fríggjadagur 2. desember 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (ET),
Nr. 231 — 2. DESEMBER 1994
Elsebeth Hildebrand, sjúkrasystur og Jørgen Ladefoged, lækni. Mynd kalmar
Góð avtala millum Landssjúkrahúsið og Ríkishospitalið:
Nýrasjúklingar frá
at fara av landinum
Ístaðin fyri at skula senda nýrasjúklingar, sum skulu hava dialysuviðgerð, av
landinum fleiri ferðir um árið, so er nú ætlanin, at teir skulu fáa neyðugu viðgerðina í
Føroyum. Ein danskur serlækni kemur til Føroya av og á sum ráðgevi
Ein nýggj avtala, sum er
gjørd millum føroyska
sjúkrahúsverkið og Rikis-
hospitalið fer at lætta
munandi um hjá nýrasjúk-
lingum í Føroyum.
alan er um, at ein dansk-
ur serlækni å økinum skal
koma til Føroya nakrar
ferðir um árið sum ráðgeva
teimum teimum føroysku
sjúkrasystrunum, ið taka
sær av hesum sjúklingum.
Tað hevur so við sær, at
sjúklingarnir sleppa undan
at skula fara til Danmarkar
fleiri ferðir um árið at fáa
hesa viðgerð.
Í hesum sambandi hava
tvey fólk frá Ríkishos-
italinum vitjað í Føroyum.
ey hava havt skeið við
starvsfólki á Landssjúkra-
húsinum, har tey hava greitt
frá, hvussu komandi av-
talan fer at virka i praksis.
Tey bædi eru Jørgen
Ladefoged, yvirlækni å
Rikishospitalinum og Else-
bethHildebrand, heima-
sjúkrasystur.
Mugu bíða eftir nýrum
Fyrr hevur tað verið so, at
tað bar til at fremja trans-
plantatiónir hjá teimum
flestu av nýrasjúklingun-
um, men í dag er stødan
tann, at tað eru ikki nóg
nógv nýru tek til hesi fólk
og haraftrat kemur, at tað
eisini eru eldri fólk, sum
ikki hava nóg góða heilsu at
fáa eina transplantatión
gjørda.
Tað ger so, at tad verða
sjúklingar, sum mugu halda
fram við dialysuviðgerð í
eitt sindur longri tíð. Fyri
summar teirra hjálpir henda
viðgerðin.
Higartil hevur tað verið
so, at føroyingar, sum eru
vornir sjúkir í nýrunum og
sum ikki hava fingið nýtt
nýra við transplantatión,
teir hava verið noyddir at
fara til Danmarkar fyri at
koma i dialysu.
Jørgen Ladefoged sigur
seg væl skilja, at føroysku
sjúklingarnir helst vilja vera
heima og fáa hesa viðgerð i
Føroyum.
-Taðer eisini ti, ateg havi
verið í Føroyum fyri á tann
hátt at hjálpa við at fáa eina
dialysudeild á Lands-
sjúkrahúsinum sigur hann.
Tól eru keypt til enda-
málið, og tað eru so eisini
sjúkrasystrar, sum eru
útbúnar ul at taka sær av
hesum sjúklingunum.
Ov få til nýraspecialist
Jørgen Ladefoged sigur, at
teir í Danmark hava líkn-
andi dialysustødir, eitt nú á
Bornholm og í suðursæ-
landi.
Har eru heldur ikki ser-
stakir nýraspecialistar. Tí
ferðast Jørgen Ladefoged
og adrir læknir ut til hesar
stødir av og å fyri at vita, um
alt gongur sum tað skal.
Higartil er bert gjørd av-
tala um hesa konsulent-
skipan millum Ríkishospi-
talið og Landssjúkrahúsið
fyri hetta árið. Hvat hendir í
1996 veit Jørgen Ladefoged
ikki.
Í dag eru seks dialysu-
sjúklingar i Feroyum.
Ladcfoged hevur vitjað teir
allar.
Onkur av teimum fer at
fáa nýtt nýra, tá tað er tøkt.
Jørgen Ladefoged heldur
sjålvur, at hetta er ein g68
skipan fyri føroysku sjúkl-
ingarnar og heilsuverkið
annars.
