leygardagur 3. desember 1994síða 25
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið 51, : 73 . ;
Annar sunnudagur í advent
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra, vár Guð, himmalski faðir! Tú, sum við syni
tínum hevur opinberað okkum, at himin og heimur
skulu ganga undir, men orð hansara als ikki skulu for-
ganga, og at hann skal koma aftur at dóma livandi og
deyð, vær biðjum teg, at tú við heilaga anda tínum vilt
halda okkum fast við orð títt og av náði tíni við sannari
trúgv varða okkum frá synd og varðveita okkum í øll-
um freistingum, so at vit ikki tyngja hjørtu okkara av
svirri og drykkjuskapi og sút fyri hesum lívi, men altíð
vaka og biðja og við føstum áliti á náði tína fegin vænta
komu sonar tíns og tá verða sæl um ævir fyri elskuliga
son tín, Jesus Kristus, váran harra, sum við tær livir og
ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um
aldur og ævir allar! Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul til Rómverja,
15. kap. 4.—9. v.
Tí at alt tað, sum áður er skrivað, er skrivað okkum
til lærdóms, fyri at vit skulu hava vón okkara av tí tol-
móði og teirri uggan, sum skriftirnar geva. Men Guð,
sum veitir tolmóðið og ugganina, gevi tykkum, at tit
mega sita væl um sátt hver við annan, soleiðis sum
Kristus Jesus vil tað, til tess at tit samhugaðir við einum
munni mega prísa Guði og faðir várs harra Jesu Krists.
Takið tí hver annan at sær, líkasum eisini Kristus tók
tykkum at sær til Guðs æru. Tí at eg sigi, at Kristus er
vorðin tænari fyri umskorin fyri Guðs sannføris skuld,
fyri at staðfesta tær fyrijáttanir, sum fedrunum vóru
givnar, men at heidningarnir skulu prísa Guði fyri mis-
kunnar hansara skuld, soleiðis sum skrivað stendur:
>Tess vegna vil eg viðkennast teg fólkanna millum og
lovsyngja navn titt«.
Hetta heilaga evangeliid skrivar Lukas
evangelistur, 21. kap. 25.—36. v.
Og tað skulu verða tekin í sól og mána og stjórnum,
og á foldini munnu tjóðflokkar kvíða í ráðaloysi, tí at
hav og sjógvar bróta, meðan menn ørmaktast av ótta og
stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið; tí at skakast
skulu himmalsins kreftir. Og tá skulu tey síggja
menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd.
Men tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjid upp
høvdum tykkara, av ti at loysn tykkara nærkast«. Og
hann segði teimum eitt liknilsi: »Hyggid at fikutrænum
og øllum trøum; tá ið tit síggja, at tey fara at spretta, tå
skilja tit av tykkum sjálvum, at summarið nú er í nánd.
Á sama hátt skulu tit eisini vita, tá ið tit síggja hetta
henda, at Guðs ríki er í nánd. Sanniliga sigi eg tykkum:
henda slekt skal als ikki forganga, áðrenn alt samalt er
hent. Himin og heimur skulu ganga undir, men orð
mini skulu als ikki forganga. Men verið varnir, at hjørtu
tykkara ikki skulu verða tyngd av svirri og drykkju
skapi og sút fyri hesum lívi, so at tann dagurin kemur
dåttliga á tykkum sum ein snara; tí at koma skal hann á
øll tey, sum búgva um allan jardarkring. Vakið tí á
hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri at
komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at stand-
ast fyri menniskjusoninum! <
Losjan Vitin,
Skála
Hósdagin 8. des. kl. 20.00
heldur Jógvan Fríðriksson,
prestur, almennan fyrilest-
ur í miOhøllini í Skála skúla
um evnið >Fráhaldsarbeið-
ið og rúsdrekka<. Kaffi og
rís P la mande verdur at fåa.
Okeypis atgongd.
