Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin } Nr. 229 — 30. NOVEMBER 1994 Síða9 } pe Toran sló niður í Rankan sunnukvøld.5. Nakað av skaða stóðst av hesum á brúnni, har nøkur tól fingu skaða og okkurt varð oyðilagt. Eisini har afturi sló toran niður mitt millum fýra mans, men tíbetur fekk eingin skaða (Savnsmynd) Toran sló niður millum menninar — Eg havi ongantíð áður hoyrt um, at toran hevur sligið niður í eitt skip, sigur skiparin á Rankanum, Svend Dalfoss. Sunnukvøldid sló toran niður mitt millum fýra mans, ið stóðu har afturi á skipinum — men tíbetur stóð eingin teirra á sjálvum dekkinum Tað kundi verið endað við einari vanlukku, men tíbet- ur vóru umstødurnar so- leiðis, at tað ikki gjørdi tað, tá toran sunnukvøldid sló niður í Rankan, ið var á veg til Tvøroyrar. Hetta hendi um hålvgun åtta tidina, tå Rankin hevdi verið á Havnini eftir útgerð og var á veg at gera túr. Men veðrið versnaði og vindurin gjørdist so nógvur, at gjørt varð av at leggja inn á Tvøroyri og steðga har fyri náttina, áðrenn farið var avstað. Toran gekk dúgliga, og tað var í løtum sum á alljós- um degi. — Brådliga sló toran niður í skipið, greiðir skiparin Svend Dalfoss frá. — Fyrst hildu vit, at tað bert var á brúnni, at toran hevði sligið niður, men so vísti tað seg eisini, at hon hevði sligið niður har aftur á skipinum —mitt millum fýra mans. Toran sló niður í dekkið mitt millum menninar, men tíbetur stóð eingin av teim- um beinleiðis á sjálvum dekkinum. Ein teirra stóð á grunninum og hinir á net- inum, so teir sluppu við at fáa ein ordans hvøkk, men so heldur ikki meira. Eingin fekk nakran skada umborð av tilburdinum. — Eg veit ikki, um at hetta er hent áður, at toran so- leiðis hevur sligið niður í eitt skip, sigur Svend Dal- foss. — Vit høvdu ein avleidara, men hann klåradi als ikki at forda toruni. Á brúnni fingu nøkur tól skaða av, at toran sló niður. Bæði sendarin og móttakar- in fóru, og antennan varð rakt so meint, at hon klovn- aði og fór sundur í tvey. Inn- an í sendaranum og móttak- aranum kolaðist alt upp, so sterk var toran, tá hon sló niður. Men eisini onnur útgerð á brúnni fekk skaða, so sum ein radari, eitt lødiapparat til sendaran og móttakaran og eisini var eitt Loran-tól farið. Rankin fór inn á Tvøroyri, og har fingu teir so ein nýggjan sendara settan um- borð, meðan bíðað verður við at skifta restina út, ið fekk skaða, til skipið er inni aftur. Teir klára seg við tí, teir hava umborð. Nú er Rankin á veg til fiskiskap, og tá Sosialurin tosaði við skiparan í gjár, høvdu teir kós móti Lúsa- bankanum, har teir ætlaði at royna eftir búrfiski. Men hann læt einki serligt at veðrinum, so ikki er óhugs- andi, at teir fara á Hatton- bankan at royna. hj. upp Tá Sosialurin royndi at fáa fatur á seinastu tøl- unum frá norsku fólkaat- kvøduni um ES-lima- skap seinnapartin í gjár, sá ikki út til, at nakað var broytt frá tí úrslitinum, ið hevur verið frammi í fjølmidlunum her á landi og aðrastaðni —52,7% av norsku veljarunum vóru ímóti ES-limaskapi og 47,3% vóru fyri. Sostatt er heilt greitt, at Noreg í hvussu er ikki á hesum sinni fer at ger- ast limur í Europeiska Samveldinum — og held- ur ikki er hugsandi, at nøkur félkaatkvøda av hesum slagi verdur vid tað