Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 135 - 19. juli 2003 Nr. 135 - 19. juli 2003 5 Í lýggja kvøldarveðr- inum hóskvøldið dansaðu nakrir limir úr dansibólkinum, Dansihugni, í Klaks- vík á talvborðinum í Vágstúni FÓLKADANSUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Um níggjutíðina hóskvøldið savnaðust einir 20 limir úr dansibólkinum Dansihugni á talvborðinum í Vágstúni. Tey dansaðu fólkadansir til tónleik, sum streymaði út úr anlegg- inum, sum tey sjálvi eiga. Fischer Johannesen er formaður í Dansihugna. Hann sigur, at hetta var púra spontant. Tey luftaðu tankan fyri nøkrum av limunum, og so varð gjørt av at fara at dansa eftirsum at veðrið var so avbera gott. Nógv fólk gingu og spákaðu í býnum, og tey steðgaðu so á at hyggja. Væl lá fyri hjá dansarun- um, og tað sást á øllum brøgdum, at hesi njóta at dansa. Fischer sigur, at tey hugsaðu um at hava frían dans, men gjørdu so av ikki at hava tað. – Tað hevði verið trekt at fingið nakran at dansa bara soleiðis av gøtuni. Tað hava vit royna áður, og tað var sera trekt, sigur hann. Eitt nú royndi hann, tá kommunan bjóðaði borg- arunum morgunmat fyrst í juli mánaði. Tá spældi countrybólkurin, og Fisch- er saman við øðrum treiv í dans. Men tað løgdust ikki so mong afturat, og gjørdi tað helst sítt til, at tað bert vóru limir úr Dansihugna, sum dansaðu hóskvøldið. Tey byrjaðu at dansa um hálvgum tíggjutíðina og hildu á líka til klokkan ellivu. Tey høvdu ein stutt- an kaffisteðg í garasjuni hjá Ásu Waag, sum er ein av limunum. Hon býr í Vágs- túni, so tað lá væl fyri. – Ása var líka sum primus motor hetta kvøld- ið, tí hon býr beint har, so vit fingu eisini streym til anleggið frá henni, sigur Fischer. Dansihugni er annars í summarfrí nú, men kortini vóru ein triðingur av limun- um savnað hetta kvøldið. Tað eru 60 limir í Dansi- hugna, og umleið 40 av teimum plaga at møtast til dans hvørt leygarkvøld gjøgnum veturin. Tey dansa vanliga skotskar, norskar og svenskar fólkadansir. Talvborðsdansur Limir úr fólkadansarabólkinum, Dansihugni, í Klaksvík tóku ein "swing om" á talvborðinum í Vágstúni í lýggja kvøldarlotinum hóskvøldi Nógv herd vápna- lóg á veg Øll tey, sum fram- eftir vilja ogna sær skotvápn, skulu hava loyvi frá fút- anum. Tað er høv- uðsendamálið við einari dagførdari vápnalóg, sum før- oyska løgmálaráðið hevur sent til hoyr- ingar VÁPNALÓG Ingi Rasmussen Síðstu árini hava verið fleiri tilburðir, har óvandalig handfaring av vápnum hava sett lív hjá fólkum í váða. Tað hev- ur fest í eitt afturvend- andi kjak um, hvussu lætt tað er at ogna sær vandamikil vápn. Higartil hevur borið einum og hvørjum, sum er fyltur 18 ár, til at fara í ein handil at keypa sær vápn. Nýggja vápnalóg- in, sum helst verður løgd fyri løgtingið í komandi tingsetu, hevur við sær, at fútin í hvørj- um einstøkum føri skal loyva tær at keypa, inn- flyta ella eiga vápn. Tal- an er fyrst og fremst um skotvápn og pípur, sum kunnu skjóta út kúlur, høgl ella onnur projek- til, t.v.s. riflur, skamm- byrsur og høglbyrsur, men eisini onnur skot- vápn eru umfatað. Tað verður eisini ólógligt uttan loyvi at keypa sær lóður til hesi vápn. Í nýggju lógini er revs- ingin fyri brot á vápna- lógina eisini herd. Tað er greitt, at føroy- ingar hava havt tætt til- knýti til vápn, tí nógv veiða fugl og harur. Men løgmálaráðið held- ur, at nú føroyingar eru førkaðir longur frá veiðisamfelagnum, eru vápn alsamt meiri knýtt at harðskapi og minni til at matskaffa. Spurning- urin er, um øll eru samd, men tey ósamdu sleppa eisini at gera vart við seg. Uppskotið er sent til hoyringar hjá ymisk- um viðkomandi pørtum, men øll eru vælkomin at senda viðmerkingar, verður sagt av løgmála- ráðnum. Síðsta orðið er neyv- an sagt í málinum um, hvønn týdning Føroyar hava havt fyri verjuútreiðslur- nar hjá Danmark í NATO. Tjóðveldis- menn halda tað vera í tøkum tíma, at málið verður tikið upp, um neyðugt á Fólkatingi. Jóannes Eidesgaard heldur tjóðveldis- menn sakna rumbul, men hevur annars onki ímóti, at málið verður avklárað VERJUMÁL Ingi Rasmussen Kravið um eina fíggjarliga uppgerð millum Føroyar og Danmark er aftur um at reisast. Tað kemst av, at ljós er varpað á, at Anders Fogh Rasmussen forsætisráð- harri er