týsdagur 6. desember 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 233 — 6. DESEMBER 1994
Síða 3
Tíðindablaðið ET
mæ.
pa
An:
re
== -
Visti einki um
trupulleikarnar
VIð eginpeningi.
SKÁLA-
Søren T. Lyngsie, undirstjóri í danska Skipskredittgrunninum, segði í gjár sum vitni í
Skálafjalsmálinum, at grunnurin i 80-árunum ongan illgruna hevði um uppskrúving
av sáttmálaprísinum fyri skip
Gjáramorgunin klokkan
níggju byrjaði aftur eitt nýtt
umfar av rættarfundum í
Skálafjalsmálinum, og nú
er rætturin farin undir at
avhoyra vitni.
Vitnini fyrrapartin í gjár
vóru Søren T. Lyngsie
Dennis Densbo. Báðir
starvast teir hjá Danmarks
Skibskreditfond.
Danmarks Skibskredit-
fond er ein privatur sjálv-
eigandi stovnur, sum síðan
1961 hevur fíggjað skipa-
bygging í danska ríkinum.
Síðan mitt í 1970-árunum
hevur hann eisini fíggjað
fiskiskip. Aftanfyri grunnin
standa bankar, trygging-
arfeløg, skipasmiðjur, reið-
ari, sparikassar og danski
tjóðbankin.
Á rættarfundinum í gjár
greiddi Lyngsie frá manna-
gongdini, frá tí at grunnurin
fær eina umsókn, til fígg-
ingin verður latin.
Grunnurin sjálvur hevur
ongantíð kannað upplýs-
ingarnar, sum fylgdi við
umsóknini. Í grunninum
gingu tey bara út frá, at reið-
ari og skipasmiðja høvdu
mótsvarandi áhugamál,
reiðaríið vildi hava skipið
so biliga sum gjørligt, og
skipasmiðjan vildi hava so
nógv fyri sum gjørligt.
Grunnurin fór ikki at spilla
nakran handil og segði einki
til tað, um meklarin. sum
fyri grunninum metti um
kostnaðin, metti skipið
lægri enn sáttmálaprísin.
Undir avhoyringunum
og "bæði í Heygadrangsmåli-
num og nú í Skálafjals-
málinum hevur ákærin gjørt
nógv burtur úr at ávísa, at
grunnurin ikki hevði heim-
ild til at veita fígging til
reiðskap og aðra útgrerð.
Tað hevur grunnurin ong-
antíð havt, og hann visti
heldur ikki, at tað var inn-
roknað í sáttmálaprísirnar
fyri tey bæði skipini, tí hetta
kemur bara fram í und-
irsátmálunum, sum grunn-
urin ikki fekk avrit av.
Ikki fyrr enn í 1991
stendur at lesa í ársfrágreið-
ing hjá Skipskredittgrunn-
inum, at fígging ikki verður
veitt til reiðskap, men øll
vistu, at so var, segði Lyng-
sæ.
i lagi vid broytingum
i byggitidini
Lyngsie varð eisini spurdur
um, hvat Skipskreditt-
grunnurin segði ul, at upp-
hædd stóð í sáttmálanum
"ul broytingar í byggitid-
ini”.
Hetta var heilt vanligt og
g6dukid av grunninum, ti
broytingar vórðu altíð
gjørdar, segði Lyngsie.
Men fyri tad, um skipid so
bleiv biligari, kundi reid-
aríið ikki ráða yvir avlop-
inum. Tað skuldi gerast upp
aftaná.
Skipskredittgrunnurin
legði seg ikki út í, hvussu
eginpeningurin varð fingin
til vega. Hann skuldi bara
vera har. Grunnurin hugdi
tó eftir, hvussu rakstrar-
útlitini vóru.
Einki frætt um slíkt
Lyngsie varðeisini spurdur,
um grunnurin ongan ill-
gruna hevði í 80-årunum
um uppskrúving av sátt-
málaprísum fyri skip (LV.S.
at ein partur av eginpen-
inginum var innroknaður.
- Nei, segði Lyngsie, sum
heldur ikki hevði hoyrt
teskan í krókunum um
hetta.
Heldur ikki hevði hann
frætt tá, at tað skuldi vera
serliga torført hjá føroysk-
um reiðaríum at útvega
kravda eginpeningin.
Føroyska skipapakkan
frá 1985 mintist hann einki
til.
Tad kom fram í rættinum,
at Skipskredittgrunnurin så
hevur hert reglurnar og
eftirlitið. Orsøkin til hetta er
tað, sum kom fram í einum
donskum skipssakarmáli,
Svendborgmálinum, og so
nøkur føroysk mál.
Akærin kom eisini inn á
broyttu dagfestingina í um-
sóknini frá reiðarínum P/F
Vál til Skipskredittgrunnin.
Umsóknin til landsstýrið er
frá oktober 1985, men sama
umsókn hevur
dagfestingina 9. februar, tá
hon verður send Skips-
kredittgrunninum. Ákærin
vil vera við, at reiðaríið
broytti dagfestingina, tí eftir
1. januar 1986 fekst laga-
ligari fígging frá grunn-
inum, og at reidiid harvið av
órgttum vann pening.
Grunnurin hevði íkki
heimild til at geva umsøkj-
arunum ta lagaligari fígg-
ingina, um sóknin var eldir
enn 1. januar 1986. Annars
var tað upp til idnadar-
málaráðið at viðgera slík
mál.
Upplýst varð, at Val
spardi 16 mió. krónur við at
senda umsóknina inn aftaná
1. januar 1986.
randi
V.
Vit taka sjálvandi eisini —
jólaumhvorvi
Jól i S
Nýggj barnabók
>Jól í Sóljuvík< er heitið
á nýggjari barna-jóla-
bók, ið nú um dagarnar
er komin í bókabúðirnar.
Bókin er um tey, sum
búgva í Sóljuvík og
hvussu tey hava tað um
jólini.
Bókin er 24 síður. Ella
Smith Clementsen hev-
rr
Oljuvik
a /
ur skrivað søguna og
Anni Arge Jacobsen hev-
ur teknað tær 11 tekn-
ingarnar, ið eru í bókini.
Bókin er heft og prent-
að hjá p/f Einars Prent og
kostar 48 krónur.
Forlagið Mýrisnípan
gevur bókina út.