Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið 5" "|; Nr. 226 — 25. NOVEMBER 1994 Síða 9 Friggjakvøldid: Sjonvarp Føroya 10 år — 1984—1994 1. september vóru 10 ár liðin, síðani Sjón- varp Føroya av álvara fór undir at senda al- ment. Hetta verður hátíðarhildið við einum stórum beinleiðis kveldi í Norðurlanda- húsinum. Sjónvarpið hevur boðið nøkrum umboð- um fyri hyggjararnar ymsastaðni í landin- um í Norðurlandahúsið hetta kvøldið — men allir hyggjarar annars fáa sjálvandi høvi at fylgja við á sjónvarpsskíggjanum heima. KI. 19.00; Sangur og sirkus Børnini kunnu eisini gleða seg, ti ta fyrstu løtuna— frá kl. 19 og fram til Dag og Viku verður Barnaløtan í Klingruni. Nógv spennandi er á skránni. Terji Ras- mussen og Malan Thomsen fara at syngja og undirhalda, Katarina Nolsæ og Birita Mohr spæla ein leik, eitt ordans sirkus vitj- ar, og fimleikagentur fara at vísa okkum gørvísi fimleik. Ein púra fremmandur gestur kemur eisini á vitjan. Kl. 20.30: Gaman og ålvara Eftir Dag og viku sendir sjónvarpið bein- Í tveir tímar er leiðis úr konserthøllini. mangt og hvat á skránni — serliga til gam- ans, men eisini til álvara. GHM, Tórshavn- ar Manskór, dansarar og fimleikarar taka lut saman við mongum ødrum. Vit síggja brot úr ymiskum, sum SvF hevur sent hesi 10 árini — eisini okkurt, ið ikki gekk eftir vild, og sum sjónvarpsfólkini heldur vildu verið fyriuttan. KI. 22. Prát og piano Kl. 22.30 verður sent frá eini hugnaløtu úr forhøllini, har vit m.a. hoyra góðan klaver- tónleik. Vit práta við ymisk fólk, sum hava havt okkurt tilknýti til sjónvarpið hesi 10 árini. Kl. 23.00: Ørt og ødrvisi Og frá kl. 23.00 og fram ímóti midnátt verður sent serliga til tey ungu — eisini úr Norðurlandahúsinum. Vit tosa um leiklutin hjá teimum ungu í fjølmidlunum. SvF hevur gjørt ein lítlan leik um ein serligan ungdómstrupulleika. Vit hitta eitt ungt skald og hoyra ymsar ungar tónleikarar spæla. Leygar in kl. 16.45: Tey gladu 60-ini fr hjå mær I hesum partinum er Kevin sáttasemjari millum tvey ung, sum ganga saman. Leygarkvoldið kl. 18.00: Disney teknifilmar Vit síggja: Tann lata grashoppan — Blái mánadagur — Tíðliga í song — Á villdjóra- veiðu. rkvøldid kl K k . rå Victoriutíðini — 1:8 Tann fyrsta av átta sendingum, har kokk- urin Ruth Mott minnist aftur á eitt langt lív ímillum pottar og pannur í køkinum á ymiskum enskum góðsum. Í einum køki, sum sær út sum teir í victoriutíðini og á einum gomlum komfýri eydnast henni at gera fínar rættir úr Victoriu-tíðini. Í send- ingini medvirka eisini Peter Thoday og Harry Dodson, sum vóru vid í rødini um urtagarðin í Victoriu-tíðini. Framleiðsla: BBC, 1991. Leygarkvøldid kl. 21.10: Lunumåni Cher og Nicolas Cage Am. filmur frå 1987. Sangarinnan og sjónleikarinnan Cher hevur leiklutin sum einkjan, ið skal giftast einum eldri manni, men sum verður for- elskað í nógv yngra og balstýrna beiggja hansara. Cher vann eina Oscar-virdisløn fyri sín leiklut í hesum filmi. Sunnudagin Kl. 14.25: Vid ommu å ski til Sovjet Í tiatiårunum var stórt arbeidsloysi og få- tækradømi í Finlandi, og uml. 15.000 fólk fluttu ul Sovjetsamveldið, har tey væntadu sær bæði arbeiði og mat. Hilja Elo fór saman manni sínum Tauno á skí yvir um markið til Sovjetsamveldið, har tey búsett- ust. Nøkur få ár seinni varð maðurin hand- tíkin og settur í fongsul, og hon mátti stríð- ast fyri livsins uppihaldi fyri seg og børn- ini. Ikki fyrr enn í 1992, tá hon kom aftur til Finlands, fekk hon at vita, hverja lagnu maðurin hevði fingið. Sunnudagin kl. 18.20; Útnyrðings- farleiðin Spencer Tracy og Robert Young Am. filmur frá 1940. Spencer Tracy hevur leiklutin sum ein strangur majorur, ið førir sínar deildir norður eftir gjøgnum villmark- ina. Ferðin er vandamikil, tí náttúran er óblíð og indiånarar lúra eftir teimum. Sunnukveldið kl. 16.50; Dance Theatre of Harlem Ballet í tveimum aktum við upprunakoreo- grafi av Jean Corelli í Jules Perrot. Lagt til rættis fyri Dance Theatre of Harle hevur Frederic Franklin. I »Kreolara Giselle« er søgugongdin flutt frá Eysturríki í 19. øld til tað fría svarta samfelagið í amerikanska suðurstatinum Lousiana fyrst í-19. eld. Giselle er um eina unga bóndagentu, sum doyr ógift av ólukkuligum kærleika og ti verður dømd til hv ørja nátt at dansa ungar menn til deyðis. nnukvøldid kl. Litli lækni å preriuni Turkur hóttir Colorado Springs og stødan verður ikki betri, tá ið stolið verður úr vatn- brunninum hjá indiánarunum.