Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða8 Nr. 231—2. DESEMBER 1994 Minningarorð Til heiðurs fyri 4 av manningini á Vesturvón Hugur mín leitar til í mars 1993, tá ið vit fingu tey tungu boð, at ein av okkara skipsfelagum var farin, bert 27 ára gamal. Hetta kom sum ein skelkur, og eg og allir umborð mintust aftur og tað bleiv ein løgin stemningur umborð. Tað var tann 27 ára gamli Ejler Danielsen, sum var farin. Hesin blíði og fyrikomandi maður, sum altíð var í góðum lagi, var ikki millum okkum longur. Saknurin var stórur. Ikki gekk meira enn eitt gott ár, so komu næstu skelkandi boðini um at Jógvan Jákup Flott eisini var farin. Hann hevði havt eina stytri sjúkralegu, men fekk hampuliga góð boð um sína sjúku. Bráddliga bleiv hann so aftur sjúkur og mátti, móti sínum sterka vilja og lívsmóti, boyggja seg og fara inn í ævin- leikan. Jógvan J. Flott var eisini ein sera skilagóður maður í bestu árum, bert 47 ára gamal. Hann segði ikki nakað, sum ikki skuldi sigast og var altíð vinar- ligur og hjálpsamur, og skil fyri motorum hevið hann sum fáur. Hetta var ein leygardag, at vit eysturi í Barentshavinum fingu hesi tunguboð. Vit fóru allir at hugsa, men Harrans vegir eru ikki okkara vegir og mugu vit boyggja okkum fyri hesum. Morgunin eftir, sunnudagin, andaðist Edvin Frits Fornå umborð. Hann hevði havt einastuttasjúkralegu umborð og andaðist sunnumorgunin. Aftur ein stórur skelkur fyri okkum, sum við vóru og gll, sum kendu henda skilamann. Hann hevði siglt í 49 ár og ætlaði at hava feriu tann komandi túrin. Hesin skilamaður, sum hevði siglt í so langa tíð og givið so nógv góð ráð og so nógv av sínum til lívi til havið, gav upp andan á einum bonki í einum lítlum kamari umborð. Tað var ein rørandi dagur, sum vit upplivdu umborð, tá ið Edvin bleiv gjørdur í stand eftir besta førimuni og síðani borin í land í Bátsfjørðinum. Hann bleiv 64 ára gamal, og skal eg og vit geva hesum manni tey bestu skoðsmál, bæði so og so. Um 3 mánaðir eftir hetta hevði fergumaðurin aftur verið. Hesa ferð eftir tí 47 ára gamla René Larsen, sum unti sær ein feriutúr til Fjareystur, eftir at hava verið nógvar tungar og langar túrar við. So fóru hann og konan ein túr at hugna sær, men bleiv tað hansara síðsti. René var ein maður við einari meining, og taki eg og vit »hattin av« fyri teimum gåvum, hesin maður hevði. Eg eri ein vánaligur skribentur, men vil tó skriva hesar fáur reglur um hesar frægu menn, sum tæntu okkara fólki og landi sera leingi og væl. Vit menn- iskju standa ofta spyrjandi, tá ið slíkt hendir og kenna vit okkum sera hjálparleys og smá. Men tað er ein Gud til, sum hevur lovað okkum, at venda vit okkum * til hansara, skal hann hjálpa okkum. Tað merkir ikki, a Tíðindablaðið GSK Heimsins stórsti toskastovnur er týndur! Alheims bann móti trolveidi Íslendska sjónvarpsfrásógnin í SvF — ein sannur hvókkur. Tað er so livandi galið, at menn nú burtur úr hemsins ríkasta toskastovni ikki fáa at kóka. New found- lendskur fiskiskipari væntar, at tað fer at vera sett heimsumfatandi bann móti veiðu eftir fiski við troli, innan eitt 10 ára skeið er farið. Hettar var partur av innihald- inum í íslendskari tv-reportagu, ið send var týskvóldið og mikukvøldid í SvF at lívið blívur lætt, men hann skal hjálpa okkum, og taðer eitt ógvuliga stórt lyfti, tá hava vit eina vón, sum er yvir øllum og sum vit kunnu hvíla i. Til tykkum, sum eftir sita eftir hesar frægu menn, kann eg í mær sjálvum ikki siga nógv. Men eg vil sipa til Sálm 121 hjá Dåvidi, har hann spyr: hvadani skal hjálp mín koma... Teir vilja altíð liva í hjørtum okkara. Eg og felagar teirra lýsa frið yvir hesi havsins børn. Við allari virðing Rógvi Joensen ” ” = » ” Frálik jolagava Nýtt band vid Karl Martin á Margretu kemur út í viku 50 I løtuni fara innspæling- Rógvu Joensen, Heri ar fram í sambandi við Nolsøe, Ella Smith Cle- nytt barnaband við Karl mentsen og Cat Stevens Martin á Margretu. Á bandinum eru 8 sangir. Har ímillum er >Wild World< og 7 aðrir spild- urmyggir føroyskir barnasangir. Karl Mart- in Samuelsen, Súsanna Olsen, Jóhannus á hava gjørt orð og løg. Ut- gevari er HEJOKA 94. Bandið verður innspælt og ljóðblandað í MEDIA SOUND í Keypmanna- havn og kemur í handlar- nar í viku 50. Bandið kostar 90 kr. Haldið SOSlalin Í august í ár helt Canadiski professarin Keith Storey fyrilestur í Norðurlanda- húsinum um katasrofurakta New Foundlendska samfel- agið, har tað í vár var setti fullkomið bann móti øllum fiskiskapi, av teirri orsøk, at allir = botnfiskastovnarnir - HT Br på 5 4%, vóru so hart royndir, at teir eru heilt burtur. So totalt er bannið, at tað verðu“ sektað við fongsli, dittar tú tær so mikið sum at syfta tær eitt kók! Tað kann sigast at henda íslendska reportagan er sera objektiv í síni lýsing av døpru hendingunum í New Foundlandi, men at tað ikki, sjálvt um øll sjónarmið tykjast at vera tikin við, um- gengst at tå situr eftir við einum høvudsåkærdum, og tað er hesin sami veiðihátt- urin, sum menn her heima mest finnast at, sum verandi høvudsorsøkina til at so illa er statt við okkara egnu stovnum. Eitt annað tú eisini situr eftir við, eru døpru og niv- andi utsøgnimar frá eldri monnum, tá teir taka upp í saman orðini um, at hetta høvdu teir ikki væntað, ikki so skjótt og so knappliga, skilligt var at hetta er komi teimum dátt vid. Fakfeløg- ini og fiskiídnaðurin fáa harðar ábreiðslur fyri teirra leiklut, og altjóðastovnurin ICES fær eisini sítt, í sam- bandi við at tað ikki var bundið um heilan fingur viðvíkjandi fiskastovnun- um í New Foundlandi, ið nú eru horvnir, kannska með alla. Meðan íslendski sjón- varpsmaðurin spyr, um hetta ikki eisini verður gongdin í Íslandi /Føroyum, so halda føroyingar somu kós. Okkara veiðifloti er stødugt óbroyttur, so nógv tann størsti parturin eru tog- arar, meðan snelluflotin tel- ur eitt líkinda skip og kanska tvey til trý líkinda línuskip, eru eftir av før- oyska flotanum. Skulu vit vakna við kald- an dreym, elle nær vakna okkara politikkarar? j.smith