Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 231 — 2. DESEMBER 1994 — Sida9 Barnaløtan Vit eru nú komin í desember mánað, og jól- ini nærkast. Í Barnaløtuni fara vit at hoyra eina jólasøgu og eitt jólalag, men vit skulu eisim síggja ævintýrið um Reyðhettu. Hetta er ein dukkusjónleikur, sum børn í Kald- baks skúla hava gjørt. Eriggiakvældið kl. 19.25: Morgundagsins genta- 2:12 Eitt hart stríð verður í árinum 2500, men tað eydnast Jenny at koma aftur í sína egnu tíð. Uti í árinum 3000 varnast Alana, at ein stór vanlukka hevur verið. Eriggiakvældið kl. 20.35: Eitt gott lív við AIDS Sending um fólk, ið eru HIV-positiv ella hava AIDS. Ein ødrvisi sending um tey, ið liva við HIV og AIDS — og liva lukkuliga væl at merkja. Her eru fólk, ið nokta at lata seg avbyrgja og sum valdu at liva, hóast tey høvdu AIDS. Eríggjakveldið kl. 23.20: Tað, allar kvinnur eiga at vita um ótrúskap Ensk kærleiksrød í trimum m um kvinnur, sum forelska seg í giftum monn- um. Eftir bestseljara hjá Carol Clewlow. Rose hevur fleiri fotomyndir av Paul eftir túrin til Paris. Tær ætlar hon sær at brúka nú, tá ið hann er farin aftur til konuna. Tattoo frá Edin- burgh Castle Brot úr árliga tattoo'num í Skotlandi við m.ø. Massed Pipes and Drums, The Royal Artillery Motor Cycle Team, The Battle of Waterloo, Whisky Galore, The Massed Bands of the Royal Air Force, Farewell to The Gordons og The Kevock Choir. Leygardagin kl. 16.45; Konsert vid Pearl Jam Henda konsertin vid Pearl Jam er un- plugged, og tí eitt sindur spakførari, enn tær vit vanliga hoyra við hesum kenda bólk- inum úr Seattle. Men kortini er full ferð á »Alive«, »State of Love and Trust«, »Black«, »Jeremy«, »Even Flow« og »Porch«. Leygardagin kl. 17.45: Jól i Europ Í samstarvi við tann europeiska útvarps- og sjónvarpsfelagsskapin EBU verður víst, hvussu jól verða hildin í út- og sjónvarpi í ymiskum londum. Leygarkvøldid kl. 18.00; Jolaløtan: Dólgar Nú verða teir vælumtóktu >Dólgarnir< end- ursendir. Vit hava leitað teir fyrstu partar- nar fram, sum vórðu sendir á jólum 1986. Teir tiggir, Berint, Bjarti og Bjørn eru staddir Frammi við Gjónna. Teir eru svang- ir, og núnærkast jólu. Hvaðani skulu teir fáa nakað til matna. Dólgarnir eru ongantíð ráðaleysir. Egi Dam, Erling Eysturoy og Hans Jacob Hermansen hava høvudsleiklutimar sum dólgarnir. Leygarkvøldid kl. 18.30; Børnini við havið Systkinabarn Georgie og Peter, Sandra, er onki fitt. Hon er ein høvudkambur og setir ilt ímillum systkini. Nú kemur hon at vitja úr Sidney, og áðrenn lang umlíður, eru Georgie og Lisa farin at klandrast. Sam- stundis fær Peter trupulleikar við eini skate- board-kapping. PÅ Køkurin i Victoriutidini Í hesum partinum ger kokkurin Ruth stóran morgunmat við stoktum soppum, grill- stoktum nýrum, eggi og fleski og grill- stoktum síli við brunnkarsu. rkvøldid kl. Buck pápabeiggi Am. filmur frá 1989. Buck pápabeiggi er gamal drongur, sera væl í holdum og illa lyddur í familjuni. Øll eru tí ivingarsom, tá hann skal ansa