Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 135 - 19. juli 2003 Nr. 135 - 19. juli 2003 11 Útjaðarin hevur altíð verið ovarlaga á politiska breddanum í Føroyum. Tað er eingin ivi um, at tað er eitt politiskt ynski, um at stuðla útjaðarnum. Intentiónirnar eru ivaleyst tær allarbestu frá øllum síðum, men síggjast nøkur úrslit? Í farna valskeiði kom eitt útoyggjaálit, ið m.a. kom við nógvum uppskotum um, hvussu fólk á útoyggj kunnu forvinna sær pening. Harafturat var ætlanin at seta ein útoyggjafulltrúa og útoyggjastevnur hava verið hildnar. Alt hetta er ivaleyst gjørt í bestu meining, og man ikki hava havt negativa ávirkan, men spurningurin er, um hetta er vegurin. Tað kann tykjast svartskygt, men neyvan býr nakar ella fer nakar at búgva á útoyggj, tí at møguleik- arnir at vinna sær pening eru bestir har. Tað eru helst aðrar minni materiellar orsøkir til at búgva á útoyggj, og eiga vit at frøðast um tað, tí útoyggj- arnar gera Føroyar ríkari sum land, og eru bindilið til eina farna tíð. Tá tað er sagt, so vil tað altíð verða ein avviging, í hvussu stóran mun tað al- menna skal stimbra búseting á útoyggj ella rættari sagt gera tað meir liviligt fyri tey, ið búleikast har. Framferðin við útoyggjastevnum og uppskotinum um ein útoyggjafulltrúa tykist í ein stóran mun verða sjónleikur, tí samstundis sum alt hetta hendir, so verður flutningsstuðulin skerdur, posttænastan verður skerd og ferðaseðlaprísir hjá Strand-ferðsl- uni fara upp. Landstýrið tekur við einari hond, og hugnar um við hinari við at skipa fyri stevnum. Tað tykist sum sjónleikur skal taka fokus frá tí stýri, ið í roynd og veru er stýrið í útoyggjamálum. Lív- æðrin til útoyggjarnar er ferðasamband og sam- skifti, ið bæði hoyra til Vinnumálaráðið. Høvuðs- vinnan á útoyggj er landbúnaður, ið eisini hoyrir til Vinnu-málaráðið. Tað er tí sera løgið, at útoyggja- mál ikki liggja undir vinnumálum, tí Vinnumála- ráðið avger í ein stóran mun, hvussu livilíkindini eru á útoyggj. Nú eru røddir aftur frammi um at steðga við koyr- ingini hjá Strandferðsluni. Eins og flutnings- stuðulin er hetta eitt mál, ið ikki kemur at merkjast í miðstaðarøkinum, men kemur at merkjast sera hart í útjaðarnum. Her, eins og í málinum um flutningsstuðulin, er tørvur á, at vinnumála- ráðharrin tekur atlit til útoyggjarnar. Landstýrið átti kanska at umhugsað, at lagt útoyggjamál formelt undir Vinnumálaráðið. Kanska peningurin, ið er settur av til útoyggjafulltrúa var betur brúktur, um hann fór til øktan flutningsstuðul ella til at betra um postflutningin til útoyggjarnar. Peningur er ikki so nógvur til, og tí er umráðandi fyri útoyggjarnar, at hvør króna verður brúkt, har hon gagnar mest. DAGSINS MEINING Sosialurin Útjaðaramenning? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sverri Midjord Høgni Hoydal sigur fyri øllum Føroya fólki, at tað, ið Fólkaflokkurin sigur, ikki er eftirfarandi. Tað eru ring tíðindi, ið samgongan, Fólkaflokkurin við løg- manni á odda, ber. Teir siga ósatt, teir eru ikki at líta á. Hørð orð – søgd 3. juli 2003. Men hóast skuldset- ingar, sum ein vanligur før- oyingur ikki hevði latið farið fram við borðinum. Men Fólkaflokkurin letur ikki við seg koma, og Tjóð- veldisflokkurin heldur fast við maktina. At