Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny Tillukku við teimum 10 HVUSSU nógv klókari, vit eru vorðin eftir 10 árum við almennum sjónvarpi, eru kanska fleiri mein- ingar um. Tó munnu øll ásanna, at gerandisdag- urin hvørki hevði verið betri ella stuttligari við ong- um føroyskum sjónvarpi, og at vit heldur ikki kundu fingið aftur -góðu gomlu sjónvarpsleysu dagar- nar«, tå enn bar til at pråta og hugna sær saman vid vinum og kenningum uttan henda tíðarslúkandi og einsrættandi miðil. SANNLEIKIN man vera, at vit við ella uttan sjónvarp sjálvi munnu vera so mikið broytt, at tað hvørki er sjónvarp ella annað órógvandi, ið atvoldin er til, at alt ikki aftur kann vera sum fyrr. Jú fyrr vit viður- kenna hetta, tess skjótari ber okkum til at fáa sum best burturúr hesum mynda- og ljóðhentleika, sum saman við so nógvum ødrum snildum til allar tíðir fara at seta nýggjan dám á tilveru okkara. OGertað nakað, ið hevur gjørt hetta seinastu árini, so er tað Sjónvarp Føroya, sum frá at vera pinku- lingatiltak við lítlum og ongum tidindastødi í okkara jørdildi, veruliga hevur ment seg til føroyskan tid indabera, eingin okkara i dag vildi verid fyriuttan. AT ynskini um innihald eru ymisk, stundum eisini beinleiðis mótstríðandi millum fólk, bendir ikki bara á, at sjónvarpið kundi »gjørt tað betri«, men ikki minni á, at ikki lítið av almennum og vælmein- andi áhuga er fyri hesum stovni. EITT av endamålunum, vit settu okkum við før- oyskum sjónvarpi var sum frægast at byrgja upp fyri tí vánaliga, ráa og harðskapskenda, sum ann- ars ikki var undansleppandi frá gðrum rásum eins og við hesum nýggja miðli at fáa kveikt til lívs aftur — ella bjargað inn í nútíðina — ein føroyskan mentanarbygnað, sum lív kundi vera lagað. EISINI hesa rás hevur Sjónvarp okkara traðkað, hartil stinnari og stinnari sum frá er liðið. PIRAT-, privat- ella alment sjónvarp, hevur keglast verið um og ikki er tað sørt, at ávísir samfelags- bólkar, ið besta patentið halda seg hava uppá hvat »onnur« tola at síggja, nú við privatsjónvarpi sum undanførslu ikki snæðast við at royna seg við lóg- gávu ímóti framhaldi av tí skilagóða setningi, sjón- varp okkara virkar eftir. SO mikið sum at gna hesum aftur vildi verið byrjan til sundurliðan av tí hóast alt fræga sjónvarpi, vit eftir umstødunum hava — og er tað veruliga nakar, »Ovurskikkiligur«, »ser-mentanarpåvi« ella annar, ið veruliga heldur, at nakað meira og hartil betri uppbyggjandi fæst burturúr fyri land og fólk við fleiri hartil subjektivum åhugasjånvørpum, fer hann ålvarsliga skeivur. NEI, latið okkum livga um tað, vit hava, geva hes- um stovni frægast møguligar umstødur til tað, hann varð ætlaður til—og sum hann eisini til henda håtidardag hevur virkað ímóti. TILLUKKU við teimum 10 árunum! Svsialunin Joensen - Tórfinn Smith - Kilmar Jan Hansen - Utgevar: PA Søslalurin Uppseting. PT Søslalurin Prent: P/t Pressan 1981 Argjum Tøleton: 11820 Bústaður: Argjavegi 26 67. ÁRGANGUR Postadr.. Postsmoga 76 110 Tórshavn Telefax: 14720 ————"—2>Ww Lurvutur atburður við undirskriftum hjá Grindamannafelagnum Síggi í blað tykkara, ein mann, ið handar umboði fyri EIA 10.294 undir- skriftir, ið mótmæla grinda- herferðini. Hetta er ikki fyrsta misfostur sum sær dagsins ljós í hesum døg- um. Her steðgar ein á og spyr seg sjálvan? Er stóðan tann, at føroyingurin als onki sjálvur kann gera til