Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 18. juli 2003 15 UTTAN ÚR HEIMI Bretskir politikarar halda, at USA eigur at lata Bretlandi sam- sýning fyri luttøkuna í krígnum í Irak. Eitt hóskandi krav er at fáa bretskar ríkis- borgarar í Guantana- mo-leguni leysar KRÍGSFANGAR Árni Joensen Fyrst í mánaðinum kunn- gjørdi amerikanska stjór- nin, at seks av teimum næstan 600 fangunum, sum sita í fangaleguni á herstøð- ini Guantanamo á Kuba, koma fyri ein hernaðar- dómstól í næstum. Stutt eftir frættist, at tveir av teimum seks eru bretskir ríkisborgarar, og tað hevur elvt til dúgligt kjak í Bret- landi. Meiri enn 200 limir í Parlamentinum, teir flestu úr Labour-flokkinum hjá Tony Blair, forsætisráð- harra, hava kravt, at USA skal útflýggja allar teir fangarnar í Guantanamo, sum eru bretskir ríkisborg- arar. Politikararnir siga, at fangarnir, sum koma fyri ein hernaðardómstól, fáa ikki eina rættvísa viðferð. Ein av bretsku ríkisborg- arunum, sum er fangi í Guantanamo, er tann 23 ára gamli Fenoz Abbasi. Hann er føddur í Uganda, men flutti til Bretlands sum átta ára gamal. Í desember í 2000 fór hann til Afghan- istan, har amerikanararnir seinni tóku hann og fluttu hann til Guantanamo. Ein annar er tann 35 ára gamli Moazzam Begg. Hann hevur búð í Birming- ham og fór til Afghanistan í 2001. Í januar í fjør varð hann tikin í Pakistan. Hann hevur konu og fimm børn í Onglandi. Tað eru Abbas og Begg, sum amerikanarar nú ætla at draga fyri ein hernaðar- dómstól saman við einum avstralskum ríkisborgara og trimum øðrum fangum. Teir eru skuldsettir fyri at hava havt samband við yvirgangsfelagsskapin al- Qaeda. Nú vilja bretsku politik- ararnir hava Blair at krevja bretsku ríkisborgararnar útflýggjaðar, men Blair hevur tann trupulleika, at hann kann ikki veita ameri- kanarum vissu fyri, at menninir koma fyri rættin í Bretlandi. Bretskir fjøl- miðlar hava seinastu dag- arnar víst á, at stjórnin kann ikki áleggja ákæru- valdinum at draga mennin- ar fyri rættin. Harafturat er tað minni enn so vist, at upplýsingar hjá ameri- kansku fregnartænastuni eru nóg mikið til at reisa sak ímóti monnunum, skriva bløðini. Tony Blair hevur havt nóg mikið við at verja seg í seinastuni í samband við kríggið í Irak. Her verjir hann seg í undirhúsinum Mynd. Reuters Bretar vilja hava fangar úr Guantanamo 15 14 Nr. 134 - 18. juli 2003 UTTAN ÚR HEIMI Læknatrot nógv ár afturat Í løtuni eru umleið 800 læknastørv í danska sjúkrahúsverkinum ikki sett. Talan er serliga um serlæknastørv, og sambært heilsustýrinum fara eini fimtan ár at ganga, áðrenn serlæknatrotið verð- ur nøktað. Heilsustýrið sigur, at tað leggur dent á at útbúgva so nógvar serlæknar, sum til ber, men trupulleikin er, at tað framvegis eru alt ov fáir læknar, sum fáa sær serút- búgving. Ein uppgerð fyri tveimum mánaðum síðani vísti, at læknatalið í Danmark veksur, men at serlæknatrotið framvegis er stórt. Framrokningar vísa kortini, at tey næstu árini koma nógvir nýlærdir læknar av teimum lærdu háskúlunum, men tað fer kortini at taka rúma tíð, áðrenn hetta fer at síggjast aftur á serlæknaøkinum. Sambært danska læknafelagnum kann tað taka einum lækna upp í fjúrtan ár at gera