Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 134 - 18. juli 2003 Nr. 134 - 18. juli 2003 11 Í dag verður Nelson mandela 85 ár. Mandela, ið er av høvdingaætt fekk navnið Rolilhala, ið merkir stormur sum skakar runnar og trø. Seinni á einum bretskum missiónsskúla varð hann skýrdur Nelson Mandela. Ásannast má, at Mandela hevur skakað eina heila Verð. Hetta verði sagt í positivari merking. Sum ungur løgfrøðingur kom Mandela at merkja órættvísið og harðskapin í einum samfelag, har hvít, litað og svørt ikki høvdu somu og jøvn rættindi. Hann kom inn í ANC, har hann saman við Walter Sisulu og Oliver Tambo gjørdist ein av oddamonnum. Hann strídd- ist manniliga og ótroyttiliga móti apartheidskip- anini og endin var, Mandela og Sisulu vórðu settur í fongsul fyrst á tí ræðuligu Robben Island síðan í Polsmoor. Tambo eydnaðist at flýggja av landinum og leiddi hann sum forseti ANC úr útlegdini stríðið móti apartheid Hóast Mandela sat í fongsli í 27 ár misti hann ongantíð mótið, men helt áfram við stríðnum móti apartheid og rasismu. Hann gjørdist ikki bert ein av oddamonnunum í hesum stríði. Hann gjørdist sjálv ímyndin uppá stríðið um allan heim móti ófrælsi og kúgan. Fleiri ferðir stóð Mandela í boði at sleppa úr fonglsinum, men hann havnaði til- boðnum, soleingi apartheidskipanin var í gildi. Tá hvíta minnilutaharðræði eftir trýsti innan sum uttaneftir fall og apartheidskipanin langt um leingi var avtikin, gjørdist Mandela forseti í Suðurafrika. Tað er fyrst og fremst honum fyri at takka, at skiftið gjørdist friðarligt og óblóðugt. Politikkur hansara, sum byggir á sátt, semju og fyrigeving hevur verið ein treytaleys succés. Mandela gjørdist eisini ímyndin hjá øllum, sum stríðast fyri eini betri verð. Hann hevur tikið til orða móti ójavna og órættvísi um allan heim. Seinasta bragd hansara var fyri stuttum har Mandela á AIDS-ráðstevnu gav Vesturheiminum og EU av grovfílini. Hann vísti á tað, sum øll áttu at vita, men sum ongin talar um, nevnliga, at stríðið móti AIDS snýr seg um penining. Um at ríki heimurin eigur at taka ábygrd av fátæka heiminum. Serstakliga er hetta galdandi fyri Afrika, sum meira enn nakar annar heimspartur líður undir fylgjunum av kolonialismu og imperialismu. Mandela er vorðin eitt ikon - heimsins samvitska. Hann eigur vinir um allan heim, sum hann trúliga vitjar. Mandela eigur eisini vinir í Føroyum. Kanska kevur hann at vitja ein dag - hvør veit? Vit ynskja eins og milliónir um allan heim Mandela tilukku og vóna, at hesin merkismaður, sum enn er við sítt fríska lív eigur mong ár eftir á hesi Jørð. DAGSINS MEINING Sosialurin Mandela VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Undirritaðu umboð fyri FA skulu harðliga átala tann ágang, sum málgagn Tjóð- veldisfloksins Fregnir, fremur móti føroyskum fakfeløgum í leiðara sínum tann 20. juni 2003. Tað er lætt hjá tí spilli- klúti, sum hevur ført penn- in, at niðurgera navngivnan fakfelagsleiðara, meðan leiðaraskribenturin ikki tor- ir seta navn sítt undir leið- aran. Leiðarin í Fregnum er tó ikki bert eitt álop á fak- felagsleiðarar okkara, men eisini ein niðurgerðing av vanliga føroyska løntakar- anum. Tað er átaluvert, at Fregnir roynir at niðurgera tey úrslit, sum Føroya Ar- beiðarafelag hevur vunnið limum sínum, og enn meira átaluvert er tað, at hetta blað kemur við beinleiðis ósannindum um. m.a. eftir- lønarviðurskiftini hjá meg- infelag okkara og lóggáv- uni í øðrum londum. Vit skulu tó gera bæði Tjóðveldisflokkinum og Fregnum greitt, at tað ikki er hesin flokkur ella hetta blað, sum skal ráða fyri hvussu sáttmálasamráðing- ar okkara skulu fara fram. Hinvegin so mugu vit staðfesta, at Fregnir bein- leiðis mælir til, at Løgting- ið tekur frá okkum fakfe- løgum rættin til at lýsa verkfall, hóast ein slíkur rættur verður mettur at vera ein sjálvfylgja í øllum demokratiskum samfeløg- um. Við leiðara sínum hevur málgagn Tjóðveldisflok- sins avdúkað sína tørvandi vitan um og virðing fyri viðurskiftunum hjá vanliga føroyska løntakaranum. Og