mikudagur 30. november 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Edmund Joensen er einki
bilin av úrslitinum av fólka-
atkvøduni í Noregi mána-
dagin, tá ein stív helvt av
fólkinum segði nei til líma-
skap í ES. Hetta úrslit
spáddu tær flestu veljara-
kanningarnar | framman-
undan.
- Ein tepur meirluti av
norska fólkinum segði nei
til limaskap, á sama hátt
sum ein tepur meirluti av
svenska fólkinum segði ja
til limaskap, sigur Edmund
Joensen.
Fyri Føroyar kom tað væl
við, at Noreg segði nei, tí
Noreg er so stórt fiskivinnu-
land, at ES hevði verið
mestsum sjálvbjargið við
fiskavørum, um Noreg
bleiv limur, og harvið hevði
verið uppaftur torførari enn
tað longu er nú hjá okkum at
selt okkara vørur.
Edmund Joensen vil ikki
taka stóðu til, um hann held-
ur norsku avgerðina vera
rætta ella skeiva. Avgerðin
var teirra. Men longu nú
ljóðar, sum eisini varð spátt
frammanundan, at norskar
fyritøkur, sum útflytatil ES,
standa klárar at flyta av
landinum, til Danmarkar
Nr. 229 — 30. NOVEMBER 1994
æntaði
tað so
- Eg haldi framvegis, at vit skulu kanna
treytirnar fyri møguligum limaskapi í ES,
sigur Edmund Joensen, løgmadur
ella til Svørikis, orsakað av
tollinum.
- Men vit mugu ikki
gloyma, at Noreg er eitt
stórt land, sum er so nógv
annað enn eitt fiskivinnu-
land. Fisikivinnan stendur
bara fyri 6-7% av útflutn-
inginum. Har er oljuvinna,
stórur handilsfloti, ídnaður,
skógarbrúk, aling, handil |
0.S.V.
Norska avgerdin broytir
ikki verandi stóðu hjá |
Føroyum. |
- Men eg haldi fast við |
Í
mítt sjónarmið, at vit skulu |?
fara at kanna fyrimunir og |
vansar, sum fylgja við
møguligum føroyskum |
limaskapi i ES. Kunnu vit
góðtaka treytirnar, eiga vit
at søkja um limaskap, sigur
Edmund Joensen.
Tað heldur hann, vit eiga
at gera, sjálvt um tað vænt-
andi ganga nøkur ár, áðrenn
spurningurin verður tíkin
uppaftur í Noregi. Vit eru
líka sperd fyri tað, og okk-
um tørvar betri handilsvið-
urskifti við ES, tí vit hava
bara ein vinnuveg at líta á,
sigur Edmund Joensen,
løgmaður.
randi
Sjálvt um Noreg verður uttanfyri ES er líka neyðugt fyri
Føroyar at fáa betri handilsviðurskifti við Europeiska
Samveldið, heldur lógmaður
Tíðindablaðið CH
| Harlem Brundtland, ið vildi hava norðmenn at atkvøda pt EU- TT
Nei-drotningin
vann stríðið um
ES-limaskapin
Norska fólkið greiddi sunnudagin og mánadagin atkvóðu um
norska limaskapin í ES — og tey flestu atkvóddu ímóti
Alt Europa fylgdi við stór-
um spenningi við, hvussu
endin á norsku atkvødu-
greiðsluni um limaskap í ES
fór at vera, eftir at norð-
menn nú í samfull tvey ár
hava fyrireika seg til at taka
stóðu til norska limaskapin í
Europeiska Samveldinum.
Stríðið um at fáa norsku
veljaramar annadhvørt at
greida atkvødu fyri ella
ímóti limaskapinum hevur
verið sera hart til tíðir, og
ikki hevur verið spart upp á
krútið, meðan orrustan hev-
ur verið í hæddini.
Serliga síðstu dagarnar —
mest undan vikuskiftinum —
hava hava fólk úr báðum
pørtum gjørt sítt ítarsta fyri
at sannført tey mongu iv-
andi um, hvussu tey skuldu
atkvøda.
