Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 231 — 2. DESEMBER 1994 Tíðindablaðið CD » Sunnukygldið KL. 23.55; Tann dagin gloymi eg ikki Hvussu nógvar mammur hava eggjad døtr- um sinum til at luttaka i politiskum m6t- mælisgongum? Hvussu nógv nava upp-liv- að at eldur kemur í í bæði kærleika og poli- tikk sama dag? Tað hevur Tine Bryld, og tað hendi ein kaldan dag í oktober í 1960, og tað fortelur hon Jytte Dreyer um. Týskvældið kl. 21.55: Opening Night Am. filmur frå 1978. Sjónleikarinnan Myrtle Gordon verður vitni til, at ein av hennara ungu tilbiðjarum doyr í eini vanlukku. Hetta fær Myrtle at umhugsa sínar egnu fløktu kenslur, og tá ið hon samstundis venur ein nýggjan leik, ið minnir um hennara egnu stóðu, verður hon noydd at taka eina avgerð. Mikukvøldid kl. 19.00; Dinosaurarnir Am. skemtirød um familjuliv fyri 60 milli- ónum árum síðani. Mikukvøldid kl. 19.25: Barnadeildin Adam situr uppi yvir Donnu og fortelur henni um seg sjålvan. Hann heldur, at hon hevur mist vitið. Lítla Lucy finnur speed- tablettirnar, men heldur, at tær eru bomm. Mikukvøldid kl. 20.35: Stættir fyrr og nu i Bretlandi — Milliénøsan og hennara søga Doris Thompson er 87 ára gomul og eigur heimsins størsta tivoli, og sostatt eitt milliónavirki. Men tað er 6gjørligt at koma upp í eina hægri samfelagsstætt í Bretlandi, bara tí tú ert ríkur, og tað hevur hennara familja verið í fleiri ættarlið. Mikukvøldid kl. 21.05; Handilin hjå Kina vid mannagøgnum Deyðarevsing er vanlig í Kina. Á serligum døgum, eitt nú Tjóðardegnum og Nýggjársdag er vanligt, at einir hundrað fangar verða avrættaðir við nakkaskoti, og beint eftir avrættingina verða líkini koyrd á sjúkrahús, har sjúkrasystrar standa klárar at taka gøgnini úr teimum. Hundraðstals út- lendingar koma til Kina á hvørju mári at fáa sær m.a. nýtt nýra, og talið av kundum veksur ár undan ári. Men tað, sum veruliga hevur skeikað mannarættindafelagsskapir er, at tað tykist vera samanhangur ímillum tann vaksandi handilin við mannagøgnum og talið av deyðadómum í Kina. Eitt bretskt sjónvarpslið hevur gjørt hesa reportasjuna um tann vaksandi handilin hjá Kina við gøgnum úr avrættaðum fangum. Mikukvøldid kl. 21.35: Bygdin — um radsendingina Sjónvarpið fer nú at senda framhald av tí donsku raðsendingini bygdini. Í hesi send- ing verður m.a. greitt frá, hvussu arbeiðið at gera rødina fór fram, og prátað verður við nakrar av leikarunum. Mikukvøldid kl. 22.05: American Blue Note Am. filmur frå 89. Jack spælir saxofon og er leiðari av einum fimm mans orkestri, sum livir av at spæla til brúdleyp og fødingardagar. Jack droymir um at sleppa at spæla í teimum kendu jazz- klubbunum í New York, men tað gongur striltid at fáa tann dreymin at ganga út. Hóskveldið kl. 21.35: Fínt skal tað vera Frú Hyacinth skipar fyri einum av sínum hugnaligu døgurdasamkomum og hon ætlar at skipa fyri undirhaldinum sjálv. Hon skal syngja, serliga fyri einum av gestunum, Emmett, ið er leiðari av operafelagnum. Hóskveldið kl. 20.35: Nyggja andlit Indiu — Rams Krigsmenn Ein lýsing av ti politiska rákinum í India hesi seinnu årini. Fyrst og fremst ein lysing av hindunationalismuni, sum vindur meira og meira upp á seg — ein avbera høgra- reaktioner ideologi, sum miðar ímóti einum Stórindia, sum skal einsrættast undir hindu- mentanini. Aðrir bólkar og tey, sum hugsa ødrvisi, mugu laga seg til hetta sjónarmið ella rýma. Í filminum um Rams krígsmenn verður sagt frá ødrum bólkum, sum eru ímóti hindunationalismuni: kongressflokk- inum, muslimunum og teimum kastuleysu. Samframleiðsla millum Gekko Media- produktion og Danmarks Radio. Søgan um Ann Jillian Am. filmur frå 1988 um eina sjónleikar- kvinnu, sum fær bróst-krabbamein. Men hóast sjúkuna er viljin og dirvið framvegis til staðar. Leikarar: Ann Jillian, Tony LoBianco, Viveca Lindfors 0.0. Leikstjórn: Corey Allen. riggjak i Predator Am. filmur frá 1987. Langt inni í Latin- amerikanska frumskóginum er ein, ið drepur á ein hátt, ið eingin er førur