varaløg- maður er sum tey, ið ganga á bingo. Hann heldur seg hava fingið ferð á full- veldisørskap teirra av einum skjali, ið danski for- sætisráðharrin skrivaði undir á Tvøroyri. Eitt skjal, sum í veruleikanum ikki segði annað enn tað, heimastýrislógin boðar frá. P.M. Dam sáli segði, at heimastýrislógin var so rúm, at hon gekk at loys- ingini, men tað kostar. Vilt tú valda, so mást tú gjalda. Tað, ið er vandamikið við nýggja skjalinum, er at nú kann løgmaður av sínum eintingum yvirtaka. Hugsið tykkum Høgna Hoydal sum løgmann við slíkum heimildum. Teir vilja fullveldi, samstundis sum teir skerja at beini tann rættin, sum gomul og sjúk eiga. Teir hava onki ímóti at yvirtaka og gjalda danskar skyldur, men skerja rætt- indi hjá gomlum og sjúk- um. Verandi samgonga hevur víst, at hon ikki megnar at stýra okkara lítla samfelagi. Finski statsministarin varð noydd at leggja frá sær, tí hon hevði sagt ósatt. Her á landi ber alt til. Hvør kann hava álit á hes- um monnum? Teir hava ikki álit á sær sjálvum. Neyðars neyðars Føroya land. Teir munnhøggast við niðursetandi skuldsetingum – Føroya fólk er ørkymlað Sigfríður Olsen Í valstríðnum undan sein- asta løgtingsvali legði okk- urt av valevnum Tjóðveld- isfloksins harðliga út eftir fakfeløgunum og tess leið- arum. Hetta fór tó friðarliga aftur við borðinum, við tí í huga, at viðkomandi helst hevði fingið tað skeiva beinið úr seingini henda dagin, greinin varð skrivað. Árið, ið farið er, eftir at samgongan var endur- skipað, vísir tó, at talan als ikki er um nakað skeivt bein ella ein sonevndan "off day". Harafturímóti er talan um eitt rættuligt ham- skifti hjá størsta samgongu- flokkinum, eina verunliga avbjóðing. Øll kenna vit leiklutin hjá fíggjarmálaráðharranum mótvegis fakfeløgunum. Uttan at taka burt virðing- ina viðvíkjandi treiskni og støðufesti í fíggjarmálum, mugu vit tó spyrja, um uppílegging hansara hevur verið tilvildarlig (vanlig "klossutheit") ella tilvitað og tilætlað! Formaður Tjóðveldis- floksins tekur fult undir við fíggjarmálaráðharranum, men sigur seg tó virða tann rætt, ið fakfeløgini hava!! Eitt av løgtingsumboðum Tjóðveldisfloksins kallar tað »at snobba niðureftir«, tá ein javnaðartingmaður fyri góðum tveimum árum síðan vísti fakfeløgunum beinleiðis solidaritet!!! Og so Fregnir. Á dú, á dú. Tit minna okkum, við oddagreinini »Arbeiðara- fjøldin misleidd«, bara enn einaferð á, at víttgangandi nationalistar altíð hava verið, eru, og altíð fara at verða vandamiklir, tá tað snýr seg um frælsi. Hetta tí, at tit hava tikið tykkum einarætt uppá frælsi!!!! Tað, ið undrar meg, er, at Tjóðveldisfólk lata hetta fara aftur við borðinum, sum um vóru hetta nakrir tankatoskar. Veit, at tað enn finnast tjóðveldisfólk, ið taka fult undir við fakfe- løgunum og tess leiðarum. Tað, ið ræðir meg, er tann líkasæla, ið leiðsla Javnaðarfloksins og vit javnaðarfólk sum heild sýna. Hamskiftið hjá Tjóð- veldisflokkinum er eitt beinleiðis álop á frælsið. Og tað eiga vit javnaðar- fólk ikki at lata okkum lynda. Í blaðnum í gjár prentaðu vit eina grein, sum Jógvan Sundstein hevur skrivað í mars í 2000. Hann sendi okkum greinina nú, tí at leikluturin hjá løgtingsins umboðsmanni hevur verið umrøddur seinastu tíðina. Jógvan Sundstein nevndi