Brúdleyn |
Í dag „3. des., kl. 17.00 gift-
ast í før kirkju Joan Tofte-
gaard, Fuglafjørdur, og
Alvi Justinussen, Norðra-
gøta.
Vælkoma verður í Ar-
beiðsmannafelagshúsinum
í Fuglafirði eftir kl. 21.00.
SÍ skipar fyri sjavskapping
4. des. kl. 15.00 í Biohøllini.
Tekning til kappingina fer
fram á Úr 32878 - 33072
ella 33040.
sø
Gudstænastur 2. s. i advent
Havnar kirkja: B. Bæk
Vesturkirkjan: K. Mørkøre
Hestur: H. Poulsen
Haldarsvik: M. R, Jacobsen kl. 12.00 og kl. 18.30
kirkjukonsert v/ sangkóri úr Hvalvík/Slreymnesi
Lang sandur: M.R. he kl. 15.00
Hósvík: talvan gongur fyri føroysku sjómanskirkjuna
Sandavágur: D. Johannesen kl. 12.00
Norðskáli: E. Olsen kl. 12.00, altargongd, skriftarmál
kl. 11.40
Selatrað: J. Fríðriksson kl. 12.00, altargongd
Sjóvar kirkja: J. Kass kl. 12.00. AEJ trio syngur, talvan
gongur fyri kirkjuna. Kl. 17 J. Fríðriksson,
dupultkvartett syngur (hugnaløta aftan á i skúlan-
um)
Skálabotnur: H. J. Joensen, bispur, kl. 11.00
Gøta: P. O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd
Vágur: H. Joensen kl. 11.00?
Porkeri: H. Joensen kl. 12.10
Hov: H. Joensen kl. 14.30, bamagudstænasta
Famjin: P. Paulsen kl. 11.00, altargongd
Øravik: P. Paulsen kl. 12.15, altargongd, talvan gongur
fyri føroysku sjómanskirkjuna
Hvalba: Hartvig Poulsen kl. 12.00, altargongd
Sørvågur: U. Næs kl. 12.00
Bøur: U. Næs kl. 15.00, familjugudstænasta, barnakórið
i Sørvågi syngur
Skúlin i Lamba: J. Bech kl. 11.00
Fríðrikskirkjan: J. Bech kl. 15.00, barnagudstænasta v.
ljósmessu, talvan gongur fyri ytrimissiónsar-
beiðið
Eiði: E. Olsen kl. 17.00, ljósmessa
Norðskáli: E. Olsen kl. 19.30, ljósmessa
Kirkja: E. Beder kl. 10.00
Hattarvík: E. Beder kl. 12.00
Kaldbak: S. Klein kl. 12.00, talvan gongur fyri Før.
Sjómanskirkjuna
Dalur: J. R. Hansen kl. 12.00, altargongd
KFUK, Torshavn
Månadagin kl. 15.00: Esme v/ Sonju Klein,
presti. Andakt og fråsagn
Tysdagin kl. 16.00: Vårgledi (smågentudeildin).
Samkoman Sion, Vágur
Sunnudag kl. 11.00: Morgunmøti.
Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur.
Månakvøld kl 20.00: Bønarfundur.
Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Bønartænastan svarar á tlf. 73941, frå kl. 20.00-22.00.
Hermon, Norðdepli
Fundarødin heldur fram hvort kvøld hesa vikuna. Talarar:
Svenning av Lofti, Páll á Lakjuni og Hjørleif Vang.
Eliaskirkjan
Vesterbrogade 49, København. Kristiligur fundur verður
leygardagin kl. 19. Bussarnir 1,6, 16, 28 og 41 steðga nær-
hendis. Sunnudagsskúlin á Oyrasundskollegiinum verður
sunnudagin kl. 14.
TIf. 32 88 67 27.
Aalborg
Tann føroyski sunnudagsskúlin í Nørre Tranders kirke-
center, Lemvigvej 100:
Jólahugni verður leygardagin 10. des. kl. 14.00.
Tilmelding fer fram í Sunnudagsskúlanum 26. nov. og 3.
des. kl. 14.00. Byrjað verður aftur 7. jan. kl. 14.00.
