mikudagur 23. november 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
j
5
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 224 — 23. NOVEMBER 1994 Sida 13
ASTRID LINDGREN
OG ILON WIKLAND
JOLATILBOD!!!
Hygg, Dikka, hygg,
tað kavar!
Vøkur myndabók fyri einans 65 krónur
Sera vekur jólabók, sum
tær báðar Astrid Lind-
gren og Ion Wikland
hava skrivad og teknad.
Ebba Hentze hevur tytt.
Bókadeild Føroya Lær-
arafelags gevur út 32
bls.
Søgan um Dikku er úr
stóra savninum Ma-
dicken, sum kom út í
1960 og í 1980.
Dikka og Lisabeth
búgva á Juniheygnum
saman við mammu og
pápa og Álvu. Ein morg-
un stutt fyri jól vaknar
Lisabeth og úti er tann
beri kavi. Dikka og hon
og pápin fara út at spæla í
kavanum og hava tað
herligt. Men so verður
Dikka sjúk, beint sum
Álva og Lisabeth fara,
og meðan Álva keypir
skal Lisabeth standa utt-
an fyri handilin, tí hon
skal jú ikki vita, hvat
Alva keypir.
Beint tå kemur ein
hestasleta framvið, og
aftan fyri á gangarunum
stendur Gustav hjá
Svensson og fær sær ein
ólógligan túr. Hann ertar
Lisabeth við, at hetta
torir hon ikki. Næstu
ferð ein hestasleta kem-
ur, loypir Lisabeth uppá.
Men hesaferð gongur
ikki so væl, tí Anders-
==
ingar, sum í dagliga yrki sínum
fáast við gransking og undir-
vísing og sum annars hava
serstakan áhuga fyri teimum
evnum, ið teir skriva um.
Vit hava prógvað, at tað ber
til at arbeiða tvørtur um yrkis
og landamørk, tá ið viljin er til
staðar. Måling og Sprotin
hava funnið stevið og vónandi
fara fleiri at koma upp í ringin
1
son, sum koyrir sletuna,
stedgar ikki å, hann og
hesturin skunda sær
heim.
Men nú verður ovboð-
ið hjá Lisabeth, tí sletan
koyrir fgjøgnum ein
stóran myrkan skóg.
Lisabeth rópar og biður
Andersson steðga og
koyra seg heim. Men tað
er Andersson ikki hug-
aður til, og hon kann
loypa av og ganga sjálv
aftur inn í býin. Skjótt
stendur Lisabeth einsa-
møll úti í kavaklædda
skóginum.
Heima er alt á gosi, tí
Lisabether horvin, og øll
uttan Dikka fara út at
leita. Men tá ið neyðin er
størst, er hjálpin næst.
Hjúnini Hansson á Fløtt-
unum finna Lisabeth og
koyra hana heim. Dikka
og Lisabeth hugna sær
heima, eta og fara í song.
Og tå ið mamman og
pápin sorgarbundin
koma heim og fara upp á
loft at siga góðanátt við
Dikku, finna tey í Dikku-
sa song tvær sovandi
smágentur. Og gleðin er
stór.
NB. Bókin fer ikki í
Barnabókakluban!
sum frá líður — í felag skulu vit
fáa orðið undir fót
Bókin fæst í bókabúðunum
fyri 140 kr., og limir Sprotans
fáa hana fyri 108 kr. Haldarar
Máltings kunnu fáa Sýnis
stubbar fyri 95 kr. Til ber at
ringja á nummar 15304 og
biðja um at tosa vid onkun av
ritstjórum Måltings.
Skotska ráðgevarafyritókan MACKAY um marknatrætuna:
Endar møguliga
við Haagdómstólin
Bretska stjórnin umhugsar í løtuni eitt føroyskt tilboð til semju í marknatrætuni millum
londini. Talan er um , at fóroyingar á seinasta fundinum gjørdu greitt, at teir ikki
tvihalda um midljuna men eru sinnaðir at gera "minor consessions", tvs. slaka nakað
Bretska stjórnin fer kom-
andi mánaðirnar at viðgera
nýggju støðuna, sum hevur
tíkið seg upp í markna-
trætuni millum Føroyar og
Bretland.
Talan er um eitt nýtt
útspæl frå føroyskari síðu.
Tað er stóra skotska ráð-
gevarafyritøkan í oljumá-
lum, MACKAY, sum
skrivar hetta í síni seinastu
frágreiðing.
Greitt verður frá roynd-
unum hjá føroyingum at
byggja upp eina frálanda-
vinnu. Fyritøkan sigur, at
ein forðing á leiðini at
menna eina slíka vinnu er
tørvandi úrslit í markna-
samráðingunum við bretar.
Hóast hesar vórðu upp-
aftutiknar í 1990, so er einki
serlig framstig gjørd síðani.
-Vit skilja, stendur víðari
í serfrødingafrågreidingini,
at føroyska samráðing-
amevndin á ti seinasta
fundinum slakaði nakað í
miðlinjuspurninginum,
sum kravið annars hevur
verið til mark. Bretska
stjórnin fer komandi mán-
aðirnar at viðgera hetta
útspæl.
