týsdagur 6. desember 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið €7D Nr. 233 — 6. DESEMBER 1994 Sida 7
skipið og kom fram á góðar 1000 stolnar lutir. Mynd: Birgir Waag Høgnesen
Rassia umborð á russiskum trolara:
Hald lagt á góðar
1000 stolnar lutir
— Tveir manns eru skuldsettir fyri seinastu tíðina at hava brotið inn og stolið í handlum í
bå
Russiski trolarin hevur ligid seinastu månadarnar å Midvågi til umvælingar. Seinasta friggjadag rannsakaði politiið
Miðvági. Teir verða útvístir og fáa bót, sigur Regin Jespersen, stóðleiðari í Vágum
Vaktarskiftið er á stóra
russiska trolaranum, sum
seinastu månadarnar hevur
ligid å Midvågi til umvæl-
ingar. Ikki kann sigast at
allir av komandi og farandi
manning å hesum trolara
hava verið hepnir seinasta
vikuskifti. Teir, sum skuldu
loysa av, komu við einum
russiskum skipi til Havnar
um vikuskiftið. Tollvaldið
var eftir teimum og legði
hald á stórar nøgdir av
rúsdrekka, sum hesir ætlaðu
at smugla í land. Teir fáa
bót.
Vesturi í Vágum var poli-
tiið eisini í gongd. Seinastu
tíðina hevur politiið fingið
ørgrynni at fråbodanum um
stuldur. Ilgruni hevur verið
til manningina á russiska
trolaranum. Fríggjadagin
fekk politiið eina greiða
slóð at ganga eftir, og
hendan førdi við sær at poli-
tiið rannsakaði skipið.
— Vit gjørdu hetta í góðum
samstarvi við yvirmenninar
umborð og við føroyska
umboðsmannin. Skiparin
kallaði allar menninar sam-
an í messuni og helt teimum
har til skipið var kanna.
Ongin slapp aftur á køm-
urini ella aðrastaðir umborð
fyrr enn vit vóru lidnir at
kanna skipið, sigur Regin
Jespersen.
— Vit komu fram á góðar
1000 lutir, sum vit vissu
kunnu siga vóru stolnir úr
Miðvági. Kanningarnar
vístu á tveir av manningini,
sum høvdu staðið fyri
stuldrinum. Størsta partin
av lutunum høvdutteir stolið
í handlunum í Miðvági.
Men teir høvdu eisini brotið
ínná verkstóð og aðrar
bygningar, sum standa
ómannaðir á kvøldi og á
nátt. Teir høvdu tó ikki
brotið inn í nakað hús har
fólk búði, sigur Regin
Jespersen.
- Millum lutimar var
millum annað amboð, siga-
rettir, kaffimaskinur, hítir
góðgæti, billutir 0.s.v., sig-
ur hann.
— Teir bådir menninir,
sum eru miðskeiðis í tjúgu-
árunum vóru tiknir á støðina
til avhoyringar. Teir skuldu
annars heim til Russlands
nú. Undir øllum umstødum,
so høvdu teir verið útvístir,
sigur Regin Jespersen.
— Sambandið millum
russararnar annars og mið-
vingar hevur verið sera gott
og tí er tað spell, at tveir
skulu oydileggja hetta.
Yvirmenninir vóru sera
áhugaðir í at fáa stuldurin
uppkláraðan, sigur Regin
Jespersen.
jústinus
Seinastu framførslurnar
av »G00a Jelena«
Sjónleikurin »G68a Je-
lena< verður framførdur
hesa vikuna afturat. Fram-
fórslur verða hósdagin,
fríggjadagin og leygardag-
in. Allar seinasta framførsl-
an verður sunnudagin 11.
des.
Ætlanin var at hava tvær
framførslur týsdagin og
mikudagin, men Norður-
landahúsið hevur skipað so
fyri, at framførslurnar
kundu flytast til leygardag-
in og sunnudagin, tá tað
liggur betur fyri hjá fólki at
fara til sjónleik.
Bólkatilboð væl
móttikið
Fleiri hava brúkt møguleik-
an við avslåttri, tá keypt
verða atgongumerki til
bólkar við 10 fólkum.
