Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 135 - 19. juli 2003 Nr. 135 - 19. juli 2003 3 Ov lítil fiskur Grønlendingar hava útvegað sær seks útlendsk skip at taka ímóti fiski frá útróðrarbátum í summar, men fiskiskapurin hevur verið so mikið vánaligur, at tvey av skipunum eru longu farin heimaftur. Eitt portugisiskt skip, sum hevur ligið í Kangaatsiaq og tikið ímóti útróðrarfiski, er farið aftur til Portugals. Ætlanin var, at skipið skuldi taka ímóti 1200 tonsum, men nú tað fór avstaðaftur, hevði tað bert fingið góð 300 tons. Eitt norskt skip, sum hevur ligið nærhendis Nuuk og tikið ímóti fiski, er farið aftur til Noregs. Tað fekk heldur ikki tann fiskin, sum roknað varð við, sigur grønlendska útvarpið. Eitt annað norskt skip liggur við Narsaq, men higartil hevur tað fingið lítlan fisk. Hini trý skipini fáa heldur meiri. Eitt nú hevur tað víst seg, at eitt av skipunum fær umleið 20 tons av útróðrar- fiski um dagin, og tað er tvær ferðir meiri enn væntað. Kavarar fingu viðhald Ein nýggj frágreiðing staðfestir, at nógvir av teimum kavarunum, sum arbeiddu í oljuvinnuni, tá hendan vinnan tók seg upp í Noregi, høvdu alt ov ringar ar- beiðsumstøður, og at nógvir teirra fingu varandi mein av arbeiðinum. Í frágreiðingini stendur, at 18 av teimum umleið 350 kavarunum fingu so stórar sálarligar trupulleikar, at teir valdu at taka lívið av sær. Nógvir aðrir hava mist familjuna, aðrir húsini, og nógvir hava stórar rús- drekkatrupulleikar. Frágreiðingin sigur, at hóast lækn- arnir hjá kavarunum ávaraðu myndugleikarnar, vildi eingin lurta eftir teimum. Ein av kavarunum, tann 53 ára gamli Tom Halvorsen, sigur við norska útvarpið, at kavararnir vórðu misnýttir í sjeytiárunum, tá tað ráddi um at fáa fatur á oljuni á norska landgrunninum. Hann vísir á, at kavararnir vóru teir einastu, sum ikki vóru umfataðir av lógini um arbeiðsumhvørvi, og at hetta stóð við í fimtan ár. Í fleiri ár fingu myndugleikarnir at vita, hvussu vorðið var, uttan at nakað varð gjørt við tað, sigur hann. Nú heldur hann, at kavararnir eiga at verða skrásettir, so teir kunnu fáa endurgjald. Lóg ímóti kríggi Jóhannes Páll pávi Annar mælir nú altjóða samfelagn- um til at smíða eina lóg, sum skal forða altjóða krepp- um sum Irak-krígnum. Pávin hevur leingi fýlst á, at tað ikki eydnaðist at loysa Irak-kreppuna við diplomatiskum tiltøkum, og hann heldur, at úrslitið av teirri kreppuni vísir, hvussu veik verandi altjóða lóggáva er. Nýggjársdagur næsta ár er altjóða friðardagur, og pávin sigur, at tann dagin eigur altjóða samfelagið at seta sær sum mál at gera eina nýggja lóggávu, sum skal forða kríggi. -Mannaættin hevur eina stóra avbjóðing fyri framman. Eydnast tað ikki at skipa stovnar, sum kunnu forða kríggi, er vandi fyri, at hernaðarlig megi verður sterkari enn lógini, sigur pávin. UTTAN ÚR HEIMI Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra kona, mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara ELIN JACOBSEN (Ella) ættað av Morskranesi búsitandi í Tórshavn andaðist í heiminum 14. juli, 90 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum mánadagin 21. juli kl. 13.00. Familjunnar vegna Jacob Tey, ið ynskja at lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata Lindini eina peningagávu. Tony Blair væntar, at søgan fer at fyrigeva USA og Bretlandi, at tey lupu á Irak. IRAK-KRÍGGIÐ Árni Joensen Í einari søguligari røðu fyri amerikansku Kongressini fyrrakvøldið segði bretski forsætisráðharrin, at søgan fer at vísa, at USA og Bret- land gjørdu rætt í at koyra stýrið hjá Saddam Hussein frá, sjálvt um tað skuldi víst seg, at irakski einaræðis- harrin var ikki tann hóttan, sum amerikanarar og bretar søgdu hann vera. Men Blair hevði eisini ein boðskap til George W. Bush, forseta og hinar am- erikansku politikararnar. - USA eigur ikki bert at leiða, men má eisini lurta. USA eigur ikki at sleppa Evropa upp á fjall, men heldur at samstarva við Evropa, og tað skal USA gera við at sannføra Evropa og ikki við at geva boð, segði Blair. Hann legði eisini stóran dent á, at amerikanarar og bretar kunnu ikki fara úr Irak, fyrr enn uppgávan er loyst. - Vit lovaðu irakum demokrati, og vit eiga ikki at fara haðani, fyrr enn vit hava hildið tað lyftið, segði Tony Blair, sum samstundis legði dent á, at bardagin ímóti yvirgangi verður ikki vunnin, fyrr enn tað eydn- ast at skipa varandi frið í Miðeystri. USA er einasta demo- kratiska landið í Vest- urheiminum, sum hevur deyðarevsing, men nú vísir ein upp- gerð, at talið á deyða- dómum har er minkað munandi. DEYÐAREVSING Árni Joensen Sambært løgfrøðingum eru tað ymsar orsøkir til, at færri amerikanarar verða dømdir til deyða nú enn fyrr. Ein orsøk er, at eitt rættarmál, har ákæruvaldið krevur deyðarevsing, er sera kostnaðarmikið, og so hevur tað eisini víst seg, at nevningar ofta stúra fyri at døma ósek fólk til deyða. Italski felagsskapurin Hands Off Cain sigur, at meiri enn 4.000 fólk vórðu avrættað aftan á deyðadóm í fjør, og at 71 av hesum av- rættingunum vóru í USA. Tað merkir, at amerikanska talið er sera lítið samanbor- ið við eitt nú Kina, har um- leið 3.000 fólk vórðu dømd til deyða og avrættað í fjør. Í Iran var talið 316 og í Irak 214. 15 av teimum 50 amerik- ansku statunum hava fram- vegis deyðarevsing, men statsadvokaturin í Clasop í statinum Oregon, Josh Marquis, væntar, at færri og færri fólk verða dømd til deyða og avrættað í USA í framtíðini. Sjálvur heldur hann, at tað eru bert brots- menn sum bumbumaðurin Timothy McVeigh, sum eiga at fáa deyðarevsing. McVeigh varð dømdur til deyða fyri eitt bumbuálop í Oklahoma City í 1995, sum kostaði 168 mannalív. Í juni í 2001 varð hann avrættað- ur við einari eiturinn- spræning. Nógv færri deyðadómar í USA Søgan fer at fyrigeva okkum Tony Blair var eftir øllum at døma væl nøgdur aftan á røðuna, sum fekk nógvar lógvabrestir frá kongresslimunum C M Y K 3 2 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in