týsdagur 6. desember 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CH
Síða6 Nr. 233 —6. DESEMBER 1994
Soleiðis verða ílógurnar býttar:
Núer nakað av tíð fráliðin síðani teir hvítu beinkirnir í
SMS blivu umtalaðir og vil eg loyva mær at lýsa hvat
eg síggi:
Á ti hvíta beinkinum
situr maðurin og rindar mødina.
Hann møtti einum kenninga,
ivrigur eftir at frætta tíðindi
um dagligdagin úti á bygd.
Á tí hvíta beinkinum
verður gongdin í føroyskum politikki vidgjørd,
broytingarnar í veðurlagnum og fiskaríið,
hvussu skurðurin mundi vera kring landið
og hvør er giftur — deyður ella jarðaður.
Á tí hvíta beinkinum
møtir tú ofta gomlum kenningum,
ja, mongum skilamanni, sum er komin
til Havnar í grindum,
onkur kanska bert fyri at práta.
Á ú hvíta beinkinum
sita unglingar og menn og eygleiða
yndisligu sprundini, sum gera,
at vit kenna okkum livandi, glaðar,
heldur enn at sita heima og fána burtur av verðini.
Á tí hvíta beinkinum
hittir tú dagligdagin uppá gott og ilt,
sum við sínum innihaldi av sorg og gleði
fær okkum at kenna okkum sum stríðsmenn,
sum hava nakað at liva fyri.
A ti hvíta beinkinum
taka teir sær ikki tykni av
um onkur fær ilt í >trompetina< av
at vit sita har og práta,
hetta er jú eitt sjúkt, blødandi, men frítt demokratiskt
samfelag.
Hans J. M. Garðalíð
TÆNARA-
Sekt verður eftir tænaralærlingi.
Áhugað biðast venda sær til Kára
Hentze á
Hotel Hafnia
Hotellið í Miðbýnum - Tlf. 11270
Meginparturin til
vegir og havnir
Av teimum 83 milliónunum, sum eru avsettar til ílógur næsta ár fara nógv tær flestu til
vegir, berghol og havnir
Tað var tann tíð, tá hundrað-
tals milliónir vórðu nýttar
til iløgur av ymiskum slag.
Hendan tíð er farin, men
hóast tað fara enn nakrar
milliónir til framhaldandi
útbyggingar av hesum
landi. Tær flestu fær Lands-
verkfrødingurin at umsita.
Samanlagt eru avsettar
49,5 milliónir til tað, sum
kallað verður samferðsla og
samskifti. Til vegir ætlar
landsstýrið at brúka 13,5
milliónir, til berghols- og
brúgvagerð 7 milliónir, til
havnagerð 15 milliónir,
lendingar fáa 6 milliónir,
flogferðslan 3, og ul út-
varps- og sjónvarpsstøðir
skulu brúkast 5 milliónir.
Ein fløga er nevnd innan
heilsumål. Tað eru 10 milli-
ónir, sum skulu brúkast til
sjukrahúsið á Tvøroyri.
Mentanin er heldur ikki
heilt gloymd. Sjónvarpið
fær 600.000 krónur, Forn-
minnissavnið — 1.340.000
krónur, Listasavnið
1.210.000kr. kirkjur v.m. 2
milliónir, stuðul til bygdar-
hús 900.000 krónur og til
ítróttin eru avsettar 600.000
krónur. Helvtin til graslikis-
vøll og hin til ítróttar-
bygging. -
Innan fiskivinnuna hevur
landsstýrið avsett 5,2 milli-
ónir til livfiskastødina i
Skopun.
Nakrar iløgur er settar til
vinnulív og arbeiðsmark-
nað. Umhvørvisvernd ein
millión, breyt til koyrifrá-
læru 750.000 kr, og brand-
skúlin hevur fingið 400.000
krónur í sín part.
Slakar fýra milliónir
skulu brúkast tl fløgur
innan almannamål. 1,2
milliónir til bústovnar,
umlættingarheim í Suðuroy
800.000 kr.. Ein millión til
eldrasambýli og 850.000
krónur til Norðoya vistar-
heim.
tór.-
Meginparturin av
ílógunum fer til samskifti.
Savnsmynd: Kalmar
Viðmerking
Fyrispurningar til Ottar Olsen,
figgjarstjóra, og Tummas Magnussen
fráfarandi stjóra á Strandferðsluni
Fríggjadagin í farnu viku
visti sjónvarpið frá Strand-
ferðsluni, í tí teir vístu mynd
av Ottari Olsen, fíggjar-
stjóra, at Aberdeen rutan
hevði bjargað sparingun-
um á Strandferðsluni fyri
1995!
M/F TERNAN - um Leir-
viksfjør0 kr. 3.202.961
Meðan eitt av stóru tølun-
um við rakstrarhalli er:
M/F SMYRIL - Aber-
deenleiðin kr. 4.728.560
Um vit hyggja at fyrisit-
Í ársroknskapinum fyri ingarútreiðslunum síggja
1993 eru tvinnar rutur, ið vit:
geva rakstraravlop, og tær Administrativ fyrisiting:
eru: 1992 4.1 mill.
1993 7.4 mill
M/F SAM - um Vest- hækking 3.3 mill.
mannasund kr. 4.096.900
Meðan hyrurnar frå 1992
til 1993 å m/f Ternuni og
m/f Sam eru lækkadar vid
åvikavist 1.4 mill. krénum
og 600 túsund krónum, er
administrativ = fyrisiting
hækkað við 3.3 milliónum
krónum.
1. spurningur:
Hver er orsøkin til at ad-
ministrativa fyrisitingin
er hækkað við 3.3 millión-
um krónum frá 1992 til
1993?
2. spurningur:
Eru tær 4.7 milliónir
krónurnar í rakstrarhalli
á Aberdeenleiðini vent til
rakstraravlop í 1994?
3. spurningur:
Undir inntskum hjá
Smyrli er ein upphædd
uppá kr. 4.027.736 undir
konto >Eyka/leigutúrar<.
Hverjum stava hesar inn-
tøkur frá?
4. spurningur:
Er innanlandsflutningur
við trailarum í sambandi
við Aberdeenleiðina bók-
aður á útreiðslukonti,
sum útreiðsla hjá Smyrli?
Vinarligast svarið skjót-
Jógvan við Keldu
býráðsformaður
ast gjørligt.
TÆNARI
fær starv. Skal vera fyltur 18 ár.
Áhugað biðast venda sær til Kára
Hentze á
QOTEZ
&
GAFN
Hotel Hafnia
Hotellið í Miðbýnum - Tlf. 11270