Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 229 — 30. NOVEMBER 1994 Suðurstreymoyar Javnaðarfelag: Óli Jacobsen, Jóannes Eidesgaard streymoyar Javnadarfelag í kvøld kl. hevur fyri aftur at fáa gongd á — Hvørji eru útlitini fyri at fáa meiri virksemi? — Hvørji eru útlitini fyri at bóta um livikorini hjá før- oyingum? — Hvussu við skattabyrðuni hjá láginntókunum? — Ella hjá stóru inntøkun- um? — Og hvussu skulu pension- istarnir liva? — Hvat vid almannavidur- skiftunum? Eru útlit fyri á- bótum? — Og heilsuverkið? — Ella tey arbeiðsleysu — hvussu verða teirra viður- skifti? Hesir spurningar og nógvir afturat hava limirnir í Suðurstreymoyar Javnað- arfelag høvi at seta trimum landsstýrismonnum í kveld. Tað eru teir tríggir Óli Ja- cobsen, landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina við m.a. nýggjum vinnum sum málsgki, og javnaðar- menninir Jóannes Eides- gaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Andrias Petersen, landsstýrismaður íheilsu- og almannamálum, sum eru bidnir at leggja fyri á fundinum. Valstríð og avtala Í valstríðnum í summar vóru nógvir flokkar, sum hildu, atein nýggjavtala við danir fór at slóða fyri fram- gongd í Føroyum. Henda avtala skuldi lætta um gjaldsbyrðu okkara. Av teimum flokkum, sum nú eru í samgongu, høvdu Sambandsflokkurin og Verkamannaflokkurin hesi sjónarmið. Aðrir flokkar, m.a. Javn- aðarflokkurin, hildu uppá, at tað ikki var sannlíkt, at danir vildu strika okkara skuld, men at tað hinvegin vóru møguleikar at fremja åbøtur, um vit eina tíð enn kunnu hava hall á fíggjar- lógini. Núeru so samráðingarnar loknar á hesum sinni. Og vit kunnu spyrja hvat kom burturúr. Um møguleikar okkara eru broyttir og kanska batnaðir. Figgjarlogin Sum stødan er í landinum, Tríggir landsstýris- menn í andgletti og Andrias Petersen fara á limafundi í Suður- 19.30 at greiða frá, hvørjar ætlanir Landsstýrið er onki at ivast í, at ter karmar, sum fíggjarlógin setir, eru altavgerandi fyri virkisstødi her á landi. Nýggja fíggjarlógin er nú liðug, og skuldi verið løgd fram. Og tí ber nú til at gera upp, í hvønn mun fíggjar- lógin kann betra støðuna, ella um hon fer at gera viðurskiftini verri — hjá tí einstaka og hjá samfelag- num annars. Nýggj arbeiðspláss Samgongan hevur boðað frá, at hon hevur ætlanir um ymisk tiltók, sum kunnu skunda undir endurreisn av vinnulívinum. Ein táttur er nýggi 200 millióna grunnurin. Annar táttur er skattalætti/lønar- Afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum Ummæli av yrkingasavni eftir Petur Jensen. Forlagið Fannir gevur út Vatnið rennur og rennur, og rekarnir reka við streymin- um, ið vendir og vendir. Flóð og fjóra og fjóra og flóð og aftur. Orð ókst av orði. Eitt orðið tekur annað við sær. Orðini streyma frá Peturi, men sum tað longu sæst í tí langa heitinum á hansara fyrsta yrkinga- savni, er tað umhugsaður > ur«. Hesin yrkingarhåttur ber sjálvsagt vid sær, at nógvar langar yrkingar eru í savn- inum, sum er heldur sjáld- samt hjá okkum og ger, at hann er nakað fyri seg (hó- ast øll skøld munnu halda seg vera tað) tó fleiri skøld hava roynt seg við longum heitum og óvæntaðum orðasamansetingum og meiningum, sum vanliga verða hildnar at vera and- søgn. Men i hesum rennandi ordafloymi verða orð og meiningar standandi i hug- anum. Onkur smilist kanska at summum, men alvor er aftanfyri. Ein av teimum hålvlongu yrkingunum eitur: Eitt sindur um alt og / onki, ella bæði og hvørki / har sum eingilin gongur / í grind við sóknarongli. Jú, til ber at læaa ella rista við høvdin- um, men stødgar ein ikki á og nikkar við hetta hvønn- dagsliga: »alt er altíð alt, og onki er onki meir enn onki, ella minni<. Tá tú t.d. hevur skrivað einki, er tað meir enn tað óskrivaða orðið. Ofta kemur hetta ófor- einiliga: >Bæði ella hvørki«, men minnir tað ikki eitt sindur um sannleik- an í orðatakinum: Skerji eg teg her, missi eg teg har<. Tað gamla rímorðið kundi villa mangan mann og verða ber ífylla, men tað kundi eisini seta í gongd og fáa snarað meiningini eina hepna leið. Man ikki lík- heitin millum orðini eingil og sóknaronglar, hava verið við at seta pennin á pappír- ið. Í triðja ørindi sigur hann: »vid søktum eingli og sókn- arongli. søknareingli«. (Petur skrivar alt við lítlum uttan heitið á yrkingunum) og móti endanum: >skriva um sóknaronglar og eingl- ar. / hóast alt er hetta bert orð um mynd / av orðum<. Mangur yrkjari hevur sagt okkurt líknandi um tað skrivaða orðið, men Carl Johan Jensen endar yrking- ina: >viscoo sancti Pauli Apostoli« í savninum Lygnir >men tað er / At eg / Sigi / At tað er<. Fyrst tú lesur savnið, kemur tú at hugsa um Tór- odd, men varnast skjótt, at tað er endurskin av skræð- uni. Janus kundi ripa nevan í borðið >Hvar og hví er ikki funni«, og Regin spyrja: >Hvar er rás yvir reynið<. Petur roynir eisini at finna eina meining í teimum ymsu meiningunum, og nøkur svør fær hann fest á pappírið. Í næst seinastu yrkingini KYNJA sigur hann frá eini átrúnaðarligari uppliving. Kynja havi ongantíð áður verið tær so nær enn hesa stund uttanfyri alt inni í øllum (ørkymlandi skygni) altid skodandi megi tina brótandi djúpast inni í mær sjálvum Og hann kann enda savn- ið i profetiskari hugmóð vid yrkingini NU, men áðrenn hanner komin so langt, hev- ur hann yrkt AFTUR- VENDANDI ENDUR- SPEGLINGAR / AV KOMANDI DREYMUM, sum byrjar við orðunum: >sjálvmorð, sjålvmord / alt er sjálvmorð<. (Fáfongd- anna fáfongd alt er fáfongd, byrjar Prædikarin). Eisini hetta langa heitið, sum hevur givið savninum navn, hevur eina meining, og hann kemur til fleiri nið- urstødur í hesi longu yrk- ing, Ld.: »meiningsloysi / tørvar jú meiningina / fyri at kunna vera/ meiningsleyst« Yrkingin endar: >vónin liggur í hjartanum / eins og ævinleikin<. Nú nú. veruleikin berjist fram fyri eden har einfaldar loysnir eru grivnar niður í øsku og gloymsku nú. veruleikin ferðast fram við gøtunum har ókrútið veksur seg múgvandi inn í urtagarðar av sælu nú. samvitskan gerst noktan og blóðið legst á gleðina hjå | blómuni og gudi nú. veruleikin er ókrút, ið dansar á teirri heystlittu myndini har profetarnir boða frá at náttin nú er komin at enda Ein annar gótumaður, Es- mar G. Jacobsen, gav út eitt yrkingasavn, Fiølin 1956, áðrenn hann varð trúboðari. Seinasta ár kom annað savnið, Tema við frábrigd- um. Eg skal ikki spáa um Petur verður trúboðari ella yrkjari, kanska bæði, men eg fari forvitin at lesa tað næsta. Steinbjørn B. Jacobsen Tíðindablaðið (St studningur í nýggjum vinn- um. Og soeru tað avtalurnar um donsku vinnufremjandi lóggávumar, sum longu vóru gjørdar av hini sam- gonguni. Samanumtikið fáa limir- nir í Suðurstreymoyar Javn- aðarfelag eitt gott høvi at fáagreiði á nógvum ivamål- um á fundinum í kvøld, sum verður kl. 19.30. Teir eru við at leggja seinastu hond á í gamla Sudurfisk, har uppbodssølan í Vági skal verða Mynd: Rógvi Johansen Byrja um tvær vikur Tað skal bera til, siga vágbingar, sum um slakar tvær vikur byrja uppbodssølu í gamla Suðurfisk Tað gongur væl hjá teim- um, sum arbeiða við at fyri- reika uppbodssøluna, sum lokalfeløgini í Suðuroyar sunnaru helvt ætla at hava í gamla Suðurfisk. Húsið er mestsum liðugt innrættað, og útgerðin er á veg, kassar og tílíkt. Ætlanin er at byrja við uppbodssøluni mánadagin 12. desember. Vágbingar hava góðar vónir um, at hetta tiltakið fer at bera til. Nógvir bátar rógva út. Seinastu vikuna hava teir ikki verið úti orsakað av óveðri, men annars skuldi fiskur verið at fingið nú, sigur Kári Jacob- sen, formaður í arbeiðs- mannafclagnum Framtíðini í Vági. randi