Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 224 — 23. NOVEMBER 1994 Dárandi myndabók: Stina og Skrøggabbin AR i, at * ÆR Storm-Stina æt ein bók, sum forlagið Nýlendi gav útí 1992, og sum nógv børn hava verið glað fyri. Nú er aftur ein bók komin um hesa eiggiligu Stinu, sum serliga á sumri er nógv saman við abba sínum. Henda nýggja bókin eitur Stina og Skrøggabbin, ti tað er ein annar abbi, sum er skrøggarin og ikki egni abbi Stinu. Skrøggabbin eitur Axel, og abbi Stinu og hann hava kenst, síðan teir vóru óvit- ar. Skrøggabbin sigur seg búgva á Guðs tumli, men í veruleikanum er tað úti á einum lítlum nesi. Stina er røsk at leita eftir reka, og hon dugir væl at evna tað, sum hon finnur í fjøruni, til okkurt nýtiligt. Ein dagin situr abbin og hyggur í álmanakkan, og tá varnast hann, at í dag fyllir Skrøggabbin! - Kanska skuldu vit hugt oman til hansara til stutt- leika. — Ja! répar Stina. — Vit halda fødingardagin vid honum! Sum sagt, so gjørt. Stina og abbin fara i fød- ingardag hjå Skrøggabb- anum, og tad eru ikki små- vegis søgur, hann hevur at siga teimum, tå ið tey hava fingið hann upp undan dýn- uni. Breyð við hunangi á er lívrættur hansara, og tá ið tey hava sett seg til borðs, veipar Skrøggabbin 6ført vid ørmunum og greidir Stinu frå, tá ið hann var vid stóra skipinum Pegasus og fekk eina Hunangsmedalju afturfyri eitt bragd. Men Hunangsmedaljan fór á flog í einum øgiligum stormi a Cap Horn! — Í einum óveðri kom ein kista sendandi igjøgnum luftina og brast niður á dúrkið tætt hjá mær. Hon var á tremur av gulli og gimsteinum. — Hvar er kistan? spurdi Stina. — Tíverri, segði Skrøgg- abbin, hon sakk, tå ið skipið gekk burtur... — Einsamallur maður bardist eg fyri livinum i Havinum Kyrra. Havid uddi av håvum! Eg helt, at min seinasta stund var komin og var um at søkka, tå id ein balja kom duff- andi… Og i baljuni sat Skrøgg- abbin so og vappadi i dagar og nætur, til hann ein morg- un og í fagrasta veðri rak á land á Guðs tumli! Lena Anderson, sum hevur skrivað og teknað "i ht gl | i É So t a »ttEE bøkumar um Stinu, er vid- urkend bædi sum målari og rithøvundur. f 1984 fekk hon tann virdismikla Elsa Beskow-plaketten, i 1988 fekk hon Astrid Lindgren- virdislønina, og i 1990 fekk hon Rabén á Sjøgrens Tecknarstipendium. Saman við Christinu Bjørk hevur hon gjørt bøk- umar um Linneu, sum m.a. sleppur inn í urtagarðin hjá franska listamálaranum Claude Mone. Henda bókin er seinni gjørd til film og hevur fingið viðurkenning- ar víða hvar, m.a. í USA, Fraklandi, Onglandi og Svøriki. Tá id Stina og Skrøgg- abbin kom út á svenskum í 1989, hoyrdust bara lovorð frå ummælarunum. T.d. tók békavørdurin Uno Nilsson soleidis til: — Pliandi og kriandi mås- ar og ternur yvir fjøruklett- inum, sum havið hevur skolað inn yvir, og blánandi firðir býður Lena Anderson okkum, og so sjálvandi Stinu og abban. Tú undrast ikki á, hví Axel verður rópt ur »Skrøggabbin«, tá ið tú hoyrir allar søgurnar, hann pentar. »På pricken fångar hon skårgårdsnyanser och fågelliv lika bra som Axels expressiva beråttande, hans sångkammare och køk. Bilderna år utsøkt balans- erade, ibland med tre fåglar en luftig kontrast til Mor- fars, Stinas och en flodhåst- dockas mer jordnåra exi- stenser… Målid er einfalt. Nakrar fåar reglur, lættar at lesa, undir hvørjari mynd gera bókina bara upp aftur meira fullkomna!