Treytin hevur verið, at at-
gongumerki skulu bíleggj-
astellakeypast innan kl. 17.
Serframførslur hava ver-
ið fyri skúlaflokkum fyrra-
part. Hesar framførslur
hava verið ógvuliga væl
vitjaðar. Nú hósdagin og
fríggjadagin verða skúla-
framførslur fyri fullum hús-
um. Hetta samband millum
skúlar og sjónleikarar er
sera væl eydnað.
Nógvir lærarar brúka
sjónleikin sum stílevni ella
verkevni í ymsum fakum.
Atgongumerki til sjón-
leikin >Góða Jelena< eru at
fáa í Kunningarstovuni, á
posthúsinum í SMS og í
Norðurlandahúsinum.
KOYRIKORT
i
í Privat
sum vinnuligt
- so er tað ...
KOYRISKÚLIN
Á ARGJUM
biðum 12270.
pi
fór
Hilmar Jan Hansen,
blaðmaður,
skrivar:
FISKIVINNUSAMRÁÐINGAR millum før-
oyingar og norðmenn byrja í dag. Tað
sá í farnu viku fyrst út til, at tað óivað
fóru at verða norðmenn, ið fingu betru
kortini á hondina, men síðani vendi rák-
ið, og ikki skal undra, um føroyingar nú
kunnu smekka nakrar góðar trumfir á
borðið mótvegis útspælinum frá norð-
monnum. Her verður serliga hugsað um
skrivingina í Sosialinum í farnu viku, har
Sonny Johannesen fortaldi, at hann av
norðmonnum var biðin um at føra trol-
ara í Smoguni, og at Statoil hevur havt
— og framvegis hevur — sera nógv við
fíggingina at gera hjá fleiri av trolarun-
um undir hentleikaflaggi.
NORSKAR KELDUR HAVA upplýst fyri
Sosialinum, at fiskiskapurin í Loynikrók-
inum fer at koma upp á tal undir sam-
ráðingunum. Júst tí verður áhugavert at
síggja, hvat norðmenn siga til, at tað
eru teirra egnu, ið kanska hava nógvar
ferðir meira við hendan fiskiskap at
gera enn føroyingar. Avdúkingarnar av
norska leiklutinum munnu neyvan koma
væl við hjá norsku samráðingarmonn-
unum, og vónandi fer at liggja væl fyri
hjá okkara umboðum at spæla kortini
rætt út, tá menn sessast við samráðing-
arborðið einaferð í dag.
SERLIGA RINGT MAN tað vera hjá norð-
monnum at svølgja tann bitan, at tað í
Feroyum er teirra egna oljufelag, Stat-
oil, ið tykist hava ein hin størsta leiklut-
in, tå talan er um trolararnar undir hent-
leikaflaggid, id royna i Loynikrékinum. I
friggjadagsbladnum varð sagt frá Stat-
oil, at felagið hevði givið hesum skip-
um kreditt, men gjørdi tað ikki longur.
Men longu í leygardagsblaðnum kundi
Sosialurin vid skrivligari prévførslu for-
telja lesarunum, at Statoil framvegis
hevur ein fingur vid i spælinum, men
bert er so snilt at senda rokningarnar til
Esso í Íslandi — so er ryggurin friur…
FOLKAFLOKSTINGMENNINIR Oli Breck-
mann og John Petersen royndu annars
i farnu viku at blanda fisk og olju saman
í einum uppskoti til samtyktar á tingi, id
gekk út uppá, at um norðmenn ikki vísa
betri bróðuranda og grannasið undir
fiskivinnusamráðingunum, so skuldi tað
fáa fylgjur fyri ætlanirnar hjá Statoil um
at sleppa upp í eina meguliga oljuvinnu
í Føroyum. Vónandi hava norðmenn
ikki sæð viðmerkingarnar til uppskotið,
tí har verður lagt so harðliga eftir norð-
monnum, at teir neyvan gerast okkum
betri grannar, um hetta er útgangsstoð-
ið undir samráðingunum. Har eiga før-
oyingar heldur at vísa, at vit í hvussu er
eru góðir grannar!