eisini, at hann saknaði eina eftirmeting av landsfyrisit- ingini. Av misgávum kom henda, sera viðkomandi, viðmerkingin ikki í blaðið saman við gomlu greinini – og tí sá tað út sum um, at Jógvan Sundstein kom sum ketta úr høvdatrog. Sigast skal, at tað er blaðið, ið hevur ábyrgdina av hesum mistakið. Vinarliga umberið. blaðstjórin Hamskifti Rættleiðing Jonhard Mikkelsen Blaðstjóri í Fregnum Ein mánað eftir at ein odda- grein um arbeiðsmarknað- arviðurskifti hevur staðið í Fregnum, kemur stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag í dag við einum svari. Innihaldið í svarinum er (og tað er neyvan av til- vild!) neyvt tað sama sum í einum lesarabrævi hjá Kristiani Magnussen um sama mál. Í báðum brøvum eru somu feilir, somu lygnir og sama roynd at reingja veruleikan. Fyri tað fyrsta sigur leiðslan í FA, at odda- greinin í Fregnum var ein niðurgerðing av vanliga føroyska løntakaranum. Tað var hon ikki á nakran hátt. Talan var hinvegin um hvassa atfinning at leiðsl- uni í FA. Atfinningin varð grundað á tann veruleika, at leiðslan í hesum felag farnu 20 árini ongi verulig úrslit hevur at vísa á. Lág løn og lítil pensión eru treytirnar hjá fólki, sum mugu liva av teimum úr- slitum, sum Ingeborg Vinther hevur nátt eftir 20 ár í leiðsluni fyri FA. Ingeborg og hennara svornu fólk hava ofrað ør- andi upphæddir upp á verkføll farnu nógvu árini. Harvið hava tey minkað munandi um ta kakuna, sum allir landsins borgarar hava at býta. Hevði úrslitið verið góð løn og góð rættindi til limirnar, hevði borið til at vart tað. Men tað er tvørturímóti. Tey, sum hava mist mest - nógv mest - av øllum verkføll-unum, eru júst limirnir í FA. Pengarnir hjá verkafólk- inum, sum Ingeborg & Co hava oyðslað upp í drúgv- um verkføllum, eru aldrin vunnir aftur. Limirnir í FA eru snøggliga endaðir í samfelagsins 4. deild. Tað var hetta, eg vísti á í oddagreinini. Og tað standi eg við, tí tað er ein óvik- andi veruleiki. Tað er ikki atfinning at landsins verka- fólki. Tað er atfinning at Ingeborg Vinther og henn- ara framferðarhátti. Verkfalsrættur Stjórnin í FA sigur seg eisini muga "staðfesta, at Fregnir beinleiðis mælir til, at Løgtingið tekur frá okk- um fakfeløgum rættin til at lýsa verkfall". Hetta er eisini lodrøtt lygn. Í oddagreinini varð mælt til, at arbeiðsrættur verður settur á stovn, og at tað verður gjørt ólógligt at lýsa verkfall uttan so, at limirnir í fakfeløgunum eru slopnir at siga sína hugsan um tað fyrst. Er meirilutin ímóti, skal einki verkfall vera. Við øðrum orðum: Ingeborg & Co. skulu missa rættin at lýsa verkfall, tá ið tað er ímóti viljanum hjá landsins verkafólki. Tað hevði ikki verið at avtikið verkfallsrættin. Tað hevði verið at tikið verk- fallsrættin úr hondunum á Ingebrog & Co., og latið hann upp í hendurnar á limunum í t.d. FA. Tá ið hugsað verður um, hvussu nógv landsins ar- beiðarar hava bløtt undir teimum mongu verkføll- unum farnu árini, er tað ikki meira enn nátúrligt, at teir fáa beinleiðis ávirkan á, um verkfall skal verða lýst ella ikki. Verkfalsrættur skal eftir mínum tykki vera rætturin hjá arbeiðsfólki at velja at fara í verkfall. Tað skal ikki vera rætturin hjá ábyrgdar- leysum fakfelagsleiðslum at tvinga fólk út í verkfall ímóti teirra vilja. Politisk