hósdagur 1. desember 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI- JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Blaðfóik. Randi Jacobsen - Dagny
Fiskiveiðiavtalur
og Loynikrókur
SO hendi tað, sum eitt nú undanfarni fiski-
málaráðharrin alla tíðina hevur stúrt og borið
ótta fyri: at politiska stødutakanin - ella mang-
ulin av slíkari - til virksemið í Loynikrókinum
skuldi kosta okkum túsundtals tons av dýrum
toski í Barentshavnum.
Í farnu viku undirskrivadu føroyingar og russar
undir nýggja fiskiveiðiavtalu. Vit verðam
skerdir við 2000 tonsum av toski og er ein
orsøkin til hetta tann, at vit hava loyvt land-
ingum í Føroyum av fiski úr Loynikrókinum.
Hetta var tað, sum undanfarni fiskimálaráð-
harrin aftur og aftur gjørdi okkara lóggevandi
løgting vart vid: nevniliga møguligu avleið-
ingarnar av ikki at lurta eftir norsku og
russisku hóttanum um at skerja føroysku
kvoturnar í Barrentshavinum lótu vit hesi skip
landa fiskin í Føroyum.
HETTA var so russiska reaktiónin. Í næstu
viku koma norðmenn til Føroya. Og vit hava
longu frætt, at Loynikróksfiskurin verður á
skránni tá eisini. Spurningurin er so um tað fer
at eydnast norðmonnum at gera álvara av
sínum hóttanum. Og um tað í heila tikið ber til.
TAÐ er greitt, at núverandi fiskimálaráðharri
og eisini løgmaður hava verið fullvitandi um
tær avleiðingar, sum teirra "lata standa til"
politikkur hevur havt á hesum øki. Við ikki at
lurta eftir ávaringunum frá norðmonnum og
russum um, at tað fór at fáa fylgjur fyri kvotur
okkara, tóku vit ímóti fiski frá Loynikróks-
skipum, havateir væl eisini mett, at vit kunnu
liva við eini møguligari kvotalækking. Har
gongur so longu sjón fyri søgn i russarasátt-
málanum. Nú kemur so túrurin til norðmenn.
TÁ Ivan Johannesen, fiskimálaráðharri í Degi
og Viku umber seg við, at eingin lóg hevur
verið, sum hevur heimilað landsstýrinum at
steðga landingunum, so er slík tala jú burtur-
við. Ti er tað ikki nettup uppgávan hjá einum
fiskimálaráðharra at smíða nýggjar lógir, har
hesar skulu tæna fiskivinnupolitikkinum! At
hann so velur at síga, at eingin lóg er sum
heimiðlar sær at steðga landingum, merkir
so, at antin er hann sína uppgávu vaksin ella
heldur hann tað vera skeivt at leggja seg út í
landingarnar. Tað er so ein ærlig sak, men so
kundi hann bara sagt tað sum tað er. Vit halda
tað vera sera vágiligt við einum fiskimálaráð-
harra, sum ikki torir at siga tingini sum tey eru,
men bara letur sum luft, letur standa til - og so
má tað vísa seg, hvørjar avleiðingarnar vera.
LØGMAÐUR hevur sagt, at undanfarna lands-
stýrið hevur verið alt ov varið, tá tað snúði seg
um at tryggja føroyingum rættindi í altjóða
sjógvi. Vit harafturímóti halda, at fiskivinnu-
politikkurin hjá Arabo var greiður og ærligur.
Har var eingin slingur í valsinum.
Sostalunin
„Joensen -
Térfinn Smith -
Kilmar Jan Hansen -
Tjóðveldisflokkurin:
Vit eiga sjálv
at stýra oljuvinnuni
Leygardagin 26. november
1994 hevði Tjóðveldis-
flokkurin eykafloksting í
Havn.
Á skránni var verandi
politiska gongdin og land-
sins kreppa, harundir
— viðvíkjandi heimastýri —
donsk serfrødingay virtøka
—avtalan við donsku stjórn-
ina 17. november 1994
— arbeiðsloysi/vinnuloysi —
hvat kann gerast við tað?
— fiskivinnupolitikkurin
— skattaseting/skattatryst/
fólkaflyting.