seg lidnan við eina serlækna- útbúgving. Ætlanin er nú at royna at fáa tíðina stytta, skrivar Politiken. Betri djóravernd Tey norðurevropeisku ES-londini og tey suðurevropeisku hava ikki somu upp- fatan av hugtakinum djóravernd, men nú hevur ES sett sær fyri at skera ígjøgnum. Í teimum norðaru limalondunum hava umhvørvisfólk og myndugleikar ofta funnist at viðurskiftunum hjá djórum, sum verða flutt millum londini, og skelkandi sjónvarpsmyndir hava øst bæði djóravinir og politikarar. Eitt nú hava fjølmiðlar avdúkað, at ross noyðast at standa uppi í einum lastbili í næstan 20 tímar, tá tey verða flutt til sláturhús. Forbrúkarakommiserurin hjá ES, David Byrne, sigur, at nú skulu reglurnar herðast, tí øll djór skulu fáa eina virðiliga viðferð, sigur hann. Eitt nú ætlar hann, at í framtíðini skal eingin djóraflutningur vara meiri enn átta tímar. Tey norðaru limalondini taka undir við hesum, men tey syðru og Írland eru ímóti. Djóraverndarfelagsskapir halda, at átta tímar er framvegis ov nógv. Mælir til altjóða AIDS-skatt Franski forsetin, Jacques Chirac, heldur, at ein skipan við einum altjóða heilsu- skatti hevði kunnað sett ferð á arbeiðið at útrudda sjúkur sum eyðkvæmi, tuberklar og malaria. - Tað er neyðugt at finna nýggjar fíggingarmøguleikar, og eg rokni við, at vit sum frá líður fara at síggja, at ein altjóða heilsuskattaskipan er tann einasta loysnin, sigur franski forsetin. Jacques Chirac kom við sínum uppskoti, tá hann endaði eina AIDS-ráð- stevnu, sum hevur verið í París hesa vikuna. Mars nærkast Jørðini Amerikanska rúmdarumsitingin NASA sigur, at tann 23. august verður gongu- stjørnan Mars so nær Jørðini, sum hon ikki hevur verið tey seinastu nógvu tús- und árini. Útrokningar hjá NASA hava víst, at seinast Mars var so nær Jørðini, var í árinum 57537 fyri Kristi føðing. Tað var í september tað árið, eru vísindafólkini eisini komin eftir. Tey, sum hava hug at síggja Mars so nær Jørðini, eiga at taka møguleikan, tá hann býðst í august, tí sambært ameri- kansku vísindafólkunum hendir tað ikki aftur fyrr enn í árinum 2287. Tað verður eisini í august. Interpol heldur, at tveir menn, sum myrdu serbiska forsætisráðharran Zoran Djindjic tann 12. mars, fjala seg í Noregi MORÐ Árni Joensen Grækarismessudag varð serbiski forsætisráðharrin, Zoran Djindjic, myrdur uttan fyri stjórnarhúsini í Beograd. Síðani hava serb- isku myndugleikarnir leita eftir drápsmonnunum, men nú er komið fram, at menn- inir eftir øllum at døma fjala seg í Noregi. Norska løgreglan váttar, at hon hevur fingið at vita frá Interpol, at tann 28 ára gamli Milan Jursic og tann 26 ára gamli Vladimir Milisavljevic eftir øllum at døma fjala seg einastaðni í Suðurnoregi, men at teir nýta ikki hesi nøvnini longur. Serbiska løgreglan skal hava boðað Interpol frá, at tað helst vóru teir báðir menninir, sum skutu Zoran Djindjic. Sambært løgregl- uni hava teir verið virknir limir í einum herviligum brotsmannaliði í Beograd. Hetta sama brotsmanna- liðið er eisini lagt undir at hava myrt fyrrverandi serb- iska forsetan Ican Stam- bolic umframt eini 50 onn- ur fólk. Liðið er eisini lagt undir fleiri burturflytingar. Drápsmenn fjala seg í Noregi C M Y K 14