fríggjadagur 18. juli 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 134 - 18. juli 2003
Nr. 134 - 18. juli 2003
9
Petrina livir við sklerosu
34 ára gamla Petrina
Venned úr Klaksvík
fekk staðfest sklerosu
fyri 12 árum síðani,
og hóast hon hevur
livað við hesi sjúkuni,
sum eitt nú hevur við
sær, at serliga henn-
ara høgra síða ikki
virkar, sum hon skal,
so kennir hon seg ikki
sjúka. Hon hevur al-
tíð nóg mikið at gera,
og har sum Petrina er,
er altíð ferð á
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Petrina Venned gongur
heldur løgið. Hon haltar og
til tíðir vinglar hon eins og
ein drukkin persónur ger, tá
hann roynir at ganga. Men
Petrina drekkur ikki, og
munurin á henni og einum
ávirkaðum persóni er, at
hon kann ikki sova tað av
sær aftur.
Petrina hevur sklerosu.
Hesa sjúkuna fekk hon
staðfesta í februar 1991,
men sjálv sigur hon, at hon
hevur drigist við hana langt
áðrenn tað.
– Eg var 16 ára gomul, tá
eg fekk tað fyrsta barnið,
og tað byrjaði at blíva heilt
galið stutt eftir. Eg trillaði
nógv, hóast eg slettis ikki
fekk gingið. Eg minnist
væl, hvussu eg vinglaði, og
slaturin gekk millum fólk,
at eg drakk so illa. Tey
hildu meg snøgt sagt vera
fulla, greiðir Petrina frá.
Men long tíð skuldi
ganga afturat, áðrenn nakað
bleiv staðfest. Petrina og
maðurin, Sigfríður, fingu
ein son í 1988 og framvegis
var ongin diagnosa sett.
Ikki fyrr enn sonurin, Bárð-
ur, var um trý ára aldur,
settu læknarnir orð á sjúk-
una hjá Petrinu.
» Tú hevur sklerosu«
– Tað fyrsta, sum eg
segði og hugsaði var, hvat
er tað, sigur Petrina, sum tá
var 22 ára gomul. Hon visti
yvirhøvur ikki, hvat tað var,
og túsund tankar fóru
ígjøgnum høvdið á henni.
Læknarnir greiddu henni
frá, so frætt sum til bar.
Men sannleikin er tann, at
hóast áralanga gransking,
so vita læknar enn tann dag
í dag ikki so nógv um
sjúkuna.
Petrina dugir tó væl at
greiða frá, hvat tað er, sum
hendir við kroppinum hjá
henni.
– Sklerosa er ein nerva-
sjúka. Nervarnar blíva ber-
ar, greiðir hon frá og sam-
anber tað við leidningar. Tá
onki er uttaná, so eru teir
skroypiligur og tola ikki
nógv av. Spakuliga niður-
brýtur sjúkan nervarnar í
einum menniskjakroppi, og
tað gerst trupult hjá einum
sjúklingi at flyta seg ella at
brúka teir ymsu likams-
partarnar.
Ikki sjúk
Petrina veit, at sjúkan kann
fara at hava við sær, at hon
má sita í koyristóli, men
soleiðis sum hon er fyri í
dag, so liggur tað fjart í
huganum. Serliga hendan
dagin, tá Sosialurin er á
vitjan er hon væl fyri. Tað
sást næstan ikki á henni, at
tað feilar nakað. Men hon
sigur, at dagarnir eru ójavn-
ir. Onkrir verri enn aðrir.
– Eg hugsi ikki vanliga
um, at eg havi sklerosu, og
tað er heldur ikki nakað,
sum vit dagliga tosa um her
í heiminum hjá okkum. Eg
havi góðtikið tað, at soleiðis
er tað bara, og so royna vit
at liva eftir besta førimuni
og taka ein dag í senn, sigur
hon. Hon leggur tó afturat,
at um hon ikki hevði havt
ein so góðan mann, so veit
hon ikki, hvussu hevði verið
vorðið í dag.
Petrina arbeiðir dagliga í
varda
verkstaðnum
á
Brekku. Hon er brúkari, og
har fæst hon fyri tað mesta
við at seyma.
– Eg havi onga útbúgv-
ing, og eg tími ikki í skúla.
Mær dámar væl á verk-
staðnum. Har er gott sam-
anhald, ogvit hugna okkum,
sigur Petrina, sum ikki er
einasti brúkari av verk-
staðnum, sum bert er
rørslutarnað.
