týsdagur 6. desember 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
hlaði
Antiføroysk sum altíð
TAÐ er av altavgerandi týdningi, at peninga-
marknaðurin og einstaklingurin hava álit á
føroysku lånsbrøvunum, annars verða tey ikki
seld. So einfalt er tað. Men tað tykist tíbetur
sum, at marknadurin hevur álit á brøvunum og
sølan gongur væl. Men hetta hóvar sum vera
man ikki Dimmu og borðreiðir hon tí við einari
søgu, id bert kann hava eittans endamál: at
skapa misálit á lånsbrøvini. Undir yvirskriftini
»Lånsbrøvini Dødens Pølse« verður øll skip-
anin vid lånsbrøvunum gjørd til einkis. Nidur-
stødan er klår og greid: keypid ikki lånsbrøv-
ini, tað er sum at blaka peningin út av vind-
eyganum! Vist er tað fyrrverandi bankamaður,
sum málber seg á hendan hátt, men við
yvirskriftini hevur Dimma gjørt orðini til síni og
prógv verður einki ført fram fyri, at banka-
maðurin hevur rætt. Hevur lesarin (í hesum
føri iløgustovnar og spararar) í einum so álvar-
somum og so viðbreknum máli ikki krav upp á
itøkilig prógv fyri påstandinum um, at låns-
brøvini eru til meiri skaða enn gagn?
AFTURAT hesum kemur, at tað er av størsta
týdningi fyri búskapar- og fíggjarpolitikkin, at
hugskotið við lånsbrøvunum eydnast. Eydn-
ast hetta ikki, so verður ógjarligt at figgja hall
ið á fíggjarlógini og so dettur allur endurreis-
ingarpolitikkurin hjá landsstýrinum og løg-
tingsmeirilutanum á gólvið. So kunnu vit
Spyrja, er endamålid við slíkum journalistikki
annað enn ein roynd at torpedera royndirnar
hjá samgonguni at endurreisa búskapin í
Føroyum? Tað hevur Dimma loyvi til, men
eigur minstakravið ikki samstundis at vera eitt
sindur av sakligheit og javnvåg?
SUM kunnugt er longu selt fyri 80 milliónir í
lånsbrøvum. Vandin fyri, at nakað skal eydn-
ast, nú alt annars tykist at miseydnast okkum
føroyingum, er stórur og tí verða hesi tíðindi
borðreidd sum »Dødens Pølse«.
UM lånsbrøvini gerast »Dødens Pølse« kann
bert tidin visa. Vit halda bert eina veruliga og
ektaða »Dødens Pølse« vera í Føroyum. Henda
pylsan eitur Dimmalætting og verður borðreitt
við henni í hvgrjum húsi. Henda ábyrgd tykist
ikki tyngja, tey sum borðreiða. At fáa henda
ljósaslgkkjaran bornan inn um dyrnar í 117 år
kann einki fólk sleppa heilt snikkaleyst frá. Ja,
tað er nóg væl, at vit eru so fræg, sum vit eru,
eftir 117 ár við niðurgerðing av allari sjálv-
bjargnisstremban og illneitan inn á alt, sum
ber á brá av, at vit skulu standa á egnum bein-
um. Viðgerðin av lånsbrøvunum er eitt skúla-
dømi heilt eftir bókini! Her má einki sleppa at
eydnast. Her skal verða líka so gskukalt aftur,
sum tað var í teimum gildum, tá danir råddu
einsamallir í Føroyum. Men Dimma skal fáa
annað at síggja!
Svsialunin
|
da FRÆLSI-— JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Utgevar: PM Søslalurin
nsen - Tårfinn Smith - | Uppsetng. P/T Søslalurin Argjum
es Jan Hansen - ft Pí Pressan 1981 | Telefon: 11820
Jústinus Eidesgaard
Bústaður: Argjavegi 26
67. ÁRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Teletax: 14720
Um uppskot til figgjar-
løgtingslog fyri 1995
Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag hava sent Føroya
løgtingi og Føroya landsstýri soljóðandi skriv um fíggjarlógaruppskotið
I uppskotinum til figgjar-
løgtingslóg fyri 1995 er
játtanin til Tekniska Skúla í
Tórshavn skerd 3 milliónir.
