fríggjadagur 18. juli 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 134 - 18. juli 2003
Nr. 134 - 18. juli 2003
3
C
M
Y
K
3
2
Teir máttu bíða í Nor-
egi í 7 tímar orsakað
mjørka, men norski
bólkurin er lendur í
øllum góðum
G! FESTIVAL
Rógvi Borðoy
Hóast teir eru aktuellir við
einari EP, "Sunset Spirals",
er hendan vitjanin ikki ein
partur av marknaðarher-
ferðini hjá bólkinum. Við
teirra dreymakendu løgum
hava teir annars verið um
alt Evropa og spælt á bæði
festivalum og náttklubbum.
-Vit spæla ikki her or-
sakað av promoting. Tað
verður ikki aktuelt fyrr enn
í september, siga teir.
Tá
kemur
Xploding
Plastix út við nýggjari
fløgu, sum verður kallað
"Duncamatic Singalongs".
Tónleikurin hjá teimum
verður kallaður alt frá
country til jazz, og frá
drum’n bass til punk, men
teir halda sjálvir, at tón-
leikurin er mest rock ella
elektroniskur tónleikur. Um
so er, fevna hesi bæði heiti
sera langt, tí í sermerkta
ljóðinum finnur tú alt frá
trumpetum til ein gjøgnum-
skerandi synthesizara.
-Vit vilja spæla meira
"straight to the bone", siga
teir, og greiða frá, at teir
meina at sjálvur tónleikurin
eigur at takast meir fram,
og at tónleikaslagið ikki er
so umráðandi sum tónarnir,
ið verða spældir.
Saint Etienne
Menninir í bólkinum síggja
annars sera vanligir út, og
eru fryntligir at tosa við.
Teir siga, at tað er umráð-
andi at vera "down to
earth", sum teir nevna tað.
Teir vóru nærum lidnir at
spæla ein av sangunum á
EP fløguni inn, tá teir
gjørdu av, at tað mátti ein
rødd til. Uttan nakað himpr
ringdur teir til songkvinn-
una Sarah Cracknell úr
bólkinum Saint Etienne.
Væl móttiknir av G!
Teir nevna, at teir hóast
trupulleikar við lendingini
hava kent seg sera væl mót-
tiknar av fyrireikarunum av
G! Festivalinum.
- Teir eru sera profession-
ellir, og hýrurin hevur verið
sera góður á fólkinum. Tá
vit langt um leingi lendu,
var tat ein sera vøkur lend-
ing, mugu vit siga.
Teir siga framhaldandi, at
teir ikki kenna nakran mun
á móttøkuni her, og mót-
tøkuni aðrastaðni. Og tað er
ikki einki, hesir menninir
hava verið við til í tón-
leikahøpi. Millum annað
spældu teir á Metropol pall-
inum á Roskilde Festivalin-
um, og har vóru umleið
3000 fólk og lurtaðu.
Harafturímóti hevur tað
ikki verið besta upplivingin
hjá teimum í tónleikahøpi.
Tað siga teir vera ein kon-
sert, teir hildu í Italia í fjør.
Teir trúðu, at tað fór at vera
ein lítil náttklubbi við
plássi fyri fáum fólkum. Tá
teir komu fram, var tað ein
stórur salur á gosi, sum
bíðaði teimum.
- Tað var nokk tað, at vit
ikki høvdu væntað so nógv
fólk, sum gjørdi, at kon-
sertin gjørdist so væleydn-
að.
Nú er bert eftir at vita,
um konsert teirra á Sand-
inum
klokkan
23.00
fríggjakvøldið verður eins
væleydnað og tann í Italia.
Xploding Plastix lendir
Jens Petter Nilsen (vinstru-
megin) og Hallvard W. Hag-
en úr bólkinum Xploding
Plastix lata sera væl at mót-
tøkuni, teir hava fingið av G!
Festival fyrireikarunum.
Myndin er tikin á Sandinum
í Gøtu framman fyri pallin,
har teir skula spæla í kvøld
klokkan 23.00
Mynd: Vónbjørt Solmunde