leygardagur 26. november 1994síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD Nr. 227 — 26. NOVEMBER 1994 Síða 21
>
vinningi?
Og endaliga: So leingi vit
ikki hava nakað frægari, er
tað tá klókt at byrja at taka
kapitalistisku skipanina
av?
Eru hetta nýgggju juristar-
nir, íð hava sett sær sum
mál, eins og Hitler gjørdi
tað, við at misnyta ákæru-
valdið, at taka yvir tað pol-
itiska valdið?
FUNDAMENTALIS-
TISKAR BRILLUR
Ti, hetta nýggja slagið, ið
sigst vera útgjørt við run-
dum sagblødum, har onnur
hava albogar, tykiskt vir-
kað synkront við broytin-
garnar í opiniónini?
Men var hetta alt íkki
neyvt í trå við c jiniónina
og sostatt sum fjøldin vil-
di hava hetta?
Fyrrenn nú har nýggja
maktcentrið í juraborgini í
Keypmannahavn er fari í
holt við at fínlesa hverja
tankastriku vid fundamen-
talistiskum brillum, tá, og
tað er tað eg meini við, tá
verður alt, eisini tað ku-
tyme -
betingada gjørt ólógligt!
Tað verður ikki eitt tað ci-
nasta av okkum ollum, íð
ikki verður tikid og dømt,
vita eftir!
Kanska verður tað ein ser-
lig alin, ið fer at vera nýtt,
tá straffútmátingar skulu
gerast fyri tey okkum, ið
hava troðkað ein hampuli-
gan bil inn í húsafígging-
supphæddirnar, og nú byr-
jar eisini at bliva galið vo-
rið við fyrstastcinskriteriu-
num hja Jesusi Kristi, jo
men se: Tað var ikki eg,
drongirnir teir fýrdu meg .
… Í bankanum vart tú
háðaður, var tú so bytur at
koma við tínum egna pe-
ningi. Tað stóð í fagurlit-
tum faldarum, at tå
nærmast var býttur, um tú
setti tín egna pening í eitt
(vinnu) tól: "Takið við ok-
kara tilboði um fígging,
brúkið okkara pening, tað
er eingin orsøk at binda
egnan pening í (vinnu )tól."
Fyri at:tað ikki skal vera
lygn, so er tilboð bankans
avmyndað her.
KATASTROFA
Tann, ið hevur ábyrgdina
av at hava sett hetta skrið-
ulop í ferð, er hann ikki
klárur yvir hvat hetta í ver-
sta falli kann enda við? Tá
síggi eg burtur frá í fyrsta
umfari, at hann Øv,
hvør enn hann ella tey so
eru, sjålvi koma at vera ti-
kin av hesu somu skridu,
so sikkurt sum amen í
kirkjuni. Tað umgongst ik-
ki.
ER ALT BROYTT
Mátin at gera eitt skitsu-
projekt, at meta um kost-
naðin. at fáa ætlanina vir-
ðismetta, at søkja um
fígging, at fáa principiella
tilsøgn, at detailprojektera
og koma til nýggj tøl, at
gera nýggjar mcungar, at
gera broytingar í bygg jti-
dini, at gera upp, og fåa
endaliga fígging, hetta er
tann máti ið verður brúktur
í flest øllum fórum.
Í princippinum akkurat tað
sama sum eg og kona mín,
ella tú og kona tín, kanska
børnini við, hava siti runt
køksbordi, meðan skitsað,
prátað og roknað varð, tá
ið tak skuldi fáast yvir
høvdid, ikki bert her hjá
okkum, men eisini í Dan-
mark og øllum vesturhei-
minum, umframt flestu að-
ra staðni í heiminum, so er
hetta måtin ið liggur til
grund fyri okkara slagi av
búskapi, tí kapitalistiska
"fría" marknaðarbúskapi-
num.
Tað eru nøkur, ið halda at
alt hetta kundi verið betri.