Men ikki nóg mikið við tí.
Landsstýrið leggur seg eis-
ini útí, hvar sparingarnar
skulu vera.
Í skrivi dagf. 30.11.94
boðar Landsskúlafyrisit-
ingin skúlanum frá, at
landsstýrið játtar ikki stuðul
til skúlagongd hjá lærling-
um í hárfríðkanaryrkinum.
I Sosialinum frá hósdeg-
num 01.12.94 sigur Eilif
Samuelsen, landsstýris-
maður, at>skúlin varðveitir
SIT útbúgvingina og at-
stóðisútbúgvingina (verk-
staðarútbúgvingina), ...,
men at tað ikki longur ber til
hjá skúlanum at taka ímóti
bil- og frisørlærlingum«.
Føroya Handverkarafe-
lag og Føroya Heimdverks-
meistarafelag mótmæla i
fyrsta lagi, at landsstýrið
leggur seg út í, hvar ið spar-
ingar skulu gerast.
Í øðrum lagi mótmæla fe-
lógini, at landsstýrið ikki
rådførir seg við skúlan,
Læruráðið, sum ráðgevandi
stovn hjá landsstýrinum,
ella vinnuna.
Í triðja lagi mótmæla fe-
løgini, at landsstýrið leggur
vælvirkandi og skipaðar
handverksútbúgvingar nið-
ur, útbúgvingar, ið tey ungu
kunnu brúka allastaðni í
heiminum, men heldur játt-
ar pening til dýru nýggju
skúlaútbúgvingina, SIT, ið
ikki gevur teimum ungu
nakra kompetansu til fram-
haldandi handverksútbúgv-
ing, hvorki í Føroyum ella
uttanlands.
Somuleiðis halda feløg-
ini, at landsstýrið heldur átti
at varðveitt yrkisútbúgv-
ingarnar enn at játta nógv-
an pening ul »Ung í ar-
beidi«, sum hvorki gevur
teimum vinnu- ella lestrar-
førleika.
Uttan mun til yrki, heitir
handverksvinnan tí inniliga
á hvønn einstakan løgtings-
lim um at steðga landsstýr-
inum at fremja slíkan vit-
leysan útbúgvingarpoli-
tikk, ein politikk, ið m.a.
forðar okkara unga fólki at
verða við í eini oljuvinnu,
sum í roynd og veru er byrj-
að.
Heilsan
Vilhelm M. Johannesen,
form. Føroya
Handverks-
meistarafelags
Høgni Højgaard,
form. Føroya
Handverkarafelags
Den norske dobbeltmoralen!
Den norske dobbeltmoralen
kommer mere og mere frem i
lyset. Ikke fordi dette er noget
nyt og ukjent. Tværtimot, så
har norske fiskere et særdeles
dårligt ry bland sine frænder.
Noget af det mest groteske
eksempel om den norske
dobbeltmoralen, var dengang i
femti-årene, da norske fiskere
med stjålet dynamit, sprængte
titusinder af førsteklasses
torsk på grønlandske fiske-
fælter. Ifølge øjenvidner blev
kun halvdelen behandlet og
taget med hjem til Norge.
Ifølge aviser og fjernsyn
truer Norge nu med at redusere
kvotaen i Barentshavet for
1995. Ingen på Færøerne god-
tager denne uforskammede
indstilling fra norsk side.
Hvem har fisket ulovligt hos
hvem?
Skal færøske fiskere straffes
fordi udenlandske skibe har
drevet fiske i international far-
vand ved Barentshavet? Lat os
kikke lidt pá den faktiske sand-
heten.
Dette er virkeligheten!
1. Norge sender sine dyreste
trawlere til fiske ved New
Sealand. Disse trawlere har
ingen chance i norske far-
vande. Disse norske super-
trawlere har ingen kvote i
Norge eller i New Sealand!
2. Norge har ingen kvote i
Alaska. Alikevel har norske
fiskere nedfisket og ødelagt
hele fiskebestanden kring
Alaska. Disse skibe og fisk-ere
har fået fuld støtte fra den
norske regjering og er finan-
siert af den norske bankverden.
3. Norske trawlere har været og
er stadigvæk stærkt engasjert
ved New Foundland og har
medvirket til at nedfiske
torskebestanden i Canada.