tað tænir ikki flokkinum til nakran sóma, at fara soleið- is við føroysku verka- mannafjøldini og fakfe- lagsleiðarum teirra. Stjórnin í Føroya Ar- beiðarafelag umboðandi 39 limafeløg kring landið átalar einaferð enn ljótu skriving og ósannindi blað- ið kemur við. Tórshavn, 16. juli 2003 Ingeborg Vitnher Georg F. Hansen Marius Clementsen Karla Einarsson Margretha Rasmussen Sunrid Vang Poul Juul Festurstein MÓTMÆLI móti áganginum frá Fregnum arbeiðarafjøldin er ikki missleidd LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv Í býráðssalinum hjá Runa- víkar Kommunu hava málningar hingið síðani Eystanstevnan var hildin í ár. Listakvinnurnar, sum sýna fram eru Anja Hentze og Karolina Danielsen. Hetta er háárstíð í ferða- vinnuni, og nógv fólk vitja býin. Í sambandi við at kunningarstovan í Sal- tangará og býráðssalurin eru í sama bygningi, er avgjørt at lata býráðssalin og framsýningina upp fyri ferðafólki. Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag frá klokkan 9 til 16. Seinasti dagur er 31. juli. Fyrireikararnir av dansin við Ole Ivars í Føroyum fara at royna ein nýggjan hátt at selja atgongu- merkini til tiltakið TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Fríggjadagin kl. 15.00 verða atgongumerkini til Ole Ivars í Føroyum sett til sølu. Hetta verður gjørt á einum og sama staði – á torginum í SMS. Har kunnu fáa fólk ogna sær atgongd til dansin við Ole Ivars, sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið 6. septemb- er. Ole Ivars er norskur bólkur, sum spælir dansi- tónleik, og hesin bólkurin verður nógvur spældur í føroyskum útvarpi. Teir hava verið sera væl umtóktir í Noregi, og tað eru serliga tey tilkomnu, sum fara í dans hjá bólkinum. Anja og Karolina sýna fram list Selja Ole Ivers fríggjadagin Jógvan Sundstein Nýliga varð uppskot lagt fyri Løgtingið um Løgting- sins umboðsmann. Hetta mál hevur havt 1. viðgerð og er farið í eina serliga 6 manna nevnd. Tað skilst av teim smávegis tíðindum, sum koma frá slíkum nevndararbeiði, at tað er vælvild fyri uppskotinum. Tá ið havt verður í huga tann stóra mótstøða, sum allir politiskir flokkar høvdu móti hesum máli, tá tað av fyrstu tíð varð lagt fram fyri um leið 20 árum síðani, so er nýggi hug- burðurin at gleðast um. Sjálvur havi eg verið við at leggja uppskot um umboðs- mann fram einar 2-3 ferðir. Tað einu ferðina kom tað so mikið langt, at ein serkøn nevnd varð sett at viðgera málið, og henni varð álagt at koma við einum lógar- uppskoti. Men sum so ofta við slíkum nevndum kom einki burtur úr. Ein av tænastumonnun- um í føroysku fyrisitingini, Klaus Hermann, sáli, hevði stóran áhuga fyri málinum,, og hann dugdi at síggja, at ein slíkur stovnur, um hann fekk eina rætta byrjan, kundi bøta nógv um viður- skiftini millum fyrisiting- ina og borgaran. Hansara áhugi var so stórur og positivur, at hann sjálv- kravdur (hann var løgfrøð- ingur) skrivaði eitt lógar- uppskot til nýtslu fyri politikararnar. Eg kann ikki hugsa mær annað enn, at hetta uppskot liggur í til- farinum viðvíkjandi hesum máli. Vanliga verður sagt, at vit hava eitt tríbýti í okkara samfelagsskipan. Tað lóg- gevandi, tað útinnandi og tað dømandi valdi. Hesi hava givnar karmar at arbeiða innanfyri, og tær avgerðir, ið hesi vald taka, hava týdning fyri allar borgarar, og teir skulu vera teimum lýdnir. Tað vil siga, at hesi vald hava eina defineraða makt. Hugsanin við einum umboðsmanni - og soleiðis sum slíkir hava virkað nú í fleiri londum í fleiri ár - er, at hann ikki skal hava eina slíka makt, men tvørturímóti við sínum seriøsiteti, objektiviteti og innliti skal kunna lýsa eina sak og argumentera á ein óheftan hátt. Hetta kann sýnast sum ein veikleiki, men vil um rætt verður atborðið, ofta vísa seg at vera ein størri styrki enn tann, sum politisku og dømandi valdini hava. Umboðsmaðurin skal ikki kunna viðgera sakir, sum lóggevandi valdi av- greiðir. Hann skal ikki vera yvir lóggávuvaldinum. Hinvegin verður fremsta uppgáva hansara at viðgera mál, sum verða avgreidd