fríggjadagur 18. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 134 - 18. juli 2003
Nr. 134 - 18. juli 2003
5
Nú er nýggi Smyril
farin at taka skap og
Strandferðslan er
heilt væl nøgd við
handverkið
SUÐUROYARSIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Nú er nýggi Smyril farin at
líkjast einum skipi. Fleiri
partar av skipinum eru nú
settir saman, so at nú fæst
ein mynd av, hvussu hann
fer at síggja út, tá ið hann er
liðugur.
Og Magnus Magnussen á
Strandferðsluni sigur, at
teir eru sera væl nøgdir við
handverkið.
– Hendan skipasmiðjan
stendur onki aftanfyri tær,
vit kenna úr Norðurlond-
um, sigur hann.
Hann sigur eisini, at
higartil hevur byggingin
gingið sum ætlað og tað er
onki sum bendir á, at
Smyril ikki verður liðugur
til tíðina:
Sostatt er málið enn, at
hann skal handast Strand-
ferðsluni 12. oktober næsta
ár.
Samstundis má ásannast, at
tað gongur skjótt at byggja
skip nú á døgum.
Tað fjórða november í
fjør, at fyrsta stálið varð
skotið og 19 mars í ár var
kjølurin strektur.
Og tá er byggitíðin enntá
long eftir nútíðar metum,
men arbeiðstíðin, sum er
avtalað
ímillum
skipa-
smiðjuna og Strandferðsl-
una, verður hildin.
Fyri at hava betri eftirlit
við byggingini, fer Magnus
Magnussen nú sjálvur við
øllum húskinum til Spania
at búgva í eitt ár, har hann
skal arbeiða við nýggja
Smyrli burturav.
Hann fer við Norrønu 1.
august og eftir at hava
hildið frí í Danmark í eina
viku, koyra tey til Spania.
– Endamálið við flyting-
ini er at hava so gott eftirlit
við byggingini sum gjørligt
og at tryggja, at Strand-
ferðslan fær tað, hon hevur
biðið um.
Tað er ikki tað sama at
samskifta ígjøgnum luftina
og at vera á sjálvum staðn-
um og tí flytir hann, sigur
hann
135 metrar langur
Fyri at taka afturíaftur,
kann nevnast, at nýggja
suðuroyarferjan
kostar
40.450.000 evrur, ella beint
omanfyri 300 milliónir í
okkara peningi.
Men harafturat koma so
útreiðslur til kurstrygging
og byggieftirlit og tilsam-
ans hevur Løgtingið játtað
310 milliónir til skipið.
Ferjan verður goldin í
trimum gjøldum, sum eru
áleið líka stór.
Nýggja suðuroyarskipið
verður 135 metrar langt,
tað siglur 21 míl, hevur
pláss fyri 800 ferðafólkum
og tekur 200 bilar og tað er
tvær ferðir so nógv, sum
Smyril.
Tað er spanska skipa-
smiðjusamtakið,
IZAR,
sum byggir nýggja suður-
oyarskipið.
IZAR samtakið hevur
bygt skip í heili 250 ár. Tað
er tað næststørsta skipa-
smiðjusamtakið í Evropa,
og tað níggjunda størsta í
heiminum og nýggja suður-
oyarskipið verður bygt á
eini skipasmiðju hjá sam-
takinum í San Fernando í
Suðurspania.
Allar myndirnar á hesum
báðum síðunum eru av
nýggja suðuroyarskipinum
og vit lata tær tala fyri seg.
Nú er nýggi Smyril farin at líkjast
Her fæst ein betri fatan av skipinum
higartil. Tað sæst, at hann er rankur
framman fyri at vera so sjógóður sum
gjørligt og hann breiðkar aftur eftir.Tað sæst
inn á biladekkið
Hesin parturin skal so sveisast upp á gronina, sum sæst á
hinari myndini. Tað sæst, at pláss er gjørt fyri tveimum
bógskrúvum. Tað sæst framvegis, at gronin er long og ronk
Her stendur ein av teimum fýra høvuðsmotorunum. Hvør
teirra er upp 3,400 kilowatt
Her sæst inn á sjálva gronina á nýggja Smyrli. Framman er
hann rankur fyri at hann skal skera seg betri ígjøgnum sjógv-
in. Uppá hendan partin skal so parturin við bógskrúvunum
sveisast
Her sæst inn á síðuna á nýggja Smyrli. Tað fæst ein hóming
av, hvussu stórur hann er
Her sæst aftur inn á síðuna eitt sindur frá. Tað sæst beint inn
á biladekkið. Tvær plátur standa mitt fyri, men tær eru bara
settar upp fyri at verja fyri sólini
Her er ein nærmynd av einari sektión. Strandferðslan er væl
nøgd við handverkið og tað stendur einki aftanfyri tað, vit eru
von við í Norðurlondum, sigur Magnus Magnussen
Her sæst inn í sjálvan Smyril. Kassarnir úti í hvørjari síðu,
eru kassarnir til stabilisatorararnar. Teir koma heilt úr Japan
og eru nú sveisaðir í nýggja Smyril. Beint omanfyri kassarnar
sæst inn á biladekkið. Allar ovast er eitt tak
Nelson Mandela boðin til Føroya
Í sambandi við 85 ára
føðingardagin hjá
Nelson Mandela, hev-
ur Jan Müller, blað-
stjóri á Sosialinum,
boðið hon til Føroya
á vitjan
FØÐINGARDAGUR
Eirikur Lindenskov
Í dag fyllir Nelson Man-
dela, fyrrverandi leiðari í
ANC og seinni forseti í
Suðurafrika, 85 ár. Nelson
Mandela var ímyndin av
frælsisstríðnum hjá ANC
undir hvíta minnilutastýrin-
um hjá Peter Bota, sum
ráddi fyri borgum í Suður-
afrika stóran part av árun-
um, Nelson Mandela sat í
fangatippi.
