Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 230 — 1. DESEMBER 1994 Síða7 i Pr Børnini á barnagarðinum vid Velbastaðvegin kunnu í dag við spenningi tendra kalendaraljósið og lata eitt-talið brenna 5 burtur. Eisini munnu tey spent saman vid mongum ødrum børnum fara at lata fyrstu lúkuna upp á jólakalendaranum Mynd: Kalmar Lindenskov Fyrsta lúkan á jólakalend- aranum latast upp í dag Jólamánaðurin byrjar í dag, og næstu 24 dagarnar fara børnini spent at lata upp lúk- urnar á jólakalendaranum — eina fyri og aðra eftir — meðan tey telja dagarnar til jóla Allastaðni byrja jólini nú at koma til sjóndar so spaku- liga. Handlarnir hava pynt- að sýnisgluggarnar, og jóla- hugnin byrjar at merkjast. Dagurin í dag er eisini ein heilt serligur dagur, tí í dag er 1. desember, og tá kunnu børnini við stórum spenn- ingi lata upp fyrstu lúkuna á jólakalendaranum upp. Eisini kalendaraljósini, ið hava eitt tal at brenna fyri hvønn dagin vit nærkast jól- unum, verða í dag tendrað fyri fyrstu ferð. Fyrsta ljósið á advents- kransunum, ið eru hongdir upp nógvastaðni, kom til sín rætt sunnudagin, ið var fyrsti sunnudagur í advent. Teir næstu sunnudagarnar til jóla verður so eitt ljós tendrað aftrat hvørja ferð. Børnini kunnu somuleið- is telja dagarnar til jóla við at lurta eftir útvarpskalend- aranum, ið byrjar í morgun. Hesaferð er tað Martin Jo- ensen, ið hevur teknað kal- endaran og skrivað søguna, ið eitur >Horvna jólastjórn- an í Berjavík<. Teir báðir vælumtóktu jólamenninir Greytasleikur og Kertustubbi fara hvgnn morgun at lata låkurnar upp, og so fer jólagentan Pjøssa at fortelja søguna úr heftinum, ið fylgir við jóla- kalendaranum. Frá mánadegi til fríggja- dag eru útvarpsjólakalend- arin at hoyra kl. 7.35, kl. 9.15 og kl. 16.50. Leygar- morgun er hann kl. 7.35 og kl. 9.15, og sunnumorgun kl. 10.05. Sjónvarpið hevur ongan jólakalendara, men barna- sendingarnar fara at hava jóladám allan hendan mán- aðin, og undan jólum verða »Délgarnir« endursendir í Sjónvarpi Føroya. hj. skiftid. teimum årid frå, er drigin frå, LÅGPRISIR Á SØLUSTEVNUNI D. J. IMPORT i Klaksvik — sum byrjað er i ár, verður eisini við á sølustevnuni í Kl-høllini nú um viku- Tey flestu kenna J. C IMPORT frá SERA BÍLIGU LÁGORKU- FRYSTIBOKSUNUM J. D. IMPORT hevur bás á sølu- stevnuni, har tey vitjandi hava hevi at síggja hesar boksir, sum í ravmagni um EINANS NÝTA fyri uml. kr. 400,- Harafturat kosta tær bert kr. 1.950,-. Lógin umumvæling av fastari ogn fer úr gildi 31. desember. Henda lóg er eisini galdandi fyri frystiboksir, og tá tann parturin av prísinum, sum dragast kann KOSTA BOKSIRNAR BERT UML. KR. 1 „200 - Tey, id ætla at keypa frystiboks og gera bruk av hesum skattafrådråtti, mugu keypa boksina i år. D. J. IMPORT fer å sølustevnuni eisini at selja HEIMAFRITURUR 0.a. GERID KVETTI Vitjið båsin hjá J. D. IMPORT KLAKSVIK — Tlf. 57013 - 87013 Vit siggjast å sølustevnuni! å sølu- stevnuni 94 Tann fjórða »Teir sigldu uti«eftir Niels Juel Arge Fyrrverandi útvarpsstjórin, Niels Juel Arge, hevur nú latið úr hondum fjórðu bókina í rødini »Teir sigldu útix. Hetta er tíggjunda bókin, hann saman við synunum Jógvani og Magna hevur skrivað um krígsárini, og sum altíð er útgávan væl úr hondum greidd Tá ein er farin um pensións- aldurin og ikki longur hevur tað sama at fara upp til um morgunin, er kanska ikki al- tíð so lætt at fáa nakað ser- ligt frá hondini. Men sum ikki einaferð, so eru tað undantøkini, ið stað- festa, at so er. Og eitt tað størsta undan- takið í so máta er Ói vað fyrr- verandi útvarpsstjórin Niels Juel Arge. Umframt fleiri aðrar bøk- ur millum ár og dag, hevur hann á hvgrjum ári síðani 1985 givið út eina bók um seinna heimsbardaga. Tær fyrstu seks kallaður >Stríðs- árini<, og snúðu tær seg um mangt og hvat í hesum tíðarskeiði. Síðani hevur Niels Juel Arge eisini givið út triggjar bøkur um føroyingar, ið vóru áheimshgvunum undir seinna heimsbardaga — tær kallast >Teir sigldu úti<. Og nú er so tann fjórða bókin í hesi rød komin i békhandl- amar. — Okkurt tilfar liggur eftir enn, so tað er ikki vist, at hetta er síðsta bókin í hesi rød«, skrivar høvundurin í formælinum. Tað lovar frá góðum, tí eingin ivi er um, at hesar bøkur hava stóran tydning fyri tey ættarlidini, ið ikki sjálvi upplivdu hesi árini, tá týskurin royndi at leggja heimin undir seg. Hesaferð verður aftur for- talt um føroyingar, ið vóru við í stórhendingum undir seinna heimsbardaga, og tað vísir seg, at føroyingar hava verið vid mangastaðni, har eingin hevdi droymt um, at teir sluppu framat. Ahugaverdar eru søgurn- ar um hesar mongu, ið settu lív og heilsu í vága — onkrir teirra vórðu bjargaðir, með- an aðrir ongantíð vunnu upp land. Eingin ivi: >Teir sigldu úti 4< er funnin fressur sum jólagáva — um hon ikki er útseld áðrenn... Niels Juel Arge hevur við sær í ritstjórnini havt syn- irnar Jógvan og Magna, og Anker Eli Petersen hevur gjørt kort og tekningar í bókini. Prenttilgerðini hev- ur Hestprent staðið fyri. hj.