Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. november 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tidindabladid Ci Síða 20 Nr. 227 — 26. NOVEMBER 1994 UNDANTAKSSTØDA Rópt varð eftir rættartrygd. Vit fingu undantaksstødu. Hví? Og hvør er strategurin og hvat er ætlanin við hesi strategi, spyr John Smith í hugleiðingum í dag TERRORISMA Licence to kill høvdu he- sar mannaverur framma- nundan, hesar sum tann 16. nov. 94 gjørdu Nazis- tunum kunstin eftir, tå teir 10.000 mans i tali, brutu seg inn á 120.000 meðbor- garar og handtóku 5.000 fólk, ið vóru búrað inni í landsins arrestum. Jo, men se, hetta eru réttu tølini, relativt sæd, um akt:ónin verður flutt niður á danska jørð. Danska kriminalløgreglan kann vera eitt lið av váp- naðum, sera ágangandi servenjingum, sum hesar dagar, har kvørkratak varð tikið um eina heila tjóð, ikki bert hevði rættin til at skjóta fyri at drepa, men umframt høvdu vid sær í hondini, rættin til at knúsa hurðarnar inn hjá fólki, og harumframt hava rættin til at halda fram við terror- virksemi sínum í óavmar- kaða tíð. Tað er serliga henda sei- nast nevnda heimildin, umframt ein gencréll hei- mild at fara út um sett mørk, id ger hetta til rein- dyrkaðan terror. ORÆTTUR Ræntt ella ikki rætt, tað fari eg ikki at leggja meg út í, men at måtin var rættur, tað loyvi eg mær at ivast í Tað má stava frá einhvgr- jari minnilutakennslu, he- sar anstrongdu royndirnar, hjá donskum maktmen- niskjum, altíð at skuila plagiera stórlanda herman- navenjingar, og hvørja ferd at geva einhvørjari militerari- ella politiupp- gåvu dåm av at fara fram, i einum ødrum umhvørvi, enn ti føroyska. Hvar skal cin føroyingur fara, flyggja „renna, fjala seg 0.s.v.? ALCATRAZ Ikki best varda amerikans- ka fongslið, í síni tíð, Al- catraz, er so trupult at taka seg úr, sum oyggjalandið Føroyar er tað. Er tað fyri at forða fólki at loypa í ha- við, at roynt verður við tí- líkum TV-valdslíknandi "stór-aktiónum"? Ella er tað ti at Danmark bert er eitt lítið land, jfr. pinkus- kipavittigheitina Skrække- lige "Olfert Fischer" (af Quist) í flógvakrígnum. STÓRVELDIÐ Man tað vera tí, at cinastu meguleikar, ið danir hava fyri at kenna seg sum stórveldi, tað er at spæla við vøddunum, her í landi- num, har fólkatalið er hei- lar 100 ferðir minni enn í | Danmark? UNDANTAKSSTØDA Rópt varð eftir rættartrygd - Vit hava fingið undan- taksstødu! Hvi? Hver ci stratégurin aftan henda terror? Hvat er ætlanin við hesu strategi? Fer at ganga sum ætlað, el- la er tað ikki so, at:avlei- dingarnar verða slíkar, at her er eitt skridulop sett í ferð, ið ikki kann leggjast undir nakra stýring.? Eitt skriðulop, ið fer at skapa sína egnu heilt nýggju verð: EINA ØRA FAGRA NYGGJA VERÐ AV Í MORGIN UTTAN SKIP. Við líknandi kenslum sum bødilin (billi eg mær inn), ið talar sannførandi, um tað lívs- neyðuga, við hansara ótes- puliga handverki (við de- yðiligum avleiðingum), so fari cg at royna at slåast fyri mínum yrki, mínum handverki: Vit telja fleiri hundrað manns, sum av okkara ministara fyri handil og íðna, og granns- kodaraløgmanninum Sundstein, i 1989, fingu endaliga mønustingin. POLITISK HEYND Hetta byrjaði sum ein poli- tisk hevndarakti6n, tá tveir okkara navnframastu vin- nulivspolitikkarar (vid møguligari oljuvinnu i kvittanum) sóu sær ein møgulcika fyri at tvang- sogna sær landsins størstu skipasmidju og um somu tíð venda fólksins eygum, frá, heimsins uppá seg, størsta og best kamoufle- raða ráni: 2000 millióna vinnulívsfyriskipaða veð- haldsdrenið úr landskassa- num, og 10 -12 mia. stud- ningurin til vinnulivid gjøgnum 21,5 ár, hetta drenið sum toppaði i "89 við góðum 600 milliónum tað árið. EIGARASKIFTI OG LIKVIDATION Ta0 tragiska var, at Olaf Olsen id var ministari fyri handil og íðna, hetta lag- nuárið 1989, sjálvur gjørdist nevndarformadur fyri hesi skipasmiðju, hann sendi advokatfundamenta- listin Bjørn á Heygum norð á Skålafjørdin at lik- videra. Henda dag var eitt heilt yrki avsagt. Tað er eingin sáttmáli, um byggjan av nøkrum skipi, gjørdur eftir henda dag. Skipasmiðjan fall í hen- durnar á ministaranum og hansara monnum. Teir skrava