Kommunistarnir royndu
eitt annað slag av skipan,
hon royndist heldur ikki so
væl.
KOLLVELTING
Tað, sum er hent og hendir
í Føroyum, kann tað spyr-
jast um: Er tað ein roynd
at:trevla upp grundarlagið
fyri okkara búskaparligu
fyritreytum, her í llum ti
vestara heimspartinum, el-
la hvat? Men kanska at:tað
verður ikki so galið, vit
avrætta bara nógmikið av
folki , so ríkiligt, at vit eru
viss um, at tað eisini hevur
eydnast at raka tey id ra-
kast skulu.
At vit fáa nøkur óynskt lík,
tað hoyrir seg bara til. Tak
td. Hiroshima. Har drupu
vit nøkur 100.000, men vit
fingu so sanniliga blást tað
japanska keisarahúsið til
himmals, ella gjørdu vit ik-
ki tað?
Jo men se, Iraq det var sgu
da í orden.
Har blástu vit einar 4 -
500 000 iraqar heim til
teirra Harra, fyri at basa
Satan te og vit fingu
hann.
Hann er ikki vid at koma
fyri seg aftur, fyrrenn nå.
So um eini 1200 til 2000
fólk beinleiðis ella ikki
beinleiðis vera rakt í he-
sum umfarið - jo men se,
tað skulu tit bara læra at li-
va við.
Og um nakar fær ilt í aftur-
partin av at eg skrivi
danskt - hvat bagir - er
danskt ikki trygd fyri ok-
kara rættartrygd?
DANSKE BANK
Eingin veit, kanska fáa vit
Juraborgina at hyggja
nærri at einum máli, har
farið var í so vítt, sbr. ka-
pitalistiskum mátum. Tað
var tann kollo sali yvirprí-
surin føroyski skattgjaldar-
ar, yvir landskassan, vórðu
kroystir at lata fyri Den
Danske Bank. Kann tað ik-
ki eisini sigast vera
yvirfígging? Ella var tað
bara "tough business," gott
arbeiði 0.s.v, alt í allarfi-
nasta lagi, sjálvt um tað
kostar nakrar hundrað fer-
dir meira enn tað, id tala
verður um í samband við
skipabyggjumál?
Ella Ráfiskaspurningurin
har Fouchénevndin í
21,5 ár kostaði skattgjal-
daranum ml. 10 og 12
milliardir krónur, gjørt upp
sbr.89 tólum. Ella bara fla-
kaídnaðin, har tað eydna-
dist donskum konsulentfy-
ritøkum, vid føroyskum
undirskriftum, at fåa
fíggjað ein (yvir) pris,
stóran uml. 1 000 milliónir
krónir, um tað forslær,
men hver veit og enn verri,
hvor skal siga, at slíkt he-
vur nakað við yvirfigging
at gera?.
Nei eg meini so við.
Nú tá ið skriðan er lopin,
hví so ikki royna at fáa
heila lortið við?
Vit reisa okkum tá aftur
sum fuglurin Fønix , strip-
totalt strippad,
uppaftur úr øskuni rein, lu-
trad, avsmurd, men so rein
við tann bera kropp, líka
so nakin sum Adam og
Eva, áðrenn tey vóru varð
við, at nakað var niðan fyri
nalvan.
Eitt sindur av einum para-
doxi. Aðrenn syndafalli
kundu vit saktans havt ti-
kid upp hin fyrsta stcinin,
men nú ber illa til, vil
hann ikki fáa ein australs-
kan form, ið ger, at hann
rakar okkum sjálvi?
Nei eg bara spyrji.
Eg hugsi um húsini, bilin,
vaskimaskinurnar, frysu-
boxirnar, sterco, sjónvarp,
Rhodos, Mallorca, um at
skifta køkin út, svart arbei-
Di 0.S.V. O.S.V.
