týsdagur 29. november 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
1 rr
Nr. 228 — 29. NOVEMBER 1994
Sida 10
REPORTASJA:
Hilmar Jan Hansen
DE
Tá ein ætlar sær til kirkju-
vígslu, er tað altíð ein stórur
fyrimunur at vera á staðnum
í góðari tíð.
Hetta fekk blaðmaðurin
at sanna sunnudagin, tá
nýggjakirkjan á Heygunum
á Toftum — Fríðrikskirkjan
er hon uppkallað eftir
skyldmanninum Fríðriki
Petersen — varð vígd seinna-
partin sunnudagin.
Upptikin á gðrum stað til
fáar minuttir fyri vígsluna
eydnaðist ikki blaðmannin-
um at stíga inn um nýggju
kirkjugáttina fyrr enn
klokkan var farin av trý.
Har var stúgvandi fult av
fólki.
Forkirkjan var á temur,
sjálvt kirkjuskipið var á
tremur, kirkjukjallarin var á
temur og gll onnur høli, har
fólk — um ikki annað —
kundu hoyra nakað av tí, ið
fór fram undir vígsluni,
vóru eisini á tremur.
Kortini eydnaðist blað-
manninum við stórari hjálp
frá einum av deknunum at
fáa sess á næstfremsta
bonki, undir liðini á fyrrver-
andi prestafrúuni á Nesi,
Onnu Kass.
Men tað var við einari
hálvari skuldarkenslu, at
blaðmaðurin setti seg í tóma
sessin, tí so mong onnur, ið
standa Fríðrikskirkjuni væl
nærri, fingu ongan sess —
summi teirra noyddust at
fara heimaftur, so fult var av
fólki.
Kirkjan tekur 600 fólk, tá
hon er full. Men sunnudag-
in mundu vera nærri 1.000
fólk í henni.
Hátíðardámur
beinanvegin
Vígslan byrjaði í Miss-
iónshúsinum, haðani
skrúðgonga við biskupin-
um Hans Jacob Joensen og
ríkisumboðsmanninum
Bent Klinte á odda gekk út í
kirkjuna við teimum heil-
agu kørunum og bókunum,
ið hoyra til kirkjuna.
Við í hesi skrúðgonguni
vóru prestarnir Jónsvein
Bech, Jákup Kass, Jógvan
Fríðriksson, Peter O. K.
#0
Fríðrikskirkjan var stúgvandi full — hon tekur 600, tá ful
Isett er, men sunnudagin mundu vera nærri 1.000 fólk í henni. Á
loftinum var stóra felagskórið, ið bæði framførdi fleiri verk og stuðlaði sálmasangin
Nýggja Fríðrikskirkjan
partin sunnudagin. Og
roynd, meðan ein hin besta kørframførs
Olofsson, Emil Olsen, Tor-
kil Beder. Høgni Poulsen,
Petur M. Rasmussen, Bjarni
Bæk, Uni Næs, Inga Poul-
sen Dam, Erland Beder,
Marjun Bæk, Jåkup Mag-
nussen og Sonja Klein,
landsstyrismadurin Såmal
Petur i Grund og kirkjuråds-
limirnir Niklas Foldbo, Jac-
ob i Hjøllum, Ami Høj-
gaard, Niclas Davidsen og
Hans Jacob Hansen. Tveir
kirkjuráðslimir eru aftrat, ið
tó ikki vóru við í skrúð-
gonguni — Ólavur Magnus-
sen, ið er klokkari, og Petur
Jacob Petersen, ið er til
skips.
Meðan stóra kórið við
einum 130 sangarum undir
leiðslu av Finn Evald, dóm-
organisti i Roskilde, sang 8.
sálm, gekk skrúðgongan úr
forkirkjuni og gjøgnum
kirkjuskipið fram í kór.
vígsluna frá byggingini og nýggju kirkjuni. Tað er einki at liggja omaná, at Niklas hevur
verið sera íðin at fáa sett byggingina av Fridrikskirkjuni í verk, og tað munnu øll tey, ið
hoyra til staðið, vera sera fegin um — nýggja kirkjan er eitt prýði bæði innan og uttan
Beinanvegin var sannur
hátíðardámur yvir vígsluni,
og ikki minst gjørdi frålika
kórið sítt til, at so var.