Men
hon
ásannar, at hon ikki kann
gera eitt og hvørt arbeiði,
so hon er fegin um at hava
eitt at fara til.
Hon verður skjótt móð,
og høgra síða hjá henni
virkar ikki líka væl sum
vinstra. Um hon skal vaska
gólv ein dag, so veit hon, at
tað verður tað einasta, sum
orka er til tann dagin.
– Um vit nú siga, at vit
menniskju fáa ein fullan
svartan sekk av orku til
hvønn dag, so er hann nóg
mikið hjá einum frísku per-
sóni til ein heilan dag. Men
hjá einum sklerosu sjúklingi,
tømist sekkurin nógv skjót-
ari, og ein verður skjótari
troyttur, greiðir hon frá.
Tey, sum kenna Petrinu,
vita, at hon ikki er ein
kvinna, sum liggur á tí latu
síðuni. Og hon letur heldur
ikki sjúku sína standa í
vegin fyri ætlanum, sum
hon hevur. Hon veit, hvat
hon kann og ikki. Og tískil
heldur hon seg burtur frá
tingum, sum hon veit, at
hon ikki er før fyri, men
harafturímóti gongur hon
við lív og sál upp í tað, sum
hon kann.
– Eg havi altíð planir, og
tað heldur mær uppi, sigur
hon.
Dóttir hennara, Char-
lotta, svam nógv fyrr, og tá
var Petrina sera aktiv sum
foreldur í svimjifelagnum
Ægi.
Maðurin hevur róð alla ta
tíð, tey hava verið saman,
og heldur ikki har hevur
hennara lutur ligið eftir.
Í ár rør maðurin tó ikki,
men tað ger Petrina sjálv.
Hon er róðurskvinna hjá
old-girls manningini, sum
rør við fimm-mannafarin-
um Tekla.
– Kappróður er gott fyri
sálina. Vit eru sjey tilkomn-
ar kvinnur, sum hava tað
avbera stuttligt saman í bát-
inum, og samanhaldið er
ótrúliga gott. Vit ætla okk-
um at rógva á Ólavsøku,
sigur Petrina.
Hon leggur tó afturat, at
um hinar ikki vóru so góðar
við hana og hjálptu henni, so
hevði tað helst verið trupult
hjá henni at verið við.
– Tað er vanliga ongin
trupulleiki at sleppa í bátin,
men onkuntíð tørvar mær
hjálp til at sleppa úraftur,
men tað skal ikki farast øðr-
vísi við mær enn øðrum,
bara tí eg havi hesa sjúkuna.
Tað er púra vist, sigur
Petrina avgjørd á málinum.
Petrina heldur, at tað var
líka frætt, at hon var so ung,
tá hon fekk staðfest sklerosu,
tí hon heldur, at ein dugir
betur at taka tað, tá ein er so
ungur. Petrina var 22 ára
gomul, tá sjúkan varð
staðfest
Fakta um sklerosu:
– Sklerosa er ein nervasjúka
– Ongin tilburður varð skrásettur í Føroyum
áðrenn seinna veraldarbardaga
– Tað er sera ójavnt, hvussu sjúkan loypir á, og
hvussu tann einstaki sjúklingurin er fyri
– Ikki er greitt, hvørjum sjúkan kemur av
Fakta
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
18. juli.Arnolphus, deyður í 641. Var bispur í Metz. Eftir
deyða hansara hendu mong undurverk við grøv hansara,
og hann varð skírdur halgimenni.
Líggjas í Bø 65 ár
Hann æt Eli M(arkus)
Sørensen til 1962, tá hann
fekk sær navnabroyting til
Líggjas í Bø. Hann er
klaksvíkingur, men foreldr-
ini vóru tilflytarar. Pápin,
Eliesar Sørensen, var ætt-
aður úr Fugloy, og mamm-
an, Jóhanna Isalina Juste-
sen, kom av Viðareiði.
Líggjas er handilsút-
búgvin, og í nøkur ár var
hann stjóri á Samvinnu-
felagnum. Seinni fekk hann
sær egið bókhaldsvirki og
hevur tað framvegis.
Fyri einum 25 árum
síðani stovnaði hann saman
við Símun Paula Konoy
teldufyritøkuna Com Data.
Hendan fyritøkan hevur
verið ein av teimum stóru
av sínum slag í Føroyum.