Ella um byrgingina norðan
fyri Streymin og Føroya
Banka og Olaf Olsen. Ella
neyndarformanssessin á
Skála Skipasmiðju, aftan á
at ein ministari fyri handil
og ídna sendi tveir avtø-
kustjórar til skipasmiðju-
na, har Heygadrangur, á
sinni, stóð í hálvum gekki
og hvussu í verðini tað
skuldi kunna lata seg gera
aftan á, sum ministari at
hava koyrt skipasmiðjuna
á heysin, sjálvur at kunna
partognast hesa skipasmið-
ju og sjálvur at kunna seta
seg í formannssessin eftir
hetta.
NEMESIS
Tað verður sagt, at einki er
so ringt, at:tað ikki er got
fyri okkurt. Kanska fara
hesir glúbsku nýggju juris-
tarnir í holt vid at hyggja
eftir teimum viðurskiftu-
num eisini? Spurningurin
ið eftir stendur, er um het-
ta alt íkki heilt sjålvfylgju-
ligt eisini fer at raka ein
sjálvan? Og er tað ikki ci-
sini soleiðis at citthvørt
stcinkast å cin annan,
djúpast sæd er cin kryplan
av einum sjålvum, ti hevur
nakar fragd av at annar
ferð illa, tå er ein illa
sjúkur og hevur cina kry-
plaða sál.
Eg hugsi um meg sjálvan!
PRESSA
Komi eisini at hugsa um
journalistin á Sosialinum,
Jåstinus Ejdesgaard. Hann
skrivar 22 nov.: Uppger-
ðin mótvegis åltatiårinum
heldur fram. Hendan upp-
gerð kemur ikki at ríka
foroyingin, men kann hon
seta eina skorðu undir
foroysku skútuna, so hon
ikki aftur dettur á liðuna.
so er nógv vunnið Nei,
rætt hevur tú Júsúnus:
Abyrgdin og ræuvísi ver-
dur ikki funnið, um teir
fjøruti skuldsettu
(Følkadømdir í somu løtu,
Pressan vildi tað so!) enda
í rættinum, og kanska fáa
dóm. At "rætta bakara fyri
smið" er ikki ræutvísi og
tað flytur onga ábyrgd.
Justitsmorð er eingin skor-
da, Warlurímóti tað er veg-
urin ul sjålvsdestruktion,
tað er frelst fundamentalis-
ma, tað er hykl og mo-
ralskt forfall.
AVMARKA SKRÆDL
Men lat okkum fyri fyrst
halda og vóna at hetta ci-
nans fer at snúgva seg um
skip og skipabygging.
Skaðaárinini verða tá av-
markað ul yrkisøki0
skip/skipabygging og met-
ast kann fyri og ímóti, tá
tað í Føroyum, komandi
100 árini ikki verður
møguligt hjá nøkrum
føroyingi (clla nøkrum
ødrum vid ulknyti ul
Føroyar) so mikid sum at
nevna orðið skip, fyri ikki
at tala um at:fáa figgja
nakra skipabygging.
UTTAN SKIP
Føroyar og løroyingar
skulu í Ld. 100 år liva ut-
tan at:tala um, ella fáast
við tey amboð, sum higar-
til hava hildi okkum á lívi.
Hetta skulu vit il at venja
okkum við, tí hetta eru
konsekvensirnar av hesi
terroristlíknandi herterdi-
ni, og tá er ógvusligu síðu-
årinini ikki tikin vid, tí tey
eru so umfatandi at illa ber
til at fyristilla sær teir sor-
garlcikir, ið eru farnir fram
inni hjá hundradtals famil-
jum, hjá mammum og
børnum og næstringum til
hesu fólk ið fingu jødisku
Krystallnåttina so nær inn
at lívinum sum tilfellið
bleiv.
PRESSUVIT
Neyvan mundi tað verða
tílíkt journalistiska TV-
stjørna okkara Ø. Winthe-
reig mundi hava í huga-
num tá hann byrjaði sín
kanónjournalistik í Svf?