Tað er so ein roynd at fáa
føroyska sjúkrahúsverkið
at klára ein stóran part av tí
viðgerð, sum verður givin
hesum sjúklingum, á bí-
ligsta hátt. Talan er um eina
"næstanserdeild", tvs. vit
hava tólini her og sjúkra-
systrar, sum kunnu taka sær
av viðgerðini. Okkum tørv-
ar so bara serlæknan. Her
heldur danski læknin, at tað
er cin bíligari loysn at senda
ein lækna úr Danmark til
Foroya av og á heldur enn at
normera nýtt serlækna-
starv. Tað eru rætt og slætt
ikki nóg nógvir sjúklingar í
Føroyum ul at seta ein
nýraspecialist í starv.
Rætt við ávísum
serdeildum i Føroyum
Jørgen Ladefoged heldur
annars, at 130 er skilagott at
hava serdeildir í Føroyum,
har tað ber til.
-Sjálvandi má primera
málið vera at kunna veita
sjúklinginum ta røttu við-
gerðina. Ber hetta til í Før-
oyum uttan at tað verður
dýrari enn at senda sjúk-
lingar til Danmarkar, so
eiga vit at viðgera sjúk-
lingarnar í Fóroy:m heldur
enn at senda teir eittnú til
Ríkishospitalið.
Men tað finnast so mong
specali, at tað vil vera av-
markað, hvussu mong av
teimum kunnu røkjast i
Føroyum.
Jørgen Ladefoged, sum
hevur verið i Føroyum fleiri
ferðir, er sera fegin um
Landssjúkrahúsið.
-Eg haldi, at tað er eitt
frálíkt sjúkrahús. Skal eg
sammeta við mong donsk
sjúkrahús, so er Lands-
sjúkrahúsið fult á hædd við
tey.
jan
LUTASEÐIL
HAVNAR KFUK'S er drigin
Seðil
1. 7361 Gávukort frá Føroya Keypssamt. kr. 2.000,-
2. 4967 Gåvukort frá Føroya Keypsamt. kr. 2.000,-
3. 7335 Gávukort frá p/f Shell kr. 2.000,
4. 7995 Gávukort frá p/f Statoil kr. 2.000,-
5. 1797 Feroyskt krov
6. 6220 Jólagás
7. 5463 Atelier spísistell (12 persónar)
8. 7351 Applikerad bamabilæt í rammu
9. 5927 Barna-Fjallasúkkla (2 hjól(
10. 4471 Skinn
11. 0952 Bundnaturriklædi |
12. 7605 Føroysk troyggja
13. 5715 2 sett seingjartoy (3 deilt)
14. 2760 Vovið teppi
15. 3242 Bundnaturriklædi |!
16. 7906 2 sett seingjartoy
17. 5306 Vovið gólvteppi (100x145 cm)
Lutirnir kunnu heintast í KFUK, Vardagøtu 9, tlf
11928, í seinasta lagi 9. januar 1995
Vit takka hjartaliga á bygd og í bý ellum tykk-
um, sum hava stuðlað við selu og keypi av
lutaseðlum.
Sjófólk og
vanlukkutrygging
Heimatrygging av
sjómonnum
Sóknarstýrislistar yvir persónar, ið
hava vanlukkutryggingarskyldu liggja
frammi til alment eftirlit hjá býar/ bygda-
ráðum frá 1. til 15. desember.
Tryggingarskyldu hava bert tey, ið
vinna í minsta lagi 1/5 av årsinntøkuni
á sjónum.
Hava tygum persónliga tryggingar-
skyldu, kannið so eftir, um navn tygara
er á listanum. Um tað vantar, biðið so
um at fáa tað skrivað á.
Eru tygum harafturímóti ikki trygging-
arskyldigur, biðið so um at fáa navn
tygara strikad.
Persónar, ið ætla sær til skips fyrstu
ferð í 1995, eiga somuleiðis at venda
særtilbýar/bygdaráðið um at fáa navn-
ið skrivað á listan.
Listarnir eru hareftir avgerandi fyri,
hvat viðvíkur rætti til endurgjald, um
vanlukkutilburður berst á.
Heimafólk kunnu tekna persónliga
vanlukkutrygging við at venda sær til
Feroya Vanlukkutrygging. Samstund-
is verður mint á, at oll, ið hava fólk í ar-
beiði, hava skyldu at boða Vanlukku-
tryggingini frá hesum.
FØROYA
VANLUKKUTRYGGING
Yviri vid Strond 23
Postboks 59 - 110 Tórshavn
Telefon 11466 - Telefax 15952
1 FOROYAG
Sida 3