Men umframt tey mongu,
id kring alt Noreg hava ver-
ið við i stridnum, hevur tað
fyri tað mesta snúð seg um
tvær kvinnur, ið hava staðið
í fremstu rød í hvør sínum
Meðan forsætisráðharrin
Gro Harlem Brundtland av
øllum alvi hevur roynt at
sannført norðmenn um, at
tað einasta rætta var at at-
kvøda fyri ES-limaskapi,
hevur leiðarin fyri fyrrver-
andi Bóndaflokkinum, ið
nú eitur Senterflokkurin,
Anne Inger Lahnstein, ver-
ið úti um seg fyri at sann-
føra norðmenn um júst tað
øvugta.
Norðmenn
ikki upp í ES
Norðmenn tóku við at-
kvgðuna um ES-lima-
skap íkki undir við sín-
um grannum í Svøriki og
Finlandi, tá teir sunnu-
dagin og mánadagin fóru
til valborðið.
Tilsamans 52,7% av
norsku veljarunum vóru
ímóti norskum ES-lima-
skapi, meðan 47,3% hin-
vegin vóru fyri.
Norðmenn gingu sera
høgt upp í hesa atkvødu-
greisluna, tí valluttøkan
var ikki minni enn stív-
liga 88%.
hj.
Vinnarin av hesum stridi
gjørdist Anne Inger Lahn-
stein, ið eisini hevur gingið
undir heitinum Nei-drotn-
ingin.
— Vit hava víst, at vit eru
før fyri at standa saman gksl
móti gksl, segði hon á mid-
nátt månakvøldid, tá komið
var so mikið áleiðis við
uppteljingini av atkvødun-
um, at tad var so at siga heilt
greitt, at norðmenn ikki
vildu innlimast í Europe
iska Samveldið.
— Framvegis fara vit at
stríðast fyri umhvørvi og
móti fremmandaóttanum
og rasismuni. Vit eru jú eu-
ropearar, sjálvt um vit ikki
eru við í ES.
Vunnið mest
við at smílast
Tað, sum av mongum
hevur verið mett sum styrk-
in hjá Nei-drotningini undir
hesum valstríðnum, hava
verið hennara evni at finna
tað rætta smílið fram, tá ið
ágangurin hevur verið sum
harðastur. Og eisini hevur
hon dugað sera væl at svar-
að upp á alt annað, enn hon
er spurd, tá spurningarnir
hava verið í so nærgang-
andi.
Gro Harlem Brundtland
hevur fleiri ferðir skuldsett
Anne Inger Lahnstein fyri
at lúgva undir valstríðnum,
Mynd:NTB
men hetta hevur eftir øllum
at dóma ikki tænt hennara
egnu sak, tí norðmenninir
valdu kortini heldur at taka
undir við sjónarmiðunum
hjá Nei-drotningini, tá av-
tornaði.
Meðan Nei-drotningin er
vorðin alsamt betri umtókt,
hava tey, ið hava stríðst fyri
norskum ES-limaskani, av
øllum alvi roynt at g;ørt alt
hennara stríð til fánýtis við
eitt nú slagorðum sum hes-
um:
»Hvønn skal Noreg sam-
starva við, um landið ikki
fer upp í ES?< ...og so kem-
ur svarið: >Ísland, Liechten-
stein og Lahnstein!<
Sjálv hevur Anne Inger
Lahnstein ført fram, at bæði
Danmark, Svøriki og Fin-
land fara at halda uppat vid
at vera til sum sjålvstødugar
tjóðir, av tí at hesi lond eru
farin upp í ES.
Vid hesum og gðrum
sterkum sjónarmiðum, ið
hava kostað henni mangt
høggið, hevur hon megnað
at broytt sín lítla Senter-
flokk fráat veraein nærmast
forstokkaður flokkur fyri
fjallabøndur til at vera ein
flokkur við grónum og sosi-
alum hugsjónum.
Nýggja drotningin
Í tøtum samstarvi við
tann vinstrahalla SV-flokk-
in hevur Senterflokkurin
staðið í miðdeplinum í ES-
valstríðnum móti Arbeið-
araflokkinum hjá Gro Har-
lem Brundtland, ið hinvegin
hevur samstarva við arb-
eiðsgevararnar og borgar-
liga Høgraflokkin.
Umframt, at Anne Inger
Lahnstein gjøgnum tad sera
drúgva valstríðið er blivin
stóri andstøduleidarin í
norska Stórtinginum, hevur
hon hesa tíðina megnað at
skapt eitt nýtt fyribrigdi í
norskum politikki — eina
drotning...
hj.