fríggjadagur 25. november 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Letur upp ný
Nr. 226 — 25. NOVEMBER 1994
a deild 1. januar 1995:
Smyril Line
vil menna
ferðavinnu
Tað er ikki nóg mikið bara at flyta ferðafólk til landið og so
lata standa til. Smyril Line, sum seinastu árini hevur økt um og
víðkað sítt virksemi til eisini at fevna um gisting og stuttleika-
ferðir við seglskipi, fer frå 1. januar at seta á stovn deild, sum
burturav skal taka sær av at skipa fyri, samskipa og bjóða út-
lendskum ferðamannastovum “pakkaloysnir" , sum fevna um
øll møgulig tiltók og upplivingar í Føroyum.
Nógva tosið í Føroyum um
at gera meira fyri at fáa
ferðafólk til Føroya við eitt
nú fleiri og fjølbroyttum
tiltøkum, sum verða løgd
væl til rættis og samskipað,
hevur nú fingið ein av gi-
gantunum í føroysku ferða-
vinnuni, Smyril Line, til at
leggja ul brots.
Fyritøkan, sum higartil
mest hevur tikið sær av at
flyta ferðafólk og bilar ul og
úr Føroyum, fer 1. januar
1995at seta á stovn eima
heilt nýggja deild. Talan er
um eina deild fyri "in-
coming operations" sum tað
verður kallað á altjóða
ferðavinnumáli.
Tað snýr seg m.a. um at
bjóða útlendskari ferða-
mannavinnu pakkaloysnir
til ferðafólk, sum ynskja at
uppliva Føroyar.
Tvs. at ein ferðamanna-
stova í útlandinum, sum
skipar fyri ferðum ul Før-
oya, kann venda sær ul
Smyril Line og har fáa eina
ella aðra pakkaloys, sum
inniheldur eitt ella fleiri
tiltøk - ella seta Smyril Line
uppskot um åvis tiltøk i
Føroyum, sum tað ynskir at
bjóða sínum kundum ella
sum kundarnir sjálvir seta
fram ynski um.
Avbjóðing til ferða-
mannavinnuna
Her er talan um eina stóra
avbjóðing fyri ferða-
mannavinnuna sum heild
og fyri Smyril Line sum so.
Smyril Line hevur hig-
artil mest tíkið sær av at
flyta ferðafólk og bilar mill-
um Føroyar og útheimin.
Men sohvørt sum virksemið
hjå felagnum er økt og
eftirspurningurin er vaksin
hevur fyritøkan bygt sitt
virksemi út til at fevna um
øki, har hetta var náttúrligt
og í iråd við menningina av
eini — føroyskari ferða-
mannavinnu.
Ein slík broyting var tað,
tá fyritøkan keypti Hotel
Føroyar og fór at bjóða
ferðafólki innivist eisini.
Seinni hevur Smyril Line
eisini fingið myndugleika
til at útskriva ferðaseðlar
kring allan heim og sum eitt
av teimum seinastu nýggju
ultøkunum er fyritgkan far-
inundir at reka eitt seglskip,
sum bjóðar ferðafólki yms-
ar tænastur.
Tey góðu 10 árini við
Norrønu hava knytt mong
sambond úteftir og hevur
Smyril Line fingið um-
boðsstovur í nógvum lond-
um. Gravgangurin á hesar
umboðsstovur at sleppa til
Føroya og eisini ul Íslands
er nógv vaksin, og tað setir
eisini nýggj krøv ul Smyril
Line og føroyska terda-
vinnu sum heild.
Aheitan frá umboðs-
stovunum í Europa
Heri Niclasen, sølustjóri á
Smyril Line sigur við Sos-
talin, at umboðsstovur
teirra kring í Europa hava
leingi ynskt at fáa høvi at
bjóða kundum sínum ser-
stakar = pakkaferðir, sum
eisini kunnu fevna um
ymisk upplivilsi - ultøk - í
Føroyum.
-Fyri at ganga hesum
ynskinum og tørvinum á
meti og fyri at vera við til at
tryggja, at ferðafólk vit
flyta til Føroya, eisini
kunnu uppliva nakað ser-
stakt, meðan tey eru her,
fara vit nú at skipa eina
serstaka deild, sum burt-
urav skal taka sær av hesum
sigur Heri Niclasen.
Hann leggur dent á, at
talan er ikki um at seta fót
fyri øðrum ella taka nakað
frá øðrum, men heldur at
vera við ul at samskipa og
samstarva við onnur um at
kunna veitateimum vitjandi
sum mest av tænastu, lå tey
eru her. Og sjálvandi at
bjóða royndir og orku fram,
sum annars er tók til sama
endamál: nevniliga at
menna ferðavinnuna.
Nátúrligt framhald
av verandi virksemi
-Fyri okkum er hetta bara
eitt nátúrligt framhald av tí
virsksemi vit longu hava
sett í gongd og takast við
dagliga. Vit hava eitt veld-
ugt sølunet í Europa, góðar
umstødur og fólk við drúgv-
um royndum at flyta ferða-
fólk, vit hava eitt hotell at
hýra teimum vitjandi, so
hví ikki fara víðari at sjålvi
vera við til at skúma tann
fløtan, sum vit sjålvi hava
verid vid til at piska sigur
Heri Niclasen.
Hann visir å, at sum er, er
Nørrøna bent i sigling nakr-
ar fáar mánaðir um árið og tí
er umráðandi at troyta tað
orku tey hava restina av
árinum eisini. Tað arbeiða í
dag umleið 13 fólk hjá
Smyril Line. Nú skal so eitt
av hesum fólkum ul at
byggjauppnýggjudeildina,
og alt efur hvat cftirspur-
ningurin verður, so verður
helst eisini møguligt at seta
okkurt fólk aftrat.
