leygardagur 26. november 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 227 — 26. NOVEMBER 1994 Síða 13
Fiski- og útróðrarmaðurin
og arbeidsloysisskipanin
Fiski- og útróðrarmaðurin hevur bíða nóg leingi, og eigur tí landsstýrið beinanvegin at fáa arbeiðið frå hondini
Feigdardagurin
16/11-94
Lag: Ved Kristanssand...
Vit minnast øll
tá løggan rann um dal og fjøll
at stovna kombandittar
í sama liði fanst tú dómarar so fittar.
Teir somu menn
nú reika runt við blóð um tenn
og vaska hond við sápu
men úlvur kenst sjálvt um hann er í lambakápu
Teir venda song
og grópa har ið sleppur tong
hjá kvinnum eins og monnum
at børnum grátandi teir gletta hvast á tonnum.
Um tjóvur hver
varð hongdur fyltist undir jørð
bert fá tá andu eftir
av mannarovun eittans úlvar gerast mettir.
Hver sigur nei
hann sjálvur gekk ta tungu leið
kanossa upp á gálga
profetar aftan á við teim teir hava „fjálgað“
Sjakalur ein
av ováti fekk deyðamein
teir ravnar lív sítt saka
á kgstagarði krákan finnur deyðan maka
Nú tjaldur ei
at Føroya landi finnur leið
ei heldur lundin stolti
tann síðsti vargur stoktur varð í egnum smolti
Brot úr tátti
yrkjarin ókendur
Støda fiski- og útróðrar-
mansins í arbeiðsloysis-
skipanini er órættvís, tá
m.a. hugsað verður um, at
hóast hesir gjalda í skip-
anina, so er sera trupult hjá
teim at fáa gagn av skip-
anini
Feskasta dómi um hetta,
vóru SVF-tíðindini hós-
kvøldid, har sagt varð frå,
at heilar triggjar skips-
manningar (Morgunstjørn-
an, Froyur og Rankin) ikki
høvdu fingið eitt oyra, h6-
ast teir onga inntøku
høvdu havt i longri tid. Eis-
ini bar Sjónvarpið tey tíð-
indi frá tingfundi sama dag.
at Óli Jacobsen skuldi hava
sagt, at um „stýrið fyri ar-
beiðsloysisskipanina ikki
gjørdi nakað við málið, so
ætlaði hann sær at fáa gjørt
neyðugar broytingar í sam-
band við, at lógin verður
endurskoðað.“
NÓGV TOSAÐ, MEN
EINKI GJØRT
Fyri langari tíð síðani heitti
Miðflokkurin á tå sitandi
landsstýrið at taka neyðug
stig til at fáa broytt skipan-
ina soleiðis,a t fiski- og út-
róðrarmenn fingu somu
møguleikar til útgjald sum
onnur, ið goldu inn í skip-
anina.
Tíanverri varð nógv tos-
að, men einki gjørt frá pol-
itiskari síðu at rætta henda
skeivleika!
KANSKA IKKI TIL
FANYTIS - HÓAST
ALT
Hósdagin (sama kveld sum
SVF hevði tíðindini)
royndi so Miðflokkurin
enn einaferð at vísa á støðu
fiski- og útróðrarmansins
og tað vanbýti teimum er
fyri.
Uppskotið var soljóð-
andi:
»Alagt verður Føroya
Landsstyri, áðrenn 1. jan-
uar 1995 at greida vidur-
skifti fiski- og útróðrar-
mansins í arbeiðsloysis-
skipanini, soleiðis, at hesin
kemur undir somu útgjald-
ingarsømdir sum aðrir ar-
beiðsleysir borgarar.
Hóast víst varð á líkn-
andi dómi sum SVF nevndi
og hóast landsstýrismað-
urin játtaði seg vitandi um
hesi viðurskifti, so fekk
uppskotið ikki nóg nógvar
atkvødur at verða samtykt!
Men hevur unnskot
Miðfloksins ført við sær, at
politiski myndugleikin
vaknaði, so var tað ikki til
fánýtis!
KANN IKKI BÍÐAST
LONGUR
Tað er bara gott, at OJ.
sigur, at hanr vil gera nak-
að við málið — men tað er
heilt órímuligt, at bíðast
skal til at lógin verður end-
urskoðað og lagt fyri ting-
ið! Tá koma nógvir mán-
aðir at ganga, áðrenn fiski-
maðurin kemur at merkja
broytingina!
Ti var tað eisini at upp-
skot Miðfloksins setti 1
januar 1995 sum seinastu
freist, at fáa greitt hesi við-
urskifti!
Tað tykist sum politiski
myndugleikin ikki skilur
fiskimannin í trongstødu
hansara!