Flokstingið ásannar, at
ongin ogn er í heimastýris-
lógini, sum varð kroyst nið-
ur yvir Føroya fólk móti
fólksins vilja. Nú er tann
stundin komin, at heima-
stýrislógin verður avsøgd.
Samráðingar eiga at verða
tiknar upp beinanvegin við
danir um eina endaliga
loysn landanna millum, ið
fr Føroyum fult tjóðar-
rælsi Verðurtað ikki gjørt,
so verða Føroyar uppaftur
tættari knýttar at Danmørk-
ini og beinleiðis stýrdar
haðani.
Avtalan frá 17. november
1994 váttar hetta sama:
Føroyar skulu stýrast av
donskum embætismonn-
um, politiskt, vinnuliga og
fíggjarliga. Hetta er tilætl-
aður danskur hjálandapoli-
tikkur av grovasta slagi,
sum nú má fáa hóskandi
føroyskt aftursvar.
Føroyska samfelagid og
umsitingin hava vid ringum
úrslitið verið skorin eftir
donskum leisti, og við hesi
nýggju avtalu verður hildið
fram eftir somu kós. Nú
skulu danskir embætis-
menn gera bygnaðarbroyt-
ingar innan heilsu- og
sjúkrahúsverkið, almanna-
OP, skúlaverkið o.a.
Sambært hesa somu av-
talu skulu vit eftir øllum at
dóma eisini við danskari
serfrødingahjålp lirkast og
lumpast inn í Evropeiska
Samveldid.
Sama ger seg galdandi
fyriundirgrundina, hon skal
eydrænast. Eftir seinastu
avtaluni er greitt, at danir av
øllum alvi royna at fáa sær
framíhjárættindi til ríki-
dømid í undirgrund okkara
og avgerandi ávirkan á
stýringina av einari før-
oyskari oljuvinnu. Vit eiga
sjålvi at styra ti føroysku
Utgevari: P/T Sastalurin
Uppseting. PÆ Sosialurin
Prent: P/E Pressan 1981
Argjum
Telefon; 11820
oljuvinnuni og útbúgving-
ini í frålandavinnu og søkja
okkum neyduga serkøna
hjålp, sum vit sjålvi meta
tørv vera á, í tann mun og
har vit halda tað vera neyð-
ugt.
Flokstingið ásannaði, at
neyðugt er at skapa varandi
arbeiðspláss. Hetta gerst
ikki við at vera råvøruiit-
flytari, tað veri seg av fiski,
olju ella annað, ella byggja
tilverugrundarlagið á rá-
vøru, sum vit ikki sjálvi
hava.
Rættast hevði verið í ein-
um vinnuskapandi politikki
at gera ein arbeiðsskapandi
framtaksgrunn við føroysk-
um grundfæ, har sum før-
oyingar sjálvir leggja
vinnupolitikkin til rættis.
Vandin vid ti nýggja 200
milliéna grunninum, sum
nú verður gjørdur, er at tað í
veruleikanum verða dansk-
ir embætismenn, sum koma
at leggja komandi føroyskt
vinnulív til rættis.
Meginreglan í fiski-
vinnupolitikki landsins má
vera tann, at vit røkja og
nýta fiskirikidømi land-
grunsins á slíkan hátt, at
hetta rikidømi verður varð-
Bústaður: Argjavegl 26
67. ÁRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Teletax: 14720
veitt og umsitið sum var-
andi grundarlag undir før-
oyska búskapinum, at
royndirnar verða ikki stórri
enn fiskastovnarnir tola, at
teir fiskastovnar, ið nú eru
ovveiddir, verða uppaftur-
bygdir, at stødd og saman-
seting veiðiflotans verður
lagað eftir hesum møgu-
leikum. Nógv stórri dentur
eigur at verða lagdur á ser-
framleiðslu í fiskiidnadin-
um, sum saman við virknari
fiskasølu og marknadarrøkt
skulu geva landinum størri
útflutningsvirði. Eisini eig-
ur stórri dentur at verða
lagdur á at røkja og varð-
veita okkara reina havum-
hvørvi, enn tað sum higartil
hevur verið gjørt.