4. Et betydeligt antal norske
trawlere fisker rødfisk syd for
Island, lige utenfor den is-
landske 200 mil grænse.
5. En betydelig del af den
norske handelsflåde sejler
under bekvemmelighets flag.
Ikke så få norske fartøjer er
indregistrert i Panama.
6. Norge står som en af bana-
bryderne når det drejer sig om
indregistrering under fremmed
flag. Og her drejer det sig ude-
lukkende om bekvemmelig-
heten og udgiftsbesparelser.
Nu er I her på øerne og selv-
følgelig får I opleve den vel-
kendte færøske gjæstfriheten.
Men tro ikke, at vi under-
vurderer den uvenlige og
direkte fjentlige holdning, som
Norge udøver i dobbeltmoral-
ens navn.
Jørmund Vågadal
SEG sr ——
Hví eri eg ímóti fosturtøku?
Er tað ikki gott at liva?
Eg og tú kundu líka so væl
havt endað okkara dagar í ein-
um ruskílatið, men vit sluppu
við lívinum.
Øll havarætt til lív, eisini um
tað ikki altíð er lætt.
Um ein kvinna er vorðin við
barn, so er lív og verður tað tik-
ið burtur, so málívið takast, um
vit vilja tað ella ikki.
Eg vænti ikki, at nakar vildi
dripið eitt barn við vilja. Fyri
mær er tað eitt barn, eisini áðr-
enn tað kemur út í ljósið.
Um kvinnan ikki ynskir sær
barn, skuldi hon so ikki hugsa
um tað eitt sindur áðrenn hon er
komin so langt sum at vera
vorðin við barn?
Tíbetur eru fólk farin at ar-
beiða við at ráðgeva og á annan
hátt verja rættin hjá 6fødda
barninum. Tey hava rós uppi-
borið!
Alúð verður nógv gjørt
burtur úr lívinum hjá mamm-
uni, um hon nú velur at fáa
barnið, serliga um hon er ung
ella í eldra endanum og hvat nú
um barnið er brekað? Nógvar
eru tær ungu mammurnar og
eg ivist ikki í, at tær flestu klára
tað fínt. Munnu tey avvarðandi
ikki eisini gleðast, tá ið barnið
er føu?
Tað er ein stór løta at sita við
nyfødda barninum í fanginum,
tað er eitt stórt undur. Síðan
gleðin við at fylgja barninum í
uppvøkstrinum, tað kann ikki
metast við nakað annað. Sjálv-
andi er eisini strævið til tíðir,
men tað er vist eisini strævið,
um tú velur at taka barnið í
móðurlívi. Munnu ikki løtur
koma, har tú hugsar um hetta
barnið? Mundi tað vera genta
ella drongur? Brún ella blá
eygu? Hví gjørdi eg hatta?
Osfr.
Næstan øll munnu vera samd
um, at tað er skeivt at drepa
menniskju. Er hetta lítla ikki
menniskja? Vit broytast líka
frá tí vit eru gitin og allan vegin
upp í aldurdómin. Eg trúgvi, at
eins og vit kallast menniskju, tá
vit eru fødd og eisini tá vit eru
gomul, so er ikki undantak áðr-
enn vit eru fødd.
Fosturtøka sigst ikki at vera
fri í Føroyum, men er tað veru-
liga í so nógvum fórum (í 1993
54, uppl. Elin Lindenskov).
At lívið hjá mammuni er í
vanda?
At enda vil eg spyrja Elina
Lindenskov: Er fosturtøka ikki
ræðulig? Eisini um tað eftir
tínum tykki >bert< eru 54 um
árið?
Er munur á at hugsa um lívið
hjá ungu gentuni og lívið hjá
barninum?
Er ikki frægari at vera
»klekimamma« enn at drepa 6-
fødda barnið?
Hvøru skuldi heldur tikið
avleiðingarnar av gerðini hjá
ungu gentuni? — Barnið?
Fær neyðtikna kvinnan tað
betur, um hon drepur 6fødda
barnið?
Um barnið ikki klárar at liva,
eftir at tað er føtt, hví so ikki
lata tað doyggja á náttúrligan
hátt? (Og veit nakar tað framm-
anundan?)
Eg spyrji bara!
Kristfríð Tyril