Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 135 - 19. juli 2003 Nr. 135 - 19. juli 2003 9 Uppá 13 ár hevur Hafsteinn Jóhanns- son siglt 63.000 sjó- míl. Tað svarar til tríggjar ferðir kring jørðina. Skip hansara, Elding, og hann eru nú á veg til Íslands. Hetta er seinasta ferð- in hann ger við Eld- ing, tí nú letur hann skipið til bygdasavnið á Akranesi SJÓFARARI Ingrid Bjarnastein Vágsbotnur: Niðri í Vágsbotni í Havn liggur ein stásislig skúta. Sermerkt á egnan hátt við eini rúgvu av lýsingum eftir síðuni á bátinum, og eitt Bónus flagg hongur á flaggstong- ini. Á síðuni síggjast eisini nøkur slitin fløgg, og tað føroyska er eisini at hóma har ímillum. Sólin bakar niður í Vágs- botni, og uttanfyri Café Carlsborg situr ein rúgva av fólki og hugnar sær í góð- veðrinum. Umborð á Elding liggur ein maður í tretivu árunum. Hann bjóðar vælkomin og spyr um vit eru blaðfólk. Eftir at hava fingið eitt játt- andi svar, ringir hann eftir skiparanum, og bjóðar síðani kaffi. Hann er norðmaður, og sonurin Eskild spælir á dekkinum. Hann hevur ein glúp og eina coca cola dós, og hann hugnar sær óført nú fremmandafólk eru komin umborð. Long ferð Eitt korter seinni kemur ein sólbrendur, eldri maður við brillum umborð á bátin. Hann er í fylgi við einum øðrum í hvítari t-troyggju og sólbrillum. Vit fáa at vita, at hetta er eigarin og skiparin á Elding, Haf- steinn Jóhannsson. Hann er fyrikomandi og fryntligur og bjóðar væl- komin. – Hetta er onnur ferðin eg eri í Føroyum. Eg var her fyri tveimum árum síðani í samband við Vínland 2000, tá vit vóru á veg yvir til Grønlands, greiðir Haf- steinn frá. Hafsteinn er íslendingur, men hevur búð í Noregi í fleiri ár, har hann hevur ar- beitt og sjálvur bygt Elding. – Eg búgvi í Noregi, men eg havi ikki verið har í tvey ár. Nú koma vit úr Noregi, men vit vóru har bara í 14 dagar áðrenn vit sigldu víðari. Skiparin er 68 ára gamal, og hevur so at siga alt sítt lív havt sigling sum áhuga- mál. Elding bygdi hann fyri 13 árum síðani, og hesi ár- ini hevur hann siglt til- samans 63.000 sjómíl. So nógvar sjómíl er tað sama, sum at sigla tríggjar ferðir kring jørðina. – Nú eru vit á veg yvir til Íslands. Eg skal sigla bátin til bygdasavnið á Akranesi. Eg gav teimum bátin í 1993, og so havi eg lænt hann síðani tá. So tað verð- ur sum at koyra konuna á savn, sigur hann og flennir. Bjarging Tá farið varð úr Noregi var meiningin at ein minni bátur skuldi fylgja Elding til Hetlands, og síðani verða tikin uppí. Báturin er lítil, og á veg yvir til Het- lands mistu teir umboð sambandi við bátin, og meldaðu hann saknaðan. Ein supplybátur fann minna bátin og ein bjarg- ingartyrla kom og setti hann av á einum boriplat- form. Síðani sigldi Elding til boriplatformin og fekk hann umborð. Ein bummur varð brúktur og tann yngri norðmaðurin veipar og vísir við ørmunum, hvussu gjørt varð fyri at fáa bátin umborð. – Ein má kunna lívbjarga sær sjálvum, sigur Haf- steinn róliga, meðan hann tekur brillurnar av. Valdimar, sum sigldi tann minna bátin, sær ikki út til at hava tikið nakran skaða, sjálvt um hann lá í 24 tímar í lítla bátinum uttan mat og vatn. Liðugt Í dag, leygardag, var ætlan- in, at Elding skuldi sigla víðari til Íslands. Fyrst Vestmannaoyggjarnar, og so skal báturin til Akranes, har hann skal handast savn- inum. – Tað