Hóast hetta so meur
skotska ráðgevarafyri-
tøkan, at ósemjan fer at
enda við altjóða dómstólin í
Haag og ein viðgerð har fer
at taka millum 3 og 4 ár.
-Um so verður, so kunnu
vit rokna við, at fyrsta
útbjóðingarumfarið í før-
oyskum øki fer at fevna um
øki, sum ósemja ikki er um.
Tey kunnu hava stóran
áhuga fyri oljufelggini, men
út frá ti ulfari, sum enn er
fingið til vega, so er tað
ekið, sum ósemja er um,
sum hevur størsta åhugan.
Í frágreiðingini verður tó
víst á, at tað hevur grund-
leggjandi tydning fyri før-
oysku stjórnina at varðveita
verandi momentum og
byggja á veruliga áhugan
hjá feløgum sum Statoil og
BP.
-Tað fer at verða av
stórum týdningi fyri fø-r-
oysku oljufyrisitingina at
politiskum mistøkum av
slíkum slag, sum vórðu
gjørd í eitt nú New
Foundlandi, og sum høvdu
við sær, at áhugin fyri at
leita eftir olju minkaði
munandi.
Í frágreiðingini frá
MACKAY fyritøkuni
verður eisini ávarað mót
heldur bjartskygdu meting-
unum um eitt nýt
oljuævintýr av somu stødd
A major stumbling block may be the lack of progress in
the boundary negotiations with the UK. These resumed
in 1990 but there appears to have been no significant
advance since then
We understand that at the last
meeting the Faroese delegation made some minor
concessions on the median line they wish to have agreed
and those will be considered by the UK Govemment over
the next few months
It still seems probable to us that the dispute will end up
at the International Court of Justice in the Hague, and a
decision from them could take three to five years. If so,
we would expect the First Licensing Round to cover non-
disputed areas. They may be of considerable interest to
the industry but on present evidence it is the disputed
arca between the Faroe and Shetland islands which will
be of most interest
Nevertheless, we believe that it is essential for the
Faroese Government to maintain the recent momentum
and build on the obvious interest of companies such as
Statoil and BP. It will be importani for the FPA to avoid
the policy mistakes made in areas such as Newfoundland
which resulted in massive falls in exploration activity.
sum Norðsjóvarævintýrið
og funnist verdur at bretsku
rådgevarafyritøkuni Smith
Rea fyri at vera alt ov
bjartskygd. Sí grein í
Sosialinum um henda
spurningin í blaðnum í gjár.
jan
Árni Olafson, leidari i samráðinganeyndini við bretar:
Fleiri mátar at
tekna eina miðlinju
Vit eru komnir við einum útspæli um, hvussu miðlinjan kann skipas, og tað er hetta,
sum bretska stjórnin nú viðger. Tað taki eg sum eina positiva gongd
Vit hava biðið leiðaran í
føroysku samrådinga-
mevndini um eina við-
merking til frågreidinginga
hjá MACKAY-fyritøkuni.
Hann sigur, at ting kunnu
altíð útleggjast ymiskt av
ymsum. Samrådingar-
loysnir mugu altid vera av
einum slíkum slag, at tveir
partar kunnu framseta tær
uppá ymiska mátar, ti
annars kunnu tær per.
definitión ikki góðtakast av
ødrum partinum.
So hatta er ein máti at
útleggja tingini uppá sigur
Arni Olafson.
-Men hava tit gjørt
"minor consessions" IVS.
slaka nakað frá miðljuni
soleiðis sum skotska
rådgevarafyritøkan vil
vera vid?
-Tað er greitt, at bretar
vóru ikki ul reiðar til ein
fund fyrr enn í februar, tí
teir vildu umhugsa alla
støðuna av nýggjum.
-Hava bretar gjørt hetta
eftir at tit hava slaka
nakað?
-Ein kann kalla tað ein vil.
Eg kann bert siga, at vit
komu fram við nøkrum
uppskotum um, hvussu ein
miðlinja kann síggja út.
-Tosa vit tá um eina
miðlinju, sum liggur nærri
Føroyum enn verandi
miðlinju?
-So langt út í smálutir vil
eg ikki fara. Men ein kann
siga, at tað er ikki tann mest
víðgongda miðlinjan sæð
frá okkara síðu.
Ami Olafson leggur
aftrat, at tað eru fleiri mátar
atteknaeina miðlinju upp á.
-Men skal hetta skiljast
sum at tit hava slakað fyri
trýsti frá bretum og ganga
inn upp á teirra premissur?
-Nei avgjørt ikki. Bara tað
at bretar ikki lata við seg
koma alt fyri eitt, tá vit
koma við einum útspæli,
men biðja um umhugs-
unartíð, er eftir okkara tykki
nakað postivt.
Tað ger, at tær niður-
støður teir koma til, vera
kanska meira kompromi-
vinarligar.
-Men hava tit loyvi at
slaka og ganga bretskum
krøvum á møti?
-Vit handla bara innan
fyri eina hcimild. Tann av-
talan, sum vónandi kemur,
skal bæði fyri løgtingid og
fólkatingið. jan