Nú er Olivur Thomsen
stjóri á fyritøkuni.
Líggjas í Bø er eisini
skald og gjørdi serliga nógv
við skaldskap á yngri árum.
Síðst í fimmti- og í seksti-
árunum hevði hann yrk-
ingar og umsetingar í 14.
September og Framanum. Í
1964 gav felagið Oyggja-
frami tað frálíka yrkinga-
savnið “Til lívið” út. Ein av
teimum bestu yrkingunum
er “Mold”, sum byrjar við
orðunum:
Tað eru menn í Føroyum
sum elska mold
hesa deiligu svørt
moldina…
Líggjas hevur ein góðan
penn og hevur eisini skriv-
að nakrar stuttsøgur.
Í 1960 giftist hann við
Oddvør Poulsen úr Mikla-
dali, og tey fingu børnini
Rógva 1961, Beintu 1963
og Unn 1976.
Eivind Niclasen
85
Mikudagin fylti Eivind
Niclasen í Klaksvík 85 ár.
Hann er føddur og upp-
vaksin í Sørvági, sonur
Elisabeth og Óla Niclasen.
Elisabeth var ættað úr
Sørvági, meðan Óli var
sunnan av Bø.
Bøur var bygd, sunnan
fyri Kirkjubø, sum varð
avtoftað fyri mongum árum
síðan.
Eivind átti seks brøður
og tvær systrar, av teimum
livir bert yngsti beiggin,
Hans David, eftir.
Í 1943 giftist hann við
Elly úr Norðistovu í Klaks-
vík. Tey eiga børnini,
Karolinu, Ólav og Ragnar.
Í nógv ár sigldi Eivind
sum skipari og stýrimaður,
til hann tók starvið í reiða-
rínum, Vesturvón, eftir
beiggja sín Jóhannes, tá
hann brádliga doyði í 1969.
rs
Ættarmót hjá eftirkomarunum á Høgabóli
24. mai 2003 høvdu eftirkomarar hjá Jóhonnu (1877-1947) og Símun Simonsen (1876-1974),
á Høgabóli í Saltangará, ættarmót á Svangaskarði. Í hesum sambandi hevði ein av
eftirkomarunum, Sverri Joensen, skrivað bókina "Á Høgabóli – Brot úr ættarsøguni"
Ovara rað: f.v. Óli Mittún Petersen, Egil Mittún Petersen, Símun Mittún Petersen,
Marita Mittún Zachariassen, Hannilena Mittún, Páll Danielsen, Jóhanna Troest,
Símun Danielsen
Mittasta rað: f.v Ása Linberg, Sverri Joensen, Elinborg Danielsen, Hálvdan
Simonsen, Jógvan Simonsen, Jóhan Simonsen, Óli Simonsen, Marjun Nielsen.
Fremsta rað: f.v. Jónsvein Simonsen, Guðrun Rajani, Gunnvør Holm, Oddvør
Jacobsen, Marna Petersen, Hjørdis Højgaard, Magnus Simonsen, Símun á Høgabóli
Einasta av børnunum hjá
Jóhonnu og Símuni á Høga-
bóli, ið er eftir á lívi , er
Malla (f. 1912), ið giftist við
Klementi Petersen (1910-
1988) av Selatrað
Kakukonan Belle
Nógv eru hugskot-
ini og hugflogið er
gott, tá tað ræður
um at gleða børn-
ini. Tá tú lesir hesi
orðini, er vakra
Belle ikki til longur;
hon varð etin av
átufreku gestunum
hjá føðingardags-
barninum
KAKUKONUR OG
MENN
Rúna Sivertsen
Bæði til barnaføðingar-
dagar og aðrar veitslur er
tað vorðið alt meiri
vanligt, at gera kakur,
sum síggja út sum konur
ella menn, tok, bilar skip
ella eitthvørt heilt annað.
Enntá kakur við mynd
á, verða gleðiliga settar
til lívs, og sjálvt ikki tey
elskuligastu barnaeygu,
seta okkum aftur, so mat-
fegin at eta hvørja frøknu
á svaðasvøri.
Føðingardagsbarnið
elskar søguna um "The
Beauty and the Beast",
og nú hevur hon eisini
roynt,
hvussu
Belle
smakkar.
Køku-Belle er gjørd í
Klaksvík - hon smakkaði
avbera væl, sigst.
C
M
Y
K
9
8