mikudagur 23. november 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 224 — 23. NOVEMBER 1994
il einki siga
— Eg havi onga viðmerking til tað, Sosialurin skrivar um húsa-
rannsóknina. Kæra er komin í málinum, og eg haldi ikki, at kjak-
ast skal um tað í blødunum, sigur Magnus Møller, åkæri
Sosialurin kundi í gjár for-
telja lesarunum um eitt ser-
ligt arbeiðsskjal, ið politiið
hevði at ganga eftir, tá húsa-
rannsókn í farnu viku varð
gjørd á Advokatskrivstov-
uni i Fr. Petersensgøtu, har
eitt nå ein av teimum sjey
åkærdu i Skålafjalsmålin-
um, Magnus Petersen, arb-
eidir.
Hetta skjal álegði politist-
unum at leggja hald á skjól,
ið ikki vóru nevnd í rann-
sóknarloyvinum, ið poliuið
hevði fingið til stóru og um-
fatandi húsarannsóknina.
Við øðrum orðum fór po-
litiið beinleiðis eftir skjøl-
um, ið politiið visti, at rann-
sóknarloyvið ikki gav loyvi
til at leggja at leggja hald á.
Men sjálvt um Sosialurin
hevur sæð avrit skjalinum,
ið politistarnir høvdu við
sær, hevur Magnus Møller,
ákæri og ein av leiðarunum
av húsarannsóknini, onga
viðmerking til málið:
— Eg havi onga viðmerk-
ing til tað, Sosialurin skriv-
ar um húsarannsóknina, vit
gjørdu í farnu viku. Kæra er
komin í málinum um meg
og aðrar persónar, og eg
haldi ikki, at kjakast skal
um tað í bløðunum, sigur al-
menni ákærin, ið bæði er
ákæri í Skálafjalsmálinum
og var tað í Heygadrangs-
málinum, har allir teir fýra
ákærdu vórðu fríkendir.
— Tað, sum Magnus Pe-
tersen sigur, má standa fyri
hansara egnu rokning.
Men hevur politiið ikki
brúkt nevnda skjal í sínum
rannsóknararbeiði?
— Eg havi als einki at siga
um hatta.
Sjálvur hevur Magnus
Møller sent rikisadvokatin-
um frágreiðing um málið,
so spennandi verður nú at
fylgja við, hvussu leikur fer
fram í málinum.
hj.
Tidindabladid (5771)
»Arbeidsskjalid« hjá politinum:
Grafikkur: Hilmar Jan Hansen
Eingin trygd fyri, at politiið ikki
rótar alt verjutilfarid igjøgnum
Hóast alt samskiftistilfarið millum Mag-
nus Petersen og verja hansara í Skála-
fjalsmålinum, Thomas Rørdam, liggur í
tveimum ella trimum plastposumum hjá
politinum, hevur politiið enn ikki — sum
lovað — latið ólógliga tikna tilfarið aftur
Eini seks tons av pappíri
legði politiið hald á, tá tær
mongu og stóru húsarann-
sóknirnar vórðu gjørdar í
farnu viku.
Nógv tann størsti parturin
av hesum er óviðkomandi
fyri tær kanningar, politiið
skal brúka tilfarið til, og so
er eisini okkurt av tilfarin-
um tikið á ólógligan hátt.
Eitt nú alt samskiftið
millum Magnus Petersen
og verja hansara í Skála-
fjalsmálinum, Thomas
Rørdam. Magnus Petersen
er ein av sjey åkærdum i
målinum um byggingina av
trolaranum Skålafjalli.
Tá poliuið mikudagin og
hósdagin í farnu viku var á
heilum fimm adressum og
gjørdi húsarannsókn í sam-
bandið við Advokatskriv-
stovuna í Fr. Petersensgøtu
og Magnus Petersen, varð
millum annað lagt hald á alt
brævaskiftid, ið Magnus og
verji hansara hava havt sín-
ámillum í Skálafjalsmálin-
um.
Hetta tilfar fevndi rann-
sóknarloyvið ikki um, og tí
varð tað eftir øllum at dóma
ólógliga tikid.
Fóru beinleiðis eftir
Skálafjalsmálinum
Tå politiid var á Advokat-
skrivstovuni í Fr. Petersens-
gøtu, varð hald lagt á eitt
mál, ið týðiliga varð av-
merkt sum Skálafjalsmálið,
umframt ein A4-blokk,
hvors innihald hevði við
sama mál at gera.
Í tí tilfarinum, ið var av-
merkt Skálafjalsmálið, var
brævaskiftið millum Mag-
nus Petersen og verja hans-
ara — síðurnar væl og virði-
liga avmerktar, so ein og
hvor kundi síggja, at talan
var um Skálafjalsmálið.
Eisini fevndi nevnda tilfar
um innanhysis arbeidsskjøl
millum Magnus og verjan,
umframt kladduskriving i
Skålafjalsmålinum, og tad,
Magnus Petersen hevur fest
sær å blad i kladduformi av
ti, bæði åkærdir og vitni
hava sagt í málinum.
Hesar kladdur hava stór-
an týdning fyri verjuna í
Skálafjalsmálinum, og við í
tilfarinum eru eisini val av,
hvussu verjan skal fara fram
sum frægast í málinum.