í fyrisitingini. Tað er her borgarin sum oftast kemur í klemmu, og í summum førum í ólukkumáta. Eg kann ikki lata vera við at hugsa, at um vit høvdu fingið ein umboðsmann fyri 20 árum síðani, hevði fyrisiting okkara virkað betur, og tær umleggingar, sum vórðu gjørdar fyri 4-5 árum síðani høvdu verið meiri væleydnaðar. Um- boðsmaðurin kann sjálv- andi heldur ikki leggja seg útí mál hjá dómsvaldinum. Men í fleiri førum hava dómarar størv (nevndar- størv, kanningarstørv v.m.) uttan fyri rættarhølini. Í slíkum førum kann um- boðsmaðurin viðgera mál, har dómarar hava havt ein leiklut. Nakað annað er, at sum stýrisskipan okkara er í løtuni, kann ein føroyskur umboðsmaður ikki viðgera mál hjá løgregluni og har dómarar eru við í avgerð- um. Tað hoyrir, sum er, undir danska umboðs- mannin. Umboðsmaðurin skal fyrst og fremst taka sær av málum, sum borgarnir kæra til hansara. Men hann kann eisini sjálvur taka mál til viðgerðar, um hann heldur seg hava fingið kunnleika til okkurt, sum hann heldur vera átaluvert. Tá ið umboðsmaðurin hevur viðgjørt okkurt mál, hevur hann fleiri møgu- leikar at avgreiða tað. Hann kann sjálvandi "fríkenna" viðkomandi embætismann ella stovn. Hann kann eisini tala viðkomandi fyrisiting til rættis, og fáa hana at broyta eina avgerð. Síðani kann hann, og tað er tað, sum oftast fær almennan áhuga, geva viðkomandi embætisstovni ella -persóni eina átalu. Hann kann har- afturímóti ikki siga persón úr starvi, áleggja sekt ella ákæra nakran. Tað er einki at ivast í, at ein umboðsmaður kann fáa stóran týdning fyri før- oyska fyrisiting. Borgarnir fáa møguleikan fyri klagu, sum ikki skal gjøgnum alt ov nógvar tíðarkrevjandi kærustovnar ella dómstól- in. Fyrisitingin kann eisini fáa stóra nyttu burturúr tílíkari skipan, tí hon fær álagt eitt "góðskueftirlit", sum kann gera hana væl betri við tíðini. Umframt við landsfyri- sitingini er tað nátúrligt, at umboðsmaðurin eisini skal hava eftirlit við kommunalu fyrisitingini. Vónandi verður skipanin við Løgtingsins umboðs- manni veruleiki hesu ferð. "Norman Christensen fyrisitingin" Fyri eini 4-5 árum síðani fingu vit eina rættiliga um- fatandi broyting í lands- fyrisitingini. Vanliga verður sagt, at skipanin er verk hjá Finn Norman Christensen, sum var settur í stjórastarv í landsstýrinum til tað sama. Skipanin hevur nú virkað í so mikið langa tíð, at hon er búgvin til at fáa eina eftirmeting. Um eingin eftirmeting fer fram, vil hon hava lyndi til at vaksa vilt, uttan at nakar lúkar út, og sum frá líður gerst hon bæði órationell og ov kostnaðarmikil. Ósemja hevur verið um skipanina frá byrjan av, og helst kundi hon veri betur løgd til rættis. Men vanligt fyrilit gevur nú løgmanni góða grundgeving til at seta ein lítlan arbeiðsbólk (eini 2-3 fólk) til at gjøgnum- ganga skipanina frá grund- ini av og meta um, hvussu hon hevur roynst. Til Claus Hancke. Tiden sårer alle læger - og nogen læger sårer andre! Jeg går ud fra at du og dine tre kolleger er inkar- nerede vegetarer, og at I på generelt og principielt grundlag afstår fra enhver udnyttelse og anvendelse af andre animalske proteiner end mælk fra struttende sunde og glade økologiske køer på græs og æg fra udendørs fritgående høns - og ikke går i sko lavet af kalveskind og slet ikke holder bukserne oppe med livremme lavet af læder!! Din beskrivelse af situa- tionen fremstår ellers en smule virkelighedsfjern. Færingerne har ikke brug for kødet skriver du - det må så indebære at protein- kilderne (bortset fra vege- tarteorien) i det store hele stammer fra det i blankt plast indpakkede kød i kølemontrerne i diverse supermarkeder. Og at det samtidig antages at det er havnet der uden forud- gående lidelseshistorier blandt de leverende indi- vider. Som dyrlæge, med en del oplevelser på produktions- dyrenes endestation, slag- teriet, og en del erfaringer fra deres opvækstmiljøer, har jeg uendelig svært ved at se at forbrug af kød fra hverken fjerkræ, svin eller kvæg indebærer færre lidelser end indtag af kød fra