týsdagur 6. desember 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ÆE3TJU
Nr. 233 — 6. DESEMBER 1994
Síða 5
MA
Sámal í Skorini, rektari á Studentaskúlanum á Kambsdali
(Savnsmynd: Kalmar)
HF skeiðið í Klaksvík
enn einaferð avhøvdad
Skeiðið hevur tænt sínum endamáli væl,
men rektarin væntar ikki, at klaksvíking-
ar fara á Kambsdal at ganga í HF
Um tingið tekur undir við
fíggjarlógaruppskotinum
frá landsstýrinum, so verð-
ur einki HF skeið í Klaksvík
komandi skúlaár. Næming-
amir, sum nú ganga í 1.
flokki, skulu ganga seinna
árið á Kambsdali, og eingin
nýggjur flokkur verður tíkin
í Klaksvík.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at HF skeiðið í Klaksvík er
stríkað av fíggjarlógini.
Síðani politikarnir av álvara
fóru at skerja hevur tvær
ferðir verið skotið upp, at
miðnámsskúlin í Klaksvík
skal takast burtur, men báðu
ferðirnar hevur meirilutin í
løgtinginum verið í móti
uppskotinum hjá landsstýr-
inum.
Næmingarnir
enda i fellu
Í viðmerkingunum til
fíggjarlógaruppskotið
verður sagt, at HF skeiðið í
Klaksvík skal flytast á
Kambsdal, men Sámal í
Skorini, rektari á Studenta-
skúlanum á Kambsdali,
roknar ikki við, at nógvir
HF næmingar koma um
Leirviksfjørd:
— Tey, sum hava søkt å
skúlan, hava m.a. gjørt tað,
tí skúlatilboðið hevur verið
í Klaksvík. Ein partur av
næmingunum er familju-
fólk, og hjá slíkum er tað
torført at vera so leingi burt-
ur frå bórnunum. Tað gong-
ur hjá ungfólki, sum bara
hava seg sjálvan at hugsa
um, men tað ber ikki til hjá
teimum, sum hava ábyrgd
av børnum, sum eru í skúla,
eru í dagrøkt ella barna-
garði.
Rektarin heldur tað vera
spell, at fyritreytimar hjá
teimum, sum í summar
komu inn í skúlan, full-
komuliga broytast, tá tey í
summar skulu flyta í
Kambsdal at ganga seinna
árið:
— Tað er ein óheiðurlig
framferð at bjóða fólki eitt
útbúgvingartilboð á einum
stað og so taka tilboðið frá
teimum og bjóða teimum
eitt annað, tá tey eru komin
hálva leið. Eg kvígi fyri, at
tað vera fleiri, sum av álvara
fara at hugsa um at gevast,
og tað er bæði eyðmýkjandi
og harmiligt at verða leidurr
úr í Oføri at myndugleikun-
um.
Tænir framvegis
endamálinum
Men er tað ikki luksus í
hesum tíðum at hava tvey
HF skeið so tætt upp at
hvørjum øðrum?
20 ara gamal ætlast
at leggja ararnar inn
Í summar vóru tað 20 ár
síðani HF skúlin kom til
Klaksvíkar Í 1974 varð HF
útbúgvingin bjóðað út í
Hoydølum, í Klaksvík og í
Suðuroy, har skúlin húsað-
ist bæði á Tveroyri og í
Vági.
Skúlin í Klaksvík helt
fyrstu månadimar til í
amla tekniska skúlanum.
inni varð hann fluttur á
Klaksvíkar Sjómansskúla,
men fyrstu næmingarnir
gingu seinna skúlaárið í
hølunum við Klaksvíks-
vegin, sum landsstýrið
keypti frá Eskild Norðbúð.
Hann hevði havt klædna-
handil í hølunum.
Næmingar eru tiknir inn á
skeiðið í Klaksvík á hvørj-
um ári. Fyrru árini var áhug-
in so stórur, at neyðugt var
at hava tveir flokkar. Síðani
studentaskúlin í Eysturoy
kom, hevur verið ein HF
flokkur í Klaksvík.
Í 1980 var HF skeið sett á
stovn við Getugjógv.
Abyrgdin fyri tí lá hjá skúl-
anum í Klaksvík. Í 1982
varð studentaskúli settur á
stovn í Eysturoy. Tá varð
HF skeiðið í Klaksvík lagt
inn undir studeniaskulan,
og síðani tá hevur rektarin í
studentaskúlanum havt
ábyrgdina av skúlanum. Ein
deildarleiðari hevur tíkið
sær av dagliga rakstrinum.
Ellivu lærarar
tilknýti til HF
Ellivu lærarar eru knýttir
at HF skeiðnum. Flestu
teirra arbeiða bæði í stu-
dentaskúlanum á Kambs-
dali og í Klaksvík. Seks
teirra búgva í Norðoyggj-
um, meðan hini ferðast
Mótsatta vegin.
