leygardagur 19. juli 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 135 - 19. juli 2003
Nr. 135 - 19. juli 2003
7
Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur:
-Tað varð ov rívuliga farið til verka
Formaðurin í Bú-
skaparráðnum er ikki
í iva um, at høvuðsor-
søkin til, at ALS-
gjaldið aftur hækkar
er, at ALS-gjaldið
upprunaliga varð
lækkað ov nógv.
ALS-GJALDIÐ
Páll Holm Johannesen
So avgjørdur er Hermann
Oskarsson, tá vit spyrja
hann um orsøkina til, at
ALS-gjaldið nú brádliga
aftur skal hækkast. – Inn-
gjaldið til skipanina er
lækkað við 59 %, og ein-
asta orsøkin til lækkingina
er, at gjaldið varð niðursett
frá 1.januar. Nú leiðslan í
ALS hækkar gjaldið aftur
er greitt tekin um, at tað
varð farið ov rívuliga til
verka, sigur Hermann Osk-
arsson.
Ein av grundgevingunum
fyri hækkanini av gjaldin-
um er, at útgjaldið er 19%
hægri enn sama tíðarskeið í
fjør. Hermann Oskarsson
vísir á, at orsøkin til, at út-
gjaldið er størri enn í fjør
er, at fleiri fólk fáa útgjald
samanborið við sama tíðar-
skeið í fjør, og at hvør ein-
stakur fær størri útgjald enn
í fjør.
Útgjaldið í ALS-skipan-
ini er mett eftir, hvussu
nógvan pening tann ein-
staki hevur vunnið mánað-
irnar undan hann gjørdist
areiðsleysur. Tá lønarút-
gjaldingarnar í føroyska
samfelagnum
framvegis
hækka, hækkar útgjaldið til
tey arbeiðsleysu eisini sam-
svarandi.
Vórðu ávaraðir
Formaðurin í Búskapar-
ráðnum sigur, at leiðslan í
Arbeiðsloysisskipanin varð
ávarað í fjør um at ikki at
lækka gjaldið ov nógv.
- Á 10-ára haldinum hjá
ALS í fjør vísti eg á, at
arbeiðsloysisgrunnurin var
ómetaliga týdningarmikil
hjá føroyingum, og tí var
sera týdningarmikið, at
man ikki leyp frammav, nú
tosað varð um at lækka
gjaldið. Grundgevingin fyri
lækkingin frá 1,25 til 0,5 %
var, at eginognin hjá ALS
var so stór, og tí undrar tað
meg eitt sindur, at stovnurin
grundgevur fyri nýggju
hækkani, at tey m.a. eru
bangin fyri, at tað verður
tært av eginognini, um
gjaldið ikki verður hækkað
aftur,
greiðir
Hermann
Oskarsson frá.
Hann er ikki iva um, at
lækkingin á gjaldinum upp-
runaliga var ov stór, og tað
er orsøkin, at man nú er
noyddur at koma afturum-
aftur. Spurdur um útlitini
fyri einum størri arbeiðs-
loysi í Føroyum, svarar
Hermann, at framvegis er
arbeiðsloysið í Føroyum
lágt, og hóast hóttanina um
hópuppsagnir í kreppuraktu
alivinnuni, so er sera týdn-
ingarmikið, at arbeiðs-
loysið í Føroyum verður
sett í rætt perspektiv.
– Vit hava framvegis lágt
arbeiðsloysi, og verður
talan um nakrar uppsagnir í
alivinnuni, so fara vit fram-
vegis at hava lágt arbeiðs-
loysi. Tá arbeiðsloysistølini
eru so smá, er rættiliga
skjótt,
at
prosenttølini
kunnu tykjast ræðandi, men
tá mugu vit sláa kalt vatn í
blóðið, og seta tølini í rætt
perspektiv, sigur Hermann
Oskarsson at enda.
