Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 134 - 18. juli 2003 Nr. 134 - 18. juli 2003 7 Tað hevur rættiliga lætt at hildið aftur við almennum stuðli, tí búskapargongdin hevur verið rættiliga positiv síðan kreppu- árini, og tørvur hevur ikki verið á almenn- um stuðli. Tað ger tað ikki minni týdning- armikið, at politisku myndugleikarnir halda fast um stuð- ulsfríu leiðina, sum varð sett eftir krepp- una í nítiárunum, sigur Jóannes Jacob- sen, skrivari í Bú- skaparráðnum SAMRØÐA UM KREPPUNA Í ALIVINNUNI Páll Holm Johannesen Seinastu tíðina hevur kreppan í alivinnuni rætti- liga verið í andglettinum í fjølmiðlunum. Fyrsta gølan var, tá Bakkafrost varð ákært av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyri at taka og útflyta ILA- raktan fisk á evropeiska marknaðin. Sum at leggja stein á byrðu hjá alivinnuni hava stjórarnir í peningastovnun- um úttala seg í fjølmiðl- unum um, at vinnan so dánt megnar at hóra undan, og tað er alneyðugt við kapi- talinnskoti. Stjórin í Føroya Banka segði m.a í samrøðu við Sosialin, at eginpening- urin hjá alifyritøkunum er við at verða etin upp av ringu aliprísunum. Í løtuni er prísurin 13-14 krónur fyri kilo, meðan fram- leiðslukostnaðurin liggur á góðum 20 krónum. Í kjalarvørrinum av kjak- inum um kreppuna í ali- vinnuni hava møguleikarnir verið nevndir fyri, at tað almenna møguliga kann veita kreppuraktu alivinn- uni eina hjálpandi hond. Umboð fyri flestu politisku flokkarnar vístu tó hesum møguleikanum aftur í týs- dagssosialinum. Í samband við stóru kreppuna í ali- vinnunu hava vit sett Jóannes Jacobsen, bú- skaparfrøðing og skrivara í Búskaparráðnum, stevnu um leiklutin hjá tí almenna, ringu støðuna hjá peninga- stovnunum og hvørjar av- leiðingar kreppan í ali- vinnuni hevur fyri føroyska samfelagið. Tað almenna halda seg burtur Jóannes Jacobsen er rætti- liga avgjørdur, tá hann verður spurdur um, tað er rætt at veita alivinnuni al- menna hjálp. – Eftir stóru búskapar- kreppuna fyrst í nítíárunum varð frá almennari síðu settir nýggir vinnupolitiskir reglar, sum meldaðu greitt út fyri vinnulívinum, at eingin almennur stuðul varð veittur í framtíðini. Higartil hevur verið rætti- liga lætt at hildið aftur við almennum stuðli, tí bú- skapargongdin hevur verið so positiv, og tí hevur ikki tørvur verið á almennum stuðli. Nú krepputekin eru at hóma í ávísum vinnum, er tað alneyðugt, at tað al- menna megnar at halda fast um stuðulsfríu leiðina frá kreppuárunum, sigur ein avgjørdur Jóannes Jacob- sen. Skrivarin í Búskaparráð- num leggur stóra áherðslu á, at tað almenna má verða konsekvent viðvíkjandi al- mennum stuðli. Hann er samdur við Kristinu Há- foss, sum fyrr í vikuniførdi fram í Sosialinum, at letur man fyrst dyrnar á glopp fyri stuðli, so er rættiliga lætt at enda í somu støðu sum í áttatiárunum, tá stuðulsbylgjan til vinnu- lívið var í hæddini. - Vit kunnu samanbera við støðuna, danir vóru í 80 árunum. Gjøgnum øll 70 árini devalueraðu danir ferð eftir ferð, men tá Poul Schlüter kom til valdið setti hann sær fyri at tryggja dønum ein fastan valuta. Hóast stjórnin fleiri ferðir var undir stórum trýsti at devaluera, so hildu teir konsekvent aftur, sjálvt um teir upp á stutt sikt møgu- liga høvdu fingið gagn av eini