Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 134 - 18. juli 2003 Nr. 134 - 18. juli 2003 13 Nú G! Festivalurin nærkast, byrjar huglagið at gerðast meir og meir spent. Tað sæst á fólki, at tey hava arbeitt ov nógv ov leingi G! FESTIVALURIN Rógvi Borðoy Eyguni eru troytt, summi hava posar undir eygunum og onnur hava fingið eitt ov stutt fjús. Tað er strongd á G! Festivalskrivstovuni í hesum døgum, tí fólk hava arbeitt so gott sum 24 tímar um samdøgrið. Men tað gongur væl, siga fyrireikararnir. Jón Tyril, formaður í Grót, er við gott mót. - Vit skula selja í minsta lagi 1200 atgongumerki. Vit hava selt fá higartil, sigur hann og heldur fram, at hann er eitt sindur ner- vøsur. Hann sigur haraftur- ímóti, at hann trýr at tað fer at ganga at sleppa av við nóg nógv atgongumerki. Sólarn Solmunde, næst- formaður í Grót sigur eis- ini, at hann er við gott mót. - Tað gongur væl, og vit verða klár til tíðina. Tað er eitt sindur strongjandi, men vit eru ikki aftur út sam- bært tíðarætlanini. Svøvnloysi Hann sigur, at tað gott kundu verið meiri fólk til staðar, tí so hevði tað lætt munandi um hjá teimum, sum eru í gongd. Men hann sigur, at tey nokk skulu fara at klára tað arbeiðið, ið skal gerast. - Alla hesa vikuna hevur tað verið 24 tímar um samdøgrið. Vit hava fingið millum tveir og fýra tímar av svøvni um náttina. Á skrivstovuni er í hvussu so er altíð onkur, sigur Sólarn Solmunde. - Eg mangli svøvn, men eg eri ikki tann einasti. Eg kann sova aftaná, sigur Sólarn Solmunde. Fyri teir báðar Jón Tyril og Sólarn Solmunde hevur tað verið strævið sera leingi. Teir byrjaðu longu í oktober í fjør at bóka or- kestur og líknandi. Tað fór vanliga fram aftaná ar- beiðstíð, og helt fram til midnátt, sigur Sólarn. - Eg havi brúkt nógva tíð uppá tiltakið. Tað er ólønt og strævið, men eg eri ikki móður av tí, sigur Sólarn Solmunde. Hann sigur, at stigtak- ararnir ikki vistu, hvat kravdist av teimum, tá teir byrjaðu fyrireikingarnar. Hann sigur, at tað má og skal vera professionelt, og tónleikararnir og gestirnir skulu hava eina góða upp- living fyrstu ferð, tí um tað miseydnast, koma bólk- arnir aldrin aftur. Góður hýrur hóast alt - Summi eru bara forvitin, tá tey koma inn, og onnur vilja geva okkum teirra vælsignilsi, og tað haldi eg er sera positivt, sigur Sól- arn Solmunde. -Og hýrurin á skrivstov- uni er góður. Men her er alt ov nógv fólk, sigur hann at enda. Sera gott veður Á Sandinum í Gøtu er veðrið langt um leingi blivið frálíkt. Tað hevur ligið ein gátukendur mjørki í Gøtu allan dagin og inni- lokað palløkið. Tá klokkan bleiv umleið 16.00 lætti mjørkin sær á, og sólin vermdi so mikið væl, at fólk leitaðu sær oman á sandin at svimja. Og Sólarn Solmunde sigur, at veðrið er altavger- andi fyri G! Festivalin. Gongur sum ætlað G-Flaggið! Tá tú kemur koyrandi inn í Gøtu Kommunu er tað trupult, ikki at leggja merki til G- fløggini, sum veittra í húnar hátt. Nú sólin sær oman og niðan og eitt lítið lot av lands- synningi fær fløggini at veittra, kemur G´ið týðuligari fram. Diana Jacobsen úr Lamba hevur seymað hesi fløggini, hon hev- ur havt góð arbeiðs- fólk afturat sær. Í løt- uni koyra tríggjar seymimaskinur, með- an fólk standa og strúka dúkarnar, so- leiðis at tey síðstu fløggini kunnu koma upp at hanga. - Vit skulu seyma 20 dúkar. Vit byrjaðu fyri eini viku síðan og nú eru fleiri fólk komin í sving. Vit hava tvær støddir, til 