Heri Niclasen ivast held-
ur ikki í, at tað arbeiði, sum
nýggja deild teirra nú fer
undir, fer at vera við til at
skaffa nýggj arbeiðspláss í
ferdavinnuni kring landið
sum heild. Umframt at
bjóða ferðafólki egnar tæn-
astur fer nýggjadeildin fyrst
og fremst at fáa samstarv
við fólk og feløg kring land-
ið, ið nátúrliga fara at standa
fyri teimum ymsu tiltøk-
unum. Herer talan um alt frá
gisting, flutning og skipan
av einstøkum tiltøkum.
Sum dømi um slik tiltøk
nevnir Heri Niclasen, at tað
kann vera, at ferðafólk vilja
sleppa at síggja fuglalívið,
at royna seg sum froskmenn
í føroyskum sjógvi, fara
ríði- og gongutúrar kring
landið, fiska laks osfr.
Endamálið er so, at initia-
tivini skulu koma bådu-
megin frá tvs. bæði frá
brúkara og tænastuveitara.
Samstarv og álit
Nýggja deildin á Smyril
Line skal umframt at lurta
eftir ynskjum frá ferða-
mannastovum í útlandinum
eisini sjálv taka sær av at
gera pakkar og bjóða tiltøk
fram.
Heri Niclasen vónar tí, at
tað fer at bera til at fáa gott
samstarv her heima, eitt
samstarv, sum kann byggja
á felags álit, tí hetta er alfa á
omega í ferðavinnuni ikki
Marni Hjallnafoss, sum hevur starvast hjá Smyril Line í
Tíðindablaðið
meira enn sjey ár fer at
standa á odda fyri nýggju deildini á Smyril Line, sum letur upp 1. januar. Her er hann
saman vid sølustjøranum Hera Niclasen
minst. Avtalur skulu hald-
ast,
A Smyril Line vóna tey
við hesi nýggju tænastuni at
kunna liva upp til nøkur av
teimum ynskjum og krøv-
um, sum leingi hava verið til
eina føroyska ferðamanna-
vinnu. Nevniliga fyrst og
fremst hetta at kunna
tryggja sær, at ferðafólkini
ikki verða slept upp á fjall so
skjótt tey stíga í land í Før-
oyum. Og tað kann gerast
við m.a. at skipa fyri og
samskipa tiltøk og bjóða
ferðafólkunum tey longu tá
tey fyrsu ferð hugsa um at
fara til Føroya.
Hetta má so cisini sigast
at vera í tráð við tann setn-
ing sum politikarar og tey
fólk, sum stýra ferða-
mannavinnuni, hava sett
sær fyri komandi tíð.
Taka hver annan
í størri álvara
Heri Niclasen fegnast um
tíðindini, at upphæddin til
ferðavinnuna fer at verða
økt munandi á komandi
fíggjarlóg.
Hann viðgongur, at hesi
tíðindini hava eisini skund-
að undir avgerðina hjá
Smyril Line at seta eina
nýggja deild á stovn til tess
at menna ferðavinnuna.
-Nú vit av álvara merkja.
at okkara politikarar eru
farnir at taka ferða manna-
vinnuna í álvara, kann eg
siga fyri okkum, at vit fegn-
ir eisini vilja taka okkara
poliukarar í álvara sigur
sølustjørin á Smyril Line
Vitspurdu Hera Niclasen,
um vit kunnu rokna við at
fáa fleiri ferðafólk ul Før-
oya við at spenna okkum
meira út!
-So avgjørt. Tíðin at taka
ímóti ferðafólki fer neyvan
at ganga nógv ut um
tíðarskeiðið frá hálvum
apríl úl hálvan oktober.
Men so hava vit eisini seks
mánaðir av árinum ul at
fyrireika sjålva sesongina,
og her ivist eg onga løtu i, at
vit saman kunnu gera nógv
gott.
Og her sipar hann fyrst og
fremst til sjálva marknaðar-
føringinga.
Marknadarføra
"Útnorð-ur" saman
Heri Niclasen, sum seinastu
árini hevur verið við á hópin
av ferðavinnuframsýning-
um um alt Europa og sum
júst er afturkomin av eini
stórari framsýning í Lon-
don, heldur, at stórir møgu-
L.eikar liggja fyri framman,
um vit - ikki bert í Føroyum
- men eisini saman við
Íslandi og Grønlandi sam-
skipa — marknadarføring-
inga.-
-Tað finst ein veldugur
marknaður í Europa og bera
vit okkum miðvíst og rætt
at, so kunnu vit fáa ein
stóran bita av hesum
marknaði komandi árini.
Tað ræður bara um at
snara og venda áhuganum
hjá teimum mongu curo-
pearunum, sum dáma at
ferðast, henda vegin - ikki
bert móti Føroyum men
móu øllum hesum vest-
norrøna økinum.
Slíkt samarbeiði kundi
verið ein ómetaliga sterk
dynamo fyri alla ferða-
mannavinnuna í Norðurat-
lantshavi sum heild. Og hon
hevði ikki minst kunnað
gagnað okkum í Føroyum.
Heri Niclasen nevnir, at
ístaðin fyri at kanska bert
ein føroysk fyritøka sum
Smyril Line brúkar td.
100.000 kr. til at selja Før-
oyar í einum útlendskum
blað, so kundu fleiri feløg í
Føroyum og í Íslandi og
Grønlandi verid saman um
eina lýsing av allari hesari
regiónini við verðsins enda.
-Fara vit saman um at
marknadarføra hetta gkið
eru tað ólemandi møgu-
leikar, tí hetta er eitt spenn-
andi, nýtt og áhugavert
ferðamál fyri fólk inni á
meginlandinum.
-