devaluering, greiðir Jóannes Jacobsen frá. Hann nýtir dømið um Schlüter-stjórnina sum eina fyrimynd hjá politiska myndugleikanum í Føroy- um um at vera konsekvent- ur, hóast trýst er á. Jóannes vísir á, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at tað ikki verður tikið støðu frá máli til máls, sum onkur politikkari hevur nevnt, men at tað er ein greið linja viðvíkjandi almennum stuðli. – Tað er av ómetaligum stórum týdningi yvirfyri vinnulívinum, at tað al- menna hevur ein konse- kventan politikk, tí fær vinnulívið ikki greið boð, so er skjótt, at tað roynir at gera sær dælt av møguleik- anum at ogna sær almennan stuðul. Vinnulívið má fáa greitt at vita, at tað er vinnulívið sjálvt sum skal reka vinnulív, og ikki tað almenna. Fær vinnulívið ikki fastar karmar at halda seg til, so er vandið fyri, at tað fer at taka størri váða, enn tað átti, tí tað veit, at tað er ein møguleiki, at tað almenna tekur um endan, um tað ikki gongur, og í tí støðuni mugu vit fyri alt í verðini ikki enda í, sigur ein avgjørdur Jóannes Ja- cobsen. Peningastovnarnir vunnið pening Spurdur um, hvat hann heldur um neyðarrópini frá peningastovnunum um, at hjálp má veitast alivinnuni alt fyri eitt, svarar Jóannes, at bæði Føroya Banki og Føroya Sparikassi, sum báðir fíggja stóran part av alivinnuni, hava vunnið nógvan pening í alivinnuni seinastu árini. – Astrup nevnir tað sjálv- ur í greinini, at alivinnan er ein bust-boom vinnan( ein vinna við stórum sveiggj- um blðm,), og tískil er rættiliga óhugsandi, at teir báðir fíggjarstovnarnir ikki hava vart síni áhugamál, og sett eina høga rentu til tey lán, teir veitt alivinnuni. Eftir mínum tykki ber tað tí ikki so væl til at rópa um hjálp, tá teir eftir øllum at døma hava vunnið nógvan pening úr alivinnuni, sigur skrivarin í Búskaparráð- num. Til kjakið hvørt fíggjar- stovnar skulu hava heimild til at taka pant í aliloyvum, metir Jóannes, at tað er ein heldur løgin hugburður frá almennari síðu at nokta fíggingarstovnum at fáa pant í aliloyvum. – Politiska grundgeving- in fyri ikki at heimila fíggingarstovnum at taka pant í aliloyvunum hevur verið, at man ikki vil hava, at fíggingarstovnarnir seta seg á alivinnuna, men kort- ini bendir nakað á, at fígg- ingarstovnarnir kortini hava stórt vald. Hóast alifyri- tøkur eru so illa fyri fíggj- arliga, at tær áttu at farið á húsagang, so halda fígg- ingarstovnarnir kortini lív í fyritøkunum, tí teir vilja ikki missa aliloyvið. Úr- slitið av lógini verður tí fullkomiliga mótsatt tí, sum lógin leggur upp til, heldur búskaparfrøðingurin. Ikki nøkur stór samfelagskreppa Seinastu vikurnar hevur verið róð frammundir, at fer alivinnan av knóranum, so kann tað hava ræðandi avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Í løtuni eigur alivinnan góð 23% av samlaða føroyska útflutn- inginum, men kortini vant- ar Jóannes, at kreppan í ali- vinnuni verður sett í rætt perspektiv. – Tað er í so nógv sagt, at kreppan kann hava ræðandi avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Í fjør vóru í alt 160 milliónir goldnar í lønum í alivinnuni, og tað svarar til 2,7 % av samlaðu lønarútgjaldingunum í Føroyum í fjør, og tískil skal kreppan setast í eitt rætt perspektiv. Latið okk- um siga, um helvtin av