Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 233 — 6. DESEMBER 1294 Samráðingarnar við norðmenn byrja í dag: Bert embætis- menn hesuferð Norska sendinevndin skuldi koma við Maersk flogfarinum fyri dógurða týsdagin og samráðingarnar skuldu byrja klokkan tvey seinnapartin á loftinum í Sjó -og Vektarbúðini Stórur spenningur er undan samrådingunum millum føroyingar og norðmenn um sínamill- um fiskisåttmålan, sum nå skal endurnyggjast. Størsti spenningurin er um toskakvotan i Bar- entshavinum verdur minkað, sum revsing fyri at trolarar undir hent- leikaflaggið hava landað fisk úr Smoguni í Før- oyum. Norska sendinevndin kom skuldi koma við flog- farinum hjá Maersk fyrra- partin og fyrsti fundurin er settur til klokkan tvey í dag í Tinganesi. Fundurin verður hildin undir væðingini á loftinum í Sjó -og Vektar- búðini. Norska sendinevndin tel- ur sjey fólk og á odda er Hallstein Rasmussen, stjóri á Fiskeridirektoratinum i Bergen. Við honum verða manns frá direktorati- num. Annar eitur Stein Áge Johnson, fyrsti konsulentur og hin er Torbjørn Torvik, ráðgevi. Frá Fiskeride- partementet, skrivstovan beinleiðis undir norska fiskimálaráðharranum, Jan Henry T. Olsen, kemur Halvar P. Johansen. Tvey umboð frá Norges Fiskelag luttaka eisini. Tey eru Inge Halstensen og Arne Bye. Frá Sjómannsforbundet luttekur Jan Stege. Føroyska samrådingar- nevndin verdur mannad av Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóra sum stavna- manni. Við sær hevur Kjart- an stabin á Fiskivinnustov- uni. Í nevndini sita Ulla Wang, Kaj Mortensen, Eyðfinn Finnson og Tommy Petersen. Eisini verða umboð fyri tey Hver stertur norðmenn veiða frá føroyingum verður goldin við norskum fiski Tíðindablaðið (7771) > - tø þér st I TØ " í BE. MARL * Hver stertur fóroyingar veiða frá norðmonnum verður goldin við føroyskum fiski ymisku feløgini, hvers limir hava áhuga í kvotum frá norðmonnum. Umboð verða fyri Reiðarafelagið, Felagið Ídnaðarskip. Feæ- agið Línuskip, Felagið Nótaskip o.s.v. Samráðingarnar fara sum sagt fram á embætismanna- stødi og tiskil sleppur okkara fiskimálaráðharri, Ivan Johannesen als ikki uppí part í fyrstu atløgu. Politiski myndugleikin kemur ikki uppí leikin fyrr enn sáttmálin er undir- skrivaður av embætismon- nunum. Tá skal fyrst lands- stýrið og síðan løgtingid endaliga góðkenna ella vraka sáttmálan. Føroyska toskakvotan frå norðmonnum í ár er 3000 tons. Umframt tosk so fevnir kvotan eisini um onnur botnfiskasløg og uppisjogvasløg. jústinus Frá VERKSTAÐNUM INNI Á BAKKA — VÁGI ÁRLIGA JOLASØLAN VERKSTAÐNUM tórsdagin 8. des., frá kl. 10-16 Breckmann setir norð- monnum knivin á barkan Heitir saman við John Petersen á løgtingid um at svartlista Statoil, fáa fóroyingar ikki stórri kvotur frá norðmonnum Oli Breckmann, fólka -og løgtingslimur er ikki bangin fyri at leggja uppskot fyri tingið, hvussu kontrover- siel (elva til firtni) tey annars kunnu fatast. Í fjør legði nann uppskot fyri tingid um at koyra Richard Mikkelsen frå sum nevnd- arformann fyri Fíggjar- grunninum. Grundin var, at maðurin nú var komin somikið til árs, at hann var sum senilur at rokna. Nú langar Óli til aftur. Seinasta fríggjadag legði hann saman við partamann- inum úr Fólkaflokkinum, John Petersen uppskot til samtyktar um fiski -og oljusamvinnu vit Noreg. Uppskotið ljóðar soleið- is: > Løgtingid áleggur landsstýrinum í hesum fiskivinnusamráðingum við Noreg at gera Oslo- stjórnini greitt, at um Noreg ikki vísir betri bróð- uranda og grannasið móti Føroyum fiskivinnuliga, fær tað fylgir fyri ætlanin- ar hjá almenna norska Statoil um at sleppa upp í part í møguligari oljuvinu á føroyskum búskapar- Øki.« Oli Breckmann og John Petersen visa å at Noreg hevur vist seg sum ein vánaligur granni. Hóast føroyingar hava bygt skip fyri milliardir í Noregi, so hevur tað bert eydnast okk- um at fáa kvotur afturfyri tilsvarandi norsk fiskirætt- indi i føroyskum sjógki. Hetta hóast Noreg hevur 8- 10 ferðir so stóran fiska- stovnar sum Føroyar, Uppskotsstillararnir vísa á grannan fyri vestan, Ísland, sum hevur víst bróð- uranda og loyvt føroyskum fiskiskipum so nógvan botnfisk, at tað hevur borið part av flota og virkjum okkara uppi. Oli Breckmann og john Petersen ilskast á norð- menn, tí hesir forfylgja før- oyskum sjómionnum við kriggsskipum og stríðs- tyrlum í altjóða sjógvi. Teir vísa eisini á, at nú seinast, hevur norska vaktartæn- astan ukið tvey føroysk skip og sektað tey so hart, at tey ivaleyst fara av knóranum. Undan samráðingunum eiga føroyigarnir at gera Brundtlandstjrnini klokkuklårt, at stundini má gevast at jagstra føroyingar fiski- vinnuliga. At enda í viðmerkingun- um siga teir: > Helst átti Oslo í viðbót at víst sín góða vilja móti hesum fámenta granna Føroyum (bert 1/100 av Noreg) við ókeypis fiski- kvotum svarandi til nøkur tiggjutåsundtons i toska- virði. Annars verður Stat- oil svartlistað og fram- manundan úthýst millum tey oljufeløg, ið sleppa upp í part, um borað verður eftir gassi og olju í føroy- skum biskaparøki.« jåstinus Noreg i