Eg minnist at eg hugsaði:
Endiliga hava vit fingi ein
journalist, ið torur at siga
tað ið sigast skal. Nú fór at
bera til, at fáa allar teir
stóru tabuspurningarnar
fram í ljósi: Ovurfiskiska-
pin, grunnarnir, flotasa-
mansctingin, flakavinnan,
blokkframlcidslan og tær
500 milliónirnar, hetta yvir
studningin kostaði samfe-
lagnum, um árið. Og avdú-
kingarnar um, at veðhald-
smilliónirnar í '89 gjørdist
eitt vinnulivspolitiskt
strategisk mál, Og søgan
um hvussu 180 milliónir í
Wwungnari uppsparing vóru
býttar út millum Flakavir-
kisleiðslurnar av landstyri-
num J.Sundstein.
Men hvat fingu vit? Hey-
gadrang, hvors fíggjarliga
grundarlag var sorla av so-
mu cirindaleysu kreftum
sum fóru vid 2000 millió-
num í effekuivum vedhal-
dum eftir einans 20 mána-
ðum.
Hcvdi tað so av illum veri
eitt reint skot! Men ein
neyðrakett skotin beint
upp í loft, har hon hevur
hingið líka síðan, eyg-
gleidd dag og nátt av ci-
num fólki, ið einki annað
hevur sæð, meðan svartir
skuggar fjala okkara son-
nu, stóru og fjøltáuaðu tru-
pulleikar. Teir, ið eingin
talar um. Slíkt er at har-
mast um.
4-500 ARBEIÐSPLASS
OG
ROTIN EGG
Sum onkur tók til, at tað
ikki í føroyska skipasmið-
jurelateraða heiminum, ik-
ki hevur funnist okkurt ro-
ud egg, tað er dumgongi-
ligt, men so at taka og sen-
da allan eggjakassan í
ringrås, tað må sigast at
vera harmuligt.
Nógvir okkara hava stridst
alla okkara ævi, at byggja
okkum føroyingum skip
og ein skipa smiðjuídna.
Ikki eina løtu hevur tað
verið neyðugt annað enn at
fegnast um gongdina sei-
nastu, gott 30, árini. Eisini
hava vit verið stoltir, hvør
í sínum lagi av avrikunum
hjá hinum, eisini sjálvt um
tað ikki eydnaðist nóg væl
at virka saman, og bæði in-
nan- og uttanlanda, at stan-
da meira samdir.
Kortini nógvir 100 góðir
manns hava kent tað sum
stóran heiður at hava verið
vid at bygt føroyska flotan
upp.
Nú er hann rotin og hvat
At hava mist alt hettar á
' gólvið sum konsekvens av
i
ð
hásum fundamentalistisk-
um brølum um blóð og
hevnd, um fongsul og kon-
fiskation, tað er harmiligt.
RÆTTARTRYGD
Móti terrorismu er bert eitt
vápn:
Okkara pressa.
Utan so, at okkara pressa
fer uppí part við terroristu-
num.
Hetta tykist at vera tað, ið
hent er.
Spurningurin er hví?
Hví er hetta so?
Er tað tí at øll hesi, ið man-
na okkara pressu, eru so
rein, at tey í hvørjum små-
luti eru so frelst, at tey hal-
da seg til, at kunna gera
tað sum Jesus fekk sett ein
stoppara fyri, tá hann seg-
i: "Tak tú, id er reinur,
og kasta tann fyrsta stei-
nin”.
Ella er hetta følt av hatri,
blanda vid býttleika. Pa-
nikkur og/ella orkymlan.
Ti - kann tað ikki sigast, at
vit hava vid, å einhvønn
hátt merkilig, fólk at gera,
sum soleiðis hava tveitt al-
lar føroyinar, tað samlaða
føroyska fólki, tjóðina alla,
í føvningin á Kirsten Ja-
cobsen, til háspott og sku-
tils millum, fyrst og fremst
alt danska fólkið.