Nógv hevur verið sagt og
skrivað um Nelson Man-
dela ø.ll tey næstan 30 ár-
ini, hann sat í fongsli, og
hevur Sosialurin gjøgnum
árini eisini lagt nógv teiga-
pláss til kjakið um tað
órættvísi, ið valdaði, tá
hvíta minnilutastjórnin í
Suðurafrika kúgaði litta
fólkið í landinum.
Í sambandi við føðingar-
dagin hevur Jan Müller,
ábyrgdarblaðstjóri á Sosi-
alnum sent honum eina
heilsan saman við eini
innbjóðing um at koma til
Føroya á vitjan.
Brævið er soljoðandi:
» Kæri Nelson Mandela
Við hesum brævi vil eg
ynskja hjartaliga tillukku á
tínum 85 ára degi tann 18
juli.
Hesi føðingardagsynski
koma ikki bara frá mær,
men eru eisini send vegna
lesarar hjá Sosialinum,
einum tíðindablað í Føroy-
um, har undirritaði er
ábyrgdarblaðstjóri. Í al-
heimshøpi eru Føroyar ein
lítil tjóð, og fjølmiðlarnir
harvið lítlir. Tó eri eg errin
av at kunna siga, at Sosial-
urin var eins íðin sum nak-
að annað blað í heiminum
at grundgeva fyri, at tú
skuldi latast leysur úr fang-
ilsi og at fasthalda átøkun-
um móti apartheidstýrin-
um. Vit høvdu eina rúgvu
av útgávum við tær á for-
síðuni saman við stríðsfel-
øgum tínum, Walter Sisulu
sála og Oliver Tambo sála
(sum eg eisini hevði tann
heiður einaferð at hitta í
Stockholm).
Tað er við hesum í huga,
at stóri 85 ára føðingardag-
ur tín í einum frælsum og
demokratiskum
Suður-
afrika er orsøk til veruligt
hátíðarhald fyri okkum.
Hóast vit ikki persónliga
fáa verið á kongressentrin-
um í Sandton til føðingar-
dagsbankettina, so eru vit
har í tonkunum og vilja
vissuliga lyfta okkara gløs í
einari skál fyri tær fríggja-
dagin, óansæð hvar vit eru.
Sum
føðingardagsgávu
viðleggi eg hesa bók um
heimland okkara. Á síðu 5
sært tú, at tú var partur av at
stuðla undir hesari útgávu.
Eg má ávara teg, at eg havi
eina aðra grund til at senda
tær hesa bók. Mín vón er, at
hetta gevur tær brell at taka
av eini innbjóðing, sum eg
hervið gevi tær og kæru
konu tíni til at vitja Føroy-
ar. Tað eru nógv náttúru-
paradís í heiminum, har tú
kanska longu hevur vitjað,
men vit halda, at land okk-
ara er eitt eindømi, tá tað
ræður um slík. Kanska tú
skilir, hví eg sigi so, eftir at
hava hugt at myndum í
bókini.
Eg loyvi mær at halda, at
ein vitjan til Føroya hevði
verið
ein
vælhóskandi
steðgur í tíni krevjandi ar-
beiðsskrá. Vit liva beint við
nátturuna og náttúrligu
rútmun hennara, og ger
hetta Føroyar til eitt væl-
hóskandi stað at taka tað
róligt og fáa veruliga hvild.
Fyri okkum vildi tað verið
ein fragd og einki minni
enn ein frammihjárættur at
verið tínir vertir.
Vit vóna, at tær býðst
høvi at taka av hesari inn-
bjóðing áðrenn tín 95 ára
føðingardag, men tú kanst
verða vissur í, at hon stend-
ur tær opin til ta tíð.
Lat meg enda við aftur at
ynskja tær hjartaliga tilluku
við føðingardegnum og alt
tað besta framyvir.«
Hesa snotuliga myndabókina um Føroyar fær Nelson Mandela í føðingardagsgávu frá
Sosialinum – saman við eini innbjóðing um at koma til Føroya á vitjan
Avrit av brævinum til
Nelson Mandela
C
M
Y
K
5
4