Tað var heilt týðiligt, at
politiið við beráddum huga
leitaði sera væl eftir júst
omanfyri nevnda málið, og
eisini teimum skipunum, ið
politiid ikki hevði loyvi at
leita eftir — serliga Global-
skipunum — varð farið sera
skipað fram, so hvert mål
sær varð býtt sundur í bunk-
ar av tilfari.
Øll mótmæli vórðu
kveistrað til viks
Fleiri vitni vóru til tann
arbeiðshátt, politiið brúkti
undir rannsóknini.
Í fyrsta umfari mótmælti
Magnus Petersen, at hald
varð lagt á hetta tilfar, men
rannsakandi = politistarnir
vístu á, at teir høvdu fingið
greið boð frá sínum yvir-
monnum, almenna ákæran-
um Magnusi Møller og
ferðaliðspolitisunum Tor-
valdi Hesselholdt, hvørjum
tilfari leitast skuldi eftir, og
so var ikki meira at gera vid
tað.
Í øðrum umfari bað síðani
Magnus Petersen um at fáa
loyvi tilat fjølrita alt tilfarið
í Skálafjalsmálinum, áðr-
enn farið varð avstað við tí,
men hesum varð noktað
honum.
Ogendiliga í triðja umfari
bað Magnus Petersen síðani
um, at alt tilfarið, ið bein-
leiðis hevdi við Skálafjals-
málið, varð forseglað, til
rætturin hevði havt møgu-
leika at gera viðmerkingar
til málið, men hetta ynski
Seinast Sosialurin frætti, var alt samsk
Petersen og verja hansara, Thomas Rø
varð — eins og hini — avvíst
av politinum.
Einasta, politiið kundi
geva tilsøgn um, at var at
Magnus Petersen í sam-
bandi við frágreiðing í mál-
inum kundi koma á politi-
støðina at greiða frá sínum
framførdu sjónarmiðum.
At enda vórðu øll hesi
skjølini, id politiid ólógliga
legdi hald å, løgd i tveir ella
triggjar plastposar, so tad
ikki liggur saman vid øllum
hinum, politiið fór avstað
við frá Advokatskrivstov-
uni í Fr. Petersensgøtu.
Ongar viðmerkingar
Avvarandi poliumynd-
ugleikar hava ongan hug at
geranakrar viðmerkingar til
ólógliga arbeiðsháttin hjá
politinum, ið fyrstog fremst
tóktist verða styrdur av ti
»arbeidsskjalinum«, Sosi-
alurin endurgav i bladnum i
gjår. Har var lagt politist-
unum eina vid at fåa lagt
hald å tilfar, id ikki var um-
røtt í rannsóknarloyvinum,
og eisini skuldi syrgjast
fyri, at hetta tilfar ikki kom í
bland við annað av ti tikna
tilfarinum.
Vegna tær vantandi við-
merkingarnar frá politinum
ber bert til at hugsa sær, at
teir nú standa í sveittabroti
og fjølrita alt tað tilfarið, ið
tíkið er utan tað neyðuga
rannsóknarloyvið, áðrenn
tað verður latið rætta við-
komandi aftur.
Sum er, er eingin trygd
fyri, at politiid ikki rótar alt
verjutilfarið hjá Magnusi
Petersen igjøgnum, hóast
als einki loyvi er givið til, at
hetta verður gjørt.
Onnur grund kann sjálv-
andi vera til, at tilfarið ikki
ifistilfarid í Skálafjalsmálinum millum Magnus
rdam, ikki komið afturíaftur
(Savnsmynd)
er komið upp á pláss aftur,
men hon skal helst vera sera
góð, tá ikki færri enn 59
eskjur við ødrum tilfari
vóru bornar Advokatskriv-
stovuni aftur mánamorgun-
in.
Í hvussu er var tilfarið
ikki komið aftur á sítt rætta
pláss, seinast Sosialurin
frætti, hóast fútin longu
friggjakvøldid upplýsti fyri
»Degi og viku«, at Magnus
Petersen fór at fáa alt sam-
skiftið millum hann og verj-
an í Skálafjalsmálinum aft-
ur.
Magnus Petersen
mótmælt skrivliga
I skrivi til Føroya Rætt
mótmælir Magnus Petersen
mannagongdini hjá politin-
um, og har vísir hann á, at
ákærumyndugleikin fekk
noktandi svar, tá biðið varð
um at gera rannsókn í Før-
oya Banka í Skálafjalsmál-
inum, og at ákærumyndug-
leikin tí heldur ikki hevur
roknað við at fingið loyvi til
aðra rannsókn hjá Magnusi
Petersen í sama málið.
- Istedetfor indsmugler
anklagemyndigheden en
reel ransagning vedrørende
m/s Skålafjall, i ly af helt
andre ransagninger, skrivar
Magnus Petersen í nótmæl-
inum, hann hevur sent Før-
oya Rætti.
Víðari vísir hann á, at
ákærumyndugleikin fyri
langari tíð síðani kundi havt
biðið um rannsóknarloyvi í
Skálafjalsmálinum, av tí at
allar kanningamar vóru í
gongd í tvey ella trý ár, áðr-
enn málið kom í rættin.
hj.