Búskaparráðnum er ikki í iva
um, at høvuðsorsøkin til, at
ALS-gjaldið aftur hækkar er,
at ALS-gjaldið upprunaliga
varð lækkað ov nógv
Mynd: Savnsmynd
Økingin av útgjaldin-
um av arbeiðsloys-
isstuðli, og minni
inntøkur, orsaka av
lægri lønarvøkstri
enn væntað er høv-
uðsorsøkin til, at
ALS-gjaldið aftur
hækkar úr 0,5 til 0,75
frá 1.september í ár
ALS-GJALDIÐ
HÆKKAR
Páll Holm Johannesen
Í tíðindaskrivi til fjølmiðl-
arnir fríggjadagin boðar
Arbeiðsloysisskipanin frá,
at ALS-gjaldið frá 1. sep-
tember í ár hækkar úr 0,5
til 0,75 %. 1. januar í ár
varð gjaldið annars sett
niður úr 1,25 % til 0,5 %,
men nú hevur so leiðslan í
ALS avgjørt at hækka
gjaldið aftur.
Økt útgjald og lægri
inntøkur enn væntað
Grundgevingin fyri hækk-
anin er, at tølini fyrstu
fimm mánaðirnar í ár vísa,
at útgjaldið av arbeiðsloys-
isstuðli hetta tíðarskeiðið
er út við 19 % hægri enn
sama tíðarskeið í fjør. Úr
ALS
verður
sagt,
at
økingin av útgjaldinum
kemur í høvuðsheitum av
øktum
arbeiðsloysi
og
hækkandi
út-
rokningargrundarlagi hjá tí
einstaka.
Somuleiðis er inngjaldið
til arbeiðsloysisskipanina
hesar fyrstu fimm mánaðir-
nar av árinum lækkað við
heili 59%, samanborið við
tølini í fjør. Høvuðsorsøkin
til lækkanina av inngjaldin-
um er, at ALS-gjaldspros-
entið 1.januar 2003 varð
lækkað úr 1,25 % niður í
0,50 %.
Samlaðu
lønarútgjald-
ingarnar í føroyska samfel-
agnum hava eisini verið
lægri, enn Arbeiðsloysis-
skipanin hevði væntað, og
tískil hava inntøkurnar
heldur ikki staðið í mát við
metingarnar, sum vóru
gjørdar tá fíggjarætlanin
fyri 2003 varð løgd. Úr
ALS verður sagt, at verður
gjaldið ikki hækkað, so er
vandi fyri, at tað verður
tært av eginognini hjá
stovninum.
16 føroyingar fara um
mánáðarskiftið til
Skotlands at ganga.
Tey skulu ganga í
fjøllunum við Glen
Afric-dalin, sum ligg-
ur beint vestanfyri
Loch Ness
GONGUTÚRUR
Páll Holm Johannesen
Frá 31 juli til 7.august fara
16 føroyingar til Skotlands
at ganga í fjøllunum. Tað
eru fólk úr Felagnum Tórs-
havn, sum hava tikið stig til
ferðina. Hetta er triðju ferð,
at slíkur bólkur skipar eini
gonguviku uttanlands
Í
1998
vóru
tey
í
Jotunheimen í Noregi, og í
2000 varð gingið eftir Eyst-
urlandinum í Íslandi. Í ár
gongur so leiðin til Skot-
lands, har ætlanin er at
ganga fjøllini við Glen Af-
fric-dalin. Fjøllini við Glen
Afric-dalin eru um 900 til
1300 metrar høg, og leggj-
ast kann afturat, at dalurin
liggur
beint
vestanfyri
Loch Ness
Farið verður á morgni út at
ganga, og gingið verður
allan dagin til tey koma
heimaftur til bústaðin um
kvøldið. Gongutúrarnir eru
skipaðir saman við skotsk-
um ferðaleiðarum, sum
fara at fylgja við føroyska
ferðalagum í fjøllunum.
Teir sekstan føroyingar
eru allir roynd gongufólk,
sum eru von við at ganga
alt árið í Føroyum. Gongu-
felagið Tórshavn er virkið
gongufelag, sum við jøvn-
um millumbili skipar fyri
gongutúrum
kring
alt
landið.
