týsdagur 29. november 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CH
Nr. 228 — 29. NOVEMBER 1994
Síða 11
Michael Johan Heinesen er klárur at venda einum av nåtablødunum, medan dómorganisturin í Roskilde, Finn Evald,
spælir Conserto í H-moll eftir Gottfred Walther, ið var postludium vígsludagin í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Teir báðir
høvdu eisini ábyrgdina av stóra kórinum, ið sang — tann uppgávan varð loyst til eitt reint UG
-
Standa fyri
Guds andliti
At »heilheims portur
skulu ikki fåa vald å kirkj-
uni,« bygdi biskupurin enda
å taluni å.
— Tad er hesin bodskapur,
ið skal verða boðaður i hes-
um húsi við gudsordinum
og sakramentunum, segði
hann.
- Her skal hitt niður-
boygda hjartað verða ugg-
að, og hitt harða sinnið
verða boygt. Her skal menn-
iskjað verða bygt upp, so tað
kann standa ímóti øllum tí,
ið vil bróta niður.
Eftir taluna hjá biskupin-
um komu fýra prestar —
Jógvan Fríðriksson, Peter
O. K. Olofsson, Emil Olsen
BASARUR
verður i
KFUK
TYSKVØLDID
29. nov., kl. 19
Inngangur við Edith
Dahl. Borðsela (m.a.
nógvir hondbundnir lut-
ir), Kondittarí, Fiski-
brunnur.
Eydnuhjólið byrjar kl.
20
Mikudagin 30. nov. kl.
19 verður framhald av
basarinum, sum endar
við, at lutaseðilin verður
OtyN.
EET
KFUK - Vardagøta 9
og Jákup Kass — fram á
kórsgáttina, haðani teir lósu
fýra petti úr skriftini, áðrenn
Hans Jacob Joensen vígði
kirkjuna frá altarinum, har
hannlýsisgrngyeirkiiki
una og alt, sum í henni er.
Akkustikkurin fær UG
Nú slapp kórið aftur at
syngja, og vórðu framførd
trý verk.
Fyrst sang kórið >Min
sjæl, lov Herren« eftir An-
thon Bruckner, og síðani út-
seting eftir R. Vaughan
Williams av sálmi 34,9 —
>Bragdið og kennið, at góð-
ur er Harrin«. Her sang
Leila Højgaard solopartin.
At enda f hesum umfar-
inum sang kórið »Tidin
rennur sum streymur í å«
eftir Fríðrik Petersen. Hesin
sálmur varð sungin við
lagnum hjá Hans Jacob Hgj-
gaard, men við nýggjari út-
seting eftir Finn Evald.
Hetta síðsta var kanska
eitt sindur óvæntað, tí hav-
andi í huga tann ovurstóra
týdning Hans Jacob Hgj-
gaard hevur havt fyri sangin
á Toftum, hevði tað ikki
verið við síðuna av at brúkt
hansara útseting til lagið.
Hendan framførslan hjá
kórinum var ein annars
styrkiroynd av akkustikk-
inum í Fríðrikskirkjuni — og
hon stóð royndina við ein-
um reinum UG.
Og at eysturoyingar eiga
nógvar av frægastu kór-
sangarum Føroya, varð eis-
ini dyggiliga undirstrikað
av kórinum, ið førdi fram
nakað av ti frægasta, ið
hoyrt er her á land', tá talan
er um kórsang.
Tað var ein fragd at lýða á
kórið, ið Finn Evald sera
hegnisliga hevði undir hond
— hjålptur av Michael Johan
Heinesen, leiðara av Tofta-
kórinum.
Heppin at uppliva
eina kirkjuvígslu
Undan prædikuni hjá Jón-
sveini Bech yvir dagsins
tekst úr Matt. 21,1-9, varð
sungin felagssálmurin
„Kirkjan hon er eitt gamalt
hús<.
Jónsvein Bech legði í
prædiku síni eisini dent á
tann týdning, hesin serligi
dagur hevði fyri kirkjuliðið,
og segði hann, at hetta var
ein dagur, ið sætt hevur ver-
ið fram til við væntan og
vón — ein gamal dreymur
fyri nøkur.
— Ein kirkjuvígsla er ein
stórhending, sum tað bara
er lagað nøkrum fáum ætt-
arliðum at vera við til. Og so
at vera so heppin at hoyra
vid til tað ættarlidid, sum
upplivir eina slíka hending,
segði sóknarpresturin á
Nesi.
— Tað kann knipa at finna
orð fyri teimum kenslum,
sum vella fram í einum.
Mangan hevur tað sæð eitt
sindur svart út, um tað
skuldi fara at eydnast okk-
um at koma so langt hendan
dagin, men tað ger bara dag-
in enn gleðiligari og stórri
fyri okkum, at tað eydnað-
ist.