eru trý ár síðani, at eg eri givin við at arbeiða. Eg arbeiddi á einum ídnað- arvirki í Husnæs í Noregi, so sigling hevur altíð bara verið eitt frítíðarítriv. Men nú rokni eg við, at tað er liðugt við tí. Eg veit ikki, hvussu leingi eg verði í Íslandi, men eg fari so yviraftur til Noregs, greiðir Hafsteinn frá. – At gevast at sigla er púra náttúrligt fyri meg. Fyrr ella seinni má ein gev- ast, sigur hann. Fýra dagar av sigling liggja frammanfyri stavn nú Elding. Nú verður stevnt ímóti Íslandi, og Hafsteinn sleppur aftur at síggja heimlandi eftir mong ár, sum útiseti. Tríggjar ferðir kring jørðina Hafsteinn Jóhannsson hevur givið bát sín Elding til eitt bygdasavn í Akranesi. Havnin var seinasti steðgurin á ferðini yvir til Íslands. Seinastu 13 árini hava Hafsteinn og Elding siglt 63.000 sjómíl, sum er tríggjar ferðir kring jørðina Mynd: Jens Kr. Vang Eyðgunn Samuelsen: Dagrøkt er eitt javnbjóðis tilboð – Vit hava nógv for- eldur her í Klaksvík, sum eru glað fyri og vælnøgd við teirra dagrøktarmammu, sigur Eyðgunn Samue- lsen, sum er sera bilsin av at hoyra borgar- stjóran í Havn siga, at flestu foreldur í Havn heldur ynskja stovns- pláss til teirra børn BARNAANSING Solby A. Eliasen Eyðgunn Samuelsen, for- kvinna í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð, heldur so avgjørt, at eitt dagrøktar- pláss er eitt javnbjóðis tilboð við stovnspláss. Hon vísir á dygdir, sum fáast í dagrøkt, sum ikki kunnu fáast á einum stovni. – Har er trygt, og tað er tann eini og sami persónur- in, sum er um børnini hvønn dag. Og tað eru bert fýra børn, og tað ger, at dagrøktarmamman hevur góða tíð til øll børnini. Og hartil eru børnini í einum heimligum umhvørvi allan dagin, meðan foreldrini eru til arbeiðis, sigur hon. Eis- ini lærir barnið nakrar heimligar rutinur, og tey gerast ein partur av tí fam- iljuni, meðan tey eru har í dagrøkt. – Í Klaksvík hava vit gjørt nógv við dagrøktina og at syrgja fyri, at hon er so góð sum møguligt. Eisini er eftirlit og tær fáa stuðul til at gera teirra arbeiðið og ráðgeving, um tað er neyðugt, greiðir hon frá. Eyðgunn heldur eisini, at nú tað er so stórur tørvur á námsfrøðingum, at ein uppskúling av dagrøktarum hevði verið eitt gott hug- skot. – Læraraskúlin tekur bert ein námsfrøðinga-flokk inn um árið, og tað nøktar als ikki tann stóra tørvin sum er. So hvat við at havt eitt hvørt fyri dagrøktarunum. Nakað sum er til teirra og ikki til stovn, sigur Eyðgunn. Í Klaksvík er nærum ein triðingur av børnunum, sum eru í ansing, í dagrøkt, og Eyðgunn sigur, at flestu foreldrini eru sera vælnøgd. – Vit halda, at tað er ein avbera góð tænasta, sum vit veita okkara borgarum, og tað er sanniliga ikki bara tí, at tað er bíligari, sum tað so ofta verður ført fram. Vit meta somuleiðis, at dagrøkt er góð fyri barnið, serliga tey fyrstu árini, sigur hon og vísir aftur til dygdirnar, sum hon tosaði um. Tað finnast ongi tøl yvir, hvussu mong foreldur í Klaksvík eru nøgd ella hvussu vælnøgd tey eru, men Eyðgunn vísir á, at ein kanning er gjørd niðri, har níggju út av tíggju foreldr- um siga seg vera avbera fegin um teirra dagrøktara. Ein danskur granskari hev- ur sagt í eini grein, at tað er ein vissur pedagogikkur innan dagrøktina, um ikki á sama hátt sum á stovni. Bíðilistin vekk við árslok Sum er er bíðitíðin til