alifyritøkunum fer á heys- in, so svarar tað til um 1,3 % av lønarútgjaldingunum í Føroyum, og tað er ikki nakað ræðandi tal. Sjálv- sagt er tað ómetaliga ó- heppið hjá teimum fólkun- um, sum møguliga missa teirra arbeiði, og tað er einki at ivast í at tað er ein stórur trupulleiki fyri sjálva alivinnuna, men hyggja vit uppá samfelagsbasis, so er ikki talan um nakra ræð- andi kreppu, sigur Jóannes Jacobsen Skrivarin í Búskaparráð- num vísir eisini á, at ar- beiðsloysið í Føroyum ongantíð hevur verið so lágt sum júst nú, og missa fólk arbeiði, so er góður møguleiki fyri at tey kunnu fáa arbeiði í øðrum vinn- um. Jóannes vónar sjálv- sagt ikki, at støðan verður so hættislig at fólk missa arbeiðið, og sigur at enda, at hann vónar, at alivinnan fer at megna at hóra undan. Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur: Tað almenna skal halda seg langt burtur Tað er rættiliga óhugsandi, at peningastovnarnir ikki hava vart síni áhugamál, tá teir í síni tíð veittu alivinnuni lán. Peningastovnarnir vistu, at alivinnan var ein bust-boom vinna, og tískil hava teir helst sett stóra rentu á lánini, sum teir hava veitt alivinnuni, sigur Jóannes Jacobsen, skrivari í Búskaparráðnum Mynd: Savnsmynd Búskaparfrøðingurin, Jóannes Jacobsen, sigur, at tað almenna skal halda seg burtur frá stuðla alivinnuni. Tað er av stórum týdningi, at hildið verður fast sum stuðulsfríu leiðina, sum varð sett út í kortið eftir kreppuna. Savnsmynd Djóra- læknin mótmælir Eitt mótmæli er nú komið frá almenn- ari føroyskari síðu til greinina í Uge- skrift for Læger um føroyskan atburð í grindadrápi. Leið- andi djóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovu førir pennin GRINDADRÁP Ingi Rasmussen Heilsufrøðiliga starvs- stova mótmælir nú greinina um grindadráp, kyksilvur og atferð før- oyinga, sum Claus Hancke skrivar í Uge- skrift for Læger 14. juli. Í einum rættiliga per- sónligum aftursvari setir Peter Østergaard fleiri perspektiverandi spurn- artekn við niðurstøður- nar hjá danska lækn- anum. Sum djóralækni ivast Peter Østergaard í, um tað er meira menniskja- ligt at eta høsna-, svína- og neytakjøt enn grind. Hann vísir á samlaðu líðingarnar, sum hesi framleiðsludjór mugu ígjøgnum, líka frá tey verða tikin frá mamm- uni, gjøgnum uppvøkst- urin í hørðum og strongdum ídnaðarfjós- um og til mangan longu ferðina fram til slaktið, ið »humant« fríar djór- ini frá meiri ræðu- leikum. »Ud fra dette burde vi faktisk alle leve af kød fra grindehvaler«, skriv- ar Peter Østergaard, sum eisini undrast á, at Claus Hancke uttan kritiskan sans glaðbeintur góð- tekur pástandin um, at føroyingar eru meiri harðligir enn onnur fólk, tí vit hava meiri kyksilv- ur í blóðnum. »Med adskillige års er- faring fra et liv blandt færinger, kan jeg nævne op til flere nationers be- folkninger, der efter denne nye avancerede aggressions-målestok, må ligge med et be- tydeligt væsentligt høj- ere kviksølvtryk, end den færøske«, sigur Pet- er Østergaard í brævin- um, ið er sent Ugeskrift for Læger. Brævið kann lesast í fullari longd aðrastaðni í blaðnum. Ongin samanhangur kann ávísast millum aggressivitet og kyk- silvur, staðfestir Pál Weihe, yvirlækni. Hann øtast um eina læknaliga grein í Uge- skrift for Læger, sum ábendir, at