< Ulf Malmqvist skrivar: >Lena Anderson gevur okkum eina livandi mynd av skerjagarðinum við teimum serligu lutum, sum hon velur at taka við á myndir sínar... Andersons akvarellillustrationer kánnetecknas av en varm realism dár barnets sorg- løsa samvaro med morfad- em gestaltas med fårger, som domineras av sanden och havets skiftande ny- ancer...« Stina og Skrøggabbin er myndabók í fýra litum, sum Jákup í Skemmuni hevur umsett úr svenskum. Bókin er samprentað í Italia og komin út á fleiri ødrum málum við. Norrøni tyding- argrunnurin hevur stuðlað útgávuni, og bókin fæst í øllum bókabúðum fyri 58 krónur. Bókin kemur ikki í barnabókaklubban Tidindabladid CH Symptomloysnir skapa onga framtíð Viðmerking til avtalur og einkultar asfalt- frødingar um ófrælsi Føroya Í seinastuni hava fyrst Høgni Hoydal / Ronni Thomasen og sidani, ikki vid mykindum, Rolf Guttesen gjørt vart við í blødunum, at alt tos um loysing er burtur úr vón og viti við figgjarstøduni í huga. Tað virkar eins og Rolf skírir natúrlógargivnu frælsistrå føroyinga skisofrena. Hugstoyttur lesnaður. Havi higartil hildið hesar menn vera bæði skila- góðar og væl orðaðar. Men tá teir loyva sær at koma til ta niðurstøðu, at høvudsgrundin til van- lukkustøduna ikki skal broytast, må talast at. Vit líða nóg mikið undir áhaldandi og vónleysari symtomviðgerð. Kannið avtalurnar! Kæft, Trit og Retning! Avdeyðar hjá- landalótir! „Frá høvdinum skalt tú hvalin skera- | Høvudsgrundin undir samfelagnum er stjórnar- stødan. Hon kann elva til ábyrgd og meðvit ella hinvegin til ábyrgdar- loysi og stuttskygni. Ongin tjóð í heiminum hevur klárað seg av at darla uppi í einum hjá- landaveldi. Heldur ikki Føroyar og Eystur Timor. Stjørnarstøda okkara hevur í ríviligt mát prógvað sína illkynjaðu muru, hon oyðileggur føroysku fólkasálina og leiðir enntá >hampafólk< í øføri. Tí mugu vit leggja á annan bógv, — í Lýðveldi Føroyar. Nú alt verandi er farið um koll, er sjálvsagt og upplagt at royna frælsi. Tað er ein- asti rætti heilivágur. Vit hava ótómandi 6- Sýnisstubbar — ein óðrvísi anthologi Málting og forlagið Sprotin eru júst komin á marknaðin viðeini nýggjari bók, ið kallast Sýnisstubbar. Hetta er eitt greinasavn — ein anthologi við 25 stuttum greinum ella stubb- um, sum 25 fólk hava skrivað í um alt millum himmal og jørð innan fyri tað ullinta og mang- an 6itøkiliga fyribrigdið, ið vit kalla mentan. Henda bók varð uppruna- liga gjørd sum eitt heiðursrit í sambandi við ein rundan fød- ingardag í 1993. Tað vóru nak- rir av ritstjórum Máltings, ið tóku stig til tiltakið tá. Bókin varð ikki útgivin alment, men gjørd sum innanhýsis rit á Setrinum. Bókin var sett á Teldudeildini, fjølritað á Før- oyamálsdeildini og innbundin á Landsbókasavninum og síð- an latin høvundum og áhug- aðum fólki. Gjørd vórðu 90 eintøk, sum sjálvandi skjótt vóru uppi; men stórur áhugi var fyri bókini bæði í Før-oy- um og uttanlands, og tí varð avgjørt at geva hana út, og tað eydnaðist at fáa hana út í november mánað í ár. Greinskrivararnir eru tveir og tjågu føroyingar, tveir is- lendingar — harav annar skriv - ar á donskum — og ein norð- maður, ið skrivar á norskum. Evnini eru sera ymisk og fjøl- broytt — tey eru so ymisk, at ikki ber til at finna eitt savn- andi heiti, ið fevnir um allar greinirnar. Tá ið fólk av fyrstan tíð vórðu biðin um at skriva í bók - ina var einasta treyt, ið løgd