ALS hækkar
gjaldið aftur
16 føroyingar fara um mánaðarskiiftið til Skotlands at ganga. Í eina viku skulu tey ganga fjøllini við Glen Affric-dalin
Føroyingar ganga fjøllini í
Skotlandi
Føroya Banki:
Klára at standa ímóti tapi
Føroya Banki er væl
fyri og hevur ikki
brúk fyri hjálp til
lánveitingar til
alivinnuna, sigur Jørn
Astrup Hansen,
forstjóri í Føroya
Banka
ALIVINNA
Heri á Rógvi
Í hálvársroknskapinum hjá
Føroya Banka hevur bankin
økt
burturleggingar
á
útlánum til alivinnuna við
124 milliónum. Orsøkin er
tronga støðan, ið alivinnan
er komin í. Hesa støðu
hevur Jørn Astrup Hansen,
forstjóri í Føroya Banka,
eisini áður gjørt vart við í
Sosialinum, har millum
annað nevnir, at eginpen-
ingurin er um at hvørva í
alivinnuni.
Føroya Banki metir, at
bankin við sínum burtur-
leggingum í hálvársrokn-
skapinum 2003 hevur tikið
hædd fyri teimum tapum,
ið hótta alivinnuna. Føroya
Banki hevur soleiðis gjørt
seg til reiðar til luttøku í
endurreisingini av vinnuni,
verður sagt í tíðindaskrivi í
sambandi við hálvársrokn-
skapin.
Tær 124 milliónirnar um-
fata eisini smoltstøðir og
sláturvirki. Tað verður lagt
eina við, at bankin eftir
hetta í fullan mun hevur
burturlagt tann partin av út-
lánum bankans í alivinnuni,
ið ikki verða hildin at vera
umfataði av trygdum, ser-
liga veð í fiski, sum varliga
er virðismettur við støði í
núverandi, sera lágu, laksa-
prísum.
Tørva onga hjálp
Eftir fyrstu útmeldingarnar
hjá Føroya Banka um støð-
una hjá alivinnuni, er bank-
in vorðin kritiseraður fyri at
leita eftir einum útvegi
burturúr alivinnuni fyri ikki
at líða tap.
Men leiðslan í Føroya
Banka vísir aftur, at teir
leita eftir hjálp til lánveit-
ingarnar til alivinnuna, ella
at bankin ikki er førur fyri
at standa ímóti tapum í
alivinnuni.
Við eini áogn í alivinnuni
á 560 milliónir krónur og
burturleggingum á 607
mió. og eginpeningi áljóð-
andi 1.469 mió., Føroya
Banki í fullan mun førur
fyri at standa ímóti tapum í
alivinnuni, sigur Jørn Astr-
up Hansen.
Bankin mælir til, at
myndugleikarnir ikki gera
tilvurna
hjá
alivinnuni
truplari enn hon er, tí
alivinnan er undir trýsti frá
øllum síðum. Bankin mælir
til at styrkja vinnuna – ikki
lánveitararnar.
Tørvur á tiltøkum
Givið er, at føroyska ali-
vinnan er komin í eina
trupla støðu. Kreppan í
alivinnuni, sum vit loyva
okkum at kalla støðuna,
skyldast fyrst og fremst eitt
alt ov stórt útboð av alifiski
á heimsmarknaðinum, so-
leiðis at prísurin liggur væl
undir framleiðslukostnaðin
í Føroyum. Samstundis eig-
ur føroyska alivinna eisini
ein ringan fígginda í ILA
smittuni, sum tamarhald
ikki er fingið á.
Sum nevnt mælir Føroya
Banki til, at tiltøk verða sett
í verk fyri at styrkja ali-
vinnuna. Og neyðugt er við
einum samskipaðum tiltaki
við luttøku frá alivinnuni,
íleggjarum, fóðurveitarum,
peningastovnum og mynd-
ugleikunum, verður sagt í
tíðindaskrivi frá Føroya
Banka.
Stóru tapini hjá alivinn-
uni hava drenað tað nógva
av eginpeninginum úr vinn-
uni, og hetta er fyrsta for-
treyt fyri, at alivinnan skal
koma aftur á føtur. Í fjør átti
alivinnan 23% av samlaða
føroyska útfluttningsvirðin-
um. Tá eginpeningurin er
mistur, er neyðugt at tilføra
nýggjan eginpening, og her
leggur Føroya Banki upp
til, at bankin kann vera við
til at gera hetta eitt sindur
lættari.
–
Er
eginpeningurin
mistur, er neyðugt at tilføra
nýggjan kapital, um fyri-
tøkan skal halda áfram. Og
so er møguligt, at lánveitar-
arnir við eini avskriving
mugu vera við til at skapa
grundarlag fyri nýggjum
kapitalinnskoti, sigur Jørn
Astrup Hansen.
