Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ Noreg og útnorður- londini mugu nú standa saman Oddagrein NORSKA fólkaatkvgðan gjørdist ein stórsigur fyri tey mongu, sum halda tað vera skeivt at verða innlimað í stóra ES- felagsskapin. Hóast talan í stóran mun var um vinnuligar spurningar, so var fólkaatkvgðan so sanniliga eisini ein spurningur um hugburð - um demokrati - um sjálvsavgerðarrætt. Mangir norð- menn atkvøddu nei, ti at teir halda ikki ES vera demokratiskt og menniskjans- ligt nokk. Tískil var úrslitið eisini ein sigur fyri demokratiid. ES er ikki demo- kratiskt nokk. FYRI Føroyar er úrslitið gott. Tað ger, at vit fáa eitt skotbrá at fáa betri viður- skifti við ES. Var Noreg farið upp í ES á nýggjárinum, so hevði tað kunnað fing- ið rættiliga álvarsligar fylgjur fyri før- oyskan fiskaútflutning. Tað verður vón- andi lættari hjá førovingum at hava við norðmenn at gera í fiskivinnusamráð- ingunum enn at skula samráðast við ES. Tað er ein styrki fyri okkum, at okk- ara størstu kappingarneyti er uttan fyri ES. Vit vilja appelera til norðmenn um at vísa smátjóðunum í Norðuratlants- havi størri ans og royna at virka saman við hesum londum. HVUSSU verður við norðurlendska samarbeiðinum nú tvey norðuriond fara upp í og eitt sigur neitil ES eru tað helst mong, sum spyrja. Tað eru tey, sum halda, at tað at Svøriki fer upp í ES, fer ikki at hava nakra ringa ávirkan á norðurlenska samstarvið. Prátið um at Noreg, Føroyar, Ísland og Grønland verða isolerað, nú hesi lond standa utt- an fyri ES er møsn. Saman eiga vit ómetaliga stórt rikidømi í fiskinum og í oljuni. Hetta eru júst tvær vørur, sum ES í framtíðini kemur at hava størri og størri tørv á. Norska neiið er stór av- bjóðing til londini í Norðuratlants- havi.Tad krevur av okkum, at vit standa saman heldur enn at stridast hver móti gørum. Soatalanin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl Ljósmyndari. Kalmar Lindenskoy Blaðfóis- Randi Jacobsen - Dagny Útgevari- PM Sosialurin Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng P/T Sosialurin Argjum Hilmar Jan Hansen - Prent: Pt Pressan 1981 | Te'elon: 11820 Jústinus Eidesgaard Bústaður Argjavegl 26 i Postadr.: Postsmoga 75 67. ÁRGANGUR 110 Tórshavn Telefaxr- 14720 Rættin til at velja fosturtøku Í seinastuni hevur kjak aftur stungið seg upp um tvey evni, sum eru av serligum áhuga fyri kvinnur: javnstødulégin og rætturin til (fría) fost- urtøku. Grundgevingar- nar fyri at avtaka javn- stóðulógina hava verið, at vit hava javnstødu. Men innan tey ymsu samfelagsøkini er ofta ilt at fáa eyga á ta sokallaðu javnstøduna. Á løgtingsvalinum 7. juli hendi tad glediliga, at fimm kvinnur vórðu valdar á ting, og hóast enn er langt á mál — Lv.S. eitt javnt býti millum kynini — so má hetta sig- ast at vera eitt stig á rætt- ari leið, og eitt stórt framstig í mun til undan- farin val. Men í mun til samlaða tingmannabytid er stóðan framvegis syndarlig! Í løgtinginum sita heili 27 mannfólk og bert 5 kvinnur, og við- víkjandi landsstýris- manningini, so er stødan uppaftur verri — har eru heili 7 mannfólk, men ongar kvinnur. Tað við vid gðrum orð- um siga, at á teimum gkj- um, har tær týðandi av- gerðirnar verða tiknar, verða hesar í alstóran mun tiknar av monnum, men tær eru galdandi fyri øll. Tað er av alstórum týdningi, at eisini kvinn- ur gerast meira politiskt ; virknar, tí bert soleiðis fæst ávirkan á tann gerandisdagin og tað um- hvørvid, ein er partur av. Tað er umráðandi at flest møgulig sjónarmið er umboðað á teimum stød- um, har fyritreytirnar fyri gongdini í og menningini av samfelagnum verða skaptar. Tað hevur týdning at fáa umboð á ting, sum eisini kunnu verja kvinnupolitisk sjónarmið, og er hetta neyðugt nú tað vísir seg, at tað eru flokkar á tingi, sum ikki virða (vunnin) rættindi hjákvinnum. Sum dómi um hetta er uppskotið um at avtaka javnstødul6gina og spurningurin um fostur- tøku, sum enntå komu vid i fyrra samgongu- skjalið. Tað skuldi sostatt gerast uppaftur torførari hjá kvinnum at fáa fosturtøku. Í kjakinum hevur verið frammi, at kvinnuni, í