Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 134 - 18. juli 2003 Nr. 134 - 18. juli 2003 17 Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, er millum føðingardagsgestirnar hjá Mandela. Fleiri kend andlit verða at síggja við føðingar- dagsborðið í Johannesburg, nú nelson Mandela fyllir 85. Fyrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, er ein av gestunum, og millum hini eru tónleikarar sum Michael Jackson, Bono, Stevie Wonder, suður- afrikansku sangararnir P J Powers og Yvonna Chake Chaka og kendi amerikanski sjónvarpsverturin Oprak Winfrey. Tilsamans verða umleið 1.600 fólk í tí almenna føðingardagshaldinum í Sandton Convention Center í Johannesburg. Hóast sín høga ald- ur er gamli suður- afrikanski forsetin framvegis virkin, og hann aftrar eg ikki við at siga høgum sum lágum sína hugsan MANDELA 85 Árni Joensen Tað eru fáir fyrrverandi ríkisleiðarar, sum gera vart við seg, tá teir røkka teimum 85 árunum, men Nelson Mandela er eitt av undantøkunum. Og tað verður lurtað eftir hon- um, tí hann er ikki bara ein fyrrverandi ríkisleið- ari. Hann er ein rødd, sum hoyrist, og tað er týðiligt, at tann politiski eldurin er ikki slóknaður. Mandela hevur verið millum teirra, sum sein- astu tíðina hava funnist at amerikanska forsetanum, George W. Bush, og bretska forsætisráðharr- anum, Tony Blair, í sam- bandi við kríggið í Irak. Og hann hevur ikki lagt fingrarnar ímillum. Heldur ikki ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, og hernaðar- stýrið í Myanmar eru sloppin undan atfinn- ingum frá Mandela. Men hann dugir eisini at nýta skemt í álvars- seminum. Herfyri segði hann, at Bush, forseti er so ungur, og tí átti hann kanska heldur at tosa við faðir hansara um sonin og politikk hansara. At tað verður lurtað eftir Mandela sást týði- liga á einari AIDS-ráð- stevnu, sum varð hildin herfyri. Tað er ikki ov nógv sagt, at hann stjól alla myndina, tí tað var hann, sum luttakararnir lurtaðu best eftir, og tað var hann, sum fekk tann størsta fagnaðin. Mandela er so virkin, at tað eru fá á hansara aldri, sum høvdu orkað tað, sum hann ger. Fremst í huga hansara eru tey vælgerandi mál- ini, og seinastu tíðina hevur hann í tí sambandi hitt tveir so ymiskar per- sónar sum enska fótbólts- spælaran David Beck- ham og franska uttan- ríkisráðharran, Domi- nique de Villepin. Korini hjá teimum ungu liggja framarlaga í huga hansara, og tí var tað ikki av tilvild, at hann fyri stuttum var at síggja á tónleikarásini MTV. Ger framvegis vart við seg Nelson Mandela er eyðkenni fyri ein politiskan fanga og hevur øgiliga stóran týdning nú eins og áður, sigur Annika Sølvará, forkvinna í Amnesty Internatio- nal Føroya deild MANDELA Heri á Rógvi Ein av teimum mongu fe- lagsskapunum, sum ar- beiddi fyri at fáa Nelson Mandela leyslatnan, var Amnesty International. Forkvinnan í Amnesty International Føroya deild, Annika Sølvará, heldur, at Mandela nú eins og áður er ein øgiliga týdningarmikil persónur. - Hann er ímyndin av einum politiskum fanga, og hann hevur uttan iva givið nógvum øðrum fangum vón at halda fram, sigur Annika Sølvará. Nelson Mandela var ein av teimum fyrstu, sum Am- nesty International adopter- aði sum samvitskufanga í 1962. Hetta merkir, at Am- nesty velir at fara aktivt inn í málið. Men Nelson Mandela var ikki samvitsku fangi hjá Amnesty International longur enn til 1964, tá hann gjørdist partur av einum undirgrundsheri. - Tað var nógv rok í sam- bandi við hetta, tí Amnesty kann ikki hava samvitsku- fangar, sum hava brúkt ella eggjað til harðskap, og tað gjørdi Mandela, sigur Annika Sølvará. Men hetta merkir ikki, at Amnesty slepti Nelson Mandela upp á fjall. Arbeitt varð framvegis við at tryggja honum eina rætt- vísa rættargongd. Eisini úr Føroyum varð arbeitt við at fáa hann leysan úr fongsl- inum sum politiskur fangi. - Nelson Mandela hevur