varð við, at greinin skuldi vera stutt— millum tvær og fýra síð- ur; evnið skuldu tey sjálv velja, og ti er bókin so fjøltått- að, áhugaverd og spennandi. Fyrsta greinin um fornan før- oyska matsið og síðsta greinin um málteld (datalingvistikk) sýna betur enn nakað spennið í bókini. Ímillum hesar báðar greinir finna vit evni sum Ld. sidsøgu, føroyskar bókmentir, målfrødi, wellerismur, staða- nøvn, eftimøvn, búsetingar- nøvno.s.fr. Innihaldid er hetta: Um matsið, wúgv og pá- trúgv (Hanna Absalonsen) Ein søgn eftir dr. Jakobsen (Eyðun Andreassen) Um fyrr enn og áður enn í norrønum (Zakaris S. Hansen) Ymisk ávirki i føroyskum (Jeffrei Henriksen) Brotsgerdir i føroyskum bókmentum (Jógvan Isaksen) Um orðið flekja í føroysk- um (Jógvan í Lon Jacobsen) Talumál i barnaspæli (Marna Jacobsen) Um yrkingina Målstrev, tíðina og tíðarandan (Tummas Lenvig) Hugleiðingar um kvæði, vísur, kvædamålid o.tíl. (Nina Magussen) Um uppkalling í Noregi (Gudlaug Nedrelid) Um týdningin av at hava at- gongd til handrit o.til. (Martin Næs) Dekonstruktión - bókmenta- teori (Vár í Ólavsstovu) Um óskerptar sagnorða- bendingar = í — føroyskum (Hjalmar P. Petersen) Jólhestur (Jóhan Hendrik W. Poulsen) Gentueftimøvn 1832-1849 (Petur Martin Rasmussen) Qskudólgur og Sópingar- kona í Íslandi (Svavar Sig- mundsson) Hava íslendingar brúk fyri eini íslendskari fremmanda- orðabók? (Aldís Sigurðardótt- ir) Um at yrkja kapp og at yrkja ímóti hvørødrum (Turið Sigurðardóttir) m týðingar av norrønum | royndar møguleikar sum fræls tjóð. Liggja eina- standandi væl fyri, og við alstórum tilfeingi. Og væl útbygt samfelag, ið tó má umskipast til at virka. Vit kunnu skipa okkum saman úteftir við Íslandi, Grønlandi og kanska gðr- um við, og kunnu soleið- is í felag umboða eitt veldiga stórt øki. Frælsisstríð okkara hevur verið óneyðuga drúgvt, og tað kann ikki annað enn drúgvast, tá einstøk av væl lærdu fólkum okkara kunnu fáa seg, — fram eftir fumm- um, til at trúgva á symp- tomloysnir. — Og soleiðis avdúka seg sum >skáps- sambandsmenn«. Men tad er ongantid ov seint at koma å betri tankar! Hanus Vang søgumtil føroyskt (Katrin Næs Simonsen) Um málið í bókunum eftir Kristiani Osvaldi Videre (Malan Marnersdóttir) Um forar í føroyskum stadanøvnum (Marjun Simon- sen) Nøvn í bústaðangvnum (Arni Thorsteinsson) Um orðini búlga og bólga í føroyskum stadanøvnum (Ei- vind Weyhe) Um tiltøk sum »Alt ger mun, segdi Snopprikkur, og kastadi uppgávukonuna fyri borð< (Rannveig Winther). Um byt millum orðaflokkar og onnur hagtøl í leitorðunum í nýggju móðurmálsorðabókini, sum er í gerð nú (Petur Zacha- riassen). Greinasavn lestur Øskudsj fur á klang; 9 Sopakong "andsk fremmedorihos Ppyrking og mótyrking Um at:týða fagrar bókmentir Á Suðurlandið Akurin lengs se Ka Henda roynd, ið Målting og Sprotin her eru farin undir, er eisini ein roynd at útvega tilfar á føroyskum um tað, ið fólk fáast við í sínum dagliga yrki og slíkt, sum tey fáast við av áhuga. Sum tilfar er tað væl hóskandi til undirvísing í mið- skúlunum og á hægri skúlum, tí tað er lætt og væl skiljandi. Men ritið er ikki inni ætlað øllum teimum, ið áhuga hava fyri føroyskari og norður- lendskari mentanar- og sið- søgu í breiðari merking. Henda bók sýnir ein part av teirri hugvísindaligu gransking, ið fer fram í Føroyum og í granna- londum okkara i dag. Greinskrivararnir eru frød- | A —A——— Die