Vidari tosadi hann um, at
tad 16 ikki bert var hendan
vigslan, ið var ein serlig
hending í kirkjuni:
— Hvør einasta gudstæn-
asta, ja, hvør samvera í Jesu
navni er ein serlig hending
fyri okkum, segði hann.
- Ikki vegna teir karmar,
vit savnast í, men ti at Jesus
kemur og er saman við okk-
um. Og har Jesus er, er han
til staðar við allari sínari
signing og gávu.
Dóttir prest
borin til dópin
Eftir prædikuna sang
stóra kórið latínska sálmin
»O kom, o, kom, Immanu-
el«, ið varð sungin einrædd-
aður — skiftandi millum
kvinnur og menn. Hendan
sálmin stjórnaði Michael
Johan Heinesen kórinum,
meðan Finn Evald hevði
orgulsfylgispælið um
hendi
Aftaná varð sungin fel-
agssálmurin >Lat hurðar
upp, ger borglið breið<, og
síðani varð farið yvir til
barnadóp. Ein genta og ein
drongur vórðu borin til dóp-
in — Birita Bech og Brestir
Mikkelsen.
Til stuttleika kann nevn-
ast, at Birita Bech er dóttir
Jónsvein Bech, og tað var
prestafrúan, ið bar dóttrina.
Undan dópinum varð
sungin >Harrin rættir út sín
arm< og eftir dópin >Lat
anda tin við okkum vera«.
Síðani varð kollekt og
vælsignilsi, og aftaná slapp
kórið einar aftrat framat við
»Heidur tær veri, Guð og
faðir< úr verkinum Magni-
ficat eftir J. S. Bach. Hend-
an framførslan setti krún-
una á verkið hjá kórinum.
Aðrenn deknurin Ernst
Hansen so læs útgangsbón-
ina, varð sungin advents-
sálmurin >Ver vælkomið,
Harrans ár<.
Tá tey níggju bidisløgini
vóru ringd, spældi Finn Ev-
ald postludium. Tað var
Conserto í H-moll eftir
Gottfred Wather, og meðan
orgultónleikurin rungaði
niður av loftinum, gekk
skrúðgongan við biskupin-
um og ríkisumboðsmann-
inum á odda út eftir kirkju-
gólvinum, og síðani kundi
fólkið fara út.
Tvey børn vórðu borin til dópin undir vígslugundstænastuni — B
Nátturðabiti
í kirkjukjallaranum
Ein stórur partur av fjøld-
ini, ið hevði verið við ul
vígsluna fór kortini ikki út í
ódnarveðrið, ið leikaði á
uttanfyri, tí beint eftir sjái va
vígsluna varð boðið til nátt-
urða í kirkjukjallaranum.
Eftir nátturðan greiddi
fyrst Niklas Foldbo, kirkju-
ráðsformaður, frá bygging-
ini og ymiskum í sambandi
við nýggju kirkjuna, og eis-
ini flutti landsstýrismaður-
in í mentamálum, Sámal
Petur í Grund, fram rødu.
Eisini vóru einstakar aðrar
heilsanir bornar fram í sam-
bandi við vígsluna.
Aftan á borðhaldið í
kirkjukjallaranum varð aft-
ur farið uppá, har hesin há-
tíðardagurin endaði við
stuttari andakt, ið Jákup
Kass, fyrrverandi sóknar-
prestur á Nesi, helt.
Her varð byrjað við inn-
gangsbøn, áðrenn sálmurin
„Klettur, klovin fyri mær«,
varð sungin. Síðani helt
presturin andaktina.
Aftaná varð sungin
»Fedranna trúgv — o sterka
vár<. Síðani varð kollekt og
vælsignilsi, og aftur varð
sungin ein sálmur — >Prísa,
sål mín, himnadrotti« — áðr-
enn endað varð vid útgangs-
4
iritaBech og Brestir Mikk-
elsen. Birita Bech er dóttir prestin Jónsvein Bech, og tað er prestafrúan, Heidi, ið heldur á
barninum. Sunnudagin høvdu prestur og sonurin
lavur eisini dópsdag, og fyri at nevna
eitt annað samanireff, so høvdu fyrrverandi prestahjúnini á Nesi, Anna og Jákup Kass, 45
ára brúdleypsdag sunnudagin, umframt at dóttir teirra, Mariann, eisini hevði dópsdag
Prestarnir Jákup
Kass, Emil Olsen, Peter O. K. Olofsson og Jógvan Fríðriksson, lósu brot
úr skriftini, áðrenn biskupurin Hans Jacob Joensen — sæst aftanfyri — hevdi sjálva vígsluna