lítar, men bara onkusvegna. Tíverri hevur tað hug at lota tann vegin. Mín undirskrift, saman við mongum ødrum, lá her í bygdini, tá ið umboðið var komið til London. Eg kundi hugsa mær, at tá hesin felagsskapur fær vátt- að, at tað ikki er meir enn fjórði hvør føroyingur sum tekur undir við grindadrápi, so er hetta ein dyggur styrk- ur til teir og helst fara teir at herða stríðið móti grinda- drápi. Hetta tiltak eigur eitt burðartrygt stødi. Grinda- formenninir eru jú eitt úrvalslið, sum harafturat hava sýslumenninar aftan- eg Hesin kundu savna undirskriftir, hetta er ein gongd og ókeypis leið at ganga. Eitt er vist, var talan um at selja lutaseðlar til ein graslikisvøll, so varð tikið í Ívorja klinku í landinum. Tað eru mong sum taka undir við Gamla Jógvani í Grindavísuni, tá hann sigur: »Gud give, dem benene lægge må, det er en gruelig flok, de fattige skal min bådspart få, jer har allige- vel nok.« Vóni, at hetta verður tíkið til eftirtektar, ein roynd verður gjørd afturat, so tann sanna myndin kemur fram, helst við 30.000 undirskrift- um. Leivur Eidesgaard Oyndarfjørdur Aftursvar til Mortan Rasmussen Mortan Rasmussen hevur í sínum starvi m.a. til upp- gávu at skaffa Postverkin- um allar tær inntøkur, hann kann fáa fatur á, og skal hann ikki hoyra eitt ilt orð um tað. Men tá hann leggur meg undir at skuldseta og sverta út starvsfólk innan Postverkið og ALS, tá fer hann ov langt í síni jagstran eftir mammon. Kapitalist- iska jagstranin eftir mamm- on er eirindaleys og tekur onki fyrivarni og er høvuds- orsøkin til, at fólk í hópatali bæði í Føroyum og aðra- staðni eru arbeiðsleys. Teoriin hjá Mortan Ras- mussen um at fólk gerast ar- beidsleys av »lagnunar til- vild«, er nyggj fyri meg. Starvsfólkið innan Post- verkið ger sjálvandi sítt ar- beiði til lítar, men Mortan Rasmussen roynir í síni profitjagstran, á sín mani- pulerandi hátt at mistulka og rongja tað, ið eg havi skrivað. Málið snýr seg um um- stødurnar hjá teimum ar- beiðsleysu og hvussu eg meti teirra persónligu við- urskifti verða vird av teim- um, ið stýra og leiða ALS. Mortan Rasmussen royn- ir at seta kílar millum meg og veljarar og sáða iva um mín solidaritet við teimum arbeiðsleysu. Ég eri fegin um at mínir politisku yvir- livilsismøgulcikar ikki skulu vigas tå brævvektini hjå Mortani. Heri S. Simonsen hevur i somu blødum, á somu síð- um sum viðmerkingin hjá Mortan Rasmussen stend- ur, alternativt uppskot um, hvussu eftirlitið hjá ALS kundi verðið gjørt smidlig- Kosmetikkseljarar kring landið til heimaparty Hevur tú hug at tjena nakrar eyka krón- ur, so er hetta nakað fyri teg. Sera góð og bílig natúrprodukt fyri ein sera sámuligan prís. Skriva til Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn, bill. mrk. J 1. ari, soleiðis at tann arbeiðs- leysi hevði følt seg meira virdan og hevði beinleiðis samskifti við ALS. Vón- andi tekur ALS tankarnar í tí uppskotinum til sín. Nógv brek eru í lógini um ALS og fer komandi: endur- skoðanin av lógini vónandi at beina hesi burtur. Kristian Magnussen , Storjola- ; útsala verður í Bygdarhúsinum í Hósvík leygardagin 3. desember kl. 10.00— } i | | Ox jóladekoratiónir og mangt annað | verður at fáa til keyps sera bíliga. Kaffi, te og holukøkur fæst til keyps. Komið og hyggið — oll eru hjartaliga vælkomin! 14.00. Nógvar góðar jólagávur, jólapynt, | ; | | Q Í Bygdarfelagið Varðin >