Gyklar ein føroyskur jour-
nalistur sær sovorðið sum
hetta, at danir fara at skilja
ímillum tvey sløg av
fólkum: tey sum hava fin-
gist við skip, og so tey sum
aldrin hava havt við eitt
skip at gera, sum til dømis
onkur føroyskur journalis-
tur?
Halda føroyskir journali-
star, at tað er munur á ei-
num føroyingi og einum
føroyingi, í Danmark, í
Grønlandi, í Skoulandi, í
Englandi, í Noregi, Íslandi
ella í Svíaríki, at tey frem-
mandu fara at siga: Hatta
er cin føroyingur, sum cin-
ki hevur haft við skip at
gera, hann hevur bert fin-
gist við at súgva føroyska
landskassan fyri 5 - 600
milliónir, um ári í 21,5 ár.
(Hann er kannska okkara
løgmálaráðharri idag, og
kann í ti skilið beita poli-
tiid eftir einum og
hvørjum, ið bara hevur
hugt skeivt uppá hann se1-
nastu 20 árini) ella hasin,
hann ger tað ikki í skipum,
hann hevur bert haft onkra
yvirfíggjaða Idé, ella hasin
hevur einans fingist við
spekulatión í jørð, og er
sostatt so gullreinur, og
hasin, hann hevur einans
fingist við tann samlaða
føroyska flakaíðnaðin ( fy-
rigevið, tað vóru ikki
føroyingar, tað vóru danir
íð fingu lagt einar 1000
milliónir oman á réella vir-
di, á teim fyroysku flaka-
virkinum, vistnok!). Og
hvor var tað, ið mátti gjal-
da í síðsta enda? VIT, jú
men er tað ikki altid so?
Men vóru tað ikki cisini
VIT id róptu flakavirki á
hvørjum tanga? -Jú guð
var tað so, og havandi
støðuna í Vági, í Sandoyn-
ni og aðrastaðni við, í hu-
ga, halda vit so ikki fram
at rópa akkurat líka so
hart, sum vit altid hava
gjørt tað? Ella hasin, hann
hevur einans fingist við
sethúsayvirfígging, ja
hann fekk virðið so langt
upp, at hann í låniupphæd-
dini eisini hevdi nógmikið
til bæði luxusbil og uttan-
landaferðir. Ella tak han-
dan fýrin har, hann hevur
bert selt sína arbeiðsmegi
og tænastur somikið ni-
danfyri dagsprisin, at:skat-
turin er frároknaður, solet-
dis at felagskassin/land-
skassin er vorin snyttur fy-
ri sin part, men hann kann
jú saktans, hann arbeiðir
ikki hjá ti almenna, verður
ikki kannað-ur í høvd og
reyv og hann kann gera,
sum honun lystir.
SAKLIG
FJØLLBROYTT
RÆTTARTRYGD?
Sambart Ø.Winthereig
(Fjølnir 7/94) er fremsta
mál hjá einum (føroysk-
um) journalisu: Sakligheit
og fjølbroyuni? Eitt er at
fara undir stórvask, men at
drassa alt oman ul grannan
og har byrja at leika í, hvat
er tað fyri nakað?
Ein spurningurin um etikk
og moral kann tað so slet-
us ikki verða talan um. Er
tað nakar ið kann ímynda
sær eina moralska kapita-
lismu ið virkar sambært
etiskum reglum?
J.smith.
ps. Men hetta er kannska
sett í senu av Tjóðveldis-
monnum ið nú eru vornir
ótolnir og vilja hava loys-
ing, tí loysing ferð at spyr-
jast burtur úr so ella so!
Ella tað var bara Staturin
ið vildi trekkja tennimar úr
føroyingum nú teir av ál-
vara eru farnir at:telva við
bretar um 1 000 milliarda
oljuvirdir, i føroysku un-
dirgrundini?
Ella er hetta alt kannska
ikki annað enn mín egna
raplandi paranoia?
John Smith