Serlig inngangsben
Jákup Kass, ið var prestur
á Nesi undan Jónsveini
Bech, bað síðani eina inn-
gangsbøn, ið serliga var
ætlað til høvid.
Fyrsti felagssålmurin, ið
sungin varð í nýggju kirkj-
á Heygunum á Toftum var stúgvandi full til vígsluna seinna-
hesa hátíðarlótuna slapp frálíki akkustikkurin at standa sína
lan her á landi setti sín serliga dám á vígsluna
uni, var >Her við strendur
hevur staðið kristin kirkja
øld um øld«, ið Heini F.
Petersen yrkti í sambandi
við 50 ára fødingardagin hjá
Sandavágs kirkju.
Hóast orglið >bert< var
eitt elektriskt orgul, ljóðaði
ta hesa løtuna, sum var tað
rættur pípuorgultónleikur,
ið rungaði av kirkjuloftin-
um, har sangararnir eisini
væl og virðiliga stuðlaði
Høgni W. Larsen og Jórun í Dali saman vid soninum Sigmundi. Høgni hevur teknað Fríð-
Tidindabladid (3771)
sangin.
Síðani talaði Hans Jacob
Joensen, biskupur.
Hann hevði útgangsstøði
í Matt. 16,16-19, ið er um
Kristus-játtan Pæturs. >Tú
ert Pætur, og á hesum kletti
vil eg byggja kirkju móna,
og helheims portur skulu
ikki fáa vald á henni,< endar
teksturin.
— Hetta er ríka og mátt-
miklalyftið, sum Jesus hev-
ur givið kirkju síni á fold-
um. Kirkjan kemur ikki av
tilvild, og hon er heldur ikki
mannaverk, segði biskup-
urin.
— Tað er Jesus sjálvur, ið
skal byggja hana, og hann
skal byggja hana á ápostulin
Pætur.
Kom inn á dópin
Í talu síni kom Hans Jacob
Joensen eisini inn á dópin,
og eisini nart hann við ta
skriving, ið hevur verið í
bløðunum í síðstuni um
dópin.
— Limir í kirkju Jesu
Krists gerast vit í dópinum.
Soleiðis hevur tað verið frá
fyrstu løtu, og tað kann ein
og hver sannføra seg um við
at lesa Apostlasøguna, elstu
kirkjusøgu, ið til er, segði
biskupurin.
— Eg havi heldur ongantíð
dugað at skilt, hví vaksin
fólk lata seg sjálvi doypa, tá
ið tey við trúnni eru sann-
førd um, at tey hoyra Guðs
ríki til, men nokta børnun-
um hendan sama dóp, hóast
Guðs ríki eftir Jesu egnu
orðum nettupp hoyrir teim-
um til.
Víðari tosaði hann um, at
tað hevur týdning at varð-
veita virðingina fyri kirkj-
uni sum gudshúsinum.
— Máa vit stødid undan
kirkjuni sum gudshúsinum
burturav, tá kann skjótt eis-
ini annað fara fyri skjeyti,
sum vit í longdini ikki toldu
at missa, segði Hans Jacob
Joensen.
— Eg ivist onga løtu í, at
tann dag, tá ið kirkjan ikki
longur er húsið fram um øll
onnur hús í bygdini, tá eru
vit vorðin fátækari, enn vit
vóru, hvussu rík vit so ann-
ars eru.
==
rikskirkjuna, og hevur hann verid vid alla tíðina, meðan byggingin er farin fram. Eingin ivi
um, at hetta var ein heilt serligur dagur fyri hansara viðkomandi — tað, ið bert vóru strikur
á pappíri fyri tveimum árum síðani, er í dag ein prýðilig kirkja