Hálvársúrslitið hjá
Føroya Banka vísti
eitt hall á rakstrinum.
Hetta skyldast fyrst
og fremst stóru
burturleggingarnar í
sambandi við
alivinnuna
ROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
Føroya Banki hevur al-
mannakunngjørt roknskap-
in fyri fyrstu seks mánaðir-
nar av 2003. Seinastu árini
hevur bankin almannagjørt
eitt metstórt yviskot fyri og
annað eftir. Men nú er aftur
gerandisdagur í Føroyum,
og Føroya Banki hevði
fyrstu seks mánaðirnar í ár
eitt undirskot áljóðandi 29
mió. áðrenn skatt. Eftir
skatt er hallið 23 milliónir
krónur. Hetta er fyrstu ferð
síðani 1993, at Føroya
Banki hevur havt undirskot.
Og undirskotið skyldast
alivinnuni. Føroya Banki er
noyddur at síggja truplu
støðuna hjá vinnuni í eyg-
uni, og neyðugt hevur verið
at økt burturleggingar í sam-
bandi við lánveitingarnar til
alivinnuna við 124 millión-
um. Samanlagt hevur Før-
oya Banki burturleggingar
fyri í alt 607 mió. kr.
Forstjórin
í
Føroya
Banka, Jørn Astrup Han-
sen, sigur, at tað er ilt at
meta um, hvørt Føroya
banki fer at tapa allan hend-
an pening, ella tað verður
møguligt seinni at inntøku-
føra ein part av burturlegg-
ingunum, soleiðis sum tað
hevur borið til í nítiárunum.
Inntøkuførdu burturlegg-
ingarnar teljast millum
fremstu orsøkirnar til, at
Føroya Banki síðanin 1993
hevur havt risayvirskot.
Upp og niður
Tað løgna ella paradoksið
við hálvársroknskapinum
hjá Føroya Banki er, at
burtursæð frá gongdini í
alivinnuni, so er úrslitið
betri enn nakrantíð.
Yvirskotið av fíggjarpost-
um er 153 milliónir, og tað
er 8,2% meira enn fyrstu
seks mánaðirnar í fjør.
Burtursæð frá alivinnuni
hevði Føroya Banki 95
milliónir í yvirskotið, og
hetta er tað mesta nakrantíð.
Vit eru sera væl nøgdir
við rakstrarúrslitið burtur-
sæð frá alivinnuni. Tølini
eru sum heild sum tey
plaga at vera, og roknast
skal ikki við, at undirskot í
roknskapinum verður van-
ligt hjá Føroya Banka, sigur
Jørn Astrup Hansen.
Forstjórin roknar við
einum yvirskoti seinna
hálvár.
Hálvársúrslitið hjá Før-
oya Banki sigur eisini nógv
støðuna hjá føroyska bú-
skapinum og samfelagnum,
har bankin, sum er sloppin
at kalla heilt undan tapum
seinnu árini, eisini missir
pening. Hetta er nakað,
sum bankin áður hevur tos-
að um.
Tað kom eitt sindur
seinni, enn vit høvdu
roknað við, men tað rakti
okkum harðari, sigur Jørn
Astrup Hansen.
Men fólk skulu als ikki
rokna við, at Føroya Banki
við sínari 1,4 mia. stóru
eginogn er í vanda.
Hetta er eingin kata-
strofa. Føroya Banki er væl
fyri, og hetta verður ikki
vanligt í framtíðini, sigur
Jørn Astrup Hansen.
Undirskot í Føroya Banka
Føroya Banki hevði fyrsta hálvár í ár eitt undirskot
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyrsta hálvár í ár háttaði seg soleiðis hjá Føroya
Banka:
Tøl í mió. kr.
2003
Broyting í mun til 2002
Úrslit av fíggjarpost
153
8,2%
Útreiðslur
63
-0,6%
Tap og burturleggingar
117
Úrslit av kapitaláhugamálum
-2
Úrslit av vanligum rakstri á/ skatt
-29
Útlán
3.316
-1,5
Innlán
3.793
-0,8
Eginogn
1.469
-1,6
Javni
5.362
-2,2
Fakta
C
M
Y
K
7
6