6 og 8 met- rar flaggstengur. So í Lamba bygd verður eisini ein partur av G! Festivalinum fyrireikaður. Sólarn Solmunde er troyttur og linur, men sigur, at alt gongur eftir ætlan Mynd: Rógvi Borðoy Soleiðis sá út í Gøtu tað mesta av degnum mikudagin, men klokkan fýra lætti mjørkin sær á. Vónandi verður veðrið gott um vikuskiftið Mynd: Johan Jacobsen Skráin komin undir land Í sambandi við G! Festivalin hava fyri- reikararnir givið út ein lítlan faldara, sum kann svara ymiskum spurning- um, tú kundi havt um tiltakið og økið G! FESTIVALURIN Rógvi Borðoy Øll, ið eiga atgongu- merki, fáa útflýggjað faldaran, og í honum fært tú at vita ymist um festi- valin. Eitt kort er yvir festivaløkið, og eitt yvir- lit er eisini av tjaldingar- møguleikum, wc- og brúsuviðurskiftum, mat og drekka. Í faldaranum stendur eisini eitt yvirlit yvir onnur tiltøk, sum verða hildin, so sum go-kart og paintball, jetski og túrur við skúlaskipinum Drag- in, skjótibanar og annars alt tað, ein vanliga kennir frá øðrum bygdastevn- um. Allir bólkarnir eru um- røddir stutt, so ein veit á einari leið, hvat ein fer at lurta eftir. 30 bólkar, DJ- arar og einstaklingar eru at velja millum, so av og á verða fólk noydd at av- gera, hvat skal sílast frá. Petra Hansen, 33 ár, krambakvinna 1: Hvat heldur tú um G! Festivalin? Tað er stuttligt, tá nógv fólk koma saman at hoyra tónleik. Eisini er tað gott fyri tónleikararnar, at teir kunna hittast á einum slíkum staði. 2: Hvørjum tónleiki fert tú at lurta eftir? Eivør Pálsdóttir og Bomfunk MC’s. 3: Hvat merkir stavurin G fyri teg? Tað má nokk vera Gøtufestivalurin 4: Hvat er besta tón- leikanavnið á G!? Eivør Pálsdóttir Nakrar meiningar av gøtuni í Gøtu um G! Festivalin Sverri Jacobsen, 17 ár, lærlingur 1: Hvat heldur tú um G! Festivalin? Tað er eitt gott og stórt tiltak. Tað er sera gott fyri føroyskan tónleik, og stuttligt at fáa ein festival til Føroyar. 2: Hvørjum tónleiki fert tú at lurta eftir? Bomfunk MC’s, Clickhaze og Frændur 3: Hvat merkir stavurin G fyri teg? Tað merkir Gøta, tí eg eri hiðani. Men tað merkir eisini gott og Grót. 4: Hvat er besta tónleikanavnið á G!? Av teimum bólkunum, eg kenni, er tað Clickhaze Jákup Dam, 71 ár, pensionist 1: Hvat heldur tú um G! Festivalin? Hann haldi eg gott um. Tað er gott fyri samanhaldið í bygdini, og kanska eisini víðari um landið. 2: Hvørjum tónleiki fert tú at lurta eftir? Eg veit ikki rættiliga. Tann øgiliga gangin dámar mær ikki, men eg fari ein túr á Sandin at vita hvat er av tónleiki. 3: Hvat merkir stavurin G fyri teg? Tað merkir bygdarnavnið Gøta. 4: Hvat er besta tónleikanavnið á G!? Tað havi eg ikki ánilsi av. Kanska Gestir. Rani í Lon Jacobsen, 11 ár, skúlanæmingur 1: Hvat heldur tú um G! Festivalin? Veit ikki. Tað er gott, tí tað er stuttligt at fara á konsert 2: Hvørjum tónleiki fert tú at lurta eftir? Bomfunk MC’s. 3: Hvat merkir stavurin G fyri teg? Veit ikki. 4: Hvat er besta tónleikanavnið á G!? Bomfunk MC’s. Sandurin: 17.15: 200 (Fo) Føroyski punk bólkurin 200 fer at sparka hol á tónleikafestivalin. Stóri pallurin á Gøtusandi verður karmur um tey størru nøvnini. - Høvuðsparturin av tí vit fara at spæla verður av okkara plátu. Kanska vera eitt ellla tvey coverløg, sum vit ikki hava spælt fyrr í Føroyum, sigur Niels A. Galan. Onkur kann kanska fýlast inn á at bólkurin ikki hevur spælt so nógv síðsta árið. Til hetta sigur Niels, at t.d. Iron Maiden spældi av- gomul løg á Roskilde Fesivalinum. - Fyri tað, um vit ikki eru Iron Maiden, so kunnu vit eisini spæla løg, sum bara eru tvey ára gomul. Vit fara annars í holt við at gera nýtt tilfar í næstum. 