SETIÐ TYKKUM Í
STAÐ TEIRRA
Tí skal áheitan okkara á
landsstýrið enn einaferð
verða: Broytið sum skjót-
ast hesa skipan, soleiðis, at
fiskimaðurin fær somu
sømdir sum onnur, ið
gjalda inn í skipanina!
Roynið at seta tykkum í
teirra stað!
Tá hugsað verður um, at
tað júst eru hesir, sum
halda hesum samfelag
gangandi, átti tað fyrst og
fremst at verið teir, ið løn-
arliga vórðu tryggjaðir. og
ikki sum nú enntá at verða
fyri stórum misbýti í eini
skipan teir enntá gjalda inn
í!
Eiði, 24. november 1994
Tordur J. Niclasen
Í riv frá Fer
Dekk- og
Lyktakanningin 1994
Hvørt heyst, sidani 1976,
hevur Ferðslutrygd saman
við bilverkstødum kring
landid, skipad fyri lykta-
kanning av bilum. I år eru
so fyri fyrstu ferð eisini
dekkini kannaði samstund-
is.
Tá ið lýst varð við Dekk-
og Lyktakanningini í ár
varð væl og virðiliga gjørt
vart við at løgverjan, aftaná
kanningina fór at gera ser-
ligt burturúr at steðga bil-
um og gera grein 13 kann-
ing.
ÚRSLIT
Øki ER mm RR 1993
{TTT G
ande + — eu Ze Ss
ve 5 RE 1
Í Eysturoy se 97. 961
Á Borðoynni SF XP? TE
Streymoy (-Tørsh.) = - 2 me
Tórshavn 2743 1905
Bílar kannaðir tíkamans- 0: * MI mm
Samlaða talið av bilum me
(31/12 í árinum) (Meting) 15000.—- 15894
Luttøkan í % mm
Bílar, sum ikki høvdu lyktirnar í lagi — 49% — 46%
Bílar, sum ikki høvdu dekkini í lagi 7% ikki kannað
Talið av bilum, sum hava
verið til lyktakanning frá
1976 til 1994:
1994 = 7.003 — (47%,
1993 — 3539 — (20%)
1992 — 4.800 — (27%)
1991 = 5515 — (30%)
1990 — 4920 — (26%)
1989 4696 — (25%)
1988 7467 — (39%)
1957 6115 — (34%)
1986 — 5.971 — (35%)
1985 = 4996 — (31%)
1983 — 6.963 — (50%)
1982 6965 — (54%)
1981 = 4.550 — (36%)
1980 = 4063 — (34%)
1979 = 5143 — (45%)
1981 — 4550 — (36%)
1980 = 4063 — (34%)
1979 = 5143 — (45%)
1978 — 6.196 — (48%)
1977 2049 — (22%)
1976 — 5.622 — (67%)
Nevnast skal, at umframt,
at næstan helvtin av øllum
bilunum hava verid til
»Dekk- og Lyktakanning-
ina“ í ár. so verða ailir bilar
kannaðir av Bileftirlitinum
eina ferð um árið. So ikki
kann sigast annað, enn at
bilarnir í landinum verða
væl kannaðir.
Evnið: standurin hjá
bilum okkara. er eitt evni
sum upptekur nógv fólk. Tí
bilurin er so tydningarmikil
partur av lívi okkara, hjá
nógvum hin besti vinurin.
Hinvegin er tað vælkent,
at hann eisini er ein hin
størsti fíggindi hjá manna-
ættini: fleiri fólk eru deyð
av ferðsluávum, enn í øll-
um heimsins bardøgum til-
samans, síðani seinna
heimsbardaga.
Spurningar — viðvíkjand:
ferðsluni eru altíð aktuellir,
og tað eru nógvir „vinklar“
at viðgera evnið upp á.
Viðkomandi evni, sum triv-
ið kundi verið í:
* Miðaldurin hjá bilunum
* Talið av bilum, sum eru
kaskotryggjaðir
* Talið av bilum, sum eru
ábyrgdartryggjaðir
* Hvussu er við førleik-
anum (kvalifikati6nini)
hjá bilverkstødunum at
gera kanningar
* Verður ljósstyrkin
kannað og hvussu?
e s.36 í „Ferðslan 1993“
hjá Landsverkfrøding-
inum
* Hjá okkum er loyvt at
koyra við dekkum, sum
hava Í mm mynstur. Í
grannalondum okkara
er markið 1,6 mm.
Hví var undirtøkan so stór
í ár??
At enda skal verða sagt, at
vit á Ferðslutrygd eru til
reiðar at hjálpa so væl vit
duga og hava møguleika til
Heilsan
Jón Kragsteen
Ferðslutrygd
Tórshavn
25/11-94