Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. november 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostaturin Nr. 227 — 26. NOVEMBER 1994 Síða 15 stóru aliartalvunn Kontrastur til alt tað vakra - Eg ynskti at hava alt hetta at standa sum ein kon- trast til alt hitt í kirkjuni, ið er gjørt so vakur sum gjør- ligt, sigur Høgni W. Larsen. - Sjålvur havi eg tað so- leiðis, at eg upplivi Guð best úti í náttúruni. Tá eg vil hava frið, fari eg ein túr við rossinum út í náttúruna. Tí bleiv tað eisini eitt náttúrligt ynski hjá mær, at fáa flutt ein part av náttúruni inn í sjálva kirkjuna — líkasum fyri at taka skaparverkið fram í tí arbeiði, ið annars er lagt í at fáa hesa kirkjuna gjørda. Grótið til altartalvu, altar- borð og prædikast6l hevur Høgni verið og leita eftir í Noregi og Svøriki. Endin varð, at hann fann egnað gråt í Svøriki, meðan hann hevur gjørt doypifuntin úr einari súlu úr stabbagróti í Froðba. - Fyri at fáa hana at líkjast hinum grótinum, ið alt er svart, havi eg brent tað utt- asta lagið uttan av súluni, so alt sær út, sum er tað av sama slagi, sigur Høgni, ið er vanur at arbeiða við grót. Pápi hansara var grótmað- ur, og eisini í móðurættini hevur grótarbeiði verið. Altarborðið er tað størsta í Føroyum. Í tí grótplátuni stóðu boriholini eftir, men tað var eingin trupulleiki. Høgni hevur lagt gull í tey, so tað sær nú út sum um tey eru komin har við ú fyri eyga. Verið við í øllum - sjålvt smålutum — Meðan byggingin er farin fram, havi eg verid vid í at kalla øllum, sum er gjørt, heilt niður í smálut- imar. Eg trúgvi ikki, at nak- ar tekur meg illa upp, um eg sigi, at hetta á ein hátt er »min kirkja, sigur Høgni. — Umframt sjálvan bygn- ingin havi eg eisini verið við til at gjørt nógv av ti, ið Harald Kjeld og Høgni W. Larsen leggja síðstu hond á ta er aftrat, og hevur hetta ver- ið eitt sera gevandi arbeiði, har ein alla tíðina hevur havt møguleikan at koma fram við nýggjum hugskot- um, so hvert sum okkurt er fingið frá hondini. Lampurnar mundu ikki komið fram Ein partur av tí arkitekt- oniska snildinum í sam- bandi við kirkjuna er nógv av tí, sum er innan í henni. Høgni W. Larsen hevur teknað allar stakarnar — teir báðar stóru ogtann sjey- armaða — umframt at hann eisini hevur teknað ein hóp av ødrum, iðer at síggja har. Lampurnar, ið hanga uppi undir loftinum hava sína serligu søgu — ella kanska rættari tvær serligar søgur. — Fyrst hugsaði eg nógv um, hvussu tær skuldu vera, men so eitt kveldið, tå eg var og vitjaði systir mína, sá eg ein ljósastaka har, ið gav mær hugskotið til lampurn- ar. Tá gjørdist eg greiður yvir, at tær skuldu lýsa nið- ureftir og ikki uppeftir, sig- ur Høgni W. Larsen. Lampurnar eru gjørdar niðri í Danmark, men tær mundu næstan ikki komið vegin fram. Fyrst skuldu tær fara úr Danmark við einum farma- skipið, og har skuldu tær liggja so fyri, at tær komu fyrst í land, tá skipið kom til Føroya. Men tå avtornadi, vóru tær als ikki komnar umborð á farmaskipið, so tí varðneyðugt at senda tær til Føroya sum flogfrakt. Men aftur har mundi ver- ið galið, ti tær fór fyrst til Havnar, áðrenn langt um leingi komu inn á Toftir. Nú hanga tær tó á sínum rætta stað og geva kirkuni ta ljós, ið skal ul. Framúrskarandi akkustikkur Í dag er ein kirkja íkki longur eitt hús, har fólk bert koma til gudstænastur og aðrar kirkjuligar handling- ar. Eiit nú hevur tónleikurin fingið sera nógv at siga fyri kirkjulívið uttan fyri van- liga kirkjulív, og hetta hev- ur eisini verið havt í huga, tå kirkjan á Heygunum á Toft- um hevur verið í umbúna -- heilt frá byrjan av. Ætlanin er eisini, atorglið í Dómkirkjuni í Havn skal setast upp í kirkjuni. Dóm- kirkjan skal hava nýtt orgul, men tað verður ikki fyrr enn í næsta ár, so