Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

(0. Deyðarevsing Oddagrein ÓHUGNALIGA, men góða sendingin, sjónvarpið borðreiddi við mikukvøldid um síðstu tíð teirra, sum í USA sita og bíða eftir at verða avrættaðir, kundi ikki annað enn fáa okkum at sita eftir við takksemi um, at deyðarevsing ikki longur er gald- andi um okkara leiðir — líkamikið misbrotið. SAMRÆÐURNAR við teir deydadømdu, avvarðandi hjá ofrum, eins væl og við verjar, ákærar og fongsuisstarvsfólkið, góvu okkum kenslu av, at tað her eins nógv — ella meira — snúði seg um eina »seramerikanska seremoni« sum um at fáa uppfylt ávíst krav um rættvísi. TEY mest »praktisku« av okkum mundu spyrja, hví neyðardýrini ikki bert fingu eina lítla kúlu, sum í allar mátar hevði verið nógv meira menniskjanslig, enn henda drúgva — mangan viku- og mánaðar- langa »avrættingarmessan«, sum endaleysa bíð- anin og nærum eins endaleysu fyrireikingarnar vóru. MEN nei. Greitt var, at stákið alt var partur í á svínskasta, men kortini »pena« hátt, at plága teir deydadømdu so passaliga, áðrenn endaligu sere- moniina. Í HESUM førinum við eitri. Tekniskt og smart. So smart, at ongum nýttist at nema við 6lukkudyrid, júst sum við elektriska stólinum, amerikanarar eru so erpnir av - eisini snildisliga gjørdur til at ikki skal vera so líkatil at doyggja í honum eins væl og av kúluni. AT awarðandi at eitt nú ósekum dripnum ikki leggja so nógv í, um tann seki verður snerktur í stólinum, áðrenn hann sleppur higanífrá, ber kanska til at Skilja, men ikki, at eitt upplýst dóms- vald partú skal hava henda hevndarpart vid í av- rættingini. IKKI er USA einsamalt um deyðadóm, men so »dyrkadur« sum nakað samfelagsmennandi, kanska eisini á sín hátt mentað, man hann valla vera aðrastaðni í heiminum. ENDAN hjá teimum deydadømdu kenna vit, men alt ov illa hvat veruliga hendir við okkum sjálvum sum undirtakandi áskoðarum til henda leik — fyri ikki um at tala, hvussu ótrúliga sjålvsøgd slik deyðastákan kann gerast hjá teimum, vit fáa at halda seg gera eitt skilagott arbeiði — líkamikið hvat tað er. SKILIÐ í okkara heirisparti er ikki gott, men deyða- dómin hava vit megnað at hildið frá durunum, síðan Bretland sum seinasta landið gavst við hon- um. HVUSSU bretar, sum vit t.d. halda okkum hava so nógv felags við, kundu vera so treiskir, er ilt at siga — og enn meira Óskiljandi, at teir sum teir einastu í Europu við teimum konservativu á odda nú aftur skorða á at sleppa at heingja fólk. MAN ES ikki vera gott fyri annað, so mugu vit vóna, at tad ikki sleppur Bretlandi aftur í gongd við hetta barbaríið. Sasíalunin FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Ábyrgdarblaðstjóri- Jan Múller y ðestóf Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov 67. ÁRGANGUR aðfólk. Randi Jacobsen - Dagny Útgevari- P/T Saslalurin Bústaður: Arglavegi 26 | Posiadr: Postsmoga 3 Joensen - Tårfinn Smith - | Uppsetng P/T Saslalurin Argjum 110Térshavn Kilmar Jan Hansen - Prent PM Pressan 1981 | Teisíon. 11820 Teielar: 14720 Justinus Eldesgaard Politisk viðmerking Á fundi í Suðurstreymoyar Javnadarfelag í gjårkvøldid varð eg sera, sera vónsvikin at hoyra, hvussu okkara fólkavaldu javnadarmenn løgdu upp til at bróta tey vallyfti, ið teir lokkaðu við undan báðum teimum sein- astu valunum, nevniliga løgtings- og fólkatingsval- inum. Frå sama talarapalli, i somu hølum og yvirfyri somu fáu trúfgstu, ið so manniliga hava bakkað tykkum, Maritu Petersen, formann, Jóannes Eides- gaard, Andreas Petersen, Atla Dam og Jákup Lind- enskov, upp við at fara út til veljaran við vallyftum, ið skuldu halda, stóðu tit — uttan at blunka ella rodna — og vístu á, hvussu fólka- og krígspensionistarnir skuldu svíkjast, tí nú vóru hesi í tí aldursbólki, sum vóru best fyri inntøkuliga í okkara fá- tæka landi, fullum av høg" løntum og høgt pensioner- aðum stjórum, lærarum, læknum v.fl., sum tit sjálvir eru. Á fundinum brúkti eg orðini svíkjarar, fupparar og rópti uttan taliloyvi SKAMMIÐ TKKUM! Hesi orð standi eg við, men vóni ikki, at eg verðið noyddur regluliga at brúka tey oyramerkt í framtíðini. Hetta veldst um, hverja tyngd tey høvdu, tá tey vórðu søgd, og um vallyfti okkara verda hildin. ANN- ARS? Vit góvu lyfti um at av- taka skatt av grundupp- hæddini í fólkapensjónini og at virka fyri at geva skattalætta í sambandi við krígspensiónina. Nú boða tit frá at fara í tingið við uppskoti um at víkja frá givnum lyftum og bara lúgva. Eg sigi, roynið tað, men spyrji samstundis, um tit ætla at lata meg standandi eftir sum vallyftissvíkjara? Um so er, ja, so hevur javnaðarflokkurin flutt meg og allar fólka- og krígspensionistar út í sama vandasjógv, sum sigldur varð bardagaårini 1939- 1945, og so er aftur opið kríggj, til hin hallandi javn- aðarskútan er sekt. Hervið sigi eg frá, at eg vil ikki teljast millum teir, ið ikki halda givin vallyfti, men fari at stríðast fyri, at hesi verða hildin, og at allur skattur = verður avtikin grundgjaldinum í fólka- pensiónini frá og við 1. jan. 1995, sum lovað varð upp undir valini. Tíbetur fyri tykkum í flokkinum, ið komu inn um tinggátt, vóru vit nøkur, sum hingu við og ikki skiftu verkamannaskútu, men tit eru væl klår yvir, at tad rýkur år gðrum skorsteini enn javnaðarskorsteinin- um. Knút Nolsøe LÁGORKU FRYSTI- BOKSIR fyri EINANS 1.950,- | Eftir skatta 1 170 - | | frádrátt t ' J. D. IMPORT Klaksvik rer, Tlf. 57013 - 87013 Best um kvøldid VIKU- skiFmiD 2.-4.12. | Friggjakvøld 02.12. | UNGDOMSDANSUR frá kl. 00.30-03.45 HÅKUN ARGE Kostnadur: 30 kr. | DARSUR RUNA AV HEYGUM & HEYGADREINGIRNIR Kostnadur: 20 kr. f | STRANGT | | 18-ARA | | ALDURSMARK | | Skal prógvast! | HUGNALØTA frå kl. 19.00-21.00 RUNA & HEYGADREINGIRNIR Okeypis atgongd JOLABORD 10.12. Tekningarlisti liggur frammi. Kostnaður kr. 145,00. Seinasta freist at boða frá luttøku er | 09.12. | EINANS FYRI LIMIR þ——— ap Vit taka sjálvandi eisini - myndir i hugnaligum jólaumhvorvi = SMS FOTO = ØD Pos:5045 1058 - 110 Torshavn - if 1820 MB