fríggjadagur 25. november 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Í
Nr. 226 — 25. NOVEMBER 1994
KOMMUNUSAMANLEGGING:
- Til frama fyri hvønn?
Lat tað verða sagt
beinanvegin, at ein
kommunusamanlegging
hvørki vendir ella koppar
buúskaparligu gongdini í
Føroyum nú, sum ein
kann fáa fatan av, um ein
er nóg góðtrúgvin at taka
flestu av teimum hundrað
og tríogtjúgu (123) >ser-
frødinga« frágreiðingun-
um, ið eru skrivaðar um
Føroyar síðstu tíðina, í
fullum álvara.
Hetta er í flestu fórum
prestigu kent skúla teo-
retiskt tvætl, sum bert
stutt verður endurtikið
sum eitt postulát, tá hesir
»serfrødingar« hava
hoyrt onkran annan >ser-
frøding« nevnt hetta í
eini aðrari frágreiðing.
Tá hetta er sagt, skal eg
kortini kvika mær at við-
ganga, at eg eri fyri eini
kommunusamanlegging
grundað á sjónarmið sum
t.d. hest:
1. Neyðugt er at á-
sanna, at avskeplaða og
avoldaða skipanin hvar
kommunurnar ikki hava
fulla ábyrgd fyri nøkrum
sum helst, men bert
gjalda brotpartar av
ymiskari stødd til næstan
øll samfelagslig mál utt-
an at hava hvorki ávirk-
an, ábyrgd ella skyldur
fyri hesum. At ásanna, at
hetta ábyrgdarloysi hevur
kostað dýrt, nýtist ikki at
brúka tíð uppá.
2. At kommunurnar fáa
ein blokk úr landskass-
anum at umsita við full-
ari fíggjarligari ábyrgd.
Hesin blokkur skal verða
so stórur, at kommunur-
nar fáa nógv stórri
ábyrgd og skyldur í sam-
felagsheildini.
3. Ásannan av at tá á-
byrgd og skyldur saman
verða flutt nærri borgar-
unum, verða pengaviður-
skiftini umsitin við størri
ábyrgd, og aðrar avgerðir
tiknar við stórri skili við
atliti til umstødurnar á
staðnum.
4. Sannføringin um at
samfelagid Føroyar gerst
biligari og effektivari at
CLUB 20
SUPER
»DOUBLE UP «
Hvert friggja- og leygarkvøld
kl. 22.00-01.00
KEYP EINA...
OG FÁ TVÆR!!!
| HETTA VIKUSKIFTIÐ: |
DJ - friggjakvøld 8 leygarkvøld
JONLEIF & SÅMAL
(»DMC Housebreakers«)
Kostnaður: 30 kr. & 70 kr.
reka uppå sikt, tå komm-
unurnar koma at kappast
um lågt skattaprosent og
góðar tænastur.
Tá hetta er sagt skal
leggjas afturat, at eitt
dýrkandi lið verður.
Hetta eru málsviðgerðir-
nar av teimum økjum,
kommunurnar fara at um-
sita.
At alt hetta eisini er
treytað av at føroyingar
grundleggjandi skulu
broyta hugburð, til at
síggja samfelagið sum
eina heild og sleppa fják-
uta óttanum um at „einki
verður í mínari bygd<, og
einum millimetur eftirlit
við grannabygdini. Júst
hesum, sum hevur verið
við ul at eyðrænt sam-
felagið inn at sálini. Hvor
kennir ikki gjøgnumstrg-
aða hugburðin um at
»bert grannabygdin ikki
fær tað<. Og so endaði
tað sjálvsagt við, at báðar
bygdirnar fingu virkið,
skúlan, vøllin, høllina, at-
løgumøgulcikarnar o.m.a.
Er yvirkapasiteturin å
flakavirkjunum 70%, er
hann ikki minni á skúl-
unum, hallunum, havna-
løgunum, bátahyljunum,
ellisheimunum, sjúkra-
húsunum v.m., fyri stóran
part grundað á lokal-
patriotiskt trongskygni.
Og tað gjalda vit eisini
fyri í dag!!!
Tíðindablaðið EH;
Hetta er nú farið, stød-
an er sum hon er og vit
skulu víðari.
Trupulleikin er at tað
fyri vanliga fólkið tykist
vera citt mynstur í argu-
mentatiónini fyri saman-
leggingini hjá stóru og
mest skuldarbundnu
kommununum. Vanligi
borgarin situr eftir við
eini fatan av, at tað verða
tær kommunurnar, ið
hava vist størst mátahald
og skil, sum skulu gjalda
fyri skuldarreyvarnar.
Stutt sagt, neydtøka av
einari aðrari verð!!!
Ella meira beinrakið,
ein samanlegging fyri
kreditorarnar og ikki fyri
kommunurnar, fólkið og
landið. Og tað ber als
ikki til.
Sum tilhangari av tank-
anum um kommunu-
samanlegging, (enn er
>tilboðið< um hvat
kommunurnar skulu um-
sita ikki hongt í sýnis-
gluggarnar) kann ein ikki
lata vera við at krympa
tærnar vegna borgararnar
í kommununum, sum ikki
hava reyvina í vatnskorp-
uni, tá hugsað verður um
skuld.