Ein grundleggjandi
broyting má sum skjótast
verða gjørd í føroysku
skatta- og avgjaldsskipan-
ini, soleiðis at borgarar
landsins yvirhøvur fáa góð-
ar umstødur at búgva, virka
og trívast í sínum egna
landi.
Vegna Floksting
Tjóðve loksins
Óli Holm, formaður
Spentu bein fyri Mikkjalsbók
Vit, sum gleddu okkum til at
kunna fáa megnarbókina um
ein av fremstu mentamonnum
og skaldum okkara, Mikkjal D.
Á Ryggi, fyri fyrst lýsta prisin,
fingu seinni sum vátan vøtt, tå
uvpkom, at hon knappliga
skuldi kosta munandi meira.
f mun til so mangt annad,
sum undan útgávu sum oftast
er >viðtikið< at vera so og so
gott, men sum alt ov ofta ikki
hevur so nógv upp á seg, er
nýggi prísurin á stórfingnu
>Mikkjalsbókini< kanska ikki
av leið kortini.
Tað, ið tó undrar mest, er, at
orsøkin fyri hækkaða prísinum
sigst vera, at bókhandlarnir nú
ætla sær 35 prosent av bóka-
prísinum og ikki sum áður 25
prosent.
35 prosent fyri at handa bók-
ina yvir diskin og annars at bera
tað aftur, sum ikki varð selt.
Hettamásigast at vera toluligt í
mun til tað, tey skrivandi fáa
fyri teirra stríð.
Væl vita vit, atymsir grunnar
stuðla, summum betri enn
ðrum, men so vælmeinandi
teir kunnu vera, ætlaðu teir
neyvan, at meira enn triðing-
urin av stuðlinum skuldi fara til
bókhandlarnar.
. Við hetta lag verður ikki
nógvur føroyskur lesnaður
seldur — hverki til jóla í ár ella
Mikkjals-fan
Arbeiðsskapandi verkætlanir
Tað fer nú at koma meira skip-
að gongd á at fáa arbeiðsskap-
andi verkætlan. Tað eru fleiri
forðingar, ein hevur mett á
vegnum, ið hava seinkað ein-
um nóg mikið. Tað er talan um
fleiri forrætningar, ið ein skjótt
skal byrja, tá ið forðingarnar
eru fingnar av vegnum.
Tað er einki dulsmál, at al-
tjóða fyritøkurnar vilja hjálpa
einum í gongd. Tað skal skap-
ast fyritreytir/grundarlag fyri
bæði firma og arbeiðsskapandi
verkætlan.
Tað er talan um bæði náttúr-
úrdráttir, kosmetikk og damu-
og harraundirklæði. Tað er eis-
ini talan um smykkir o.a.t.,
fundir, skeiðvirksemi, venj-
ingar og vitjanir uttanífrá.
Tað er einki dulsmál, at al-
tjóða fyritøkurnar umframt
føroyska marknaðin eisini
ynskja ein á marknaðin uttan-
lands. Tað eru góðar fortjen-
astur, ið tær bjóða einum, so at
ein kann uppliva sínar dreym-
ar. Tað eru treytir, ið ein skal
ganga undir og reglur at fylgja,
sum ikki er loyvt at kunna um.
Tað hevur við upphavsrættindi
0.a.t. at gera; tað eru fleiri før-
oyingar, ið eru altjóða konsu-
lentar í Føroyum. Tað eru
nógv praktisk viðurskifti, ið
skulu fáast upp á pláss, áðrenn
byrjast kann av álvara.
Tað eru fleiri, ið hava fregn-
ast um hesa arbeiðsskapandi
verkætlan. Tað verður høvi hjá
hópin av føroyingum at fáa
sjålvstødugt arbeiði sum al-
tjóða konsulent, so hesi eisini
náa sínar dreymar.
Tað eru góðar royndir, ein
t.d. hevur av náttúruúrdráttum,
ið ein hevur roynt. Tað sama
skal eisini roynast við eitt nú
kosmetikk o.ø.t. Tað er størsta
avbjóðing í lívinum, ein hevur
fingið hesi seinastu árini. Tað
tekur tíð at fáa alt upp á pláss, ið
kemur at umfata alt landið.
Tað fæst meira at vita seinni,
tá ið komið er undir land við
fyrireikingunum.
Hans Birgir Hansen