Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FILMSTEIGURIN HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Just Married P BIO KIOSKIN P Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a. Tá unga parið Tom (Ashton Kutcher) og Sarah (Brittany Murphy) kom heimaftur eftir brúðarferð í Italia, eru tey sum hundur og ketta og klár at fara hvør til sítt aftur. Hvussu er tað komið so vítt? Tað frætta vit meira um í hesum ro- mantiska filminum í afturlitum. Tom og Sarah verða góð – tað eingin hevði væntað, og tey giftast og fara á tað heilt stóru brúðarferðina til Italia. Her gongur galið. Ólukkur og misskiljing- ar í hópatali dyngja yvir tey, og alt endar við øv- undsjúku og gensidigum jalousi. Men er kærleik- in hóast alt sterkari – og nóg sterkur at vinna á øllum hesum rokinum? Fríggjadagin 18.07. kl. 1900 Fríggjadagin 18.07. kl. 2315 Leygardagin 19.07. kl. 1900 Leygardagin 19.07. kl. 2315 Sunnudagin 20.07. kl. 1900 Sunnudagin 20.07. kl. 2200 Fríggjadagin 18.07. kl. 2100 Leygardagin 19.07. kl. 2100 Sunnudagin 20.07. kl. 1930 Fríggjadagin 18.07. kl. 1930 Fríggjadagin 18.07. kl. 2230 Leygardagin 19.07. kl. 1930 Leygardagin 19.07. kl. 2230 Sunnudagin 20.07. kl. 2100 30 Nr. 134 - 18. juli 2003 Nr. 134 - 18. juli 2003 31 TILTØK Hebron, Argir Sunnudagin er morgunmøti kl. 10.30. Jákup Jacobsen talar um borð Harrans. Barnaansing er samstundis. www.hebron.fo Adventkirkjan Leygardagin kl. 11.00: Barna- bíbliutími og bíbliugransking. Evni: Jesus – ein av okkum. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30: Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11.00: Hámessa v/ Pater Jude Kulas í Mariu- kirkjuni. Samkoman Rhema Staravegur 5 Sunnudagin kl 11 morgun- møti. Fríðtór Debes talar á møtinum. Øll eru vælkomin www.rhema.fo Meinigheitshúsið, Tórshavn Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti v/ Albin Johannesen. Filadelfia Landavegur 22 Í kvøld kl. 20.00 ungdóms- møti. Leygardagin kl. 17.00 landsbøn. Sunnudagin kl. 11.00: Morgunmøti v/ Tummas Jacobsen, kl. 18.00: Evangeliskt møti. Mánakvøldið kl. 20.00: Bønarskúlin. www.filadelfia.fo Ebenezer Leygarkvøldið kl. 20.00: Ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 10.00: Breyð- bróting, kl. 18.00: Evangeliskt møti, kl. 21.00: Útimøti. Heimasíðan: www.ebenezer.fo Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20.00: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, kl. 18 Evangel. møti, øll eru vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík uppi á Brekku 3 Leygardagin After Eight, høllin er opin frá kl. 13.00– 15.00. Sunnudagin kl. 11.00: Gudstænasta. Sunnu- dagsskúlin er í summarfrí. Lýst verður tá byrjað verður aftur. Mánakvøldið kl. 20.30: Bønarmøti. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl 18.00: Evan- geliskt møti Mánadagin kl.20.00: Bønar- møti. Telefonandaktin 424741 Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21.00: Opið hús. Sunnukvøldið kl. 19.00: Møti við Tummas Jákup Høj o.fl. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Frá Lívsins Orð Møti verður sunnudagin kl. 10.30. Ungdómsmøti verður mánakvøldið kl. 20.00. Getsemane, Klaksvík Sunnudagin kl.11.00: Møti við André Matras. (Barna- ansing meðan møtið er). Tú ert hjartaliga vælkomin. KFUM & K, Klaksvík www.kuff.fo Evangelisk møtir í skúlanum í Skúvoy Fríggjakvøldið kl. 20: Evangeliskt møti. Leygardagin kl. 14: Barnamøti, kl. 16: Útimøti um viðrar, kl. 20: Evangeliskt møti, aftaná hugnaløta við kaffi. Sunnudagin útimøti kl. 14.30. Herman og Gigga, Tórmund og fleiri luttaka. Betania, Skopun Sunnudagin kl. 11.00: Morgunmøti. Verið hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 18.00: Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukvøldið verður møti kl. 18.00 við Jacob og Ásbjørg. Bønarmøti verður hálvan tíma áðrenn møtið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Vági Møti verður sunnukvøldið kl. 18.00. Øll eru hjartaliga væl- komin. Frelsunarherurin, Vági Leygarkvøldið kl. 20.00: Bøn- og lovsangsmøti. Sunnudagin kl. 18.00: Evangeliskt møti, Ester Jo- hannesen, Jeanna og Mourits Mohr Viderø syngja og tala. Betel, Vágur Sunnudagin: kl. 11.00: Breyð- bróting, kl. 18.00: Evangel- iskur fundur, kl. 21.00: Um viðrar verður útimøti. Sion, Vágur Sunnudag kl. 11: Morgun- møti, kl. 