200 fara uttan iva at halda 200-stílin. 18.15: Ensimi (Ís) Afturat við elektroniskum ljóðum verða punk og grunge sjangrurnar settur saman. Rá riff og punk bit byggja fleiri av løgum teirra. Í 1999 vunnu teir virðislønina fyri besta nýggja bólk og fingu eisini heiðurin fyri tað besta lagið tað árið. 19.45: Glorybox (Fo/Us/Dk) Tey vóru nær við at vinna donsku tónleikakappingina DM i Rock. Við teirra ekstrema, dynamiska, larmandi og tó friðfulla indie rock tónleiki hava tey ferðast í Skandinavia, Beneluxlondunum, USA og í Fjareystri. Tónleikurin er eyðkendur av vøkrum røddum og gjøgnumbrót- andi gittarljóðum. 21.30: Eivør Pállsdóttir (Fo) Eivør er fløguaktuell og væntast kunnu nøkur nýggj løg. Hon er millum før- oysku høvuðsnøvnini á til- takinum. Fyrst í juli hevur Eivør verið í Norra og Týsklandi á konsertferð. Við tónleikarum afturat sær fer vónandi Eivør at spæla nógv nýtt tilfar. 23.00: Xploding Plastix (No) Norski bólkurin spælir nógv sløg av tónleiki í somu løtu. Harímillum er hip-hop, rock, jazz, drum’n bass, country og eksperi- menterandi elektroniskur tónleikur, sum tíðum virkar dreymakendur, og aðrar tíðir pulserandi og lívfullur. Bólkurin spældi á Airwaves Festivalinum í Íslandi í fjør, og í ár hava Xploding Plastix spælt á øllum evropeiska fastlandinum. Spæliplássið: 17.45: Rúnar (Is) Rúnar er kendur úr ísl- endska tónleikabólkinum Náttfari. Tað hann spælir er fólkatónleikur, ið er tón- leikaliga skyldur við nøvn herheimi, sum Kára P. og Hanus G. Johansen. Hann spælir gittar og syngur. 19.15: Máire Breatnach & Thomas Loefke (Írl/Da) Úr Írlandi og Týsklandi koma heimskenda t.d. Máire Breatnach á fiól og Thomas Loefke á harpu. Máire Breatnach hevur m. a. arbeitt við so kendum tónleikarum sum Sinead O'Connor, Mike Oldfield og David Gilmore, hesin er sangari og guitarleikari í Pink Floyd. Tey fara at spæla tónleik, ið hevur tætt samband við ta sterku írsku tónleikasiðvenjuna. 21.00: Spælimennirnir (Fo) Spælimennirnir koma eis- ini úr Føroyum. Á fjøl- broyttu ljóðførum sínum megna Spælimenninir at binda siðvenju og nútíð saman í eina heild uttan at tónleikaligu eyðkennini og dygdirnar á nakran hátt detta niðurímillum. Kambsdalur: 00.30: Hatespeech (Fo) Teir í Hatespeech vóru frammanfyri sína tíð, tá teir gjørdu sína egnu tungu og skitnu útgávu av Sweet Dreams, Eurythmics lagið frá 1983. Nøkur ár seinni brúkti Marilyn Manson lagið, sum aftur tá bleiv heimskent. E i n massi av orku, við einum íkasti av tekno og hørðum, tungum rytmum, verða sleptar leysar. 01.30 K-System (Fin) DJ-arin Kimmo Kauppinen er bert 23 ára gamal, og tó hevur hann mong ár á baki í tónleikahøpi. Hann byrj- aði sum 13 ára gamal at vera DJ, og hevur síðani ment sítt egna tilfar og sín egna stíl. Tónleikurin er techno, og minnir nakað um Darude. Mentanarhúsið: 00.30: Frændur (Fo) Frændur er nokk tann mest fólkakæri føroyski tón- leikabólkurin nakrantíð. Bólkurin hevur gjørt tilfar frá fyrst í 80´unum av og langt inn í 90´ini. Hetta er sera sjálvsamt í føroyskum tónleikahøpi og afturat hev- ur bólkurin verið sera fólkakærur. Og m.a. fara Terji Rasmussen og Pætur við Keldu spæla eisini við Frændur. Bólkarnir fríggjakvøld: C M Y K 13 12