manipulering Stjórnin í FA lýgur sostatt, tá ið hon sigur, at Fregnir hava niðurgjørt verkafólk og mælt til at taka verk- falsrættin av. Tað skilji eg sum so væl, tí hesi fólk ræðast sítt egna verk. Tey ræðast sannleikan um tey verkføll, tey hava lýst farnu mongu árini. Tey ræðast tann veruleika, at tey miðvíst hava grivið støðið undan sínum egnu limum. Men tá ið tey síðani fremja ein fúlan partapolit- iskan leik, avdúka tey seg meira, enn gott er. Tey royna nevniliga at gera Tjóðveldisflokkin til upphavsmann til tær lygnir, tey føra fram. Tað eru ikki bara Fregnir, sum niðurgera verkafólk og vilja skerja teirra rættindi - nei, tað er sanniliga eisini Tjóðveld- isflokkurin! siga tey. Eg veit ikki hvørja støðu Tjóðveldisflokkurin hevur til tað, sum varð umrøtt í oddagreinini. Vóni bara, at hesin flokkur eins og allir aðrir flokkar er sinnaður at rudda upp í okkara avold- aðu skipan á arbeiðs- marknaðinum. Tí skuldi møguleiki verið fyri. Hig- artil eru tað ið hvussu er bara leiðandi javnaðar- menn, sum hava boðað frá, at teir halda anarki og lóg- loysi vera tann rætta karm- in um okkara arbeiðs- marknað. Hesir javnaðarmenn stuðlaðu undir síðsta verk- falli fakfelagsleiðslunum púra treytaleyst. Og teir royndu at misbrúka síðsta verkfall politiskt við at seta Tjóðveldisflokkin upp sum tann stóra "verkamanna- fíggindan". Nú roynir leiðslan í FA so við lygnum eisini at gera Tjóðveldisflokkin til "verkamannafígginda". Og brævið hjá leiðsluni minnir, sum sagt, serstakliga nógv um eitt bræv hjá Kristiani Magnussen. Tað er áhugavert. Tað bendir á ógvuliga tætt samstarv millum kreftir, sum hava eitt og sama mál: at sleppa í Tinganes. Og offrini í hesum leiki er før- oyska verkafjøldin. VIÐMERKINGAR Svar til Føroya Arbeiðarafelag Lág løn og lítil pensión eru treytirnar hjá fólki, sum mugu liva av teimum úrslitum, ið Ingeborg Vinther hevur nátt sum formaður í FA. Tí ber ikki til at lúgva seg frá. Johan Dahl Løgtingsmaður Tað hevur verður áhaldandi ført fram av Fólkafloks- og Tjóveldismonnum at hesin ætlaði sokallaði "nýggi" hátturin at yvirtaka málsøki uppá, er so nógv annar- leiðis og betri enn tann, sum heimastýrislógin á- setur í § 2 og § 3, sum eru soljóðandi: § 2. Tey mál og málsøki, sum sett eru undir A í tí lista, ið sum skjal er bundin til hesa lóg, verða prinsipi- elt at rokna sum føroysk sermál. Føroyska heima- stýrið kann gera av, at øll hesi mál og málsøki ella nøkur av teimum verða beinan vegin at flyta til heimastýrið við teirri fylgju, at heimastýrið tekur uppá seg tær útreiðslur, ið fylgja við teimum. Við somu fylgju kann heima- stýrið seinni gera av, at mál og málsøki, sum ikki bein- an vegin verða yvirtikin, skulu verða flutt til heima- stýrið. Á líknandi hátt hevur heimastýrið skyldu at taka við málum og máls- økjum á listanum, tá ríkis- valdið ynskir tað. § 3. Viðvíkjandi teimum á listanum undir B settu málsøkjum verður eftir nærri samráðing gjørt av, um og í hvørjari vídd hesi mál kunnu verða flutt til føroysk sermál. Trupuleikin hjá loysing- armonnunum er eyðsýndur, teir slettis onki hava fingið burturúr sínum fullveldis- politikki, og nú teir eru á "falderebet", royna teir enn einaferð at lumpa seg ígjøgnum við hesum so- kallaða nýggja yvirtøku- leistinum. Tá Petur