grindehvaler. Se bare på den samlede lidelse, disse dyr påføres. Lige fra fødselen, hvor f.eks. en kalv umiddelbart fjernes fra moderen, videre gennem opvæksten i et benhårdt og stressende staldmiljø med et hav af produktionslidelser, og endelig over transporten fra produktionsstedet, som nu om dage ofte ligger langt fra slagteriet, denne moderne industribedrift, der på "humant" vis gen- nem døden befrier dyrene for yderligere grusom- heder. Ud fra dette burde vi faktisk alle leve af kød fra grindehvaler. Her ser vi så bort fra de uhyggeligt høje niveauer af PCB, tungmetaller og andre giftstoffer, som de åbenbart langt mindre blodtørstige og slet ikke grusomme europæere og i mindst lige så stor grad Guds udvalgte amerikanske humanister, har øst rundhåndet ud over barbarerne i nord!! Havde en so, en ko eller en kylling i det traditionelle danske eller anden indu- strialiseret landbrugspro- duktion kunnet vælge en grindehvals livsforløb, er der nok ikke så stor tvivl om at et langt og sand- synligvis lykkeligt liv som frit selvstændigt væsen, svømmende i det store blå ocean, var blevet fore- trukket af dem alle, om end afslutningsfasen er og bliver en hektisk og tem- melig voldsom affære. Som alle andre ting i et samfund har også kulturen og rutinerne omkring et grindedrab ændret sig op gennem tiderne. Jeg er af gode grunde ikke klar over hvornår indslaget du nævner er optaget - men jeg har personligt selv fra starten af 90'erne oplevet flere grindedrab på Færø- erne, og har med en veterinærfaglig synsvinkel ikke haft noget at indvende mod disse, når de foregår efter reglerne, og det gør de heldigvis i tilnærmelsesvis 100% af tilfældene. Blandt disse et drab med 240 hvaler - det tog alt i alt lidt over en halv time fra flokken blev jaget mod stranden til alle dyrene var aflivet. Hvor pointet altså er, at den samlede lidelse for denne enorme mængde af kød bliver meget lille, når det bare er de sidste 30 minutter der skal tælles med!!! Inden midnat var alle hvalerne parteret, kødet ligeligt delt mellem del- tagerne i fangsten og ind- byggerne i bygden, hvor parterne i øvrigt efter æld- gammel tradition fordeles jævnt efter antal medlem- mer i husstandene, og to hvaler fordelt til lands- sygehuset - og således blev, efter god gammel kulturel skik, ganske mange men- nesker forsynet med kød og spæk for en lang periode. Men, helt korrekt, det ser voldsomt og blodigt ud, og det er sådan set også. Men lod vi blodet fra et mellem- stort dansk svineslagteri flyde direkte ud i en fjord i en times tid, ville det se ganske rødt og blodigt ud her også! Forskellen på den termi- nale proces er i det store hel blot, at den i dit "civili- serede" hjemland og lige- ledes i moralens vogters Amerika er blevet pakket ind i store samlebånds- bedrifter, og at det, der ellers i denne sammen- hæng, er årsagen til den røde farve i havet, i stedet ender som "proteinkoncen- trat" i den trestjernede og andre spændende industri- produkter. En anden, og mindst lige så interessant detalje ved dit indlæg er din åbenbare accept af påstanden om de kviksølvbelastede aggres- sive færinger. Med tanken om at du har tilbragt en passende del af dit liv på en naturvidenskabelig uddan- nelsesinstitution, hvor ønsket om udviklingen af de studerendes evner til at forholde sig sundt kritisk til de mange informationer, der bibringes dem fra al- verdens kanter, er en hjørnesten i undervisnin- gen, forekommer denne accept at være mig noget overraskende. Med adskillige års er- faring fra et liv blandt fær- inger, kan jeg nævne op til flere nationers befolk- ninger, der efter denne nye avancerede aggressions- målestok, må ligge med et væsentlig højere kviksølv- tryk, end den færøske. Med håbet om en god sommer, med eller uden hvalbøf på grillen, De bedste hilsener Peter Østergård Dyrlæge Fiske & DyreSygdomsAfdelingen Miljø, veterinær og Levnedsmiddelstyrelsen FO-100 Tórshavn Færøerne pso@hfs.fo VIÐMERKINGAR Løgtingsins umboðsmaður Til Ugeskrift for Læger C M Y K 11 10