at fáa eitt barn í ansing í Klaksvík umleið eitt ár, men arbeitt verður hart ímóti at fáa bíðilistan burtur. Eyðgunn væntar, at listin verður burtur í seinasta lagi við árslok í ár, um alt gong- ur, sum tað gongur nú. Hon sigur, at tað verður arbeitt við ymsum uppskotum, sum hon tó ikki vil út við enn, men um hesi koma í gjøgnum, so verður tað bert tann lítli realistiski bíði- listin við árslok. Eldrahugni í bakandi sól Klokkan trý hósdag- in, tá sólin stóð hægst á himni, bjóðaði Gera Arge teimum mongu eldru fólkunum, sum vórðu savnað úti í Grøv til hugnaløtu, hjartaliga vælkomn- um. Veðrið var av tí allarfagrasta, og hitin mundi liggja væl om- an fyri tey 20 stigini HUGNALØTA Solby A. Eliasen Klaksvík: Frítíðarplássið úti í Grøv var fult av fólki seinnapart- in hósdagin. Serliga tey yngstu og tey elstu vóru vælumboðað. Og tað var ikki so løgið, tí tá slíkt summarveður er, fara børn altíð út hagar at hugna sær. Og hósdagin skipaðu Eldrabólkurin í norðoyggj- um, Dagtilhaldið og Hugni fyri eldrahugna. So í felag hugnaðu børn og pensjón- istar sær í øllum hitanum hósdagin. Klokkan var ikki farin langt av hálvgum trý, tá tey fyrstu sóust koma til hugnaløtuna. Stólar vóru settir upp allastaðni fram við Gravaránni og nógva staðni sóust onnur sita á teppum á bønum, sum helst ikki var heilt turrur, tí tað hevur regnað nógv ta sein- astu tíðina. Nógv komu til gongu – bæði eftir gamla vegi og frá Oyravegnum. Tey, sum sótu í koyristóli, vórðu trillað út eftir gamla vegi. Gøtan oman til sjálvt plássið er sera brøtt, men tað stóð ikki á hjá teimum, ið trillaðu at fáa hjálp, so at øll sluppu heilt oman, har alt gekk fyri seg. Felagssangur var og limir úr Klaksvíkar Hornorkestri spældu. Síðani helt Anna Katrin Matras, fornfrøðingur, fyri- lestur um toftirnar úti í Grøv. Og hon byrjaði sín fyrilestur ógvuliga pass- andi við at hugleiða um, tá hon sum barn plagdi at spæla úti í Grøv uttan at vita, at tað vóru toftir, sum hon spældi á. Anna Katrin greiddi eitt nú frá gamla Mylluhúsinum og neysta- toftunum. Og hóast nógv børn spældu, meðan hon helt fyrilestur, so tyktist tað ikki at vera nakað trupul- leiki at hoyra hana. Tá fyrilesturin var av, var te, kaffi og køkur at fáa, og tað var ein lætti hjá teimum mongu, sum har vóru, at sólin hvarv eina løtu, tí hitin var nógvur. Ein sera hugnalig løta úti í Grøv, sum tey eldru av sonnum fegnaðust um. Hetta er fimta árið á rað, at skipað verður fyri eldra- hugna úti í Grøv, og fyri- reikararnir siga, at tað eydnast betur og betur fyri hvørt ár. Tey hava altíð ver- ið heppin í veðrinum, men í ár má sigast, at hetta helst hevur verið tað besta nakr- antíð. Tey skuldu uppruna- liga hava hugnaløtuna týs- dagin, men útsettu tað vegna veður. Og tað skuldi vísa seg at vera avbera skilagott. Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd Klaksvíkar býráð, heldur at dagrøkt er ein javnbjóðis tænasta við vøggustovu í dag. Hon væntar, at bíðilistin til barnaansing í Klaksvík verður burtur um árslok Tað vóru nógv fólk savnað úti í Grøv hósdagin til eldrahugna. Ung sum gomul hugnaðu sær í góðveðrinum Anna Katrin Matras, fornfrøðingur, helt fyrilestur um toftirnar úti í Grøv. Onkur helt fyri við hana, at hon ikki mátti halda ein ov langan fyrilestur í øllum hitanum. Og tað gjørdi hon so heldur ikki C M Y K 9 8