komin at standa í andsøgn við tað, sum fleiri fyrrverandi danskir ráð- harrar hava sagt. Jens Otto Kragh, Uffe Ellemann Jensen og Hans Engell hava allir til felags, at teir hava verið danskir ráðharrar við innliti í donsk verjumál. Teir hava eisini tað til felags, at teir hvør sær hava framborið, at Danmark slapp lættari í limagjaldi til NATO, tí teir góvu verjusamgonguni landaøki í Grønlandi og Føroyum at ráða yvir. Hesum hevur forsætis- ráðharrin anno 2003 kortini víst aftur við orðunum, at »Danmark har på intet tidspunkt unddraget sig udgifter i NATO som følge af Færøernes status og placering,« tá Føroya- nevndin hjá Fólkatinginum spurdi seg fyri. Málið hevur javnan verið frammi síðstu árini, tí før- oyingar hava viljað prógv- að, at blokkstuðulin úr Danmark ikki er nøkur ol- mussa, men eitt gjald fyri vald og góðar treytir í heiminum. Nú er aftur politiskt rum- bul um at koma burturúr málinum. Ein nýggj støða Anfinn Kallsberg løgmað- ur noktar at gera nakað við málið í løtuni. Tað er ikki á politisku dagsskránni, sigur hann, tí Føroyar og Dan- mark hava avtalað blokk- stuðulin næstu árini. Sam- gongufelagin Jenis av Rana úr Miðflokkinum harmast og vil framvegis hava eina fíggjarliga uppgerð við støði í NATO-limagjaldin- um. Formaðurin í Uttanlands- nevndini hjá Løgtinginum, Hergeir Nielsen úr Tjóð- veldisflokkinum, er í sama báti. Hann heldur ósam- svarandi upplýsingarnar vera so ørkymlandi, at tíðin er komin til eina uppgerð. – Ferð eftir ferð hava danir víst hesum máli frá sær og hava ikki viljað við- gjørt tað, men nú fyriliggur ein nýggj støða. Sitandi forsætis- og verjumálaráð- harri hava við ein munn sagt eini fólkatingsnevnd, at Føroyar og Grønland einki positivt íkast geva til danska búskapin, meðan undanfarnir ráðharrar í somu sessum søgdu tað øv- ugta, sigur Hergeir Nielsen. Onkur sigur ósatt, stað- festir hann, og okkara sam- skiftið við danir tolir illa hesa tvístøðu frameftir. Tí er neyðugt at fáa greiðu á hesum máli, heldur hann, og tá tað ikki ber til í bein- leiðis samráðingum, mugu aðrar leiðir troytast. – Fólkatingsumboð okk- ara eiga sjálvandi at nýta hetta gylta høvið til at fáa greiðu á, hvør sigur satt, og hvussu fíggjarligu viður- skifti okkara í NATO-fel- agsskapinum hanga saman, sigur Hergeir Nielsen. Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsumboð floksins, er av somu áskoðan, og um landsstýrið ikki vil brúka musklar í málinum, fer hann helst sjálvur at taka tað upp á Fólkatinginum segði hann Útvarpinum hóskvøldið. Skeivur pallur Tað eru kortini ikki øll, sum halda, at Uttanlands- nevndin og Fólkatingið eru rætti pallurin til orðaskiftið. Formaður Javnaðarfloks- ins, Jóannes Eidesgaard, sum er limur í Uttanlands- nevndini, sigur Hergeir Nielsen tosa fyri seg sjálv- an, tá hann tekur NATO- málið framaftur. – Eftir øllum at døma er tað vorðið ov friðarligt fyri tjóðveldismenn fyri tíðina, tí teir liva av konfrontatión- um. Eg havi onki ímóti, at málið verður tikið upp, men tað eigur at vera ein spurningur, sum landsstýr- ið tekur upp við donsku stjórnina. Landsstýrið hev- ur eftir øllum at døma eitt internt problem, tí løgmað- ur ikki vil, metir Jóannes Eidesgaard. Sjálvur hevur hann kort- ini einki ímóti, at málið verður viðgjørt og lýst út í æsir, tí tað er við til at skapa seiglívaðar mytur millum Føroyar og Dan- mark. – Tað er vorðið til pá- standur ímóti pástandi, har sitandi ráðharrar hava eitt standardsvar, sum er øðr- vísi enn tað, sum fráfarnir ráðharrar siga. Málið hevur tært í áravíst, og tað hevði verið gott fyri allar partar at fingið eina klárlegging. Tað hevði eisini verið ein fyri- munur fyri Danmark, tí so kundi hent seg, at tað kom fram, at Føroyar afturfyri at hava lagt land til verjuna av vesturheiminum, hava fing- ið eina verju, sum vit ong- antíð sjálv høvdu megnað, sigur Jóannes Eidesgaard. NATO-málið aftur í brennideplinum Málið hevur verið í áravís um fíggjarligu viðurskifti okkara við NATO. Rættast hevði verið at gjørt verður upp og kanna málið til botns, halda fleiri Fólkatingssalurin er ikki staðið til eina uppgerð um NATO- útreiðslur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum kortini heldur tað vera skilagott við einari neyvari lýsing C M Y K 5 4