Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 226 — 25. NOVEMBER 1994 Sida 3 Meginpa rturin av ti, id fer fram i sam ) bandi vid tiggju åra fødingardagsha ldið hjá Sjónvarpi Føroya í Norðurlandahús- inum í kvøld, verður sent beinleiðis, men okkurt er tó bandað tilfar. Her eru tey í ferð við at gera okkurt av tí, ið verður við í barnasendingini frá kl. 19 til 20, har Birita Weihe verður vertur SVF heldur fødingardagin í Norðurlandahúsinum Einir 200 gestir eru bodnir at vera við í Norðurlandahúsinum, tá Sjónvarp Før- oya í stórum stíli heldur tíggju ára fød- ingardagin — sent verður frá haldinum alt kvóldið, líka frá kl. 19 til á midnátt Nógv vatn eru runnið í ánna og nógvar myndir sendar í luftina tey tiggju árini, ið Sjónvarp Føroya hevur ver- ið til. Fríggjadagin 1. apríl vóru tíggju ár liðin, síðani Sjón- varp Føroya yvirtók sjálvt sendinctid, og hósdagin 1. september vóru so tíggju ár liðin, síðani Sjónvarp Før- oya byrjaði av álvara. Tað er hesin seinni dagurin, ið verður hildin sum tiggju ára fødingardagurin hjá stovn- inum, ið sanniliga er nógv broyttur hesi árini Umstødur, útgerð og alt annað er fleiri ferðir koll- velt síðani, og bert sum eitt dómi kann nevnast, at Sjón- varp Føroya byrjaði við sjey ella átta starvsfólkum, men í dag hevur tilsamans 35 Og tå skuldu vit havt í minsta lagi 35 aftrat, skuldi talan verið um eitt »ordi- ligt« sjónvarp, sigur skjótt fráfarandi sjónvarpsstjórin Arni Gregersen Senda í alt kvold Tíggju ára dagurin fer nú ikki so sullisliga framvið, og har er heldur einki við, at »fødingardagsbarnid« er burturstatt Tvørturiméu sendir sjón- varpið í alt kvold frá Norð- urlandahúsinum. Byrjað verður kl. 19 við barnasend- ing, og síðani verður hildið fram til á midnátt, áðrenn friður aftur verður á skerm- inum. Í sambandi við fødingar- dagshaldið í Norðurlanda- húsinum eru einir 200 gestir bodnir at vera við — talan er um alt frá pensionistafeløg- um og skúlaflokkum til starvsfelagar á øðrum fjøl- miðlum og onnur, ið líka- sum umboða hyggjaran. Lagt verður út við einari barnasending í ein tíma frå kl. 19. Hon verður send úr Klingruni, og har er sirkus, tónleikur, fimleikur, hip- hop og annað á skránni. Har verður Birita Weihc vertur. Sum vanlig, verður tid- indasendingin >Dagur og vika« send kl. 20«, og með- an hon er í luftini, koma teir 200 gestirnir at sessast í stóra salinum, ið kemur at verða karmur um teir næstu tveir tímamar — frå kl. 20.30 til 22.30. Har skulu Tróndur Djurhuus og Leivur Hansen leiða hyggjaran og gestirnar gjøgnum eina sending, ið er sera fjølbroytt Vit koma tá at síggja og hoyra Tórshavnar Mans- kór, G. H. M., Dansifelag Kaggans, fimleikarar dansa can-can, syngja tætur og mangt annað, greiðir Arni Gregersen frá. Eisini verða vístar loyni- myndir, sketsjir og ymisk »kiks« hjá teimum fólkun- um, id annars plaga at síggja so »fullkomin« út, tá tey eru á skerminum og myndin er komin í stovuna hjá fólki. - Tá tann parturin er lið- ugur, verður farið út í for- høllina, har pinnamatur og okkurt annað gott verður ul gestirnar. Samstundis fara vit at hava samrødur við fólk, ið á ymsan hátt hava havt ávirkan á Sjónvarp Føroya hesi tiggju árini, og Stamen Stanchev fer atund- Hesar síðstu dagarnar hava sjónvarps- fólkini stríðst nátt og dag fyri at fáa alt upp á pláss til stóra tíggu ára fødingar- dagshaldið hjá Sjónvarpi Føroya, ið verður sent í alt kvold Mynd: Kalmar Lindenskov irhalda vid tónleiki. Her endar fødingardags- haldið kortini ikki, tí hildið verður fram kl. 23 við eini ungdómssending, ið verður send frá vekstaðnum í hús- inum. Brynhild Thomsen er vertur har, og tá verða bólk- ar sum Wolfgang, Mold og aðrir at hoyra. — Tá fara vit líkasum at skrúva eitt sindur harðari frá, sigur sjónvarpsstjórin. hj. Mynd: Kalmar Futin kann revsast, um brot å rann- soknarloyvi er ålvarsligt At fútin møguliga hevur brotið rann- sóknarloyvið frá dómaranum Svend Erik Hansen til tær mongu húsarann- sóknirnar í farnu viku, kann fáa álv- arsligari fylgjur enn bert ábreiðslu Nógv hevur hesa vik- una verið sagt og skriv- að í fjølmiðlunum um stóru húsarannsókn- ina í farnu viku, og at alt ikki fór rætt fram sambært rannsóknar- loyvinum, ið dómarin hevði givið politinum. Eitt nú hevur Sosial- urin sæð og skrivað um eittskriv, ið prógvar, at politiið við vilja legði hald á skjól í fleiri skipamálum, ið loyvi ikki var givið til. Kasper Linkis á skrivstoveni hjá Rikis- advokatinum sigur vid Sosialin, at tey har bert vita um eina kæru, id er komin um rannsókn- ina, og at hon er send fútanum til ummælis. - Vitkunnu ikki upp- lýsa, hvor hevur kært, men vit vita bert um hesa einu kæruna í løt- uni, greiðir hann frá. Hetta er eftir øllum at døma kæran, ið sak- førarin Magnusi Pe- tersen hevur sent Rik- isadvokatinum. Men Sosialurin hevur frætt um fleiri kærur, ið eru á veg, og í >Degi og viku< hevur verið sagt, at fýra kærur eru send- ar Ríkisadvokatinum. Hetta fær Kasper Lin- kis tó ikki váttað, tí tey har á skrivstovuni bert vitaum taeina kæruna. Sambært honum er vanlig mannagongd, at viðkomandi persónur, ið hevur ábyrgdina av, at brot er framt á eitt rannsóknarloyvi — tað er í hesum forinum fút- in — fær eina ábreiðslu. — Gera heilt serliga umstødur seg galdandi, kann slíkt brot revsast, sigur Kasper Linkis, uttan tó at vilja gera beinleiðis viðmerking- ar til aktuella málið. - Fólk í almennari tænastu kunnu jú eisini fremja eitt revsivert brot. hj.