Skulu hesir borgarar
ikki kenna seg eyðrændar
og neyðuiknar, og sostatt
ikki lyfta so mikið sum
ein fingur fyri saman-
leggingini — tvørturim6ti
mugu greiðar linjur ger-
ast fyri hvussu sera
ymiska skuldin frá eini
kommunu til aðra verður
avgreidd — útjavnað, áðr-
enn øll lyfta í felag í
>stóru< kommununi.
T.d. má minsta kravið
hjá eini kommunu, sum
er >væl fyri< vera, at hon
verður útbygd tekniskt á
sama stødi sum hinar, t.d.
hvat vatni, vegum og
kloakkum viðvíkur. Eis-
ini skulu >væl fyri
kommunurnar< hava tað
skattaprosentið, tær nú
hava, og síðan yvir eitt
tíðarskeið uppá t.d. 7 ár
nærkast skattaprosentin-
um hjá >stóru kommun-
uni«, treytað av, at >stóra
kommunan« betalur
niður av síni skuld í
størst møguligan mun, so
vit ikki fáa eina umvegis
reina kreditorloysn um
t.d. 7 ár.
Tá hetta tíðarskeiðið er
runnið, er samanlegging-
in liðug. Verða tilik fyri-
varni ikki tíkin, kann
staðfestast, at saman-
leggingin bert tænir láns-
veitarunum!!!
Strendur 23.11.94
Jógvan Óli á
Fridriksmørk
bygdarådslimur
Åhugin stórur fyri
atlantiska útjaðaragkinum
Veldug øki av jomfrúuligum leiðum vestan fyri Hetland standa oljufeløgum í boði í 16.
bretska olju- og gassútbjóðingarumfarinum.
Birgir
Christiansen
ABERDEEN
Aberdeen 23. nov. 1994
Eisini kunnu stórir bitar í
miðjum Norðsjógvi eystan
vert Aberdeen lutast út til
oljufeløg. Ongi av oljufe-
løgunum, ið hava søkt um at
fáa tillutað gki, eru nevnd
við navni.
Av teimum 164 blokkun-
um, ið bretska stjórnin hev-
ur at bjóða oljufeløgunum,
eru fleiri enn 60 vestan fyri
Hetland.
Væntast kann, at oljufe-
løg fara at seta í verk stórt
virksemi á leiðunum vestan
fyri Hetland næsta ár.
Aberdeenblaðið Press and
Journal metir, at fleiri enn
10 leitingarfør fara at seta
kósina vestureftir næsta ár.
Ahugin fyri atlantiska út-
jaðaragkinum er stórur,
vegna lovandi námini
framd eru, saman við at
bretska stjórnin hevur givið
BP loyvi at seta í verk fram-
leiðslu úr Foinaven-økin-
um. Fyrsta stig í framleiðsl-
uni væntast at geva 85,000
tunnur av olju um dagin, og
mongdirnar gerast stórri, tá
næsta stig verður sett í verk.
Leiðirnar = vestan fyri
Skotland, Orkneyoyggjar
og Hetland verða mettar at
hava møguligar goymslur
uppá 3,5 milliardir tunnur.
Kostnaðurin av at fáa ol juna
í land kann koma upp í móti
100 milliardum krónum.
Hetta sambært kanningini
frá Smith Rea Energy Ana-
lysts, ið fyrr í vikuni var fyri
skotum vegna bjartskygni.
»Møguligter, at tað á hes-
um leiðum koma fleiri týð-
andi oljunám, sum kunnu
mennast til eitt nýtt og á-
hugavert útjaðaragki<,
segði Charles Wardle,
hjálparskrivari í orkumál-
um.
Tá hetta útbjóðingarum-
farið var almannakunn-
gjørt, segði harra Wardle, at
oljufeløg noyddust at vera
kappingarfør, nyhugsandi
og framhaldandi at minka
um kostnaðin. Umsóknir til
leidir vestan fyri Hetland
verða vidgjørdar skjótast
gjørligt, so oljufeløgini
kunnu fara undir at arbeiða
longu næsta summar.
Shetland Oil Industries
Group fagnaði boðunum frá
stjórnini. >Vit fegnast um,
at so nógvir av blokkunum
eru vestan fyri Hetland og at
stjórnin miðar ímóti at byrj-
ast kann við leitingum
skjótast gjørligt<, segði
Barry Stevens, stjóri í
SOIG.
Ikki eru tað bert leiðirnar
vestan fyri Hetland, ið
verða bjóðaðar út í hesum
umfarinum. Blokkar í
Ermasundi, Cardigan Bay,
blokkar eystanvert í Irska-
havinum og í Norðsjónum
standa oljufeløgunum i
bodi.
lalt fekk ídnaðarmálaráð-
ið frá oljufeløgum uppskot
um 329 blokkar úl hetta
umfarið, harav sum sagt
164 vóru bjóðaðir út. Innan
22. mars næsta ár skulu á-
hugað oljufelog handa
stjórnini síni tilboð.