kirkjufólkið á Toftum noyðist at bíða eitt sindur enn, áðrenn »ordilig- ur< orgultónleikur verður at hoyra í kirkjuni. Fyribils er eitt elektriskt orgul til taks. Men umframt orgulkon- sertir, ber til at hava kórkon- sertir og konsertir við ødr- um ljóðførum í kirkjuni. Trupulleikin er bert tann, at fólk so — eins og tað er so manga aðrastaðni í Føroy- um — venda nakkan móti tónleikarunum, meðan teir kýta seg. Venda stólunum Hendan trupulleika hevur Høgni W. Larsen loyst sera hegnisliga við at gera allar stólarnar soleiðis, at rygg- lenini kunnu lyftast av teim- um og vendast. — Tveir mans kunnu eftir tiggju minuttum soleiðis venda øllum stóiunum i kirkjuni, sigur hann. --So skjótt gongur tað ikki nakra aðrastaðni at venda stólunum, sum tað ger her. Hetta er ein sera praktisk loysn, ið sleppur teimum undan nógvum stríði, ið skulu gera klárt til eina kon- sert á loftinum. Sosialurin hevur hoyrt frá tónleikakgnum fólki, at akkustikkurin í kirkjuni á Heygunum á Toftum er av tí allarbesta, tú kanst fáa, so spennandi verður at uppliva tónleik framførdan har und- ir so góðum umstødum. Ein litil »smakkiroynd« verður longu í morgin, tå kirkjan verður vígd, tí tá fer — sum áður nevnt — stórt kór at syngja í kirkjuni, sam- stundis sum hon allarhelst verður fylt á tremur av fólki. Uppkallað eftir Fríðriki Petersen Aðrastaðni í løndunum uttan um okkum er ikki óvanligt, at kirkjur verða uppkallaðar eftir stórmenn- um innan kirkjulív á ymsan hátt ella eftir fólkum, ið á ein ella annan hátt hava ver- ið sett í samband við kirkj- urnar. Hetta er ikki so vanligt her á landi — Christianskirkjan í Klaksvík og tann katólska Mariukirkjan í Havn eru tó undantøkini. Men nú kemur so nýggja kirkjan á Heygunum á Toft- um upp í hetta »selskap«. Kirkjuráðið hevur nevni- liga gjørt av, at hon skal eita Fridrikskirkjan — uppkallað eftir Fridriki Petersen. — Fridrikur Petersen var ættaður úr sóknini, barna- heim hansara var í Saltnesi, og so var hann eisini seinasti próstur, ið hevur sitið í kall- inum á Nesi, greiðir Jón- svein Bech, prestur á Nesi, frá. — Aftrat hesum er so ikki at gloyma, at Fríðrikur Pe- tersen legði eftir seg ymist, ið vit enn tann dag í dag fáa gleði av. Her hugsi eg um hansara sálmar og sangir, ið kanska ikki eru so nógvir í tali, men hinvegin teljast millum teir dygdarbestu, ið vit eiga. Hver kennir ikki sålmamar >Gleðilig jól<, »Tidin rennur sum streymur í å« og >Deyði, hvar er nú broddur tín?<. Fríðrikkur Petersen týddi eisini bønina >Faðir vår« til føroyskt, og stóð hon fyrstu ferð á prenti í Færøsk Kirketidende í 1892. Undan hesi týðingini, hevði hend- an bøn verið lisin á donsk- um í Føroyum. Umframt sålmarnar, var Fridrikur Petersen eisini í aðrar måtar virkin sum yrkj- ari, og fosturlandssangirnir frá hansara hond verða eis- ini nógv sungnir. Eitt av teimum sera góðu dómunum um evnini hjá Fríðriki Petersen man vera annar av tjóðsongum okk- ara, >Ég oyggjar veit<, ið ti- verri alt ov sjáldan er at hoyra. Nógv frægari lýsing av Føroya landi finst neyv- an í føroyskum skaldskapi enn hesin fråliki sangur. Fridrikur Petersen varð borin í heim i Saltnesi 22. apríl 1853, og hann andað- ist 27. apríl 1917. Altartalvan er bygd upp soleiðis, at grótið er lagt rundan um ein kross úr messingi. Talvan er gjørd úr seytjan stein- um — grótið er úr Svøriki — harav tann størsti vigar umleið eitt tons. Tilsamans vigar øll altartalvan, sum hon er, eini fimm tons. Tað hevur verið eitt knoss at fingið hana upp, men Høgni W. Larsen rósar monnunum, ið hann hevur havt rundan um seg, meðan alt arbeiðið í kirkjuni er gjørt hi Stilurin er sera einfaldur, og eingin ivi er um, at Fríðrikskirk jan á Í leygunum á Toftum er ein av vakur bygningur, ið kirkjufólkið fer at fegnast um