Fýra lærarar, sum arbeiða
í HF skeiðnum, undirvísa
eisini í nýggju teknisku stu-
dentaskúlaútbúgvingini,
sum er í tekniska skúlanum í
Klaksvík.
Frá 1974 og í nøkur fá ár
var Johnny Thomsen leiðari
á HF skeiðnum í Klaksvík.
Hellen Heinesen var næsti
leiðarin, og tað er ikki at
taka munnin ov fullan at
siga, at Hellen Heinesen var
tann persónurin, sum í nógv
størstan munin myndaði
skúlan í Klaksvæik. Hon
røkti starvið til hon doyði í
januar í 1986. Síðani tá hev-
ur Bo Jørgensen verið leið-
ari. -nes
— Tað eru politikamir,
sum eru valdir at taka dagar
i millum, hvat er neydugt,
og hvat skal vikja. Politik-
arnir eiga rættin at taka av-
gerðirnar, og teir eiga eisini
ábyrgdina av avleiðingun-
um av avgerðunum. Líkar
okkum ikki avleiðingarnar,
so skifta vit teir út. Soleiðis
er skipanin, og tað finst
valla nøkur betur. Vit, sum
umsita, kunnu staðfesta,
hvussu veruleikin er, vit
kunnu vísa á, hvørjar av-
leiðingar vit halda, avgerð-
imar fara at fáa, men vit
noyðast at innrætta okkum
eftir teirra avgerðum.
HF skeiðið í Klaksvík
hevur tænt sínum endamáli
ógvuliga væl, og mótsatt
ødrum útbúgvingartilboð-
um í landinum, so tænir
skeiðið í Klaksvík framveg-
is upprunaliga endamálin-
um.
Hvat hugsar tu um?
— Eg hugsi um, at HF út-
búgvingin varð roknað sum
útbúgvingartilboð til tey,
sum høvdu verið burtur frå
skúlanum eina tíð, og sum
funnu út av, at tey høvdu
brúk fyri meiri skúlagongd.
Í studentaskúlanum ganga
tey 16-19 ára gomlu, meðan
tað í HF verður roknað við
fleiri, sum eru væl eldri.
Miðalaldurin á teimum 56,
sum dagliga fara um gáttina
á HF skeiðnum í Klaksvík
er 24 ár.
Ótryggleiki
um framtíðina
Í HF er møguleiki at taka
eina ella fleiri lærugreinar
um árið. Tað er bæði við-
víkjandi møguleikanum hjá
teimum, sum eru ov gomul
at fara í studentaskúla, og
hjá teimum, sum taka eina
ella nakrar tåa lærugreinar,
at skeiðið í Klaksvík fram-
vegis tænir sínum enda-
máli.
Í 1. flokkinum ganga 28
næmingar. Tey flestu vóru
liðug við fólkaskúlan eitt
ella tvey år, áðrenn tey byrj-
aðu í HF. Har eru eisini
handverkarar, dreingir,
sum hava verið til skips, og
kvinnur, sum eiga smá
børn. 70 prosent av næm-
ingunum eru kvinnur, og
tað er stórt sannlíki fyri, at
partur av heusm dettur nið-
ur ímillum, um skúlin verð-
ur fluttur. Tey hava í HF
skeiðnum eitt alment eftir-
útbúgvinartilboð. = Hóast
bæði HT og fiskivinnuskúli
verða í Klaksvík, so eru tær
útbúgvingarnar ikki at
rokna sum alment eftirút-
búgvingartilboð til nevnda
bólkin.
Ótryggleikin um framtíð-
ina hevur verið stórur, men
hesi hava hóast tað søkt inn
á skúlan í áliti á, at tilboðið,
sum varð bjóðað teimum,
fór at halda. Tí hevði verið
sømiligari, um hesi fingu
loyvi at halda fram í Klaks-
vík — kanska saman við
fiskivinnuskúlanum, sum
nú skal flyta inn í hølini,
vísir Sámal í Skorini á.
Hava tit pláss fyri HF
næmingum úr Klaksvík?
— Í løtuni hava vit pláss
fyri einum flokki. Hvussu
tað verður komandi ár velst
um, hvussu tað verður við
tilgongdini. Tað fara fimm
flokkar úr skúlanum í
summar, og tað er uttan iva
ikki serliga stórt sannlíki
fyri, at vit fáa so nógvar
næmingar inn aftur. Fólka-
flytingin man fara at merkj-
ast hjá okkum eisini!
-nes
HF skeiðið í Klaksvík hevur tjúgu ár á baki, men nú er líkt
til, at tað verður niðurlagt
(Savnsmynd: Kalmar)