síðani takkað m.a. Amnesty fyri teirra arbeiði, men Amnesty ynskir á ongan hátt at taka heiðurin fyri at Mandela varð latin leysur. Hann stuðlar arbeiðinum hjá Amnesty í dag, og hann var seinast við til eina konsert í samband við 40 ára føðingardagin hjá Am- nesty í Onglandi, sigur Annika Sølvará. Ikki beiskur Sum menniskja er Nelson Mandela ein ótrúliga spennandi persónur og fyrimynd hjá mongum, heldur Annika. - Eitt tað størsta við hon- um er, at hann ongantíð hevur verið beiskur. Tá hann varð leyslatin, segði hann, at nú var tað gloymt og hyggjast skuldi fram- eftir. Hetta er ótrúligt av einum manni, sum hevur sitið innibyrgdur í so nógv ár, sigur Annika Sølvará. Sjálv hevur hon lisið ævisøguna eftir Nelson Mandela. Hon kallar bók- ina fyri kanska tað sterk- astu og mest hugvekjandi og inniligastu bók, hon hevur lisið. - Hann er ongantíð beisk- ur. Allatíðina royndi hann at finna nýggjar útvegir, og hann varðveitti vónina. Tað er fantistiskt av einum tí- líkum manni, sigur Annika Sølvará. Symbol Júst hetta við, at hann ong- antíð er beiskur ella missir vónina, ger Nelson Man- dela til eitt hin sterkasta og mest týdningarmikla per- sónin og symbolið fyri ar- beiðinum til frama fyri mannarættindinum. - Tað, at hann heldur seg til sína moralsku sannfør- ing, ger hann til eitt stórt symbol kring allan heim, sigur Annika Sølvará. Nelson Mandela gjørdist forseti í Suðurafrika stutt eftir, at hann varð leyslatin. Har virkaði hann fyri mannarættindum fyri øll, og hann vísti ongantíð hevndarhug móti teimum hvítu, sum høvdu fongslað hann. Hóast hann fyllir 85, so hevur hann enn stóran týdning. - Herfyri segði hann seg ikki vilja hitta George Bush, og hetta sendir eitt ótrúliga sterkt signal, sigur Annika Sølvará. Hjá Amnesty Internatio- nal eins og aðra staðni fegnast tey um, at Nelson Mandela sum politisku fangi varð latin leysur, og hann heldur fram við at arbeiða fyri mannarætt- indum. Stóran týdning heidskipanin gjørdi, og ein dag skilti Mandela, at hann og hansara máttu gera tað sama. Í Evropa vóru nazistarnir júst niðurbardir, tá suður- afrikanska apartheidskip- anin varð sett í verk. Men Mandela lat seg ikki ávirka av tí, sum hendi aðrastaðni í heiminum, og kanska komst hetta partvíst av, at hann sat avbyrgdur frá um- heiminum. Hansara stríð snúði seg um Suðurafrika, og hansara vón um at røkka rættvísinum ein dag var ikki ávirkað av nakrari vón um hjálp uttaneftir. Í 1987 og 1988 lýsti apartheidstýrið Suðurafrika í undantaksstøðu. Altjóða trýstið á landið vaks nú av álvara, og fleiri útlendskar fyritøkur rýmdu úr landin- um. Í Washington samtykti kongressin eina umfatandi lóg við tiltøkum ímóti stýr- inum. Í fongslinum bíðaði Mandela eftir, at stjórnin fór at slaka. Hann hugdi ikki eftir, hvaðani stuðulin kom. Í so máta var hann litblindur, og hann hevði fult álit á teirri vesturlendsku demokrat- isku skipanini, hóast minni enn so øll í Vesturheim- inum hildu líka nógv um tankan, at svørt skuldu hava somu rættindi sum hvít. Frælsi og Mandela Hevði nakar dittað sær at sagt, hvussu lagnan hjá Nelson Mandela fór at laga seg, hevði fáur trúð tí. Kanska hevði hann heldur ikki trúð tí sjálvur. At søgan kortini er sonn er ikki bert veruleikans sigur á hug- flognum. Tað er eisini frælsisins sigur á eina- ræðinum. Søga hansara er stórsligin og søgan um ein rættvísan, sterkan, men ongantíð hevndarhugaðan mann, sum ongantíð slepti vónini um, at ein dag mundi rættvísið fara at sigra. Tá hann varð latin leysur úr fongslinum var tað rús- andi - ikki bert fyri hann, men fyri alt fólk hansara. Í øðrum londum høvdu leið- arar langt síðani funnið aðrar at taka við landsins leiðslu, men suðurafri- kanararnir vóru ikki í iva. Teir kendu teirra Mandela. Ikki tí. Tá hann varð latin leysur, var fátækradømið millum tey svørtu á næstan sama stigi, sum tann gamli revsifangin hevði