Mohr Dam sáli segði, at hetta var fagrasta blað í søgu Føroya og "heimastýrislógin røkkur líka røkkur líka at loysing- ini" so er hetta so satt sum tað er sagt. At Javnaðarflokkurin so loypir við báðum beinum í felluna hjá Anfinni og Høgna, tað er sera ringt at skilja - vónandi hava teir ikki hugsað seg nóg væl um, tí - tað eru als ongar juridiskar forðingar fyri yvirtøkum í tí løtu Løgting- ið hevur avgjørt at yvirtaka eitt málsøkið sum føroyskt sermál og samstundis yvir- tekur kostnaðin av hesum øki. Hinvegin so kann fólka- tingið eisini áleggja okkum at yvirtakað málsøkir . Hvar er trupulleikin við verðandi heimastýrislóg? Tað eru rætt og slætt ongir trupuleikar, uttan teir sum politiskt eru skaptir av sit- andi samgongu Líka síðan heimastýris- lógin kom í gildi hava vit kunna yvirtikið øll máls- økir undir lista A, vit kunnu uttan hóvasták avgera um vit vilja yvirtaka beinan- vegin, eitt nærri ásett tíðs- punkt ella slettis ikki. Við nærri samráðinugum millum danskar og før- oyskar mynduleikar kunnu vit, - um løgtingið sam- tykkir tað - eisini yvirtikið tey mál sum eru undir lista B. Sum áður sagt, - er meirilutið fyri yvirtøkum í løgtinginum, so er málið at kalla ein avgreiðslu-spurn- ingur millum partarnar. Tey málsøkið, sum ikki beinleiðis eru nevnd í verandi heimastýrislóg, man neyvan verða nakar ivið um kunnu avklárast við samráðingum millum part- arnar, tað prógvar siðvenj- an. Rætt og Hevdsrættur okkara: Sambært Frederik Harhoff professara, so hevur heima- stýrislógin vunnið sær grundlógarstatus ígjøgum hesi gott og væl 50 árini, hon hevur verið vælvirk- andi og til stóra menning fyri føroyska samfelagið. Vit hava eina vælvirkandi heimastýrislóg í ríkisfe- lagskapinum, sum eins og arðar lógir sum eru gjørdar fyri 50’árum síðani, treing- ir til justeringar og broyt- ingar soleiðis, at hon livir upp til tey krøv, sum nú einaferð verða stillað sam- felagnum ídag, og nýskip- anaruppskot Sambands- floksins tekur nevniliga hædd fyri neyðugu broyt- ingunum sum krevjast av nútíðini. Við at venda øllum á høvdi í panikki - tí tað er tað sum Høgni og Anfinn báðir gera, so er stóru vandi fyri at vit missa tann rætt og hevdsrætt, sum vit við heimastýrislógini hava vunnið okkum gjøgnum 55 ár, tað ein sannur missur fyri føringar. Hvat siga tey moderatu fólkafloks- og sjálvstýris- fólkini til hetta? Eg fái meg illað at trúgva, - at tey moderatu sjálvstýris- fólkini bæði í Fólka- flokkinum og Sjálvstýris- flokkinum vilja hendan leist - tí tey vita, at tey sjálvi og restin av Føroya fólki verðabóndafangað av hesum populistisku polit- isku snillingunum – An- finni Kallsberg og Høgna Hoydal saman við super- strategi Fólkafloksins, Óla Breckmann. Mín áheitan á teir Fólka- floks- og Sjálvstýrisfloks veljarar, sum enn ikki eru farin at dansa um loys- ingargullkálvin er at lata tykkara rødd ljóða og gerið tykkara støðu galdandi innanfloks. Um tit ikki verða hoyrd har, skulu tit verða væl- komin at mynstra umborð á tí EINASTA flokkin, sum framhaldandi er fyri ríkis- felagskapinum og áhald- andi arbeiðir góðum og uppbyggjandi samstarvi, rúmum ræsum og bestu korum fyri alt Føroya Fólk – innan ríkisfelagskapsins karmar. Heimastýrislógin og yvirtøkuleisturin hjá samgonguni C M Y K 11 10