føroyingar eru villari enn onnur fólkasløg, tí vit hava nógv kyksilvur í blóð- inum GRINDADRÁP Ingi Rasmussen Sum føroyingur og kyk- silvurkønur má eg bara taka meg til høvdið. So bersøgin er Pál Weihe, yvirlækni í arbeiðsmedis- ini, um greinina í Ugeskrift for Læger frá 14. juli, sum Sosialurin viðgjørdi miku- dagin. Pál Weihe hevur snøgt sagt onki til yvirs fyri greinini, sum Claus Han- cke, serlækni í almennum medisini, hevur skrivað. Í greinini vísir danski læknin á ein fyrilestur, sum Dr. Richard Fischer helt í USA fyri einum góðum mánaði síðan, har sagt varð, at høga nøgdin av kyksilvuri í før- oyingum er orsøk til eina aggressiva atferð, sum sæst aftur í grindadrápi. – Møsn uttan vísindaligt innihald, sigur Pál Weihe. Eg havi fingist við gransk- ing av kyksilvuri síðan 1985, og tað skuldi verið løgið, um eg ikki visti tað, men vit hava ongantíð sæð nakað samband millum at- ferð og kyksilvur. Hvørki í okkara kanningum ella bókmentum. Millum tveir stólar Pál Weihe finst at Ugeskrift for Læger fyri yvirhøvur at hava tikið greinina upp. Hon lýkur ikki tey vanligu minstukrøv, sum mugu set- ast til greinar í einum seriøs- um fakligum tíðarriti. Eitt minstamát má vera, tá pá- standir verða lagdir fram, heldur hann – serliga um teir eru so kollveltandi, sum hendan greinin leggur upp til. Men onki verður nevnt um, hvussu ráðstevnan eit- ur, hvør Dr. Fischer er, ella hvørji prógv lógu til grund fyri útsøgnum hansara. – Greinin í Ugeskrift for Læger setir seg ímillum tveir stólar. Um Hancke ikki dámar, at føroyingar drepa grind, so er tað í lagi, men hví hevur tað týdning fyri okkara tíðarrit? Um hann hinvegin hevur ein medisinskan boðskap, so skal hann føra rímiliga væl grundað prógv, men tað er als ikki hansara ørindi. Hann heldur bara, at grindadráp er barbariskt, og tað er mær ein gáta, hví brævið er sloppið við yvir- høvur, sigur Pál Weihe. Misnýtslan ber til Sjálvur óttast Pál Weihe ikki fyri, at tað er teirra eftirhondini heimskenda gransking við grind og kyksilvuri, sum er misnýtt í hesum føri til at brúka ímóti føroyingum. – Tú kanst ongantíð verja teg ímóti, hvat verður sagt á einum vertshúsi. Tað ber ikki til at verja seg ímóti, at tín gransking verður mis- nýtt og tikin úr sínum rætta samanhangi, men við okk- ara kanningum hava vit net- upp forðað fyri, at vit eru sárbær. Nú kunnu vit við góðari samvitsku vísa slík- um pástandum aftur, tí onki hevur higartil víst, at sam- anhangur er millum ag- gressivitet og kyksilvur. Men tað fara altíð at vera slík »Free-Willy« fólk, ið brúka gransking sum best ber til, tí tey renna onnur ørindi, sigur Pál Weihe. Í fyrstu syftu hevur Pál Weihe ongar ætlanir um at venda sær til Ugeskrift for Læger við einari rættleiðing. Men hann fer at skriva til Claus Hancke persónliga og biða hann útgreina tað, sum hann sigur. Hinvegin óttast hann ikki fyri, at læknar taka greinina fyri fult. – Læknar fáa beinanveg- in illgruna um, at alt ruggar ikki rætt í hasi greinini. Tú skalt ikki hava lisið nógv, áðrenn tú sært, at hatta er langt undir vanliga støðið, sigur Pál Weihe. Yvirlæknin øtast um grindaørskap Læknar fáa beinanvegin illgruna um, at alt ruggar ikki rætt, sigur Pál Weihe um grein í Ugeskrift for Læger, ið blóðdálkar føroyingar