botnin á sínum egnu skipum og samvinna við nýggja kapitalistiska Rusland, ið er illa plága av eirindaleysum mafiabólk- um. ELDUR I Altid hevur tad verid van- damikið at tendra bål, staddur í eldfimun umhvørvi. Knappliga so kan eldurin taka alt: Eisini tann, ið festi í. Ikki umgongst, at tær ke- mur til hugs orðini: Tann ið grevur eina grov.... JURAVIRUS At menn av juraborgini í Keypmannahavn, eini 6, ár seinni fóru at fremja eina | millumlandakoordineraða razziaherferd, ið er mest + + LAN VESTAN AAN VÆR átøk cinari skipaðari ætlan, miðjandi móti at knúsa samfelagið alt og trevla grundarlagið fyri kapitalis- usku samfelagsskipanina upp við rótum, mundi iva- leyst fáur gruna um, allar- minst teir, sum ikki hugsaði so langt frammum nøsina, at:teir dugdu at ímynda sær, at eitt mál teir pilkaðu sær burturúr, og fóru at nýta í floks- og personpoliuska maktstríð- num, soleiðis kundi avle- gast og gerast eitt amboð, ið ikki bert fór at skaða politisk måtstødufélk, men fór at gerast eitt tamarhald- sleyst virus í hondunum á einum nýggjum og annar- leiðis kyniskum stætti av sjakalum, úr nýggju jura- juntuni í Keypmannahavn, tað mundi fáur gruna. KARRIERUSTRÍÐ UM ÍSAKALT VALD Mest sannlíkt eitt nýu slag av hesum heimsins sjakal- um, sovornir at teir uttan nakrað smáliga samkenslu, latað hesa epidemisku vi- russátt út í samfelagið alt. Menn av so ringari muru at einstakar mannalagnur, og nú eitt heilt samfelag, er so fullkomuliga, uttan nakran sum helst týdning, í teirra beinharða karrierukríggi, har Heygadrangur, Skálaf- jall og mannalagnurnar við tilknyt til hesi nøvn, totalt sæð, ikki telja vid longur. Ungir smartir yuppiejuri- star, sum uttan so mikið sum at blunka, knallhart kyniskt svæva teg, fremur tað teirra sak. Tað er sakin, bert sakin og teirra privata stóða í mun til sakina, ið telur alt, einki sum helst annað telur við í teirra bardagaverð um ísa- kalt vald! EITT YRKI Tað fyrsta ið fellur einum í eyga er, at henda terrorher- ferðin er sera yrkisoriente- rað. Skipasmiðjuídnaðurin er avrættaður! Fyri rættartrygdina, íð skal fevna um allar aðrar bólkar í samfelagnum, er tað sera avgerandi, at atsóknin framhaldandi kann haldast so yrkisorienterað , sum hon kann tykjast at vera í hesi expansivu fasuni. DOMINOEFFEKT Kann hon ikki tað (og tað er tað líuið útlit til, um na- kað) tå býðist ikki bøtur. Hvat um sóttin breiðir seg og Ld. fer í holt við fíggin- gina av privata sethúsa- marknaðinum (er har talan um 50% yvirfígging, jfr. Finanstilsynet og møguligu precedensdánandi dómar- nar id fara at verða fcl- dir?), um so er, tá eru vit flest øll givin upp fyri sku- til. Ella allir virkisbygnin- garnar, (privat og alment), allan fritidaridnadin, fótboltsvallir, itrottarhallir v.m. allan flakaíðnaðin á landi, tær mongu skriv- stovuborgimar (SEV Sundstein Albert Hall etc.), tær góðu handilshú- sa"IDE"-irnar, SMS 0.s.v.? Og endar ikki alt hetta eisini í Danmark? Eru tað ikki eisini donsk feløg, id hava projekterad, mett um og vurderað? Eru tað ikki teirra tøl og kalku- latiónir, ið liggja til grund fyri øllum hesum. Er tað ikki í stóran mun teirra tøl, frágreiðingar og umsóknir -við føroyskum undirsk- rivtum- ið útloyst hava tann so sera risikovilliga danska banka- og kreditt- felagskapitalin?. Og fíggingarstovnarnir, høvdu teir ikki allir sínar egnu metingarmenn, ið skuldi góðkenna hvert cin- stakt mál, áðrenn fígging var veit! Ella hvat? Skipafiggingarfeløgini ha- va i øllum førum síni egnu metingarmenn. Føroya landsstyri hevur sinar, tryggingarfeløgini hava sínar, klassifikatiónsfelg- gini hava sínar 0.s.v., 0.S.V. NYKOMMUNISMA Hvat er tað, sum hent er? Hava fíggingarfelggini un- dir- kent sínar egnu mctingar , tær sum útloystu fígging, og ella hava teir, við ser- loyvi til at gera seg inn á persónliga frælsi hjá fólki, við razziaterrori fingið prógv fyri, at skipasmiður- nar hava roknað sær ov stóran vinning? Er hámark Sett fyri avancaprocentið í skipasmiðjubranchuni? Hugtakið: "Útboð og eftir- spurningur", skal tað ikki galda meira? Fyrsta boð í kapitalistisku skipanini, skal tað ikki longur vera at virka fyri at maximalum.3