fyrsta aftur í granna- tjóð okkara eystan hav. Hinvegin er komið al- samt greiðari til sjóndar, at norsku ES-m6tstødu- fólkini íkki minst í sjálv- ari ES-háborgini niðri í Bruxelles høvdu dyggan stuðul — bæði so og so. Teir síðstu dagarnar er fleiri ferðir komið fram, at fleiri av teimum leið- andi monnunum innan ES helst sóu Noreg so langt uttan fyri ES, sum tað yvirhøvur ber til, Ein teirra, ið kanska allarmest her hevur gjørt vart við seg, er belgiu- maðurin Fernand Her- man, ið hevur sett seg hart ímóti politikkinum, ið komandi kommissi- Bruxelles: Vildi helst ikki havt Noreg við Norsku ES-mótstóðufólkini vóru ikki heilt uttan stuðul í ES-hóvuðsborgini í Bruxelles undan teirri norsku fólka- atkvóðuni sunnudagin og mánadag- in. Norðmenn høvdu neyvan verið alt ov vælkmonir, fóru teir upp í ES . hvussu er í lang tíð frið i ES ónsformaðurin Jacques Santer hevur roynt at ført út í lívið fyri at fáa norð- menn at greiða atkvødu fyri ES-limaskapi. Jacques Santer hevur fingið uumfað igjøgn- um, at norðmenn skuldu fáa sjálvan fiskivinnu- kommisserin, um Noreg atkvøddi fyri limaskapi. Madurin, ið talan hevur verið upp á tal at seta í hendan týðandi sett í ES- kommissiónini, er Thor- vald Stoltenberg, ið eis- ini hevur verið uppskotið hjá norsku stjórnini, um Noreg tók undir við ES- límaskapinum. — Tað hevði verið sera torført hjá okkum at góð- tikið ein norðmann á ov- asta fiskivinnusessinum, men kanska norðmenn nú fara at sleppa okkum undan hesum trupulleik- anum, segði Fernand Herman undan norsku félkaatkvøduni. Nú sær eisini út til, at hann hevur fingið ynski sítt uppfylt, og hann fær í fyri tankanum um norð- menn í Europeiska Sam- veldinum. Heldur ikki spaniólar høvdu verið fegnir um at fingið norðmenn vid i ES, titad allarhelst ging- ið út yvir teirra fiski- vinnuáhugamál. hj. Norskur limaskapur hevði ikki fingið undirtøku í Stórtinginum Um norska fólkið hevði atkvøtt fyri ES- limaskapi, hevði úrslitið av fólkaatkvóð- uni neyvan fingið undirtóku í Stórtingin- um — og so hevdi nýval spurst burturúr Undan teirri norsku fólka- atkvøduni um limaskap í ES varð sera dúgliga gitt um, hvat fór at henda, um norska fólkið atkvøddi fyri hesum limaskapi. Sum skilist, hevði tað ver- ið sera trupult at fingið Stór- tingiðat gingið við til úrslit- ið av folkaatkvøduni, um meirilutin av norðmonnum var fyri limaskapi. Vóru norðmenn fyri, so skuldi úrslitið verið lagt fyri Stórtingið, ið síðani skuldi samtykt eina grundlógar- broyting, so Noreg kundi farið upp í ES. Ein slík samtykt krevur tríggjar fjórðingar av at- kvødunum í Stórtinginum, og tær hevdi hetta uppskot neyvan fingið. Tað hevði verið róg mik- ið, um ein minniluti upp á 42 atkvoður hevði verið ímóti, og bert fáar dagar undan norsku fólkaatkvoð- uni høvdu ikki færri enn 49 stórtingslimir alment givið til kennar, at teir ikki fóru at atkvøda fyri grundlógar- broytingini. Meginparturin av hesum 49 eru úr Senterflokkinum, SV-flokkinum og Kristiliga Fólkaflokkinum, ið eru teir flokkarnir, ið hava mælt norðmonnum til ikki at taka undir við ES-limaskapi. Hevdi hetta hent, hevði Gro Harlem Brundtland, forsætisráðharri allarhelst skrivað út nýval — til tess krevjast >bert< tveir trid- ingar av atkvødunum í Stór- tinginum. hj.