eftir trimum børnum hjá beiggja sínum. Ikki minst børnini Óttast tað versta — og tað hava tey alla orsøk til. Leygarkvøldid kl. 22.45: Jubileumsshow við Lisbeth Dahl Ein kavalkada av nøkrum av framførslun- um hjå Lisbeth Dahl i 25 år, tikin upp å Falkonercentret í Keypmannahavn. Sunnudagin kl. 15.00; Skattajaktin Eysturríkskur filmur frá 1991, sum hevur fingið ikki færri enn 11 altjóða virdislønir. Katharina er og ferðast hjá Silvester, sum er gamal og serur og heldur vil kanna stjórnur enn at fáast við børn. Men lukkutíð finnur hon helvtina av einum gomlum skattakorti, og saman við systkinabarninum Veroniku fer hon at leita eftir hinari helvt- ini. Silvester og vinmaður hansara Egon gróvu skattifi niður fyri 65 árum síðani. Sunnudagin kl. 17.45; Heimsdirigentur og Verdi Framførsla av Requiem hjá Verdi. Tann italski dirigenturin Guiseppe Sinopoli stjórnar tí danska Radiosymfoniorkestrin- um og Radiokórinum. Solistar eru: Marga- ret Price, sopranur, Agnes Baltsa, mezzo- sopran, Dennis O'Neal, tenorur og Kurt Rydl, bassur. Aðrenn konsertin byrjar, pråtar Per Erik Vent við dirigentin Gui- seppe Sinopoli, sum fortelur um seg sjålvan og verkið. 1. 19. Tey niggju livini hjå kettukonuni Beba úr Makedonia hevur ikki altíð verið kettukona. Tað byrjaði við einum barndómi í koncentratiónslegu, ið hon slapp nøku- lunda heilskapað burturúr, einum kettlingi fyri at takka. Síðani hevur hon verið avís- boð, sangarinna á náttklubbi og nakin- modell, men í dag býr hon í einum skúri við øllum sínum kettum, sum hon heldur vera nógv meira silviliseraðar enn fólk. Europa Lokalt nr. 6. nnuk Seinastu búfólkini í Múla -1:2 Múli er gomul bygd, sum hevur verið bú- pláss í midøld. Hetta vita vit, tí hon er nevnd í Hundabrævinum. Hóast tað ongantíð hava búð nógv fólk í Múla, er bygdin væl kend — ikki minst frá Guttormi í Múla. Seinastu fastbúgvandi fólkini, Andrea og Hans Jacob Frederiksen, fluttu í heyst úr bygdini. Drúgva tíð máttu tey bíða eftir vegasam- bandi, ið kom í 1990. Óv seint — ella í tøkum tíma? Nú seinastu búfólkini eru flutt, er iva- samt, um tað aftur verður so mikið lív í Múla, at tað minnir um forna tíð, tá fólk úr ødrum bygdum komu at halda kyndils- messu í Múla. Andrea og Hans Jacob siga frá hending- um og tíðini, hesi mongu ár tey hava búð í Múla. Jógvan Ravnsfjall frá Norðoya Forn- minnissavni sigur frá bygdarsøguni, úr midøld til dagin í dag. Sjónvarpið var eisini við seinasta dagin, teir vóru á fjalli, og Andrea hjálpti til at taka upp. Sunnukveldið hoyra vii um Múlahúsini, ið vórðu flutt í 1961 til Danmarkar. Tey standa nú á útisavninum í Lyngby, sum dómi um góðan gamlan føroyskan byggi- hátt. Sunnukvøldid kl. 21.30; Laurel Avenue 1:2 — Am. stuttrød Eitt vikuskifti hjá tí svarta húskinum Arnett í einum amerikanskum provinsbýi. Tey trý ættarliðini skulu hátíðarhalda, at onnur dótturin er flutt upp í starv innan løgregl- una. Men gleðin kemur at standa sína roynd av fleiri kreppum, sum hótta samanhaldið. Ein arbeiðarafamilja 2