til okk- ara túsundtals arbeiðsleysu. Onkur sera kontroversiellur persónur, ið ikki ljóðar at hava alt uppi á tí turra, skal gjøgnum fólk sítt verða við til at vita um vit, ið bera ALS-merkið, hava alt uppi á ti turra! So er bara at vóna, at funnið verður útav, um vit hava alt uppi á tí turra áðrenn 2 ella 5 ár eru liðin! Nei, ikki er hetta nøkur góð idé (!) — hver ið hevur verið so bláoygdur at fremja hetta, veit eg ikki. Men kortini hava nokk verið illa blandað, tá funnið var fram til at nýta tey arbeiðs- leysu sum markað! ALS hevur sparringspartn- arar sum: Líkningarráðið, Gjaldstovuna, Almannastov- una, peningastovnarnar, per- sónstalsskrásetingina, Lands- fólkayvirlitið o.s.fr. til tess at finna útav um nú okkurt fátækt stakkalastás hevur snýtt sær til nøkur oyru. Ístaðin verður valt at planta okkum í køini hjá einum stovni, ið hevur tveitt mong fólk á dyr, og ljóðar til at skula tveita enn fleiri á dyr, sera 6- dámligt og smakleyst! NEI, tá hevur bakaríið hjá Gunnleivi og úthandlar tess mangan betur uppiborið at av- greiða ALS-kortid, teir hava sett mong fólk í vinnu í hesum svårudøgum, so at farið inn har hevði smakkað mangan betur, bæði so og so. Alternativt uppskot! Annars skal Team-85 hava rós fyri vakurt design, hóast alt. Alternativt uppskot til tess, at ALS kann fremja sítt eftirlit, og at postfólkini kunnu fáa eina eyka inntøku er: 1. Vit arbeidstøku fáa ein lønarsedil sendandi vid postin- um aðruhverja viku, har stendur hvussu nógv løn/skatt og blabla bla... og í bjálvanum liggur ALS-kortið, ið er til næstu 2 vikurnar. 2. Vit arbeidstøku vátta stóðu okkara/undirskriva við øðrum undirskriftum (um neyðugt!) og senda kortið í einum brævbjálva við einum frímeri (1) á og senda hendan við postinum til ALS. 3. Tá ALS so aftur sendir okkum lønarsedilin næstu ferð við postinum liggur váttanin fyri farnu 14 dagarnar í bræv- bjálvanum, saman við løn/ skatt og bla bla bla... Vit arbeidstøku høvdu kent okkum mangan betur vid hesi skipan, eisini tí vit vita, at einki lúsa avklæðandi, eyðmýkj- andi, forvitið eftirlit gongur aftan á postboðunum, sum teir fara einsamallir runt býin fyri at handa okkum henda kær- komna (1) alternativa bræv- bjálva við einum sámuligum eftirliti o.ø. hentum upplýs- ingum. Hetta hevði møguliga eisini bjargað onkrum post- fólki undan (blá) hamaranum, tá næsta spariætlan postverk- sins er uppi og vendir. Ringt kennist hjá øllum ar- beiðsleysum við núverandi skipan, men allarringast hjá teimum, ið Postverkið gav fótin, ikki minst hjá tí, ið mundi latið sítt lív fyri henda stovn 24/6 1988. Við ynskjum um eina skjóta broyting/vend fyri øll arbeiðs- leys. Heri Á. Simonsen P.S.: Kristian Magnussen, takk fyri greinina!