18 Møti. Øll eru vælkomin. Mánakvøld kl. 21: Bønarmøti. Frá kl. 21-23 verður bønar- tænasta á tlf. 373777. Tú ert vælkomin at ringja, um tær tørvar forbøn. Felagið Tórshavn: Gongutúrur Sunnudagin 20. juli verður Kommunumarkið gingið: Hósvíksleitið, Vørlufjall og Árnadalstind. Farið verður av Kunningarstovuni. Havið heit og góð gonguklæði og mat- pakka við. Tilmelding! Eysturoyar Gongufelag Sunnudagin 20. juli verður túrurin Postulakirkja á skránni. Farið verður frá Vestmanna. Frásøgumaður er Jaspur Olsen. Vit møtast á Shell støðini í Vestmanna kl. 14.00. Summarkonsertir í Havnar kirkju Leygardagin 19. juli kl. 11.30 verður matiné í sambandi við Summartónar. Tað verða andaligir fólkasangir og Kingo-sangur við fleiri ymiskum luttakarum, ið fara at syngja. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Frá 1. juli til 18. august hava vit opið frá kl. 13.00- 17.00. Á ólavsøku verður fotoframsýning av útoyggjamyndum í kjallaranum í Tilhaldinum hjá Hjalmari Waag Høgnesen. Á miðhæddini verður møguleiki at fáa sær ein drekkamunn og okkurt heimabakað. Tilhaldið hevur átikið sær at hava móttøkuhúsið opið á ólavsøku. Opið verður 28.-29. juli kl. 15-19. Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg væl- komin. Tilhaldið í Sandoynni Tilhaldið er opið mánadag og mikudag frá kl. 14–17.00. Drekkamuður er at fáa báðar dagarnar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið Fløvin kemur saman mánadag- fríggjadag kl. 15.00-18.00 í húsunum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. NA (Anomymir narkomanar) Reinsaríið, Tórsgøta 5: Fundur er hvørt sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.30 Mikudag: Sporafundur kl. 20.00–21.00 Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: kl. 17.00–18.00 Sunnudag: kl. 11.00–12.00 Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alk- oholikarum er hvørt týskvøld og hóskvøld kl. 20 í Al-Anon, Tórsgøta 5 (inngongd vestan- fyri). Telefontíð er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19-21 á tlf. 508030. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. www.aca-danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariu- kirkjuni, Varðagøta 16. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Javni Skrivstovan er stongd vegna summarfrí. Opið er aftur 11. august 2003. Hevur tú atrokandi boð ella spurning, so ring til lim í starvsnevndini ella økis- nevndini. Heimasíðan: www. javni.fo Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552 Spælistovan í Meinigheitshúsinum er farin í feriu frá 26. juni til 1. september Lymfødemfelagið Box 2113, FO 165 Argir Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð. Samband fæst við felagið á tlf. 448454, Fía í Túni, ella tlf. 313424, Arnhild Johannesen. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Dan- mark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. TILTØK Í dag,18. juli, kl. 15.00 giftast í Ebenezer Silja á Borg Madsen, Argir, og Jóhannes Færø, Klaksvík. Veitslan verður fyri innbodnum kl. 19.00 á Hotel Føroyum. Leygardagin 19. juli kl. 13.00 giftast í Skála kirkju Esther Dahl Jacobsen, Vestmanna, og Jantórur Emil Joensen, Skála. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 18.00. Leygardagin 19. juli kl. 17.00 giftast Barbara á Plógv og Hugin Skaalum í Sørvágs kirkju. Brúd- leypið verður hildið í Róðrarneystinum í Sørvági kl. 19.00 fyri innbodnum. Sama dag verður sonur teirra doyptur. Leygardagin 19. juli kl. 16.30 giftast í Porkeris kirkju Oddvá Hansen, Porkeri og Robert Thomsen, Tvøroyri. Veitsla verður fyri innbodnum í høllini í Trongisvági kl. 19. Leygardagin 19. juli kl. 16.00 giftast í Dals kirkju Borgny Johannesen, úr Dali, og Thomas Brünings- Hansen, Århus. Veitsla verður fyri innbodnum. Leygardagin 19. juli kl. 18.00 (er broytt frá kl. 17.00) giftast í Havnar kirkju Laila Jacobsen og Jan Joensen. Veitsla verður fyri innbodnum í Róðrar- neystinum á Argjum kl. 19.00. Leygardagin 19. juli kl. 16.00 giftast í Betesda í Klaksvík Vígdis Kristiansdóttir og Jógvan Skor- heim. Veitslan verður hildin á Hotel Norð á Viðar- eiði kl. 19.00. BRÚDLEYP Leygardagin 19. juli verður Hilmar Bech, Porkeri, 70 ár. 70 ÁR Leygardagin 19. juli verður Betta Mikkelsen, Vági, 80 ár. Dagurin verður hildin í Stóra Pakkhúsi kl. 19.00. 80 ÁR C M Y K 31 30