staðin fyri fosturtøku, skal standa í boði at fáa sálarliga og fíggjarliga hjálp, meðan hon er við barn. Men tað sær ikki út til, at hugsað verður um, at barnið eisini hevur eitt lív eftir føding. Tað er ikki nóg mikið at tryggja fíggjarliga hjálp undir barnsburði. Tað fødda barnið hevur eisini rætt til ein tryggan og menn- | andi uppvøkstur. Tað eru nógv og ymisk sjónarmið knýtt at spurn- inginum um fría fostur- tóku, og tí er hann ikki so einfaldur at taka stóðu til. Vanliga tá kjakast verður um fosturtøku, verður hetta gjørt út frá religiøs- um sjónarmiðum, meðan aðrar umstødur als ikki verða tiknar við. Her verður hugsað um aldur á kvinnuni, sosialar um- stødur, ynski um ikki at fáa (fleiri) børn osfr. Fosturtøkur eru ikki nakað nytt fyribrigdi, men hava verid framdar til allar tíðir. Ti lika mik- ið hvussu lógin er orðað, so eru tað kvinnur, ið av ymsum orsøkum ikki ynskja at seta børnini í verðina. Fyri hesar kvinnur er tað av alstór- um týdningi, at fosturtøk- urnar verða framdar und- ir ryggum umstødum fyri at tryggja heilsuna hjá teimum. Lógin, sum framvegis er galdandi í Føroyum, stavar frá 1959. Sostatt var ein sórur meiriluti av teimum kvinnum, sum í dag eru í burðardyggum aldri, als ikki føddar, tá lógin var samtykt. Um- framt hetta, so eru bæði tíðirnar og umstødurnar — bæði sum heild og hjá kvinnum — nógv broyttar hesi 35 árini. Henda lóg setur tær kvinnur, sum ynskja fosturtøku, í eina ringa stóðu: antin skulu kvinn- urnar siga seg vera sálar- liga sjúkar, ella skulu tær kriminaliserast, bert tí tær ynskja at taka eina av- gerð, sum fyrst og fremst viðkemur teimum sjálv- um. Rætturin til fría fostur- tóku er ikki bara ein spurningur um fosturtøku ella ikki, men fyrst og fremst ein spurningur um at hava avgerðarrættin yvir egnum lívi og kroppi — sum eisini skuldi verið ein sjålvsagdur rættur! Lógin um fosturtøku, sum er galdandi í Føroy- um í dag, er so mann- minkandi og kvinnukúg- andi, at vit als íkki kunnu góðtaka tað longur! Ístaðin eiga vit at fáa eisa lóg, sum gevur kvinnum møguleika fyri sjálvar at velja ímillum at fáa barn- ið ella ikki. Vit eiga við ødrum orðum at fáa eina lóg, sum gevur øllum kvinnum rætt til fría fosturtøku! Aalborg 25.11.1994 Katrin Gaard so hvørt sum ráðini verða Fyri góðari viku síðan varð farið at grava út fyri bygd- arhúsi í Hovi. Húsið skal standa í nýggja býlinginum í Trød- ini, har allar tær ungu fam- iljurnar búgva. Arbeiðið gongur væl, og fyrst dagin verður liðugt at grava út fyri húsinum og planera. Tað eru sjey ár síðan, tey stovnaðu Bygdarhúsfelag- ið Hov, og nú helt felagið seg til at byrja. Bygdarhúsið verður ikki nøkur stórsligin borg. Tað verður í einari hædd. - Vit ætla at gera húsið so bíligt sum gjørligt, og tað mesta arbeiðið verður gjørt sjálvboðið, sigur Hildur Gunnarsdóttir, skrivari og kassameistari í Bygdarhús- felagnum Hov. Utgrevsturin og planer- ingin varð tó boðin út, tí til tað arbeiðið var neyðugt at brúka maskinur og bilar. Tað bleiv ikki so dýrt, tí felagið fekk eitt gott tilboð. Ætlanin er at stoypa næsta summar. Tað arbeið- ið fer bygdarfólkið sjálvt at gera. - Vit fara at byggja húsið, so hvort sum vit hava ráð til tað, tí einki lán skal takast, sigur Hildur. Felagið hevur fingið játt- aðan stuðul frá landinum, og tekningin er góðikin av Brunaumsjónini. Kommununi væntar fel- agið sær ikki stuðul frá, tí kommunan er so hart fyri- spent fíggjarliga. Fólkatal- iðereisini minkað nógv. Nú Næstan liðug at grava út Í Hovi er arbeiðið byrjað at byggja bygdarhús, sum verður bygt , eru tey bara 156. Tey vænta eisini sjálv at (Mynd: Rógvi Johansen) útvega neyðuga peningin, tí húsið er ikki mett at kosta meira enn 1,2 mió. krónur. Hildur sigur, at tað er ein gamal dreymur at fáa eitt bygdarhús, har bygdarfólk- ið kann hittast. Teirra vón er, at húsið verður liðugt um eini fimm ár. - Verður tað ikki liðugt tá. verður tað seinni. Um ikki annað fáa børn okkara gleði av húsinum, sígur Hildur, sum veit, at øll bygdin stuðlar últakinum. randi Bygdarhúsið skal byggjast í nýggja býlinginum í bygdini