livað undir. Men tey vildu hava hann. Tí munurin var frælsi og ein stór persónsmenska, sum æt Mandela. Winnie og Nelson Mandela við dóttrini Zindzi í 1961. Hann varð fongslaður í 1963 Framhald av síðu 16 Kend fólk í føðingardegi Bill Clinton verður millum tey kendu, ið fara at heiðra Nelson Mandela í dag C M Y K 17 16 Søgan um Nelson Mandela er søgan um eitt sterkan mann við sterkum hugsjónum og hansara ósvikaliga álit á, at rættvísi at enda sigrar á tí órætt- vísa MANDELA 85 Árni Joensen Í ævisøgu síni sigur Nelson Mandela, at tað býr ein kjarni av góðlyndi í hvørj- um einasta menniskja, eis- ini í hjartanum á tí versta fangavørðinum. Og hann veit, hvat hann skrivar um. Tí heili 27 ár sat hann í fangatippi hjá apartheid- stýrinum, harav fleiri ár í tí tiltikna fongslinum á Robb- en Island uttan fyri Cape- town. Tann sjúkliga hugsjónin, sum hann valdi at stríðast ímóti, - hugsjónin um, at fólk við ljósari húð eru meiri verd enn brún og svørt - var líka einføld og ræðulig ísenn. Hansara egna hugsjón var eisini ein- føld. Hansara krav var, at Suðurafrika skuldi skipast eftir demokratiskum leisti. Kommunistarnir royndu at fáa Mandela í teirra part, og apartheidstýrið vildi vera við, at hann var vorðin kommunistur. Men Man- dela vildi ikki tengjast afturat nakrari einstakari búskaparligari hugsjón. Hann vildi als ikki lata seg draga av nøkrum uttan fyri Suðurafrika. Tað, sum hann sá, var eitt stórt brotsverk. Í tríggjar øldir høvdu hvít og svørt livað fyri seg, men seinast í 40'unum varð hesin skiln- aður ásettur við lóg í einari skipan, sum í hvørjum ein- asta smáluti var ræðulig, umfatandi og sterk. Sannførdur kristin Mandela var ímóti hesum, og tað fekk avgerandi ávirkan á lagnu landsins. Stjórnin royndi at eyðmíkja hann, hon royndi at revsa hann og at fjala hann. Hansara fangavørðar og vaktarmenn royndu at fáa hann at broyta áskoðan aftur fyri linari revsing, men teir mistóku seg. Tí hesin fangin vildi ikki lata saeg ávirka. Hansara hug- sjón var ikki til sølu. Mandela vildi ikki úr fongslinum, og hann gjørdi myndugleikunum greitt, at hann vildi als ikki tingast um sína egnu sannføring ella rættindini hjá suður- afrikanska fólkinum. Úr- slitið av hesum varð eitt hugvekjandi orðaskifti millum fangan og mynd- ugleikarnar, og nú vóru tað kúgararnir, sum lurtaðu eftir fanganum. Kúgararnir kallaðu seg kristnar og søgdu seg hava ta hollendsku kirkjuna aft- an fyri seg, men Mandela var eisini sannfødur kristin, og í ævisøguni heilsar hann einum presti, sum í einari prædiku hevði mint tann altvaldandi á, at summi av hansara børnum vórðu meiri kúgað enn onnur, og at tað stundum kundi tykj- ast, sum at Harrin einki legði í tað. Men var Harrin ikki sinn- aður at geva tí svarta mann- inum frælsi, mátti tann svarti maðurin taka málið í egnar hendur, og tað gjørdi Mandela. Hann var føddur høvdingasonur, gjørdist seinni tað, sum vit í dag kanska høvdu kallað yvir- gangsmann, og skjótt varð hann valdur til leiðara í ANC. At lesa ævisøgu hansara er at lesa eitt stórverk, ikki bert í vavi, men tað kennist, at hetta er søgan um ein politiskan vilja, eina polit- iska megi. Brennievni hansara var vreiðin, bar- dagi hansara var moralskur, og fongsulstíðin gjørdist ein spurningur um æru. Litblindur demokratur Tað varð apartheidskipanin og ikki Mandela, sum kom at avgera, hvussu stríðið skuldi fara fram. Hansara fyrsta mál var eitt stríð uttan harðskap. Tað var tað øvugta av tí, sum apart- Munurin var frælsi og Mandela Nelson Mandela og nýggja kona hansara, Grace. Mandela gjørdist ímyndin av frælsisstríðnum hjá teimum svørtu í Suðurafrika, sum vóru kúgað av hvíta minnilutastýrinum. Eftir at hava sitið fongslaður í 27 ár, varð hann latin leysur, og gjørdist hann fyrsti svarti forseti í Suðurafrika. Nú hann verður 85, er hann framvegis ein virkin maður Mynd: Reuter Framhald av síðu 17