Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 224 — 23. NOVEMBER 1994 Sida 3 Myndin varð tikin seinnapartin mikudagin í farnu viku, tá Hans Jacob Hermansen frá Grindamannafelagnum handaði umboði fyri EIA mótmælið frá teimum 10.294 føroyingunum, id skrivaðu undir 10.294 føroyingar mót- mæltu grindaherferðini Mikudagin í farnu viku handaði Hans Jacob Hermansen, formaður í Grindamanna- felagnum, felagsskapinum EIA tær 10.294 undirskriftirnar, ið vórðu savnaðar í Før- oyum fyri at mótmæla grindaherferðini Pilot Whale Campaign, ið EIA stendur fyri Nú hava føroyingar svarað sokallaða >Kære færing<- brævinum frá Pilot Whale Campaign aftur. Og tað eru ikki bert nakrir føroyingar, men ikki færri enn 10.294 føroyingar! Undirskriftir hava verid savnadar kring alt landid, og hava tær ligid frammi ymsastaðni, har nógv fólk kemur. Og herfyri varð so ein runda tikin aftrat, tá tað visti seg, at fleiri fólk gjørðu vart við, at tey ikki høvdu havt møguleika at skriva undir mótmælið móti EIA og hinum felagsskapunum aftan fyri Pilot Whale Cam- paign. Seinnapartin mikudagin handaði Hans Jacob Her- mansen umboði fyri EIA tær mongu undirskriftirnar — Umframt at handa allar undirskriftirnar, gjørdu vit eisini umboðnum frá EIA, ið tók ímóti okkum, vart við at vit ikki hava meira at siga ETA ella nøkrum av hinum privatu og sjálvsettu felags- skapunum, ið royna at fáa okkum at gevast við grinda- lrápinum, sigur Hans Jacob Hermansen. — Vit hava ikki meira at tosa við tey um, og hesi fólk skulu eisini vita, at tey hava ikki bjargað so mikið sum einum einasta hvali í teirra herferð ella yvirhøvur. Undirskriftimar = vórðu handaðar einum umboði fyri EIA uttan fyri høvuds- skrivstovuna seinnapartin mikudagin í farnu viku, og umframt Hans Jacob Her- mansen og tvey umboð fyri FISC — Faroe Island Soli- darity Committee — vóru eisini fleiri ungir føroying- ar, ið eru búsitandi í Lon- don, til staðar. Helt fyrilestur fyri forvitnum týskarum Leygardagin var Hans Jacob Hermansen farin vid- ari til Tysklands, har hann helt ein fyrilestur í Bremer- hafen í Deutsche Shifffarts- museum bædi um grind og grindadråp. — Tyskararnir høvdu bod ið mær at koma at halda fyrilestur fyri teimum, og har kom til sjóndar, at fólk vita alt ov líuð um, hvat tað er, ið veruliga fer fram her í Føroyum. Tað sindrið, tey vita, hava tey fingið at vita frá felagsskapum sum EIA og øðrum, greiðir Hans Jac- ob Hermansen frá. — Eitt nú rúðu onkur av teimum, at føroyingar fara ein ávísan dag út og drepa grind. Hetta er jú heilt við síðuna av veruleikanum. Eisini vísti hann teimum filmin, Klaus Kiesewetter Fleiri fóroyingar, ið eru búsitandi í London, vóru til staðar uttan fyri høv- uðsskrivstovuna hjá fel- agsskapinum EIA, tá tær 10.294 undirskriftirnar vórðu handaðar Mynd: Louis Wilson hevur gjørt. Hesin filmur hevur verið í Sjónvarpi Før- oya, og har avdúka leiðarar fyri = djóraverndarfelags- skapir, ið skulu seta Pilot Whale Campaign í gongd í Týsklandi, hvussu lítið teir vita. — Hetta tóktust eisini tey mongu at skilja, ið vóru ul fyrilesturin, og tað vísir seg, at tá fólk fáa at vita, hvat veruliga fer fram, eru als Mynd: Louis Wilson ikki so mong móti grinda- drápi, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum. — Tí er neyðugt, at vit fara at upplýsa meira um, hvat veruliga fer fram. Vit mugu samskipa hesa upplýsing, so vit kunnu fáa sum mest burt- urúr. Tað eru so mong, ið eru ímóti grindadrápi, tí tey bert fáa tað at vita, ið teir ymsu felagsskapirnir føra fram. hj. Månakvøldid var vána- ligt veður við nógvum grovum regni, hvgssum vindi og skriði. Serliga var tað millum kl. 22 og 23, at ódnin leikaði sum mest á, men hóast vindur og regn var alla náttina, var veðrið ikki so ringt tá. Og í gjár var stórt sæð bert regnið eftir. Kortini høvdu tey á skaðadeildini hjá Før- oya Brunatrygging ikki fingið fráboðan um so mikið sum ein einasta skaða, so hóast hvirlurn- ar kundu verða sterkar månakvøldid, hevdi veðrið ikki verið so vánaligt, at nakar skaði stóðst av. — Tá okkurt hendir, er tað ikki vanligt, at vit skulu sita og bíða leingi eftir boðunum, verður sagt av skaðadeildini. — Fólk eru sera skjót at boða frá, um onkur skaði Eingir skaðar í odnini mána- kvøldio Aftur i dag verður ódnarkent veður, og roknast kann við onkrum grovum æli og onkrari sterkari hvirlu stendst av veðri. Men vit hava so einki frætt hesa- ferð, so neyvan er nakar serligur skaði hendur. Meira av illveðri verður í dag Sambært veðurmann- inum, Peturi Skeel Jac- obsen, kann roknast við, at sama veðrið verður aftur í dag. — Månakvøldid vórðu sterkastu hvirlurnar uppi å 28 metrum um sekund- ið. Orsøkin er eitt djúpt lågtryst, ið er rættiliga nær Føroyum, sigur veð- urmaðurin. — Helst verður eitt sindur av sama veðrinum aftur í dag. Ostødug luft feratgerasíu til, at vit fåa okkurt grovt ælid, og so mugu vit eisini rokna við, at onkrar sterkar hvirlur verða. Hetta er eitt lágtrýst við kaldari luft, sum er í hæddini. hj.