Øll eru vælkomin.
Føroyingafelagid
fyri mið- og vestjylland skipar fyri føroyskari guds-
tænastu sunnudagin 4. des. kl. 14.00 í Snenninks-
kirkjuni í Viborg. Marit Kjærbo, prestur, prædikar.
Aftan á verður kaffi og hugnalig samvera.
Nærri fæst at vita á
tf. 86-620997
Feðingar
Beinta
Lund,
23. november fingu
Berg og Sigurd }
Aabenraz, ein son.
26. november fingu Noomi
á Hvítanesi og Heðin Ísak-
son, Hoyvík, ein son. Hann
var 53 cm langur og vigaði
3650 gr.
26. november fingu Sólva
og Mouritz Mohr, Tórs-
havn, ein son. Hann var 54
cm langur og vigaði 4000
gr.
27. november fingu Anita
Kjærbo, Hvannasundi, og
Christian Guttorm Mathi-
sen, Klaksvík, eina dóttur.
Hon var 52 cm long og vig-
aði 3460 gr.
27. november fingu Herdis
Næss Joensen og Reidar
Nónfjall, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 56 cm long
og vigaði 4000 gr.
28. november fingu Ann-
etta og Jóan-Símun Saltá,
Saltnesi, ein son. Hann var
51 cm langur og vigaði
3500 gr.
28. november fingu Marites
og Jógvan Hammer, Eiði,
eina dóttur. Hon var 48 cm
long og vigaði 2935 gr.
28. november fingu Annika
Niclasen og Peter Leon Lo-
renzen, Tórshavn, ein son.
Hann var 53 cm langur og
vigaði 3550 gr.
Vælkomil
litla barn
28. november fingu Turid
og Birgir Bærentsen, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon var
50 cm long og vigaði 3100
gr.
28. november fingu Lisa
Djurhuus og Eivin Simon-
sen, Rituvík, eina dóttur.
Hon var 50 cm long og vig-
aði 2790 gr.
30. november fingu Eyð-
britt og Dánial Jacobsen,
Oyndarfirði, ein son. Hann
var 55 cm langur og vigaði
3750 gr.
30. november fingu Irena
Dalá og Jens Petur Bert-
holdsen, Vági, tvíburar,
gentur. Onnur var 49 cm
long og vigaði 2690 gr., hin
49 cm long og vigaði 2650
gr.
Læknavaktir
Tórshavn: Johan Djur-
huus, tlf. 14319, leyg-
ardagin. Annika Ol-
sen, tlf. 17700, sunnu-
dagin.
Eysturoy: Magnus á
Stongum, tlf. 23006,
VRD ÅDE in. Sverri
Lamhauge, tlf. 48016,
sunnudagin.
Norðuroyggjar:
Jaspur Petersen,
tlf. 56400.
25. november
Vágar: Tlf. 32413.
Suduroy (nordur):
Tlf. 71560.
Tannlæknavakt
Torshavn
Bráðfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag og
halgidagar kl. 13—14.
Tlf. 14544
Simun Lindal, Klaksvik, 82 åra gamal.
Dånjal Davidsen, Kvivik, búsitandi á Ellisheiminum í
Vágum, 87 ára gamal.
Berghild Jacobsen, ættað heiman av Sandi, biisnandi í
Havn, 75 ára gomul.
Arni Tausen, ættaður úr Hovi, búsitandi í Vági, 61 ára
gamal.
Dánjal Jákup Sørensen, vanliga nevndur D. J., Tórs-
havn, 76 ára gamal.
26. november
Mads Jensen, Kvívík, 65 ára gamal
27.november
Marianna Mikkelsen, Sydrugøtu, 60 ára gomul.
29.november
Jógvan Kristian Petersen, vanliga nevndur Jógvan á
Eldhúsi, Sandi, 89 ára gamal.
1.desember
Frida Fosså, Térshavn, 74 åra gomul.