fríggjadagur 2. desember 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialwin Nr. 231 — 2. DESEMBER 1994 Sida 7
Sørin Christiansen, stjóri á Statoil:
Vit góvu trolarum i Smoguni kreditt
Norðmenn eru í eini tví-
stóðu, tá tað snýr seg um
fiskiskapin í Smoguni.
Oljufelagið Statoil hevur
nevniliga givið hentleika-
trolarunum við føroyskari
manning, sum hava fiskað í
Smoguni, kreditt uppá
oljuna. Sosialurin frættir
eisini frá einum reiðara á
einum hentleikatrolara, at
skip hjá Statoil, sum hava
verið við olju í Smoguni,
hava tikið neyðuga útgerð
við ul trolararnar, eitt nú
lemmar.
Vit hava spurt stjóran á
Statoil í Føroyum, um
nakað er í tíðindunum um at
Statoil hevur fíggjað ein
part av útreiðslunum hjá
hentleikatrolarunum.
— Tað er rætt at vit hava
givið kreditt til hesar trol-
arar á sama hátt sum vit
geva kreditt til okkara
kundar. Øll skip sum keypa
frá okkum fáa ein ella annan
form fyri kreditt, sigur Sør-
en Christiansen.
Geva tit framvegis hes-
um trolarum kreditt?
— Nei, vit hava hildið tað
verið passandi, at tíkið okk-
Hesa beinraknu myndina tók Kalmar fyrr í ár. Her gongur sjón fyri søgn
um aftur og nú hava onnur
feløg uttanfyri Føroyar
yvirtikið hetta, sigur Søren
Christiansen.
Er tað ti at móðurfelagið
hjá tykkum er norskt, tit
eru givnir at geva hesum
trolarum kredit?
— Vit kundu koma í onkra
"konflikt", hildu vit fram,
sigur Søren Christiansen.
Tad vil siga, at til einaferð
tidliga í heyst figgjadi Stat-
oil ein part av rakstrar-
útreiðslunum hjá trolarum,
sum royndu í Loynikrók-
inum.
jústinus
Jólatiltak
Viðarlundini
Høvi verður m.a. at keypa tilfar til jóla-
prýði, og jólamenn hava okkurt gott við til
børnini
Sunnudagin 4. des. frå
kl. 14.00-16.00 skipar
Lions i Havn fyri jóla-
hugna í Vidarlundini.
Hesa
løtuna = verður
høvi hjá vitjandi at
keypa jólaprýði og ann-
ars tilfar og føtur úr við-
arbulum til jólaprýði.
Hetta er tilfar, sum
Skågrøkt Landsins hev-
ur latid burtur år bulum,
sum ruddadir eru úr vid-
arlundini. Spønir og
peisubrenni verður eis-
ini at fáa — alt fyri ein bi-
ligan penga.
Kaffl- eila kakao-
munnur fæst til keyps
Arini = frammanundan
hevur hetta afturvend-
andi tiltak hjá Lions
hepnast serstakliga væl.
Hópur av foreldrum við
børnum og onnur áhugað
hava vitjað í stórum tali í
Vidarlundini, har høvi
eisini hevur verið at
keypa sær ein heitan
kaffi- ella kakaomunn
við bollum ella vaflum
afturvið, og jólamenn
hava spákað runt og
handað børnum tinga-
nest. Eisini hevur Havn-
ar Hornorkestur trúliga á
hvørjum ári spælt hugna-
ligan tónleik, sum hevur
sett sín serliga jóladám á
løtuna.
Um veðrið annars
verður til vildar, kunnu
ung og gomul aftur í ár
fáa eina hugnaliga løtu í
Viðarlundini, sunnan-
vert Hvíldarheimið.
Áhugi fyri føroysku lånsbrøvunum:
Longu
bilagt
fyri 80 mið
yri 80 mió.
Effektivi rentuvinningurin er nógv stórri
enn peningastovnarnir lata. Keypir tú fyri
10.000 krónur nú, fært tú 11.900 krónur
um tvey ár
Almennu lånsbrøvini verða
seld millum 12. og 16. des-
ember. Í hesum tíðarskeiði
verða tey seld fyri ávísan
fastan kurs og rentu.
At keypa lånsbrøv í mun
til at seta pengarnar i
bankan ella sparikassan
hevur bæði sínar fyrimunir
og vansar.
Fyrimunimir eru millum
annað, at rentan er heili sjey
prosent og ávísur kurs-
viningur er eisini. Roknast
kann við, at lånsbrøvini
verða seld til kurs 95. Men
treytin fyri at fáa kurs 100
fyri tey aftur er, at pengarnir
standa bundnir alt tvey ára
skeiðið.
Tað vil siga, at keypir tú
til dømis lánsbrev fyri
10.000 krónur, fært tú um
tvey ár 1.400 krónur í rentu
og haraftrat 500 krónur í
kursvinningi. Ein vinning-
ur upp á 1.900 krónur, sum
svarar til eina effektiva
rentu upp á 9,88 prosent.
Ein vansi við lånsbrøvun-
um í mun til at seta peng-
arnar í peningastovn er
vandin fyri kurstapi, um tú
selur lånsbrøvini áðrenn
tvey ára skeiðið er runnið.
Fleiri hava bílagt
Í hesum døgum ferðast Jens
Erik Magnussen og Malan
Johansen úr Landsbankan-
um kring landið og greiða
fólki frå lånsbrøvnum. Tey
hava verið í Klaksvík og
Suðuroy. Ikki so nógv fólk
hava vitjað hesar fundir,
men tað merkir ikki, at
eingin áhugi er at keypa
lånsbrøv. Jens Erik Mag-
nussen sigur, at Lands-
bankin, nú áðrenn láns-
Stórt úrval
I
9,
á
2
ens Erik A Magnussen greiðir her frá hallinum á i fí Iegjarlógini og hvussu tað skal figgjast.
brøvini verða boðin út til
sølu, hevur selt fyri millum
50 og 100 milliónir.
Fíggja landskassahall
Orsøkin til, at landskassin
útskrivar lånsbrøv er, at
landsstýrið hevur mótvegis
ríkisstýrinum bundið seg til
at vit sjálvi skulu fíggja
hallið á fíggjarlógini. Og so
hevur landsstýrið valt at
gera tað á hendan hátt, sum
fleiri onnur lond eisini gera.
Meira ella minni mate-
mat'skt verður roknað við,
. Jélatrø Nordmanns og Reyðgrann
"FI Ísinkram
måsøla 660 SAT Tlf. 41166 - 84166
: slelalslelelslAle DDA
at hallið á fíggjarlógini
minkar spakuliga komandi
árini. Næsta ár verður
roknað við 220 milliónum í
halli, í 1996 verður roknað
við 150 milliónum, og í
1997 rokna tey við 130
milliónahalli.
Mynd: Kalmar
Roknað verður við, at
samlaði figgingartørvurin
næstu árini verður umleið
ein milliard, og hon skal
fíggjast við lånsbrøvum.
tór.-