Mynd: Jens K. Vang Tað er neyvan saman- hangur millum at- ferðina hjá føroying- um og grindadráp, viðgongur nú Claus Hancke, serlækni, sum annars hevur víst á hetta í eini grein í Ugeskrift for Læger. Men tað er eitt gott alibi fyri dansk- arar, sum skammast at vera í ríkisfelags- skapi við føroyingum, heldur hann GRINDADRÁP Ingi Rasmussen Føroyingar eru aggressivir og drepa grind, tí teir hava so nógv kyksilvur í blóðin- um, segði Dr. Richard Fischer á einari stórari læknaráðstevnu í USA fyri einum mánaði síðan. Richard D. Fischer er fyrrverandi forsiti í International Academy of Oral Medicine and Toxico- logy. Tað hevur enn ikki eydnast Sosialinum at fáa samband við Dr. Richard Fischer, men vit hava fing- ið orð á danan, Claus Hancke, sum hevur endur- givið orðini í Ugeskrift for Læger. Høvuðsevnið á ráðstevn- uni í Washington D.C. var krabbamein, sigur hann, men onkrir fyrilestrar snúði seg um evnið neurotoxi- citet, sigur Claus Hancke, sum ikki minnst heitið á ráðstevnuni. Í tí sambandi varð sagt, at kyksilvur ávirkar sinnið. Fyri at prógva tað vísti Dr. Fischer føroyskt grindadráp. Á ráðstevnuni vóru læknar frá øllum heiminum og fleiri teirra grótu, sigur Claus Hencke, sum sjálvur er serlækni í almennum medisini. Claus Hancke, sum er í feriu, sigur seg ikki minnast akkurát, hvørji prógvini vóru fyri pástand- inum hjá Dr. Fischer. Spurdur, um hann í fullum álvara sum lækni heldur, at kyksilvurið í føroyingum er orsøk til,at føroyingar eru aggressivir og drepa grind, svarar hann: – Eg meini tíverri ikki, at tað er kyksilvurið, sum er orsøk til, at føroyingar upp- føra seg soleiðis í grinda- dráp, og eg meini heldur ikki, at tað er grundin til, at teir halda fast við grinda- dráp sum ritual. Og eg havi heldur onga meining um, at føroyingar eru harðrendari enn onnur fólk. Tað havi ongar fortreyt fyri at døma um, sigur hann og dregur sostatt eitt sindur í land frá greinini í Ugeskrift for Læger. Eingin føroyingur var á ráðstevnuni, og helst var tað orsøkin til, at eingin tal- aði at ógvuliga ivasomu vísindaligu niðurstøðuni hjá serfrøðinginum. Men hóast hann eftir øllum at døma ivast í vísindaligu niðurstøðuni hjá Dr. Fisch- er, so setti Claus Hancke ikki spurning við hana. Sambært danska læknanum var tað ein lætti, at fyrilestr- arhaldarin helt samband vera millum kyksilvur og grindadráp. – Tað gav føroyingum eitt alibi fyri teirra primitiva atburð í sambandi við hetta groteska ritualdráp. Eitt alibi, sum flutti tankarnar hjá áhoyrarunum frá, at føroyingar kundu vera meira primitivir enn onnur siviliserað fólk. Eitt alibi, sum umbar ta primitivu og harðligu atferð, sum er í sambandi við grindadráp. Tað krøktu vit okkum í og brúktu sum alibi fyri at vera í ríkisfelagsskapi við hetta fólk. Føroyingar átti at hildið seg ov góðar til grindadráp í ár 2003, sigur Claus Hancke. Kyksilvurið var bara eitt alibi ...for at demonstrere hvorledes kviksølv kan ændre vor psyke og specielt skabe aggressic adfærd, viste han en videofilm af færingernes voldelige adfærd under et grindedrab. Han mente, at den høje kviksølvophobning var årsag til, at man ikke havde mental kapacitet til at få afskaffet dette urgamle offerritual. Claus Hancke, Ugeskrift for Læger, 14. juli “ C M Y K 7 6