fyri at gera honum eftir. Dutch Schaefer majorur og menn hansara eru á veg hagar. Hóast teir hava tey bestu vápnini viðs ær, verða teir ein fyri og annar eftir dripnir. Skjótt er bert majorurin eftir, og áðrenn hann veit av, stendur hann andlit til andlit við dreparan frá einari aðrari gongustjórnu. Leikarar: Arnold Schwarzenegger, Carl Weathers, Elpidia Carrillo, Bill Duke 0.0. Leikstjórn: John McTiernan. Eríggiakvældið kl.23.05; The Silent Partner Kanadiskur filmur frá 1978. Harðrendi bankaránarin Harry Reikle herjar á bankan Toronto. Bankamaðurin Miles Cullen ger sær dælt av støduni og tekur sjálvur úr kassanum og sigur at ránsmaðurin hevur tikið meira enn hann hevur. Cullen roknar ikki við, at bankaránarin kemur eftir honum at fáa hendur á restini... Leikarar: Elliott Gould, Christopher Plummer, Susannah York, Celine Lomez 0.0. Leikstjórn: Daryl Duke. Leygarkvøldid kl. 21.55: Patton Am. krigsfilmur frå 1970. Filmurin lýstir tveir menn, George S. Patton jr. herovasta og Omar N. Bradley. Hetta er ein søga um menniskju í kriggi. Filmurin endurgevur ymsar krigshendingar frå seinna heims- bardaga. Leikarar: George C. Scott, Karl Malden, Stephen Young, Michael Strong 0.0. Leik- stjórn: Franklin J. Schaffner. Sunnukvøldid kl. 19.00: Tango & Cash Amerikanskur actionfilmur frå 1989. Tveir sera Glikir løgreglumenn, sum mest likist einum børsmeklara og so Gabe Cash, sum er sera rokutur, eru báðir forelskaðir í somu kvinnu, Kiki, og tí kunnu teir ikki torga hvønn annan... Leikarar: Sylvester Stallone, Kurt Russ- ell, Jack Palance, Teri Hatcher 0.0. Leik- stjórn: Andrei Konchalovsky. Love in Waiting Enskur filmur frá 1932. Gloria og Brenda leita sær eftir arbeiði, og tá møta tær Mary, sum er rýmd heiman. Leikarar: David Tomlinson, Andrew Crawford, Peggy Evans 0.0. Leikstjórn: Douglas Peirce. Månakvøldid kl. 20.35: The George McKenna Story Am. filmur frå 1986. Hesin filmurin, sum er bygdur á eina sanna søgu, fer fram á George Washington High School mitt í einari ghetto í Los Angeles. Í miðdeplinu er George McKenna, ein, ið ikki vil svíkja studentarnar. Hóttanir um harðskap er or- søkin til, at næmingarnir hava vápn uppi á sær, og lærararnir eru lítið saman við teim- um. Útbúgvingin krevur ov nógva tíð og kreftir, men so ætlar McKenna sær at gerast rektari... Leikarar: Denzel Washington, Lynn Whitfield, Akosua Busia, Richard Masur 0.0. Leikstjórn: Eric Laneuville. Tysdagin kl. 11.15: Her var eg lukkulig Enskur filmur frå 1965 um eina kvinnu, sum fer frá manni sínum í London aftur til lítla, írska havnarbýin, har hon vaks upp. Leikarar: Sarah Miles, Cyril Cusack, Julian Glover, Sean Caffrey 0.0. Leikstjórn: Desmond Davis. Mikukvøldid kl. 23.00: Without a Clue Enskur filmur frá 1989. Doktor Watson er í einari truplari stóðu. Fyri ikki at oyðileggja alt fyri seg sjálvan, letur hann detekti vin og ikki minst >mytuna<, Sherlock Holmes, taka yvir. Watson er vorðin so kendur, at hann noyðist at hýraein sjónleikara at spæla hann. Tíverri vísir tað seg, at Watson hevur valt skeivan mann, sum ikki bara dámar væl atdrekka, men eisini er óður eftir konufólki. Leikarar: Ben Kingsley, Michael Caine, Jeffrey Jones, Lysette Anthony, Paul Free- man, Nigel Davenport 0.0. Leikstjórn: Thorn Eberhardt. Hósdagin kl. 11.15: Nor the Moon by Night Enskur filmur frå 1958 um ein afrikanara, sum eftir langari tíð giftist við einari, hann hevur skrivað saman við... Leikarar: Michael Crai Patrick McGoohan, Anna stjórn: Ken Annakin. , Belinda Lee, aylor 0.0. Leik- Hóskveldið kl. 23.35: Zorro — The Gay Blade Am. filmur frå 1981. Don Diego Vega — kendur sum Zorro — berjist at verja fátæku bøndurnar móti einaræðisharranum Esta- ban. Men eitt óhapp ger hann óarbeiðs- føran, og ein annar má finnast ístaðin. Valið fellur á tvíburabróðir hansara, Bunny. Og hóast hesin hevur nógv onnur áhugamál, so fær hann at enda skil á... Leikarar: George Hamilton, Lauren Hutt- on, Brenda Vuccaro, Ron Liebman 0.0. Leikstjórn: Peter Medak.