leygardagur 26. november 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
HANN HEVUR TIKIÐ NÁTTÚRUNA
?
Nr. 227 — 26. NOVEMBER 1994
KIRKJUNA Å TOFTUM:
VID INN I
- Eg upplivi
Guð best úti
i náttúruni
Fríðrikskirkjan á Toftum verður vígd í morgin, 1.
sunnudag í advent. Hetta er ein stásiligur bygn-
ingur, og neyvan er ov nógv sagt, at Høgni W.
Larsen, arkikektur, »eigur« hana, sum hon er
Orð: Hilmar Jan Hansen
Myndir: Kalmar
Lindenskov
TBTBC— 11 ———
Tað er eitt fjøruti ára gamalt
ynski, ið verður uppfylt í
morgin, tá kirkjufólkið á
Nesi, Toftum, Saltnesi og
Æðuvík kann taka nýggju
kirkjuna á Heygunum á
Toftum í nýtslu, eftir at hon
hevur staðið í gerð í bert
tvey ár.
Við vígsluna í morgin er
mangt og hvat á skránni.
Byrjað verður kl. 15, tá
eitt fylgi av prestum við
Hans J. Joensen, bispi og
Bent Klinte, ríkisumboðs-
manni á odda fer frá missi-
ónshúsinum, berandi tey
heilagu kørini og allar bøk-
urnar, ið hoyra til kirkjuna,
út í kirkjuna.
Meðan fylgið gongur inn,
syngur eitt vælmannað kór
undir leiðslu av dómsorga-
nistinum í Roskilde, Finni
Evald. Einir 130 sangarar úr
allari Eysturoynni og við
tilknýti til sóknina eru við í
kórinum, ið eisini fer at
syngja undir vígsluni.
Síðani fer Hans J. Joen-
sen, bispur at taka sær av
vígsluni, áðrenn kirkjan
verður handað prestinum í
Nes prestagjaldi, Jónsveini
beh, ið skal halda prædik-
una og annars taka sær av
gudstænastuni víðari.
Aftan á víglsugudstæn-
astuna verður bjóðað til ein
nátturðabita í kirkjukjallar-
anum, og tá tann løtan er av,
verður einandakt í kirkjuni,
har undanmaðurin hjá Jón-
sveini Bech, Jákup Kass, fer
at siga nøkur orð.
Vann prosjekt-
kappingina
Maðurin, ið hevur teknað
og sett sín dám á at kalla alt,
ið er í og uttan um kirkjuna,
umframt kirkjuna sjálva, er
Høgni W. Larsen, arkitekt-
ur år Havn.
Tákirkjuráðið skrivaði út
prosjektkapping ársskiftið
1991-92, vann Høgni hesa
kapping, og sidani hevur
hann brúkt eitt satt ótal av
arbeidstimum fyri at fáa tað
årslitid, ið hann setti sær
sum mál, tá hann fór í holt
við uppgávuna, ið skuldi
——iia ea VM
Altarbordid er tað størsta í Féroyum. Her er Høgni W. Larsen í ferð við
vísa seg at gerast hansara
størsta gjøgnum tey mongu
årini sum arkitektur.
— Hetta er mitt livsverk.
Eingin sum helst ivi skal
veraum tad, sigur Høgni W.
Larsen.
— Tad er ein av hægstu
dreymunum hjå einum arki-
tekti at sleppa at tekna eina
kirkju, og hesin dreymur
gjørdist veruleiki fyri mitt
viðkomandi, táeg vann pro-
sjektkappingina um nýggja
kirkju á Toftum.
Høgni sigur, at hann ikki
hevði hugsað fyri sær, at tað
skuldi falla honum í lut at
sleppa at tekna eina kirkju,
ið er ein heilt ødrvisi bygn-
ingur enn so mangir aðrir.
Høgni hevur eisini lagt
sera stóra orku í arbeiðið at
gera kirkjuna — heilt frá
byrjan av og til nú, tá kirkj-
an stendur liðug og klár hjá
kirkjufólkinum at taka í
nýtslu.
Rósar monnunum
— Eg havi ikki hóming av,
hvussu nógvar tímar eg havi
brúkt, men teir eru nógvir.
Og hesa síðstu tíðina hevur
SEE
at leggja gull í
boriholini, sum í hesum førinum eru til prýðist — heldur enn til fortreð
tað verið sera strævið, og eg
eri hvørt einasta kvøld kom-
in aftur til hús á midnátt,
greiðir Høgni frá.
— Men so vil eg eisini feg-
in sleppa at rósa teimum
monnunum, eg havi arbeitt
saman við í sambandi við
alt tað, ið hevur verið mín
leiklutur undir byggingini.
Ég vil fegin nevna Harald
Kjeld og Arna Højgaard, ið
hava verið sera góðir stuðl-
ar hjá mær allan vegin
igjøgnum. Og tað hava so
sanniliga eisini allir hinir
verið, ið eg havi arbeitt
saman við her — ikki minst
sjálvt kirkjuráðið.
Høgni sigur, at hetta eru
Tíðindablaðið 7";
hegnismenn og handverk-
arar av allarbesta slagi, og
tær fakligu uppgåvurnar
hava ikki altíð verið tær
lættastu at loyst — nógv av tí
hevur verið arbeiðið, id set-
ir stór krøv, men sambært
Høgna hevur ikki staðið á at
fingið loyst tær:
— Eg vil fara so langt sum
at siga, at eg ikki havi arb-
eitt saman vid dugnaligari
fólki. Eitt nú, tå vit hava
verið í gongd við at sett
altartalvuna upp, hava teir
av sonnum víst síni evni og
verið til sera stóra hjálp,
sigur hann.
— Eisini vil eg loyva mær
at ivast í, um hetta arbeiðið
hevði latið seg gjørt nakra
aðrastaðni enn júst á Toft-
um, tí fólkið er so raskt.
Her eigur at nevnast eis-
ini, at allir, sum hava arbeitt
í kirkjuni, hava latið tveir
tímar av hvørjum átta sum
eina gávu úl kirkjuna, og
hava teir ikki kravt løn fyri
hesar tímarnar.
Altartalvan er úr gróti, og
hon vigar eini fimm tons, nú
hon hongur á altarveggin-
um — tilsamans er hon gjørd
úr seytjan steinum, harav
bara tann størsti vigar eitt
heilt tons.
Altarborð, prædikastólur
og doypifuntur eru eisini úr
gróti.